mikudagur 16. september 1981síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Sparingin hjå borgarliga
landsstýrinum rakar tey
veikastu í samfelagnum
Undir viðgerðini av leg-
mansreðuni helt Vilhelm
Johannesen, tinglimur
fyri Javnadarflokkin í
Norðoyggjum hesa reðu:
Harra formaður !
Fáar dagar eftir at
legmaður hevði hildið
ólavsekureðu sína, hitti eg
ein av okkara ungu, resku
og ágrýtnu fiskimonnum
— ein av teimum, sum
hevur verið við til og í"am-
vegis er við til at ganga
nýggjar og óroyndar leiðir
á fiskivinnugkinum. Tos-
ið fall sjálvandi niður á
legmansreðuna. Sjálvur
helt eg ikki at rødan hevði
nakað hugflog, helt ikki at
hon var serliga inspire-
randi, men metti hava
tvertur ímóti at vera bæði
svartskygda og dapra.
Tann ungi fiskimaðurin
helt, at legmansreðan
kortini hevði givið honum
eitt hugskot, og tað var, at
hann av álvara var farin at
umhugsa og kanna megu-
leikarnar fyri at leita
burtur, at flyta burtur úr
Feroyum. So svert og
depur ljóðaði hendan
fyrsta legmansreðan hjá
okkara nýggja legmanni í
oyrunum á einum ungum
føroyskum fiskimanni.
Eins og í øllum rødum
og blaðgreinum, sum eru
komnar frá legmanni
hesar átta mánaðarnar,
nýtir hann ein rættuliga
stóran part av tíðini til at
brigda undanfarna lands-
stýri ódugnaskap í fíggj-
armálum. Hann hevur
tosað og skrivað um stóra
uttanlandaskuld, um
gjaldjavnahall, um ovur-
nýtslu, um hall á fíggjar-
lógunum, um tann vána-
liga likviditetin hjá lands-
kassanum og hann tosar
og skrivar framvegis um
ábyrgdarloysi í fíggjar-
málum og um fíggjarligan
ruðuleika í sambandi við u
undanfarna landsstýri. Øll
vita, at tað er ein av nú-
verandi samgonguflokk-
unum hjá legmanni,
nevniliga fólkaflokkurin,
sum hevur havt ábyrgdina
av landsins fíggjarmálum
tey seinastu seks árini og
fara vit so hesi seks árini
aftur í tíðina og minna
okkum á, hvat fólkafloks-
menn so søgdu um sam-
bandsmenn, tá fólka-
flokkurin fyri stívliga seks
árum síðani fekk landsins
fíggjarmál í arv frá sam-
bandsflokkinum, so minn-
ast vit, at fólkafloksmenn
skuldsettu sambands-
menn fyri ovurnýtslu, teir
skuldsettu sam-
bandsmenn fyri at hava
nýtt almennan pening í
heimildarloysi, teir
brigdaðu sambands-
monnum ábyrgdarloysi í
fíggjarmálum, og teir
skuldsettu sambands-
menn fyri at hava skapt
fíggjarligan ruðuleika í
landshúsarhaldinum.
Harra formaður! Hverki
eg ella nakar tingmaður
ella nakar føroyingur fær
seg at trúgva tí, at log-
maður og Jógvan Sund-
stein siga ósatt. Sjálvandi
er hvert orð satt sum leg-
maður og hansara parta-
menn siga um fólkaflokkin
og hvert orð sum Jógvan
Sundstein og hansara
partamenn hava sagt um
sambandsflokkin er sjál-
vandi líka satt. Hesir
báðir flokkarnir — sam-
bandsflokkurin hjá leg-
manni og fólkaflokkurin
hjá Jógvan Sundstein —
sum skiftivík hava skuld-
sett hvenn annan fyri at
hava nýtt almennan pen-
ing í heimildarloysi, sum
skiftvis hava brigda
hvørjum ødrum
åbyrgdarloysi i figgjar-
målum, og sum skiftvis
hava skuldsett hvenn
annan fyri at hava skapt
fíggjarligan ruðuleika í
landshúsarhaldinum, ætla
sær nú í felagsskapi at
stjórna landinum tey kom-
andi árini. Hugsa vit nú
reint logiskt, so verða 1)
tann heimildarleysa pen-
inganýtslan, 2) tað
fíggjarliga åbyrgdarloysi
og 3) tann fíggjarligi ruðu-
leikin í landshúsarhald-
inum minst tvær ferðir
sterri nú enn nakrantíð
fyrr. Tá vit hava øll hesi
viðurskifti í huga, so
kunnu vit ikki longur
undrast á, at legmaður
heldur svartar og dapur-
skygdar reður. Tað er sjál-
sagt og heilt náttúrligt og
vildi verið líka so ónatúr-
ligt um hann gjerdi nakað
annað.
Um sitandi legmann
kann sigast, at hann altíð
hevur verið ein atfinn-
ingarsamur og negativur
politikkari her á tingi. Tað
vóru eisini tær tíðir undir
seinasta landsstýri tá
fíggjarlógirnar góvu
avlop, tå gjaldføri hjá
landskassanum var
avbera gott, tá bæði
handilsjavni og gjalds-
javni vóru positivir og tá
uttanlandskuldin bert var
brøkpartur av ti hon er í
dag. Men tingmaðurin
Pauli Ellefsen var ikki
nøgdur. Eins og nú var
hann atfinningarsamur og
negativur. Tað er ellum
greitt at ein kreppa hevur
rakt okkara samfelag hesi
seinastu árini. Og ell vita
at henda sama kreppan
eisini hevur rakt londini
rundan um okkum, bæði
okkara næstu grannalond
og eisini fleiri onnur lond
bæði eystan- og vestan-
fyri. Og meginorsekin til
hesa kreppu eru teir nógv
hækkaðu oljuprísirnir.
Umframt hetta hevur okk-
ara samfelag eisini havt
tann broytta fiskivinnu-
strukturin at stríðast við.
Undir seinasta lands-
stýri varð nógvur pen-
ingur nýttur til tess at
halda okkara fiskiskipa-
flota gangandi og
áhaldandi varð arbeitt við
at finna og royna alterna-
tivar vinnuvegir og at
leggja partar av veiduflot-
anum um til veidu eftir
ødrum fiskasløgum. Ur-
slitið var, at gongd kom á
fiskaalingina, at gongd
kom a ídnaðarútbygging-
ina við sterri og smærri
ídnaðarvirkjum av ymisk-
um slag kring landið, at
gongd kom á eina millum-
landa sigling við ferðafólki
og farmi á einum hægri
stigi enn fyrr og gongd
kom eisini á svartkjafta-
veiðuna við tí fyri eyga at
framleiða hendan fisk til
matna.
Sitandi legmaður átti
heldur og hevur alla orsek
til at takka undanfarna
landsstýri fyri at stødan i
okkara samfelag í dag ikki
er heilt munandi verri enn
hon veruliga er. Og høvdu
løgmadur og hansara
landsstyri ikki lagt teirra
svørtu og køldu aftur-
haldshendur å hetta sam-
felagid frå fyrst i hesum
åri, so ivist eg ikki i, at
stødan i dag hevið verið
nakað eðrvísi tann posi-
tiva vegin.
Onkur sum hevur humo-
ristiskan sans hevur sagt,
at svartkjafturin var tann
einasta ljósglæman í tí
svertu løgmansrødu, sum
vit hava til umreðu her í
dag. Men hetta er kortini
ikki heilt rætt. Ein annar
glotti var eisini og tað er
fiskaalingin ella roynd-
irnar við at ala síl, laks og
skeljafisk. Felags fyri
bæði svartkjaftin og fiska-
alingina er, at bæði pro-
jektini vórðu legt til
rættis og loyst úr lagdi av
undanfarna landsstýri. Ta
tað er okkara politiska
áskoðan, at tað er ein
skylda hjá samfelagnum
at tryggja borgarunum ar-
beiðsplássir og harvið
úrtekuna, varð hetta gjert
á tann hátt, at tað alm-
enna í báðum førum gekk
á odda og slóðaði fyri.
Hesir báðir meguleikarnir
— fiskaalingin og svart-
kjaftaveiða við fram-
leiðslu til matna sum
endamáli — tykjast nu at
vera einastu framtíðar-
vónirnar hjá sitandi log-
manni og hansara lands-
stýri.
Legmansreðan ber ikki
boð um, at sitandi lands-
stýri ætlar, at tað almenna
skal ganga á odda og slóða
fyri við eðrum
meguleikum, ið kunnu
tryggja fólkinum arbeiði
og úrtekuna. Á einum
panelfundi her í Havn fyrr
í ár, har løgmadur og eg
skiftu orð um ídnaðarút-
bygging i Føroyum, fingu
vit at vita frå løgmanni, at
hetta landsstyri ikki ætlar
at tað almenna skal taka
nekur stig í vinnulívs-
málum, men er ætlan
teirra bert at sita hendur í
favn og bíða til onkur
dugnaligur persónur
kemur við einum projekti
at biða um fígging fyri at
fara í gongd. Persónliga
óttist eg fyri at legmaður
ferð at sita í sjóarfallið av
sær, at hann situr hendur í
favn og bíðar til stersti
parturin av okkara dugr.a-
liga fólki er farin av land-
inum.
Men javnaðarflokkurin
fer kortini ikki at sita
hendur í favn. Hóast
flokkurin nú situr í and-
steðu fer hann at vísa á
alternativir og at koma
við skilagóðum upp-
skotum eisini og ikki
minst á vinnulívsekinum,
har talan er um at tryggja
fólkinum arbeiðsplássir og
harvið úrtekuna til lívsins
uppihald.
Ongin ivi kann longur
vera um, at javnaðar-
floksins steða í siglingar-
málinum hevur verið bein,
og at risaferjan Lasse II
åtti at verid keypt i 1979.
Varð hetta gjørt tå, høvdu
vit helst gjørt okkum
galdandi i dag vid meira
enn einum skipi av hesum
slag i heilårssigling og
harvið vunnið nógvar
pening til landið og skapt
stórt tal av arbeiðspláss
um til okkara siglandi
fólk. Men teir flokkar,
sum í dag mynda lands
stýri, hava í fyrsta lagi
tvær ferðir tikið steðu
ímóti at keypa sterri skip
til hesa sigling, í eðrum
lagi hava teir tikið stødu
ímóti heilárssigling og í
triðja lagi eru teir nú í ferð
við eisini at kvala summ-
arsiglingina við at lata eitt
alt ov lítið og ótíðarhósk-
andi skip halda fram í hesi
sigling. Í summar hava
heili trý skip verið Smyrli
til hjálpar við fluttning-
inum til og úr Íslandi.
Talan er um Teistan, Elsu
F og Nestind. Legi at vit
ikki skulu hava ráð at
fremja iløgu í eitt stórt og
tíðarhóskandi skip til hesa
sigling, men at vit skulu
hava ráð til at lata trý og
fýra skip sigla í kjalaverr-
inum hvert á eðrum, har
sum eitt skip kundi siglt
við góðum úrsliti. Sum
gongdin nú er í hesum
máli, er tað ikki óhugs-
andi, at aðrar tjóðir heilt
ella lutvíst fara avstað við
hesi sigling, sum feroy-
ingar hava arbeitt upp. Tá
kunnu borgarligu
kapparnir í Tinganesi
fetta sær á og fegnast um
at teir hava vunnið eitt
politiskt talv. Men tann
stóri taparin er ikki javn-
aðarflokkurin. Heldur ikki
tjóðveldisflokkurin. Tann
stóri taparin er feroying-
urin og tað føroyska sam-
felagid sum heild.
Í løgmansrøduni verður
ásanna, at vit hava allar
fortreytir fyri at reka
farmasigling, ikki minst
tá hugsað verður um
okkara menn, sum í dag
mannað tann danska
handilsflotan. Síðani
verður greitt frá, at lands-
stýrið hevur lagt fyri
tingið og fingið samtyktar
nýggjar reglur fyri figgjan
av farmaskipum. Um
hesar reglur er at siga, at
tær eru soleiðis skipaðar,
at tær mest fara at eggja
monnum til at byggja
skip, sum í kostnaði ikki
fara upp um 50 mió. kr.
Tað má standa ellum púra
greitt, at vit, við skipum í
hesum prísklassanum,
ikki kunnu gera okkum
galdandi, hverki tá talan
er um tíðarhóskandi
flutning av ferðafólki og
farmi við roll-on roll-off
ella tá talan er um tíðar-
hóskandi tangaflutning av
ymiskum flótandi farmi.
Í 1975 varð postverkið
yvirtikið. Fleiri av árinum
hevur raksturin av post-
verkinum sýnt eitt avlop,
meðan tað onkur ár hevur
verið eitt minni hall.
Hóast postverkið sum
nevnt hevur givið hall
onkur ár, so hevur hesin
stovnur kortini talt tann
positiva vegin í okkara
samfelagsbúskapi við tað
at frímerki fyri nógvar
mio. Kr rig ut
flutt ella seld kja
savnarum KUM
londum | indi
partur av irut
reiðslunum hjá ; erk-
inum liggur eftir í tí fer-
oyska samfelag n fyrst
og mest av øllu formi
av útgoldnari arbeiðslen.
Í løgmansrøduni verður
sagt um postverkið, at
roknað verður við einum
halli í hesum ári uppá 5 til
6 mió. kr. Víðari verður
sagt, at postverkið hevur
heitt á landsstýrið um
loyvi til at hækka post-
gjeldini. Og at enda sigur
løgmadur um postverkið:
„vit eiga at verða varnir
við at loyva hækkanir av
gjøldum fyri almennar
tænastur“. A hendan hátt
er tað ein lett sek at fáa
hallið hjá postverkinum
sterri. Nevnast kann, at
postgjeldini eru munandi
hægri í ellum okkara
grannalondum enn tey eru
hjá okkum, og fyri at taka
eitt einasta demi, kann
verða nevnt, at meðan
gjaldið hjá okkum fyri eitt
vanligt bræv er 1,50 kr.,
so er gjaldið fyri eitt van-
ligt bræv í Danmark kr.
1,70.
Men endamálið hjá leg-
manni er týðuligt. Hallið
hjá postverkinum skal
gerast so stórt sum yvir-
hevur gjerligt. Síðani
kann legmaður við
himmalvendum eygum
siga veljarunum frá, at so
nógv kostaði yvirtekan av
postverkinum, sum varð
framd av fólkaflokkinum,
tjóðveldisflkkinumog jav-
naðarflokkinum tí
foroyska skattgjaldaran-
um. Men myndin er felsk.
Tí við hesum nýtur leg-
maður hevi til at fremja
eina umfordeiling av pen-
ingi ímillum ávísar bólkar
í samfelagnum. Teir, sum
nýta postverkið mest, t.d.
bankarnir, sparikassarnir,
fiskasølan, seluumboðini,
stórar handilsfyritekur og
aðrar vinnulívsfyritekur,
sleppa við hesum undan at
gjalda tað, sum teirra
nýtsla av postverkinum
veruliga kostar, og ístaðin
verður hetta so álagt
skattgjaldarunum at
rinda. Ein í botn og grund
órættvísur politikkur, har
byrðarnar verða lagdar á
tey, sum frammanundan
hava tey ringastu ráðini,
meðan tey, ið hava nóg
mikið ella í yvirflóð sleppa
undan.
Sambært galdandi lóg
um Postverk Feroya eru
tað landsstýrið og fíggjar-
nevndin, ið skulu geva
loyvi til, at postverkið
hækkar gjeldini. Eg loyv
mær at spyrja legmann,
um postverkið hevur
fingið nakað svar uppá
tess áheitan og um hesin
spurningur er lagdur fyri
løgtingsins fíggjarnevnd,
soleiðis sum Þpostlógin
sigur.
Harra formaður.
Hetta landsstýri hevur
Framhald á síðu 10