leygardagur 19. september 1981síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Síða 3
SEV hevur hvørki
hoyrt orð ella eið frá
norðmonnunum
Tá umboðsmenn frá Trygve Elind a.s. vitjaðu SEV í
summar lovaðu teir at senda frágreiðing og uppskot
Klaksvíkar byråd fer á fundi týsdagin at viðgera bræv frá norsku fyritøkuni Trygve
Elind a.s. um uppsetan av smærri vatnorkuverkum í áum. Uppskot eru gjerd til
Fuglafjarðar og Hests kommunur, men einki uppskot er gjert fyri Norðoyggjar, tí
fyritøkan sigur seg bíða eftir upplýsingum frá SEV
Uppleggið, sum Klaksvík-
ar býráð hevur fingið frá
norsku vatnorku-fyritek-
uni Trygve Elind a.s. um
meguligar smærri útbygg-
ingar av vatnorkuni i
Norðoyggjum við heil-
automatiskum turbinum,
er á skránni fyri næsta
býráðsfundin í Klaksvík,
upplýsir | Jógvan við
Keldu, býráðsformaður.
Norska fyritøkan
Trygve Elind a.s. hevur
sent trimum føroyskum
kommunum upplegg, ella
uppskot, um smærri
útbyggingar av vatn-
orkuni. Umframt Klaks-
vikar kommunu hava
Fuglafjarðar og Hests
kommunur fingið upp-
skot.
Vilja leggja málið
SEV og orkuráðið
Norska fyritøkan hevur
ikki gjørt nakað ítekiligt
uppskot um útbygging í
Norðoyggjum, tí henni
vantar nakrar upplýs-
ingar, sum hon hevur biðið
um frá SEV, upplýsir
Jógvan við Keldu.
Talan er um eina sokall-
aða »varighedskurvu«,
sum fyrr hevur verið
skrivað um í Oyggjatíð-
indi og í Dimmalætting.
— Norðmenninir meta,
at tað eru meguleikar fyri
at útbyggja vatnorkuna í
Norðoyggjum. Tí mugu
vit taka málið upp til orða-
skifti og vit mugu taka
tað upp í samráð við SEV.
Eisini hava vit umhugsað
um at fáa ein fund við
orkuráðið um spurningin,
sigur Jógvan við Keldu.
Hann sigur seg ikki
skilja, hví SEV, sum eitt
interkommunalt felag,
ikki kann lata teir upplýs-
ingar frá sær, sum norska
fyritøkan ynskir.
Hverki hoyrt orð
ella eið
Hjallgrim Winther, stjóri í
SEV, sigur, at SEV hevur
ikki sent nakra
»varig-
hedskurvu« til norsku
fyritøkuna.
Hjallgrim Winther
sigur, at hann ikki hevur
havt stundir at gera eitt
eintak ein ti kurvuni, hann
einaferð gjørdi. Talan er
um eina kladdu, sum hann
ikki sigur seg kunna lata.
Annars váttar stjórin í
SEV, at í summar hevði
SEV vitjan av umboðs-
monnum frá fyritekuni
Trygve Elind a.s. Hann
upplýsir, at tá teir fóru,
lovaðu teir at senda eina
frágreiðing um hverjir teir
vóru, hvat teir ætlaðu og
megulig uppskot, men
síðan hevur SEV hverki
hoyrt orð ella eið.
Hjallgrim Winther
sigur, at umboðsmenninir
sóu alt tað, teir vóru áhug-
aðir at síggja, og at teir
kundu havt biðið um
»varighedskurvuna«, tá
teir vóru her.
Annars leggur hann
afturat, at tað er ikki
neyðugt við hesi kurvuni,
tí teir hava upplýsingar
um avfallsnegdirnar í
Norðoyggjum.
Muna lítið
SEV hevur ikki fingið
nakar av uppskotunum
frá norsku fyritekuni. Tí
hevur SEV heldur ikki
kunna gjert nakrar met-
ingar um t.d. uppskotið til
eina minni vatnorkuút-
bygging, sum Fugla-
fjarðar kommuna hevur
fingið. Men SEV hevur
sæð uppskotið fyri bygd-
ina í Hesti.
Spurdur, um eitt slíkt
Tu fert skeiv,
Hjørdis Djurhuus!
Í Dagblaðnum fyri í gjár,
fríggjadagin tann 18. sep-
tember, á síðu 2, er eitt les-
arabræv við yvirskriftini
»År teirra brekaðu-,
undirskrivað av Hjerdis
Djurhuus. Í hesum brævi
leggur Hjerdis, Djurhuus
undirritaða undir at hava
nevnt seg á vanvirðandi
hátt.
Svarið upp á hesa skuld-
seting er stutt og greitt:
Tú fert skeiv, Hjerdis.
Hverki havi eg nevnt teg í
greinini Pappúlvum, ei
heldur skonkti eg tær ein
tanka, tá eg skrivaði
henda stubba.
Eg hevði roknað við, at
tú fylgdi líka so væl við í
tí, sum stendur í Dagblað-
num sum eg, og at tað var
óneyðugt at minna teg á
greinina Vípan hatar
Kongaørn, sum stóð í
Dagblaðnum seinasta
summar. Vípan í hesi
grein var ikki nekur
kvinna, men ein kendur
yngri fólkaflokspolitikk-
ari.
Tað undrar meg, at blað-
stjórin á Dagblaðnum,
sum væl kennir tað rætta
samanhangið, ikki — fyri
tína egnu skyld — hevur
gjørt tær hetta greitt og
soleiðis forðað fyri, at tú
leyp framav. Hann veit
nevniliga betur. Men har
sært tú, Hjerdis, hann
eirir hvorki mær ella tær.
Lat meg til seinast, nú
høvi býðst, nevna tær
tvær grundir til, at eg
aldri kundi droymt um at
umtala teg alment,
nevnda ella ónevnda, á ein
máta, sum kann skaða.
Tann fyrra er principiel:
tað er eftir mínum tykki
skeivt at draga fólk fram á
blaðteigar, sum ikki hava
almennan áhuga, t.e. ikki
eru eitt nú politikkarar.
Tann seinna er persónlig:
eg havi kent teg frá barns-
beini av, og tað at vit eru
politiskt ósamd hevur á
ongan hátt minkað um
mína virðing fyri tær.
Eina ferð enn, Hjerdis,
projekt kann realiserast,
sigur Hjallgrim Winther,
at sjálvandi kann tað tað.
Men hann leggur afturat,
at tað munar lítið í mun til
heildina at byggja slík
smærri vatnorkuverk.
Harafturat krevst kost-
naðarmikil samskiping og
stýring.
Kann framleiða
orku fyri 300.000 kr.
Sosialurin hevði 29.
august eina grein um upp-
skotið um uppsetan av
heilautomatiskari el-tur-
binu í Fuglafirði.
I hesi greinini upplýsti
bygdaráðsformaðurin,
Steintór Larsen, at sam-
bært uppskotinum,
kommunan hevur fingið
frá Trygve Elind ass.
kann hetta vatnorku-
verkið framleiða fyri eitt
virði av 300.000 kr. árliga.
Fuglafjarðar kommuna
umhugsar at brúka orku-
na til skúlan og hevur sent
Orkuráðnum ætlanina til
ummælis.
Hesar heilautomatisku
turbinurnar verða settar
upp í áum og krevja ikki,
at sterri byrgingar verða
gjerdir.
eg havi ikki eyknevnt teg
og kundi aldri í lívinum
droymt um at gjert tað.
Men lesur tú aftastu síðu
á sama Dagblaði, har
bræv títt stendur, sært tú,
at blaðstjórin, Óli Breck-
mann, her eydnevnir
mammu mína, sum eisini
er systur tín. Kenni eg
mammu rætt, tekur hon
sær hetta lika so fjødur-
lætt sum eg sjálvur.
Men er nakar tráður í
tínum gerðum, so tekur tú
alt fyri eitt telefonina og
sigur honum tína meining
um hetta.
Hanus Andreassen
Sangkór stovnað
i Vágum
Vágafólk fáa nú aftur
hevið at syngja í kóri. Í
morgin verður vant á
eðrum sinni, og fyri-
reikararnir vóna, at
undirtekan verður góð,
tí kórið hevur sett sær
fyri at halda eina kon-
sert longu einaferð í
heyst.
Sangkór hevur ikki
verið í Vágum í fleiri
ár. Fyrst í sjeytiárun-
um var eitt kór virkið í
eini tvey ár. Tá var tað
Ólavur Hátún, sum
kom vestur at venja
kórið. Men hendan
loysnin var eitt sindur
trupul og kanska or-
sekin til, at kórsang-
urin datt niður fyri
aftur.
Men nú hevur skúlin
á Giljanesi fingið eina
danska musikk-
lærarinnu, sum hevur
átikið sær at venja eitt
vágakór við hjálp frá
føroysku musikk- og
sanglærarunum.
Kórið fevnir um alla
oynna og vant verður
aðruhverja ferð í Mið-
vági og í Servági. Í
morgin, sunnudag,
verður vant í skúlanum
í Servági kl. 17. Um-
framt at halda konsert
í heyst hevur kórið sett
sær fyri at halda kon-
sertir undan jólum í
kirkjunum —kanska
eisini saman vid eðrum
kórum
Skúlastovur skulu
gerast í bygdar-
húsinum
Bygdarhúsið í Miðvági tá tað var reist
Ætlanin
at gera svimjihøll verður helst slept fyribils
Skúlastovur verða
meguliga bygdar í
bygdarhúsinum í Mið-
vági. Miðvágs komm-
una hevur fingið eitt
fyribils lyfti frá nevnd-
ini fyri bygdarhúsið
um at hon kann gera
skúlastovur í ovaru
hædd í húsinum, upp-
lýsir Hans Jergensen,
bygdaráðsformaður.
Í ovara parti av hús-
inum skal sambært
upprunaligu ætlanun-
um vera ein samkomu-
høll. Harafturat kemur
so ætlada svimjihøllin.
Men bygdarhusnevnd-
in er áhugað at leiga til
kommununa, tí nevnd-
in metir, at húsið
verður ikki ført fyri at
gera svimjihellina
lidna. Lutvíst tí at
kostnaðurin er
hækkaður so mikið
nógv, og harafturat er
ein svimjihell í oynni
nú — í Servágsskúla.
Hylurin er annars
stoyptur og tað er klárt
at seta útbúnaðin upp.
Men nú verður um-
hugsað at gera hann til
samkomuhøll í staðin.
Í hvussu so er fyribils.
Um nevndin fyri
bygdahúsið fer at
fremja hesar broyt-
ingarnar í mun til upp-
runaligu ætlaninar,
verða tekningarnar fyri
húsið helst broyttar,
soleiðis at helini, sum
eru eftir, verða lagað
eftir teimum aktivi-
tetum, sum eru í bygd-
ini. P
Enn er ikki greitt,
nær kommunan fer at
gera skúlastovurnar.
Hon bíðar nú eftir svari
frá skúlamyndugleik-
unum.
I løtuni verður
annars ovara hæddin á
sjálvum bygdarhús-
inum og svimjihellin
innilokaðar Niðara
hæddin í bygdarhús-
inum varð tikin í brúk
fyri nøkrum
síðani
arum