leygardagur 19. september 1981síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Vælkledd
frá
Hazy
Videotól frá
Telefunken,
Gávukort frá
Gunder
og degurða
til 10
í Perluni
Hetta eru hevuðsvinningarnir hesaferð.
Hesaferð prenta vit aftur fýra tel, sum
tygum skulu sammeta við tey, á tygara
egnu plátu. Klippið tey út og goymið tey.
Bingovinningar:
Í. Plátu ella band frá H. C. W.
Tórgarð
tw
søluni
3. Sodavatn/øl frå Restorff ella
Føroya Bjor
4. Bokapakki frá H. N. J. Bók-
handli (100,-)
5. Ur frå UR-søluni i SMS
6. Lagkøku frå Haldor Holm
7. Sosialin ókeypis í hålvt år
8. Godgæti
Lummaroknara frá H. J. Boka-
Bert okkurt
SOSIALURIN
småvegis nytt
Bókatíðindi 10. árg. Nr. 1. August 1981. 48 s.
Dygdin í tí, sum er skriv-
að og sagt í sambandi
við 80'åra fødingardagin
hjá Heðini Brú er ógvu-
liga ymisk. Sum domi
um skilagóða og med-
vitna skriving kann
rødan hjá Hanusi And-
reassen nevnast (prentað
í Sosialinum. 28/8-81), og
á hinum bógvinum setir
rødan hjá nýggja Varða-
formanninum (prentað í
Dagblaðnum 19/8-81
helst met í heimfødis-
ligum hugsunnarhátti.
Bókagarður hevur,
sum vituligt er, eisini
hátíðarhildið dagin, og
umframt at lati Heðini
Brú »Fyrsta stóra gull-
heiðurstekin Bókagarðs
fyri mál og bókmentir
okkara<, hevur Emil
Thomsen vígt Bókatíð-
indi nr. 1/81 til Heðin
Brú. Ritið inniheldur
tvær eitt sindur longri
greinir, Reidar Djupedal
og Carin Sandqvist, fýra
styttri, Vésteinn Ólason,
Bjarne Nielsen Brovst,
Hanus A. Samuelsen og
William Heinesen, og
eina yrking eftir Emil.
Greinin hjá Reidar
Djupedal roynir at lýsa
Heðin Brú og fyrst og
fremst hansara norsku
andsfelagar (Kinck, Gar-
borg, Hamsun, v.fl.),
men skoytir uppí: »Å
peike pá litterære fedrar
skal eg ikkje innlate meg
pá. Heðin Brú har
mange skyldfolk og
mange tætter i veven
sin. Han har alltid vore
pá leitarferd í livet og
ikkje stengt seg av í sitt
elge bur« Seinasti
setningurin er ein rám-
andi lyndislýsing av
skaldinum og einum ser
eydkenni í hansara
skaldskapi. Og hetta er
nett tað, sum Varðafor-
maðurin ikki hevur
Danski háskú
verður mtalaður
soleiðis: >Den grundt
i igske dogmatikk tøj:
reid der olke
hogskuler 1 al
tli en Dastion for intole
anse, var ukjend p
Færova nå ví
Kt SSkI
eir me
nógv sigast um danska
háskúlan, men at skíra
hann »bastion for intole-
ranse« er so heilt
burturvið.
„Nágra karakteristiska
drag i Heðin Brús
sprák< eftir Carin Sang-
qvist er ivingarsom. Hon
vil eftirkanna »syntak-
tiska karaktåren« í mål-
inum hjá hevundanum,
og hevur fyrst og fremst
brúkt >Tað stóra takið<
og >„Endurminningar<
sum grundarlag. Hon
ávísir t.d, at mein-
ingarnar (t.e. tað sum
stendur ímillum tvey
punktum ellíkn.) hjá
Heðini Brú eru meira
enn dupult so langar,
sum hjá Martini Joensen
í >Tað lýsir á landi«. Men
øll sum hava lisið hesar
báðar bekur vita, at hin
fyrra er dupult so lett at
lesa sum hin seinna, og
er altso ikki vorðin
torfør av teim longu
meiningunum. Carin
Sandqvist ávísir eisini
seinni, at sjálvt um
Heðin Brú ikki setur
hevuðstekin so ofta, so
eru setningarnir hjá
honum ikki longri enn
hjá Martini Joensen, og
hartil brúkar hann lítið
av eykasetningum. Hon
vísir á, at setningar
uttan grundorð eru van-
ligir, at vanlig sambind-
ingarorð mangan vanta,
meðan tíðarsambinding-
ar eru eyðkendar fyri
skrivingina hjá honum.
At enda hevur Carin
Sandqvist talt hvussu
ofta Heðin Brú brúkar
»tå« í mun til »tå id« og
sammett við aðrar fer-
oyskar hevundar. Hon
kemur fram til, at »tå« er
mest vanligt í >Logn-
brå« og »Fastatøkum«,
síðan „tá iO« og i
»Endurminningunum«
aftur »tå«. Hartil hevur
hon funnið út av, at tann
parturin av endurminn-
ingunum sun hevur
Vardanum oftast
1 ir „> *e FI
Ca »La 10«, Sum er
rættad til »tå« í bókini,
og Sandqvist meinar at
Hedin Brú hevur rovnt
at koncentrera málið hjá
sær. Men fer!
rðateljingin vilt
að er rættles
roy øl
I g Ikk
Eina aðra
hon nógv
t ávísa, at tað
punktum
unningarbókini
enn í Varðabrotunum,
men tað er helst eisini
rættlesaranum fyri at
takka!
Tað liggur nær at
spyrja, hvat sovorðnar
mekaniskar kanningar
kunnu nýtast til? Við-
hvert kunnu tær vera
hentar sum grund-
gransking og harvið lata
tilfar til aðra gransking,
men í hesum feri er
meginparturin burtur-
spilt tíð.
Síðurnar hjá Vésteinn
Ólason er vanlig føding-
ardagsheilsan, har
nortid verdur vid skald-
skapin og serstakliga
„Feðgar á ferð“, meðan
greinin hjá Bjarne
Nielsen Brovst er ein
hugalagsmynd frá Hav-
nini og samreðum við
Heðin Brú. >Heilsan frá
skúlamanni< er eftir
Hanus A. Samuelsen, og
hevur eitt sindur stytt
staðið í Dagblaðnum.
H.A.S. tekur í stuttum
samanum uppveksturin
og skaldskapin hjá
Heðini Brú, og má sigast
at raka bara heilt væl í
síni lýsing. Einastaðnis
fer hann tó eftir mínum
tykki skeivur: »Tad
kann tykjast, sum Heðin
Brúk í summum av
sínum seinnu segum er
við at verða í so dapur«.
Hóast summar segur í
savninum »Buravnurin«
lýsa tað amoralska
maktmenniskja, og
menniskju sum bera við
ræðuligar viðburðir, so
er heildarútsegnin
vónrík. Vit mugu ikki
drukna í matstrevi, so
vit gloyma spælið og
hugflogið.
William Heinesen
tekur søguna »Båtablød-
ini« fram, og brukar
hana sum mynd uppå
livskorini, ikki bara hjå
Hedini Bru, men alment.
Seinast stendur yrkingin
>Til móðurmálið< eftir
Emil. Hon er dekan og
patetisk, við nógvun
stavrimum og Janusi
Djurhuus spøkjandi
onkustaðnis aftanfyri.
Tað eru nógvar endur-
tekur í teim ymsu grein
un og umframt
okkurt småvegis kemur
ur
einki av nyggjum un
skaldskapin hjá He
Brú í ljósn
kanska heldur ikk
ætlanin?
Jógvan Ísaksen
Í
H
Í