mikudagur 23. september 1981síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
+
Kloakk leggj-
ast framvið
Hoydalsá
— Hon er neyðug, um vit skulu varðveita
vakra ekið, sum Hoydalur er, og um vit
skulu sleppa undan dálkingini, sigur
Jákup Sune Jacobsen
Í komandi fíggjarári er
ætlanin at fara undir at
leggja eina kloakk fram
við Hoydalsá, upplýsir
Jákup Sune Jacobsen, for-
maður í teknisku nevnd
Tórshavnar býráðs, í sam-
reðu við Sosialin. Ætlanin
er, at kloakkin skal ganga
heilt uppi frá gomlu
Sundsbrúnni og oman á
Boðanes.
Sosialurin hevur fleiri
ferðir víst á dálking, m.a.
av Hoydalsá. Í valskránni
til seinasta býráðsval
legði Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag stóran dent
á umhvervisvernd. — Hvat
er hent á hesum eki?
— Eg havi sitið sum for-
maður í tí teknisku nevnd-
ini í nýggju ár. Nógv
liggur framvegis á láni,
men á nógvum økjum eru
vit komnir væl á leið. Fyri
at veita dálkingina burtur
úr áunum hevur komm-
unan lagt kloakkir fram
við áunum. Soleiðis hava
vit bjarga Sandá og tí
vakra umhvervinum niðri
í Sandágerði móti kloakk-
dálking. Í dag gongur
kloakkin langt út um
kirkjugarðin og komandi
ár kemur kloakkin heilt út
á Miðhorn í Havnardali.
— Viðvíkjandi hini stóri
ánni, Hoydalsá, so ætlar
tekniska nevndin at fara
at leggja eina kloakk fram
við ánni í komandi fíggjár-
ári. — Hendan ætlanin er
kostnaðarmikil, men hon
er neyðug fyri at kunna
varðveita tað vakra ekið,
Hoydalur einaferð er.
— Sosialurin hevur fleiri
ferðir funnist at, at
kloakkeftirlitið er ikki nóg
gott?
— Vit eru vitandi um, at
hesi viðurskiftini eru ikki,
sum tey skulu vera, men
nakað fer at henda. Ætlan-
Í fjørsummar kunngjordi Sosialurin eina kanning, næm-
ingar á Studentaskúlanum høvdu gjørt av vatninum í
ánni. Kanningin vísti, at niðari partur av ánni var ein
kloakk, og at djóralívið í hesum partinum av ánni var
nærum útruddað!
in er at leggja hetta ar-
beiðið í eina fastari legu,
soleiðis at tað verður eitt
veruligt eftirlit við kloakk-
unum og reinsiverkunum.
— Annars er tað at fegn-
ast yvir, at bleðini eru
xakin og atfinningarsom.
Tað hjálpir okkum býar-
politikkarum at fáa tað,
sum liggur á láni, í rætt-
lag, endar Jákup Sune
Jacobsen.
Politisk stevna
í Vágum
Undir heitinum
»Javnadarflokkurin,
arbeidararørslan og
samtøkurørslan« skip-
ar javnadarflokkurin
saman vid sosialist-
iskum ungmannafel-
ag fyri eini politiskari
stevnu i Vågum frå
23. til 25. oktober.
Vid fyrilestrum
verður lagt upp til
kjak um hesi mål,
men umframt at vid-
gera hetta evnið er
eisini ætlanin at hava
eitt orðaskifti um,
hvat flokkurin eigur
at leggja dent á í
politiska arbeiðinum.
Gjellig skrá verður
send javnaðarfelog-
unum seinri.
Organisatións-
skeið
Starvsnevndin í javn-
aðarflokkin hevur av-
gjørt at skipa fyri
einum politiskum
—organisatoriskum
skeidi frå 4. til 8.
januar komandi år.
Hetta skeidid er ser-
liga ætlad nevndar-
limum og
ålitisfølkum i javn-
adarfeløgunum.
Oli valdur i
Fiskivinnurådid
Tiltaksmadurin hjå Poul Adrian Andreasen, sum var Eydun
Viderø, á Sandi, bar seg undan at koma í ráðið. MU ikki tikið
upp á ráð
Nýggi limurin í Fiski-
vinnuráðnum eitur Óli
Jacobsen. Landsstýrið av-
gjørdi á fundi seinasta
hósdag at velja Óla Jacob-
sen í staðin fyri Poul
Adrian Andreasen, sum
segði seg úr ráðnum fyri
nøkrum mánaðum síðani.
Reglugerðin fyri Fiski-
vinnuráðið er annars hon,
at sigur ein limur seg úr
ráðnum ella fær forfall,
tekur tiltaksmaður hans-
ara við. Fyri umleið einum
mánaða síðani upplýsti
landsstýrið fyri Sosi-
alinum, at Óli Jacobsen
var innstillaður til Fiski-
vinnuráðið.
Upplýsingar, sum vit
hava fingið, benda á, at
landsstýrið var ikki kunn-
ugt við reglugerðina og
hevði gloymt tiltaks-
mannin. Men nú er valið
fallið upp á pláss, tí eyka-
maðurin hjá Poul Adrian
Andreasen, Eyðun Viderø,
á Sandi, hevur borið seg
undan at verða valdur í
ráðið. Hann vil heldur
halda fram sum tiltaks-
maður.
Sostatt skuldi ein
nýggjur maður veljast og
tað bleiv Óli Jacobsen, for-
maður Føroya Fiski-
mannafelags.
Valið ger, at Meginfelag
Utróðrarmanna missir sín
lim í ráðnum. Tá tað
frættist, at Óli Jacobsen
var innstillaður, bóðu vit
um eina viðmerking frá
Óli Jacobsen, formaður
FF's, er valdur í Fiski-
vinnuráðið. Tá tað upp-
runaliga varð valt, mót-
mælti FF, at felagid ikki
var umbodad
Ísak Matras, formaður i
MÚ. Hann segði tá, at út-
róðrarmenninir fóru helst
ikki at góðtaka, at teir
mistu sín mann í ráðnum.
Í gjár sendi MÚ út eitt
skriv, har felagið sigur, at
hevur landsstýrið ikki eitt
uppskot frá felagnum um
tiltaksmann, heitir felagið
á landsstýrið um at skipa
so fyri, nýggi limurin verð-
ur valdur eftir uppskoti
frá MÚ.
Jákup Sverri Joensen:
Nóg mikið av
vatni til smolt-
stød í Vági
Úttalilsi frá Jákup
Sverra Joensen, fiski-
freðingi, og Andreas
Petur Jacobsen, by-
rådsformanni, benda å,
at tað er nóg mikið av
vatni í Vági til at gera
eina smoltsteð har.
Í summar segði
Jákup S. Joensen í eini
samreðu við Sosialin,
at helst eingin smolt-
steð varð bygd í Suður-
oy, tí SEV hevði
avgjørt at byggja i
Vági í staðin fyri á
Tveroyri og í Vági var
ikki nóg mikið av
vatni. (Sev kemur inn í
myndina í samband við
nýtslu av kelivatni frá
el-verki).
Um hetta úttalilsi
hevur verið skriving,
og Vágs Javnaðarfelag
hevur m.a. í bløåunum
víst á, at tað er nóg
mikið til av vatni.
Uttalilsi var
grundad å avfalls-
nøgdina
Sosialurin hevur biðið
um eina viðmerking frá
Jákup Sverra Joensen.
Hann sigur, at grund-
arlagið undir úttalilsin-
um í summar var av-
fallsnøgdin fyri Vág.
Síðan hevur hann
fingið upplýsingar frá
Vágs kommunu. Hesar
vísa m.a. at Vågs-
bygd nú eisini fær vatn
úr Vágsvatni, har ein
byrging er gjerd, og
vatnleiðing legd til
Vágs. Vágsvatn liggur
annars ikki í avfalls-
økinum hjá Vági, men
hjá Porkeri. Vatnið
liggur í haganum í Por-
keri — oman fyri bygd-
ina.
Jákup Sverri Joen-
sen sigur, at hetta
broytir fullkomiliga
myndina. Harafturat
kemur at vatnið úr
einum vatni er nógv
betri. Negdin meira
jevn — áirnar geva lítið
um summarið — og
eisini er hitin í einum
vatni javnari enn i
åunum.
Nógv vatn skal til
Annars skal ógvuliga
nógv vatn til fyri at
hava eina smoltsteð
gangandi. Jákup
Sverri Joensen upp-
lýsir, at tað skal ein
litur av vatni fyri hvert
kilo av sílum hvenn
minutt.
Andreas Petur
Jacobsen metir, at tað
skuldi verið nóg mikið
til at vatni í Vági nú,
eftir Vágsvatn varð
tikið upp í. Hann sigur,
at útrokning vísir, at
Vágsvatn kann lata
vatn í 60 dagar, uttan
at dropi kemur av
himli. Tá er roknað við,
at flakavirkið koyrir
sum vanligt.
Annars var ov lítið
til av vatni fyri nøkrum
árum síðani. Tá legði
kommunan eina vatn-
leiðing úr Tormansá,
sum er á ytru Oyrunum
á sunnara armi á vágs-
firði, og yvir um fjerð-
in. Síðan er hendan
vatnleiðingin legd til
býlingin á sunnara
armi í Vágsfirði longur
inni
Breiðkingin av
vegnum byrjar í ár
Tann ætlaða breiðking-
in av vegnum millum
Miðvág og Servág fer
at byrja um ikki so
heilt langa tíð.
Landsverkfreðings-
stovnurin projekterar í
løtuni vegin og menn
hava verið í Vágum og
sett av.
Landsvegagerðin
byrjar við Lambá, við
politisteðina í M Jvågi,
har bygdarvegurin
endar. Haðani skal
vegur við gongubreyt
gerast so langt, sum
bygdin røkkur. Í vegin
leggur Miðvágs komm-
una kloakk og vatnleið-
ing.
Bygdaráðsformaður-
in í Miðvági, Hans Jer-
gensen, roknar við at
arbeiðið upp á at
breiðka vegin kann
byrja seinast í hesum
árinum.
Vegurin millum hev-
udsbygdirnar í Vágum
er ógvuliga smalur í
stoðum. M.a. fram við
vatninum, har sýnið
eisini mangastaðni er
vánaligt.
Í hesum fíggjarárin-
um er ein mill. kr. sett
av til vegagerðina.