mikudagur 23. september 1981síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Var í ferð vid at
Sida 5
innrætta
diskotek á næstu hædd
Innrættingin av
einum diskoteki á
hæddini omanfyri
Gaman var byrjað,
tá politiið steðgaði
Gamni fyri einum
mánað síðani. Æt-
lanin var at hava
dans á báðum
hæddum og
maðurin, sum leigar
hølini í Niels Fin-
sensgøtu, hevur
lænt 60.000 kr. frå
nevndini í Gamni til
innrættingina av
ovari hæddini.
Hetta er nakad av ti, sum
kom fram á ti drúgva rætt-
arfundinum friggjadagin
um sakarmålid, sum fútin
hevur reist móti nevndini
og dagliga leiðaranum í
felagnum Gamni í Havn.
Teir fýra menninir, 21, 22
og 23 ára gamlir, eru
åkærdir fyri at hava brotið
politividtøkuna. Teir hava
hildið almennan dans
uttan loyvi, sigur fútin.
Tá rættarfundurin fríggja-
dagin hevði vart í 6 tímar,
bleiv hann útsettur. Verj-
in kravdi, at fútin skuldi
vitna viðvíkjandi spur-
ninginum um, hví Gaman
ongantíð er skrásett.
Fútin kundi ikki meta
beint tá og so bleiv rættar-
fundurin útsettur.
Gaman er ongantíð
komið í felagsskráseting-
ina, hóast starvsmaðurin
á fútaskrivstovuni, sum
tók ímóti umsóknini um
skráseting, segði nevndar-
limunum, at Gaman kundi
byrja og, at kunngerðin
um skrásetingina kom í
Dimmalætting vikuna
eftir. Men henda kunngerð
kom ongantíð. Tá Bjørn
Klyver, sum er næsti
maður fútans, onki vist at
upplýsa um hetta, kravdi
verjin hjá Gamansmonn-
unum, Dánjal Magnussen,
at spurningurin skuldi
leggjast fyri fútan, sum er
registrator.
Akærin, Karsten Mic-
helsen, mótmælti, at fútin
skuldi vitna, men dómarin
gav verjanum viðhald.
Bert fyri limir
Ákærin krevur bót og kon-
fiskatión. Politiið hevur
longu lagt hald á plátu-
spælarar og aðra útgerð
hjá Gamni. Hetta er kært
til = landsrættin. Teir
ákærdu nokta seg sekar.
Undir avhoyringunum
fríggjadagin segdu teir
ákærdu og starvsfólk hjá
Gamni, at einans limir
sluppu inn í felagshelið.
Væl og virðiliga varð
ansað eftir hesum. Heldur
ikki slapp nakar inn, fyrr
enn í fyrsta lagi 24 tímar
eftir, at viðkomandi hevði
teknað seg sum im.
Akærin hevði ongi vitni,
sum mótprógvaðu hesum.
Hann hevði bert tvey
vitni, Niclas A. Poulsen,
sum er dagligur leiðari av
politistødini, og Bjørn
Klyver. Verjin hevði fleiri,
men nøkur av teimum
komu ikki. Umframt tey
try starvsfólkini i Gamni
bleiv ein maður, sum býr í
grannalagnum hjá fel-
agnum avhoyrdur. Hann
hevur ikki verið órógvaður
av gangi frá Gamni og
gangurin uttanfyri á
gøtuni var ikki verri enn
annar gangur í miðbýnum,
greiddi hann rættinum
frá.
Forsegan
Á rættarfundinum
fríggjadagin bleiv tann
stutta segan hjá Gamni
gjøgnumgingin. Men har
er eisini ein forsega.
Tað byrjaði í mars 1980.
Tá sekti maðurin, sum
seinni bleiv dagligur leið-
ari av Gamni, um loyvi at
hava almennan dans í hel-
inum við Niels Finsens-
getu, sum hann tá hevði
leigað. Á einum fundi við
Niclas A. Poulsen og
Bjørn Klyver tann 24.
mars fekk hann at vita, at
hann ikki fekk dansi-
loyvið. Orsekin: helið av
ov tætt við almennan veg,
har ferðslan er nógv, og
fólk býr nær við. Hann tók
tá umsóknina aftur og
boðaði frá, at hann fór at
royna okkurt annað. Hann
nevndi grillbar og disko-
tek. Hann fekk tá greitt at
vita, at bleiv talan um al-
mennan dans, so skuldi
hann søkja um loyvi,
greiddi Bjørn Klyver frá í
rættinum. Bleiv hinvegin
talan um eitt felag bert
fyri limir, kom tað ikki
politinum við, segði hann.
Fyri fundin 24. mars
hevði politiið tvær ferðir
verið og hugt eftir helin-
um í Niels Finsensgetu,
sum tá ikki var liðugt
innrættað. Sjálvur dansi-
salurin var egnaður, men
toilettviðurskiftini og
neyðútgongdin vóru ikki í
lagi, segði Niclas A. Poul-
sen í rættinum.
Umsekjarin hevði tó í
skrivi til fútan sagt seg
vera sinnaðan at fylgja
ellum boðum frá heilsu- og
brandmyndugleikum.
So kom Queen
Ákærdi greiddi rættinum
frá, at hann hevði roknað
við at fingið dansiloyvið.
Tá hetta ikki eydnaðist,
noyddist hann at leiga
einum felag helið, tí hann
hevði longu brúkt nógvan
pening til innrætting. Tað
kom fram, at hann til-
samans hevur brúkt uml.
400.000 kr. til helið. Fel-
agið, sum leigaði, var
Queen. Hann noktaði, at
hann sjálvur tók stig til at
stovna Queen. Queen varð
stovnað í seinnu helvt av
april og hevði dans um
várið og summarið til poli-
tiið legði uppí og stongdi,
eftir at hava fingið klagur
um gang og óskil. Fútin
meinti eisini tá, at talan
var um almennan dans.
Og so Gaman
Tann 22. oktober 1980
hevði felagið Gaman
stovnandi aðalfund.
ini omanfyri eisini og innrættingin var byrjað, tá fútin gav boð um at stongja Gaman. Fleiri ár eru enn eftir av leigu-
málinum
Tíggju fólk vóru á fund-
inum. Tríggir mans vórðu
valdir í nevndina. Allir
hevdu verið limir í Queen,
tann eini tiltaksnevndar-
limur. Helið, Queen hevði
havt, var til taks og
Gaman leigaði tað frá
sama manni, sum Queen
leigaði frá.
Leigan var 50% av
bruttoinntekuni hjá fel-
agnum. Maðurin, sum
Gaman leigaði frá, bleiv
samstundis dagligur leið-
ari av virksemi felagsins
og fyri tað fekk hann len.
Hvussu nógv, bleiv ikki
upplýst í rættinum, men
ein av nevndarlimunum
hevur fyrr upplýst í sam-
reðu við Sosialin, at lenin
var uml. 10.000 kr. um
mánaðin. Afturat tí hevði
hann so inntøkuna av øl-
og sodavatnsseluni í
Gamni. Hvussi stóran
vinning hann hevði av
Gamni um mánaðin, visti
hann ikki rættiliga at siga
í rættinum. Men tað end-
aði so við, at í rættar-
bókina bleiv skrivað:
>10—15.000 kr. om máne-
den fer forrentning af den
investerede kapital«.
Í einum brævi til fútan
eina viku eftir, at Gaman
varð stovnað, skrivar út-
leigarin, at hann ikki hevði
annan meguleika enn at
leiga Gamni helið, skuldi
hann ikki, 20 ára gamal,
fara á húsagang. Gaman
bleiv stovnað, tí onki
dansistað var fyri tey
18—22 ára gomlu í
býnum, greiddu nevndar-
limirnir frá í rættinum.
Tað kom fram, at í fyrs-
tani vóru fútin og býráðs-
formaðurin í Havn, sum tá
var Petur Christiansen,
sinnaðir at geva Gamni
ein meguleika, um felagið
fylgdi ásetingunum hjá
brandmeistaranum. Tað
gjørdi felagið.
Júst sum Gaman skuldi
lata upp, hálsaði fútin um
og noktaði Gamni at skipa
fyri nøkrum sum helst i
hølinum vid Niels Finsens-
gøtu.
I lagi segdi brand-
meistarin
Ein av nevndarlimunum
greiddi frå, at brandmeist-
arin tríggjar ferðir munn-
liga hevur góðtikið helið
hjá Gamni. I februar í ár
kravdi politiið eina tek-
ning av helinum. Hon
bleiv útvegað beinanvegin
og politiið sendi býráðn-
um hana til viðgerðar.
Henda viðgerð er ikki
liðug enn.
Hóast boð frá fútanum
um at stongja, helt dans-
urin í Gamni fram fýra,
viðhvert fleiri, kveld um
vikuna. Limatali3 kom
heilt upp á 600, men tá
felagið varð stongt, vóru
385 limir
Ein av nevndarlimunum
bleiv spurdur, hví teir ikki
fylgdu boðunum frá fút-
anum um at stongja
Hann svaraði, at teir
ikki gjerdu nakað ólógligt
Teir hildu seg, eins væl og
onnur feløg av sama slag i
býnum, kunna hava dans.
Teir hildu, at her var talan
um forfylging. Teir hevdu
spurt ein lógarkenan, sum
teir ikki vildu upplýsa
navnið á, um teir skuldu
fylgja boðunum frá fút-
anum. Hann hevði rátt
teimum til at fylgja
teimum. Men samstundis
metti tann lógarkeni, at
boðini frá fútanum bygdu
á veikum grundarlag.
Politiið fylgdi væl við
virkseminum hjá Gamni.
Ein partur av próvtilfarin-
um hjá ákæranum vóru
brot úr Þpolitifrágreið-
ingum fyri 43 samdegur í
tíðarskeiðinum 17. desem-
ber 1980 — 8. august
1981. Eini hálvthundrað
ferðir hevur politiið koyrt
fram við Gamni, meðan
har hevur verið opið, og
skrivað upp, hvussu
steðan hevur verið. Við-
hvert var trupult at
sleppa ígjegnum, tí so
nógv fólk og bilar vóru á
vegnum. Viðhvert vóru
knústar fløskur á vegnum,
viðhvert var gangur, bæði
inni og uttanfyri.
Niclas A. Poulsen segði í
rættinum, at politiið hevði
fingið óteljandi fráboðanir
frá fólki um gang frá
Gamni, órudd og ferðslu-
trupulleikar. Hesum vísti
verjin aftur. Hann vist
bert um tríggjar klagur
viðvíkjandi Gamni, segði
hann. Annars spurdi hann
Niclas A. Poulsen, um ikki
politiið hevur skyldu at
beina fólk av vegnum, tá
ikki er fram komandi í bili.
Svarið, hann fekk, var, at
politiið ongan meguleika
hevur at gera nakað, tá sc
nógv fólk er samankomið.
Tað kundi eisini vera
vandamikið.
Men so hendir tað
summar, at fútin og bý
ráðsformaðurin blive
samdir um, at býráðið ske
heita á futan um at steðg
diskotekklubbunum. Os
tað verður gjert v
býráðssamtyktini frá 2
juli, har heitt verður
fútan um at taka tey sti
sum eru neyðug fyri,
tað bert verður almenni
dansur í býnum. Góð:
mánað seinni tók fútin ei
av hesum stigum. Han:
gav boð um at stongi
Gaman.