mikudagur 23. september 1981síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 147 20. 118 20
box 76, 3800 Tórshavn
p/f sosialurin
Útgevari:
Fyritaks-
og blaðstjóri:
Blaðmenn:
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Høgni Djurhuus
Johann Mortensen
Jan Miiller
Årni Joensen
Sosialurin
Dimmalætting
Lysingar:
Uppseting:
Prent:
Privati umboðsmaðurin
í landsstýrinum
UMBOÐSMAÐURIN í landsstýrinum fyri pri-
vatu skipafeløgini, Olaf Olsen, hevur nú sagt
sína, og harvið eisini landsstýrisins hugsan
um norðurlendsku ætlanina um eina norður-
lendska ferju. Harvið hevur hann eisini sagt
landsstýrisins deyðadóm yvir okkara egna
millumlandaskip, Smyril.
NÚ VITA ØLL, at hesin landsstyrismadurin
hevur eitt ógvuliga nær tilknýti til Skipafel-
ag Feroyar, og kom hetta eisini tíðiliga fram,
tá hann mánakveldið var í útvarpinum.
STOÐA HANSARA til egna skip okkara,
Smyril, var púra greið. Fyri tað fyrsta skuldi
Smyril leggjast fyri veturin. At 40—50 fólk
gerast arbeiðsleys, leggur hann sektin á. At
Smyril seinri eisini skal gevast við summar-
siglingini, var góður møguleiki fyri. Fyri
tað næsta leggur hann líka lítið í tað gagn,
sum Smyril hevur gjørt við at flyta ferðafólk
til og úr Føroyum. Nakað, sum privat skipa-
felag slepti fyri mongum árum síðani. Og fyri
tað triðja: Hvønn stóra tydning kundi tað ikki
fingið í framtíðini, at vit sjálvir fingu loyvi til
at halda fram og útbyggja millumlandasigl-
ingina og soleidis skapt okkum eitt tydandi
ískoyti í landshúsarhaldið við nýggjum
vinnuvegi. Eingin áhugi. Smyril var og er eitt
alment tiltak, sum má jarðleggjast fyri ein og
hvenn prís. (Argumentið um sparing hjálpir
ikki her, samanber undirskotsflúgvingina hjá
Tyrlu, sum nú skal halda fram).
MEN TAÐ VAR eitt sum umboðsmaðurin
fyri privatu skipafelggini í landsstýrinum var
harmur um. Hann var bangin fyri,
*t sindur
SKUT
t komu at missa eitt gott:góðssamband
gørum orðum: Nú mátti ansast eftir at
3. Skipafelag Føroyar ikki fekk ein konku
Her mátti ansast eftir, at vit ikki fáa fría
Kapping, hvat annars er tað, sum bæði
tiokkur hansara og landsstýrið alt lov
prísar fram m alt annað. Men nú sat
skeggið knappliga ov nær høkuni
TAÐ SKAL IKKI vera nakar ivi um, at vit
unna øllum privatum skipafeløgum í landin-
um bestu arbeiåsumstødur. Tað vildi harma
okkum um okkurt av hesum feløgum mátti
gevast orsaka av ov harðari kapping uttani-
frá. Men tað harmar okkum ikki minni, at
okkara egnu tiltøk verða jardløgd. At fólk
missir arbeiði orsaka av treiskni og vina- og
kenningapolitikki landsstyrisins. At ein
alternativ vina, sum kundi givið arbeiði og
valuta til landskassan, verður dripin í føding-
ini. Men hetta harmar íkki landsstýris-
mannin. Hann hevur úr at gera við at hugsa
um seg og sínar.
SOSIALURIN
Fólkaflokkurin fullspottaður
Undir viðgerðini av upp-
skotunum um meguligar
broytingar í heimastýris-
lógini hendi tað heilt
ótrúliga, at fólkaflokkurin
ikki atkveddi fyri tí upp-
skoti, sum hann sjálvur
hevur sett fram í nevndar-
álitinum.
Mánadagin fór fram ein
sjónleikur í tinginum, sum
ikki er sæddur síðan 1946.
Av tí at hesin leikur á sera
greiðan hátt avdúkar
hyklaríið og lótirnar í
fólkaflokkinum, skal eg
greiða frá hesum, sum fór
fram. Serliga eftirsum
Dagblaðið als ikki tekur
hendingina upp á tungu.
Bakgrundin fyri hend-
ingini er hendan. Í vár
legði Tjóðveldisflokkurin
uppskot fyri tingið um at
taka upp samráðingar við
ríkismyndugleikarnar um
ymsar broytingar í heima-
stýrislógini. Hesar broyt-
ingar eru væl greindar í
Fjúrtanda, so ikki er neyð-
ugt, at endurgeva tær her.
Tá málið varð viðgjert í
marknaðarnevndini, hevði
fólkaflokkurin eitt upp-
skot, sum lá rættiliga nær
við tjóðveldisuppskotið.
Uppskotini komu til við-
gerðar seinasta tingdagin
fyri summarfrítíðina, men
varð tá beint aftur í mark-
nadarnevndina eftir
åheitan frå Ola Breck-
mann. Hann gav sum
grund, at orðingin i ti
partinum av álitinum,
sum snúi seg um EF var
fornermandi fyri henda
felagsskap.
Mánadagin kom so
álitið aftur frá nevndini og
er nú uppskot fólkaflok-
sins horvið — ikki nevnt
við einum orði av nevndar-
limunum Jógvani Sund-
stein og Áge Ellefsen.
Harafturímóti er upp-
skotið at finna í minniluta
áliti tjóðveldismanna,
sum heita á tingið um at
atkveða fyri fólkafloks-
uppskotinum, um ting-
menn mettu tjóðveldis-
uppskotið at vera ov víð-
gongt. Fyrst kom tjóð-
veldisuppskotið til at-
kvødugreidslu og tað fall
tí einans 8 atkveddu fyri.
Hesir vóru tjóðveldis-
menn og Jóannes Dals-
gaard úr javnaðarflokk-
inum. Síðan kom
uppskotið hjá fólkafloks-
monnum og fall tað eisini
við tað, at tað einans fekk
8 atkvødur, nevniliga tjóð-
veldismenn og Áge Ellef-
sen. Ein fólkafloksmaður
leypt á dyr. Fyri einaferð
skyld var tað ikki Óli
Breckmann, Men Anfinn
Kallsberg. Hinir sótu sum
lundar slignir á nevið,
meðan nevnini vórðu lisin
upp.
Sostatt feldu fólkafloks-
menn sitt egna uppskot
um eina evarska lítla
broyting í heimastýrislóg-
ini.
Hetta er ikki fyrstu ferð,
at fólkaflokkurin hevur
havt seg sjálvan til rukku
á tingi. Sama komedian
var í 1946. Hon varð
endurtikin, tá fólkaflokk-
urin feldi uppskotið um at
yvirtaka skúlan undir
sjálvstýrislandstýrinum.
Fyri so vítt er hetta einki
legið — > pappulvarnir
stinga tann trevsutta
halan millum beinini, tá ið
á stendur. Tað sum veru-
liga er margháttligt, er
hetta, at ongantíð hava
teir goyð harðari enn júst
aftan á at teir hevdu felt
sítt egna uppskot. Sjáldan
hevur Óli leikað so í, sum
hesar dagar og sjáldan
hava frumskógarýlini
verið so hvell, sum tey
vóru í Dagblaðnum miku-
dagin.
Samanumtikið var hetta
ein uppfrískandi hending.
Hon prógvaði, at fólka-
flokkurin einki er uttan
Sjáldan hava >frumskóg-
arylini« verið so hvoll í log-
tinginum sum hendan
dagin, fólkaflokkurin ikki
atkvoddi fyri sínum egna
uppskoti
róp og skrál, brigsl og
hóttanir.
Leygardagin stóð ein
frálík grein um fólkaflokk-
in í Sosialinum. Í hesi
grein samanber hevundin
tað sum hann hevði sagt
um fólkaflokkin í Dan-
marks radio við ein spegil
sum var hildin upp fyri
henda flokk. Tí greinskriv-
arin hevði einki gjørt
uttan citerað Dagblaðið.
Hetta sum hendi í ting-
inum var júst tað sama.
Tað, sum tjóðveldismenn
gjørdu, var, at teir hildu
spegilin (fólkaflokksins
egna uppskot) upp fyri
hann! Ikki eingang tað
toldi hann at síggja — ella
rættari sjálvandi toldi
hann ikki at síggja júst
tað. Tí hevur fólkaflokk-
urin svikið alt, so hevur
hann tvífalt svikið tað
stjóðskaparliga. Tí gekk
tað honum sum einum
vissum manni á sinni, tá
hann sá seg í spegilin.
Sjónin var so ræðulig, at
spegilin sprongdist og
pettini fuku í allar ættir.
reyðhetta
P. S. Segnin sigur, at pett-
ini av speglinum fuku um
allan heim og duttu niður
í hjørtuni á nøkrum menn-
iskjum og gjørdust hesi tå
verstu forherdingar. Vén-
andi verður tað ikki so við
fólkafloksspeglinum. Vit
vóna, at øll pettini eru
sokkin til botns í havsins
dýpi. Til næsta val fáa vit
at síggja um vón okkara
gongur út.
Rikisfelagsskapurin
Sum øllum kunnugt
heldur Javnadarflokkurin
fast vid rikisfelagsskapin
vid danir, tå hetta hevur
roynst okkun
ein sera
ur politikkur, so hollur
LOKSINS
nal er hitt rumasta, hitt
ulla lívsfrælsið, har øll
innan fyri hetta ríkismark
eru javnt stillað í øllum
lutum og á slíkan hátt. at
felagsskapurin tænir
ellum til hitt besta og er
við til at skapa tey besti
livilikindi fyri hin « ik
g rv ið } ld Y
H n sfræ p
kkur hev ds i
ur Vit 1
kurstap, 60 miljóna-
grunnurin, sjúkrahús-
byggingin, sosiallóggávan
og mong onnur, bæði
sterri og smærri samfel-
ál. ma S
skar! polltiskari SØgu
la politikk við Dan-
vil javnadarflokk-
urin halda fast við og út-
byggja enn víðari, tí enn
eru lið í ríkisfelagsskap
inum ið kunnu gera okkar
lívsfrælsi rúmari og meira
vittfevnan«
einasta, ið ræður um i før
oyskum politikki — hitt
um óð og trygg líkind
til arbeiðis og fulla
innteku av arbeiðinum
Gunnar Staksá
Meinigheitshúsið í Tórshavn
Stakkals Meinigheitshús,
ringa lagnu fekkst tú,
annað hevði tú uppiborið,
tað má sannast.
Tað seinasta vit frætta
er, at nú ætlar býráðið at
keypa gomlu telegrafstød,
fyri kanska einar 2 mill.
krónur, so fåast kann eitt
grundøki hjá tær at
byggja á
Eg unni hesum húsið alt
tað besta, men kann ikki
lata vera við at átala harð-
liga, tann lorkuta atburð.
ið her er framm farin
Í tí seinastu býráðssetu
bleiv eitt gott býti gjørt.
Býráðið fekk Meinigheits-
húsið og teir fingu ekið við
Tinghúsvegin, har Sloans
og Heinesenshús eru. Har
kundu teir í frið og náðum
byggja teirra hús, og vóru
allir partar negdir við
býtið, sum ikki kostaði
Býráðnum eitt einasta
oyrað.
Síðan fór tann nógv um-
talaða øsing framm, bæði
innan og uttan Býráðs-
gátt. Húsini máttu varð-
veitast fyri ein hvenn prís
— kosta hvat tað vildi.
Sjálvur haldi eg, at
okkara Meinigheitshús,
har tað liggur, hevur ikki
minni týdning at varð-
Framhald á síðu 16
Á —————TT|{————