Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-09-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. september 1981síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 SOSIALURIN 1. deild B36—HB 1—3 (1—1): sinni. - B36 hevur nú í sein- astuni ment seg heilt væl — frá niðasta plássi og upp á 5. plássið. Hesin spenningurin merktist eisini týðuliga, tá dysturin byrjaði. Spælið var heilt tilvildarligt, og illa sást skil á nekrum. feroysku Men so við og við gjørdist spælið meira miðvíst, og tá bert 6 minuttir vóru farnir, hendi nakað sum fáir av áskoðarunum hevdu væntað: B36 fekk mál, og legði seg sostatt á odda 1—0. Tað var Leo Poulsen sum gjerdi málið. Nú var frein ófer hjá teim — hóast alt — mongu B36-viðhaldsfólkunum, sum hevdu leitað sær niðan í Gundadal. Samstundis ektist róm- urin á HB-viðhaldsfólk- unum, og tú merkti týðu- liga, at hettar var ein av- gerðandi dystur. Javnleikur Tá 20 minuttir vóru farnir, eydnaðist tað HB at javna út. Tað var Julian Hansen, sum kom fríur beint uttan fyri málteigin við bóltinum og setti hann trygt í netið til javnleik 1—1. Hettar setti rættiliga lív í í Gundadali, og spælið gjørdist heilt livligt. 6 minuttir seinni var HB aftur i ålopi, men leik- arin dettur, tå hann skal skjóta, og Jan i B36-mál- inum tekur bóltin. HB-líðið, sum gjørdist foroyameistari 1981 í 1. deild: Aftast frå vinstru Nemus Nap. Djurhuus, formaður í HB, Jákup Reinert, Ernst Dalsgarð, Sámal á Vágalið, Elías Mikkelsen, Julian Hansen, Suni Jacobsen, Eyðun Dal-Christiansen, Jóannes Jacobsen, Kári Nielsen og Jóhan Nielsen Joensen, Tummas Óli Mortensen, Bjarni Jacobsen, Regin Nolsøe, Kristoffur Hansen og Erling Jacobsen HB meistarar 1981 Tað eydnaðist ikki B36 at steðga HB sunnu- dagin, hóast tað fleiri ferðir í seinna hálvleiki næstan gjørdist javnleikur. Men HB vann, og enn einaferð eydnaðist teimum at gerast meistarar Spenningurin var í hædd- ini, tá B36 og HB fóru á vellin sunnudagin til sein- asta umfar landskappingini á hesum Tá 32 minuttir vóru farnir, hevur B36 fríspark stutt uttanfyri brots- teigin. Bólturin kemur innfyri og verður skotin ímóti málinum, men tað eydnast Kristoffur í HB- málinum at sláa bóltin uppum málið til horna. HB á odda Seinni hálvleikur var bert 2 minuttir gamal, tá HB legði seg á odda. Eitt horna kemur innfyri, og Ernstt gerst fríur við bólt- inum og setur hann trygt ín etið til 2—1. Tríggjar minuttir seinni er B36 í álopi. Ein B36- leikari fær bóltin stutt frá baklinjuni. Kristoffur fer ímóti honum, og tað eyd- nast honum at fáa bóltin. Tá 18 minuttir eru farn- ir, er B36 aftur í álopi. HB- málmaðurin fer ímóti B36- leikaranum sum hevur bóltin men bólturin fer við síðuna av honum, men áðrenn ein annar B36-leik- ari fær skot á bóltin, fer hann við síðuna av mál- inum og út til málspark. B36 hevði eftir tað fleiri vandamikil álop, sum lættliga kundu givið mál, Fremst frá vinstru: Niclas men altíð eydnaðist HB- verjuni at halda málið reint. Harafturímóti fekk HB eitt mál afturat tá bert 2 minuttir vóru eftir av dystinum. Tað var Bjarni Jacobsen sum við einum sera vekrum skoti nakað uttan fyri brotsteig- in setti bóltin í netið. Jan í B36-málinum fekk hond- ina á bóltin, men tað eyd- naðist honum ikki at sláa hann upp um málið. Nú var steðan 3—1 til HB, sum eisini gjerdist enda- liga steðan, og harvið var føroyameistaraheitid 1981 tryggjað. Dysturin Um dystin sum heild kann sigast, at hann týðuliga var merktur av nervum teir fyrstu minuttirnar. Ein stóran part av seinna hálvleiki, hevði B36 fleiri vandamikil álop, sum lættliga kundu gjert tað, at javnleikur gjerdist. HB-leikararnir skulu verða glaðir fyri, at tað ikki hendi, tí óvist hevði verið um teir so fingu tað síðsta málið, og B36 kundi sostatt kostað teimum meistaraheitið. Um dómarin er stutt at siga, at hann royndist alt ov veikur til ein so spenn- andi og týdningarmiklan dyst. sj.