Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-09-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. september 1981síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Landskappingin i 2. deild: Vinnari av 2. deild í ár gjørdist MB. Teir, sum mannadu MB, vóru: Harald Poulsen, Kári Kar- malson, Míkkjal Danielsen, Pauli Danielsen, Johannes Ellef- sen, Harry Ellefsen, Regin Frederiksen, Torfinn Johansen, Albert Ellefsen, Árni Joensen, Jón Gils Ólason, Jóanes Ras- mussen, Trygvi Fagraberg, Valdemar á Løgmansbø, Ole Serensen, Georg Magnussen vantar á myndini. Venjari hevur verið Árni Frederiksen. MB upp, TB niður MB flytur upp í 1. deild orsaka av, at teir hava skotið fleiri mál enn LÍF Spennandi kappingin í 2. deild er nú lokin og endaði hon við, at MB og LÍF komu at liggja javnir við eins nógvum stigum og sama málmuni, men or- saka av, at miðvingar hava skotið fleiri mál enn lorvíkingar, verða tað teir, ið komandi leikár vera at finna í 1. deild. Nr. trý og fýra í 2. deild, Fram og SÍ, hava bæði 16 stig, men Fram hevur mál- munin plus 6, meðan SÍ hevur plus 5 og verður Fram sostatt fremra liðið av teimum báðum. Sum nummar fimm í kappingini kemur Royn. Tá kappingin var komin í helvt, vóru tað mong, ið roknaðu við, at Royn meguliga fór at verða tað liðið, ið varð noytt at flyta niður í triðju deild kom- andi leikár, men nú tá av- tornaði vísir tað seg, at heystarhálvan hevur roynst Royn avbera væl. Royn hevur 15 stig og eru teir tað liðið, ið hava vunn- ið flest dystir í 2. deild, nevnliga 7, men tá teir bert hava leikt ein javnan og tapt seks, var ongin meguleiki hjá teimum at verða við í stríðnum um fremstu plássini. At javnleikar kunnu hava nógv at týða, skilst á teimum báðum fremstu liðunum. MB hevur vunn- ið fimm dystir, men leikt átta javnleikir, meðan LÍF hevur vunnið seks dystir og leikt seks javn- leikir, so um Royr hevði verið hepnari í kappingar- byrjanini og greitt nakrar javnleikir vildu teir verið eitt av oddaliðunum Nr. seks gjørdist NSÍ við 13 stigum, meðan EB gjørdist nr. 7 við 9 stigum. Aftast í 2. deild liggur TB og verða tað teir, ið mugu byrja í triðju deild komandi kappingarár. Tað eydnaðist bert TB at vinna ein dyst og spæla fýra javnar, meðan teir taptu nýggju. Sostatt eydnaðist teimum bert at tryggja sær seks stig. Fram steðgaði LÍF — MB meistari Hóast tað var ógvuliga nær við, so eydnaðist tað íkki LÍF at flyta upp í 1. deild, eftir bert eitt ár í 2. deild. Sostatt noyðast teir enn eitt ár at stríðast í 2. deild Leygardagin varð sein- asta umfar í landskapp- ingini í 2. deild leikt, og harvið varð avgjert, hver skal flyta upp í 1. deild komandi kappingarár. Á vellinum í Gundadali leiktu Fram og LÍF. Bæði liðini høvdu 16 stig saman við MB og SÍ. MB og LÍF lógi best fyri við einum málmuni uppá +8. MB hevði fingið 30 mál og LÍF 21. Sostatt skuldi LÍF vinna við sterri málmuni enn MB fyri at koma upp í 1. deild. Fyrstu minuttirnar var spælið javnt, men skjótt sást, at LÍF fekk sterri lut í spælinum og harvið yvirvág í leiki. Ikki meira enn 14 minuttir vóru leiktir, tá fyrsta málið kom. Tað var LÍF, sum legði seg á odda eftir tvey hornasperk. Seinna hornasparkið kemur innfyri, mál- maðurin loypur upp, men bólturin fer upp um hann, og Berg Vatnhamar er á rettum stað og setir fótin undir bóltin sum endar í netinum. Tveir minuttir áðrenn hálvleik er LÍF í álopi. Málmaðurin hjá Fram fer út ímóti LÍF-leikaranum, sum hevur bóltin, men bólturin fer við síðuna av málmanninum til Jákup Michelsen, sum setur hann trygt í netið til 2—0 leiðslu til LÍF. Brotsspark Bert 1—2 minuttir áðrenn leiklok verður dømt brots- spark ímóti LÍF, fyri at ein teirra hevur skumpað Páll Poulsen hjá Fram í ryggin. Christian Christi- ansen varð settur at skjóta, og hann setti bóltin trygt í netið til 1—2. Sostatt kom hetta brotssparkið at kosta LÍF plássið í 1. deild næsta ár, av tí at MB eisini hevði vunnið við 2—1 í Miðvági á SÍ. Um úrslitið er at siga, at av spælinum at døma, skuldi LÍF vunnið 2—0, men úrslitið var sum sagt 2—1 til LÍF, sum sostatt mega taka til takkar við at leika í 2. deild í hvussu so er eitt ár afturat. Sj. Meistarar og vinnarar Landskappingin 1981 er lokin. Ymsu meist- ararnir og vinnararnir eru nú funnir — á vøll- inum í hvussu er — men um hetta fer at broytast orsaka av onkrari kæru lotu er í skrivandi ógreitt. Ymsu meistararnir og vinnararnir vóru hesir: 1. deild: 2. deild: 3. deild: 4. deild: HBb Unglingadeildin: HB Dreingjadeildin: HBa Smádreingjad.: NSÍ Piltadeildin: HB HB MB SÍF Steypavinnarar: Ísafjarðarsúlan: 1. deild Unglingar: TB Dómsnevndarsteypið: HB HB, SOSIALURIN ynskir øllum vinnandi liðum og felogum tillukku við meistaraheitum og sigrum. B68—GÍ 1. deild 1—1 (0—1): Nógvir møguleikar FÅ 4 — fá mál Dysturin á Toftum sunnu- dagin ímillum 1. deildar- liðini hjá B68 og GI var ikki av teimum bestu. Tað sást, at talan var um eina lokaluppgerð, og tá vit vita, at dystir ímillum besi bæði liðini altíð eru spenn- andi, so var hesin ikki nakað undantak. Men tíverri var hann eisini merktur av alt ov herðum spæli, og tá dómarin eina- ferð vísti sína makt við gulum og reyðum korti, var alt ov seint. Gongdin Spælið í dystinum var ofta ógvulia tilvildarligt, men kortini vóru málmeguleik- arnir nógvir, men antin stoðu málmenninir, har teir skuldu, ella fóru skot- ini uttan um málið. Í 35. minutti fekk GÍ mál. Tað var Símun Petur Justinus- sen, sum fekk eina langa avlevering út í vinstu síðu, gjerdi skjótt av og skjeyt bóltin í netið til 1—0 til GÍ. Málmaðurin hjá B68 var komin nakað út og hevði ongan megu- leika at bjarga. Hendan steðan helt sær til hálv- leik. Í seinna hálvleiki var tað B68, sum legði harðari út, og í 9. minutti javnaðu teir. Hetta hendi, tá dóm- arin demdi brotsspark ímóti einum av verjuleik- arunum hjá GÍ fyri at hava havt hondina á bólt- inum. Símun Johannesen varð settur at skjóta, og endaði skot hansara í netinum til javnleik 1—1. Fleiri vildu vera við, at hendingin fór fram uttan fyri 16-meturin hjá GÍ, men dómarin demdi so brotsspark. Tað vóru fleiri mål- meguleikar í seinna hálv- leiki, men teir vórðu allir misnýttir. T.d. fekk GI ein góðan meguleika í end- anum av dystinum, men skotið endaði oman fyri málið. Somuleiðis hevði B68 ein góðan meguleika, men tá framherjin skuldi snitta bóltin í málið, for hann við síðuna av. Ein orsek til, at tað komu ikki fleiri mál, var, at báðir málmenninir stóðu seg væl. Samanumtikið kann sig- ast, at eftir leikgongdini var úrslitið rættvíst.