Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-09-26, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. september 1981síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Er tee 2 at? ES el se LL AAA AAA AA AAA SALSA TS NT 008 Fara at samráð- ast í næstum Sáttmálin hjá Feroya Lærarafelag við Fer- oya Lærarafelag var úti 1. juli í ár. Lærarafelagið hev- ur biðið um samráð- ingar og hevur lagt ynski um broytingar fyri landsstýrið, men við tað at landsstýrið tá lá í samráðingum við Starvsmanna- felagið, vóru tær út- settar til hesar sam- ráðingarnar vóru av- greiddar. Formaðurin í Lær- arafelagnum, Marita Petersen, upplýsir, at felagið hevur fingið tilsegn um samráð- ingar nú í heyst. Annars hevur Lær- arafelagið í umbúna at útvega sær eini hús til skrivstovu. Lønjavningargrunnurin fingið 22 mill. kr.: Bíðitíðin styttist helst Sum tað líður út á árið, verða útgjaldingarnar úr Lenjavningargrumni Skips- fiskimanna meira reglu- ligar, og koma ikki so langa tíð aftaná, at upp- gerðirnar eru lætnar inn. Hesar metingarnar hev- ur stjórin á Lenjavningar- grunninum, Hildibjarg Johansen. Týsdagin sendi Megin- felag Utróðrarmanna út skriv, har felagið mót- mælir, at tað gongur so long tíð, til útróðrarmenn og bátar fáa studning út- goldnan úr Lenjavningar- grunninum. MÚ tilskilar í mótmæl- inum til landsstýrið, at í summar gingu tað heilt upp í tríggjar-fýra mán- aðir, áðrenn studningurin varð útgoldin. Fingið 22 mill. kr. Hildibjart Johansen upp- lýsir, at likviditeturin hjá Lenjavningargrunninum hevur verið vánaligur í ár, men ikki bara í ár. Líka síðan í august í 1979 hevur flytingin úr lands- kassanum verið afturúr. Og av somu orsek hevur grunnurin ikki kunnað av- greitt uppgerðirnar so við og við. Fyri stuttum fekk Len- javningargrunnurin flutt- ar 22,5 mill. kr. úr lands- kassanum. Hildibjart Johansen roknar við, at hendan upphæddin fer at røkka nakað langt. Tó roknar hann ikki við, at grunnurin fer at klára alla eftirstøduna til útróðrar- menn, fiskimenn og skip við hesi upphæddini. Tveir mánaðir afturúr Stjórin í Lenjavningar- grunninum sigur, at tað er torført at siga akkurát, hvussu langt grunnurin er afturúr við útgjalding- unum. Tað veldst jú eisini um, hvussu uppgerðirnar koma inn. Um okkurt reiðarí er seint á veg at senda inn, kann ikki sigast, at menn ella skip eru fleiri mánaðir afturúr. — Men, sigur Hildibjart Johansen, eg meti, at grunnurin er einar tveir mánaðir afturúr við út- gjaldingunum. Umframt tær 22,5 mill. kr., grunnurin nýliga fekk, hevur hann meira til góðar í landskassanum í mun til játtanina á fíggjarlógini til tær ymisku studnings- skipaninar, Lenjavningar- grunnurin umsitur. Har- afturat hevur grunnurin nakað til góðar frá í fjer, 16 mill. kr. — Hendan stødan er ikki nýggj. Líka síðan í august 1979 hevur likvidi- teturin verið ringur. Men bankarnir hava verið stak lagaligir, sigur Hildibjart Johansen, sum vónar, at Lenjavningargrunnurin er komin upp undan aftur fram móti jólum. íkarnir slíta fyri 3 mill. kr. So skjótt sum tað er loyvt at koyra við píkadekkum sæst sliti á vegunum. Frágreiðingar úr Noregi, Svøriki, Finlandi og Týsk- landi siga, at píkarnir eru høvudsorsøkin til, at asfaltið slitist so skjótt Tórshavnar kommuna brúkti ikki færri enn tríggjar milliónir krónur til at beta um vegirnar i seinasta fíggjarári. Og her er bert talan um asfalter- ing. Fyri at avmarka hesa peninganýtsluna mest meguligt, og fyri at sleppa undan at gera hetta nógva arbeiðið til fánýtis, hevur Tórshavnar byråd gjert eit. uppskot, sum skal minka um píkabrúkið, um tað verður samtykt. Býráðssamtyktin er send landsstýrinum, sum væntandi í næstu viku fer at viðgera hana. For- maðurin í teknisku nevnd- ini hjá býráðnum Jákup Sune Jacobsen, er tí spentur upp á, um lands- stýrið fer at ganga ynskjunum á meti: — Hevur landsstýrið nakra virðing fyri Havn- ini, veitir tað antin býnum endurgjald fyri útreiðsl- urnar av píkanýtsluni, ella tekur landsstýrið undir við uppskotinum hjá býráðnum, sigur Jákup Sune Jacobsen. Samtyktin hjá býráðnum miðjar ikki í móti at seta Jákup Sune Jacobsen: — Skal kommunan klára at asfaltera meira enn mið- býin, er neyðugt, at lands- stýrið tekur undir við upp- skotinum hjá býráðnum bann móti píkadekkum. Í fyrsta lagi heitir bý- ráðið á landsstýrið um at fáa 300 kr. í endurgjaldi av vegskattinum fyri hvert skrásett akfar í býn- um. Tilsamans er talan um knappar 1,3 mill. kr. Í eðrum lagi sigur sam- tyktin, at tað bert skal vera loyvt at koyra við píkum á Oyggjarvegnum oman til parkeringsekið í Gundadali ella til miðstað- argkið á Hálsi. Men um bilíerarar ynskja at koyra við píkum, kunnu teir fáa lov til tað við at gjalda 800 kr. um árið. Hetta serloyvi er ætlað persónum og virkj- um, sum t.d. eru noydd at ferðast á vetrartíð. Annars ásannar bý- ráðið, at í ávísum forum er neyðugt at koyra við píkadekkum fyri at trygg- leikin skal vera í lagi. Um peningin, sum kemur inn, sigur býráðið, at hann skal bert fara á konto'ina fyri viðlíkahald. Talan er annars bert um eina roynd í eitt ár. Klára ikki býin sum er Sosialurin hevur spurt for- mannin í teknisku nevnd- ini hjá býráðnum, um hann roknar við at lands- stýrið fer at taka undir við samtyktini hjá býráðnum. Jákup Sune Jacobsen sigur, at vil landsstýrið býnum væl, gongur tað ynskjunum hjá býráðnum á meti. — Tað er avgerandi neyðugt, at broyting kemur í, tí vegastrekkið í Havnini er nú so stórt, at skal kommunan bara klára miðbýin, fer útjað- arin at liggja eftir. Eitt er púra greitt, at sleppa vit undan píkadekkunum, kann kommunan megna at halda vegastrekkini væl og virðiliga. Ja, um eini tvey ár, skuldi hver smoga havt fingið ábetur og verið rein og nosslig, sigur Jákup Sune Jacob- sen. — Sum nú er, brúkar kommunan einar tríggjar milliónir bert til viðlíka- hald — til at asfaltera vegir, sum frammanundan eru asfalteraðir. Vit kunnu gott siga, at hesar millión- irnar verða blakaðar burt- ur, tí 14 dagar eftir, at píkadekkini eru sett undir, eru vegirnir farnir. Til ampa og dálkar Jákup Sune Jacobsen heldur fram: — Harafturat hava borgarnir stóran ampa av dálkingini, sum kemur frá píkunum. Tá vindur er, fykur asfaltdustid um nas- arnar, inn í húsini og í hvenn krók. Vit tosa um, hvussu skaðiligt tað er at roykja, men vit vita ikki hvussu stórur skaði stendst av tí tjøruta as- faltdustinum! Jákup Sune Jacobsen heldur, at vandin er so stórur, at bygt verður á eina falska trygd við píkunum. — Tí fari eg at mæla landsstýrinum til at sam- tykkja uppskotið hjá bý- ráðnum, og vóni, at lands- stýrið ikki ber seg líka so ófantaligt at, sum tað gjørdi seinast »pikarnir« vóru fyri i Tinganesi… Kanska nytt asfalt- verk Annars upplýsir for- maðurin í teknisku nevnd, at ein annar trupulleiki í Hendan getan varð asfalterað í fjórsummar. Fjúrtan dagar eftir, at loyvt varð at seta píkadekkini undir, sá hon soleiðis út samband við vegir og asfalt er asfaltverkið. Tað er gamalt — um 20 ár — og næstan ónýtiligt. Jákup Sune Jacobsen sigur, at tað er næstan ein treyt fyri at fáa vegirnar í rætt lag, at kommunan fær eitt nýtt asfaltverk. Hann heldur, at býráðs- limir eru hugaðir at taka undir við keypi av nýggj- um asfaltverki. Og talan er eisini um at keypa ein nýggjan feiuvogn. Núverandi er gamal og í vánaligum standi. Tekniska nevndin ætlar tí at fáa ein nýggjan, sum er betur ferur fyri at halda vegir og rennur rein- ar. Býar- og býráðsviðurskifti er heitið á næsta fundinum hjá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag í heyst. Fundurin verður miku- kveldið 30.9. kl. 19,30 á Hotel Føroyum. Byrådslimir felagsins leggja upp til ordaskifti um virkid hjå sitandi byrådid, og um hvat javn- aðarflokkurin i býráðnum eigur at leggja dent á i komandi fíggjarári. Eiga vit at fara inn í eitt norðurlanda samarbeiði at loysa ferðafólkaflut- ningin millum Norðan- lond ella at útbyggja okkara Smyrla-ætlan? Arni Joensen, lýsingar maður — Mín áskoðan er, at vit eiga at fara upp í tað ætlaða norðurlendska samarbeiði á hesum eki Eg síggi Noråanlond sum eina eind og meti tað vera nåturligt, at vit samarbeiða á einum eki sum hesum, ístaðin fyri at hver einstakur kanska spennir seg yvir evni. Hinvegin er einki at ivast í, at siglingin hjá Smyrli hevur verið eitt avgjert positivt tiltak, men standandi einsa- mallur kunnu vit jú rokna við kapping Hugsi her um íslendsku ætlanirnar um eina bil- ferju. Sofus Johannesen, skrivstovumaður: — Eg haldi, at vit eiga at útbyggja okkara Smyrla-ætlan. Smyril hevur í ár fert 3000 ferðafólk og 1600 bilar fleiri enn í fjer, sum eisini var metár. Hettar prógvar, at grundarlag er fyri sterri og betri skipi. Borgarligu flokkarnir á tingi fóru í fjer til val uppá uttanlandssigling- ina. Men tað, at fleiri privat skipafeløg, bæði feroysk og útlendsk, hava havt í hyggju at leiga Smyril til millum- landasigling — eisini um veturin, sigur so mikið, at teir borgarligu eru farnir skeivir í hesuæm máli! Edvard í Skorðini Joen- sen, skrivstovumaður — Tað er ov seint nú at fara undir projekt við norðurlandaferju, var tað komið fyrr, so hevði tað verð í lagi. Vit hav uppbygt eitt rutusam- band fyri okkara egnu pengar, og tað eiga vit at útbyggja. Vit eiga at fáa sterri skip til at rekja hetta rutusamband. Eg haldi tað er skeivt nú at lata hesa sigling upp í hend- urnar á einum privaturf skipafelag er og íslend- ingum