leygardagur 26. september 1981síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A
RE
SOSIALURIN
Fleiri melda tele-
fonterror
Politiid i Klaksvik fekk
fyrst i vikuni nakrar
fråbodanir afturat um
sonevndan tele-
fonterror. Hetta er eitt
fyribrigdi, sum stingur
seg upp av og å. Ikki
bert i Klaksvik, men
eisini aðrastaðni í land-
inum. Serliga kvinnur,
sum eru einsamallar
inni, verða órógvaðar
av hesum ágangi í tele-
fonini.
Vakthavandi á politi-
steðini í Klaksvík, sum
vit tosaðu við, heldur,
at hesin ágangur er
sterri enn politiid veit
um. Tað er torfert at
finna tey seku. Hetta
vita fólk og tí aftra tey
seg við at melda. Tey
halda, tað nyttar onki.
Stjórin á Telefon-
verkinum, Sólbjern
Jacobsen, heldur tó
ikki, at onki kann ger-
ast fyri at steðga
áganginum.
Hann sigur, at tað
eru meguleikar at
sleppa undan at verða
órógvaður gjegnum
telefonina. Í fyrsta lagi
kann stikkið hálast út.
Í ðrum lagi kunna fólk
venda sær til Telefon-
verkið og fáa numm-
arið broytt. Tað ber
eisini til at fáa dult
telefonnummar, t.v.s.
e:*“t nummar, sum ikki
kemur í telefonbókina.
Tað skuldi ikki verið
vandi fyri, at telefon-
terrorin so rakar tann,
sum fær tað gamla
nummarið hjá tí, sum
fær eitt nýtt. Tí hesi
nummur verða ikki
latin eðrum, fyrr enn
eftir hálvt ella heilt ár.
Sélbjørn Jacobsen
vil ikki upplýsa,
hvussu nógv hava dult
telefonnummar. Men
tey eru nógv, sigur
hann.
Heldur ágangurin
fram kortini, eftir at
nummarið er broytt, so
er onki at gera uttan at
fara til politiið. Politiið
kann í samarbeiði við
Telefonverkið seta eina
kanning í gongd, sum
meguliga avdúkar tann
seka.
Sambært reglunum
um telefon, kann tann,
sum misbrúkar telefon-
ina, missa hana, sigur
Sólbjern Jacobsen.
Skaddist
Ein 6 ára gamal drong-
ur fekk lær- og beinbrot
og heilaskjálvta, tá
hann á súkklu stoytti
saman við ein bil á
horninum Skarðs-
gøta/Kråargøta i
Klaksvik seinnapartin
týsdagin. Drongurin
kom oman eftir Skarðs-
getu og bilurin norður
eftir Kráargetu. Súkk-
lan bar við bilin heilt
har frammi.
Ákærin lagaligur við Gamansmenn:
Sleppa at eiga
vinningin
Åkæruvaldid ætlar ikki at
tøma lummarnar hjå teim-
um fyra monnunum, sum
fútin hevur ákærd fyri at
hava hildið almennan
dans uttan loyvi.
Undir dómsviðgerðini
av sakarmálinum týs-
dagin kravdi ákærin ikki,
at hald skal leggjast á
vinningin, sum dansurin í
Gamni hevur givið. Akær-
in, Karsten Michelsen,
segði, at hesin ólógligi
vinningurin er ikki so lítil.
Tað skilst á honum, at or-
sekin til, at hann ikki
kravdi hald lagt á henda
pening, er tann, at politiið
so leingi var vitandi um
virksemið hjá Gammni
uttan at steðga tí. Hin-
vegin kravdi ákærin, at
hald verður lagt á alla
diskoteksúfgerðina og, at
teir fýra menninir fáa eina
bót, sum lutfalsliga sam-
svarar bruttovinningin-
um. Hann mælti til, at for-
maðurin og fyristeðu-
maðurin fáa í minsta lagi
5.000 kr. hver og hinir
báðir nevndarlimirnir í
minsta lagi 3.000 kr. hver
í bót. Verjin, Dánjal Mag-
nussen, kravdi allar fýra
fríkendar. Málið er nú
tikið upp til dóms og
verður dómurin kunn-
gjørdur týsdagin.
Ein orsek: pengar!
Tað var væntað, at ákær-
in, fyri at undirbyggja
ákæruna, fór at koma við
vitnum, sum segdu, at tey
hava verið í Gamni, hóast
tey ikki eru limir har. Men
hetta hendi ikki. Í staðin
brúkti hann danska politi-
vidtøku, sum sigur, nær
dansur og onnur slik tiltøk
kunna roknast fyri at vera
almenn, hóast eitt felag
skipar fyri teimum. Ger
eitt felag til demis ov
nógv vart við seg úteftir,
so má tiltakið roknast fyri
at vera alment. Og tað er
júst tað, sum hendi hjá
Gamni, segði ákærin og
vísti á tey nógvu fólkini,
sum altíð vóru uttanfyri
Gaman og, at felagið lýsti
í Utvarpinum. Eitt annað
er limatalið, um tað er
órímiliga stórt saman-
borið við fólkatalið í við-
komandi býi. Gaman
hevur havt 600 limir og
tað helt ákærin vera órími-
liga nógv í einum býi sum
Havnin. Hann vísti eisini
á, hvussi lætt og bíligt tað
var at gerast limur.
Ákærin var ikki í iva um
endamálið við Gamni: av-
markað handilslig og
fíggjarlig áhugamál hjá
nekrum fáum monnum.
Stutt sagt: at ftjena
pengar. Felagsheitið er
bert eitt skálkaskjól, segði
hann. Hann legði serliga
fyristødumannin undir at
hava ríkað seg av Gamni.
Og Gaman var ein góður
handil, segði ákærin og
roknaði seg fram til, at
selan av atgongumerkjum
gav góðar 50.000 kr. um
mánaðin.
Líkt er til at brøv, sum
fyristoðumaðurin = hevur
skrivað fútanum og by-
ráðsformanninum, nú
koma aftur um brekku. Í
hesum brevum greiddi
hann frá teirri fíggjarligu
trongstødu, sum hølid í
Niels Finsensgøtu kom
honum i. Tad var m.a. fyri
at bjarga sær burtur úr
hesi persónligu kreppu, at
felogini Queen og Gaman,
sum var Queen umaftur,
vórðu stovnað, segði
ákærin.
Skikkiligt felag
Verjin, Dánjal Magnus-
sen, fanst at ákæranum, tí
hesin setti Gaman í sam-
band við Queen, bert tí
teir ákærdu vóru limir har.
Gaman er eitt lógliga
stovnað felag og nevndin
royndi fleiri ferðir at fáa at
vita, hvat kravdist fyri at
fáa helið góðkent. Hann
mótmælti, at fyristeðu-
maðurin skuldi hava so
stóran fyrimun av felagn-
um, sum ákærin vildi vera
við. Hann hevði ikki størri
fyrimun enn nevndin
loyvdi, segði verjin.
Verjin vísti á, at tey
fýra starvsfólkini í Gamni,
sum vitnaðu, øll søgdu tað
sama, at væl varð ansað
eftir, at bert limir sluppu
inn. Tað nógva fólkið
uttanfyri er eisini eitt
prógv um, at eftirlitið var
effektivt, at oll sluppu ikki
inn. Dánjal Magnussen
segði eisini, at ferðslan er
lítil í upplatingartíðini hjá
Gamni. Og politiið hevur
ikki eina einastu ferð
roynt at fingið fólk at
flyta seg av vegnum, segði
hann.
At nevndarlimirnir í
Gamni hava fingið løn fyri
arbeiði sítt, dugdi verjin
ikki at síggja nakað skeivt
í. Hann vísti á dómin hjá
Hægstarætti í diskotek-
klubbamálinum sonevnda
Hægstirættur góðtók, at
neðndin i Diskoteque Club
tok sær samsyning. Verjin
kravdi teir åkærdu fri-
kendar. Hann helt tad
vera ræduligt, um hesir
ungu menninir skuldu
beta fyri at hava fingið
eitt skikkiligt felag sum
Gaman at virka. Dansi-
viðurskiftini í Havn eru
syndarlig og tað ber ikki
til at fara at
teimum, sum gera nakað
fyri at beta um hesi viður-
skifti, segði Dánjal Mag-
nussen.
revsa
Politiið stongdi Gaman
eitt mikukvøld. Sunnu-
náttina eftir var rættiligt
rok í miðbýnum. Tað
hevur tó neyvan verið til
frama fyri Gaman, tí har
bleiv alt sorlað sundur,
m.a. rútar fyri 12.000 kr.
Av ti at hini feløgini av
sama slag sum Gaman
hava fylgt fyriskipanum
frá fútanum, sleppa tey
framvegis at virka, segði
ákærin í rættinum týs-
dagin.
Fútin kann ikki býta
seg sjálvan í tveir per-
sónar, og tí er Gaman
ikki skrásett sum
felag. Tá Gaman varð
stovnað í oktober í fjer,
sendi nevndin umsókn
um at fáa felagið skrá-
sett. Men tað er fram-
vegis ikki skrásett.
Fyri at fáa greiðu á, hví
umsóknin ikki er
gingin á meti, kravdi
verjin hjá teimum fýra
ákærdu Gamansmonn-
unum, at fútin skuldi
vitna. Og tað hendi, tá
rættarfundurin — bleiv
uppafturtikin tysdag-
in.
Fútin segði, at alt
var í lagi við umsóknini
frá Gamni. Sambært
vidtøkunum var felagið
lógligt. Sum registra-
tor kundi hann íkki
annað enn góðtaka um-
sóknina. Hon er heldur
ikki avvíst, men fútin
hevur givið boð um, at
hon skal steðga fyri-
bils. Tí umframt at
vera registrator er
fútin eisini politimeist-
ari. Og tað var politi-
meistarin, sum gav
boðini. Politiid helt, at
virksemid hjå Gamni
var ólógligt. Og henda
áskoðan varð við yvir-
lutan.
— Eg kann ikki
skilja meg sundur í
tveir persónar, segði
fútin í rættinum og
vísti verjanum á
meguleikan at klaga til
Sunnunáttina, náttina
millum 26. og 27.
september, verður
klokkan tvær ferðir
tvey. Tað vil siga, at
fyrru ferð, lítli pinnur
stendur á 2 ella II, skal
hann flytast aftur á 1
ella I. Ti tá fer summ-
artíðin úr og vanliga
tíðin kemur aftur í
gildi.
Summartíð hevur
Gaman ikki skrá-
sett tí fútin kann
ikki vera tveir
persónar
Klokkan tvey er
klokkan eitt
Nevndin í Gamni var sjálv á politigarðinum við
umsóknini
logmálaráðið, um hann
helt, at hann hevði
blandað saman stervini
sum registrator og
politimeistari. Verjin,
Dánjal Magnussen,
segði seg onga ætlan
hava um at klaga.
Annars hevði verjin
hug at spyrja fútan um
annað enn skráseting-
ina Men
steðgaði
hesum
dómarin
Hann hevði bert givið
loyvi til spurningar
viðvíkjandi skráseting
ini. Men áðrenn, dóma-
rin legði uppí, kom tó
fram, at Felagið Kveld-
lot hevur fingið munn-
ligt fyribilsloyvi at
halda almennan dans
Liggur á láni
Annars fútin,
um hann yvirhevur er
registrator.
skrásetingin er langt
síðani yvirtikin, men
ongin kunngerð er
komin um hana, so hon
virkar enn eftir fyri-
bilsreglum frá 1940.
Nógv arbeiði á fúta-
skrivstovuni og tann
lítli veruligi týdning-
urin, sum felagsskrá-
setingin hevur, hava
gjørt, at hon mestsum
hevur ligið á láni. Í let-
uni eru 39 feløg skrá-
sett og tvær umsóknir
eru ikki enn góðkendar.
Onnur er tann hjá
Gamni.
ivadist
Felags-
verið síðani 29. mars,
tá klokkan bleiv flutt
ein tíma fram. Men í
nátt fara vit so aftur til
gomlu tíðina. Og tey
fáu, sum skula til ar-
beiðis í morgin ári, feg-
nast um tann tíman,
tey kunna sova longur
Legtingslógin um
summartíð bleiv viðtik-
in 29. april í fjør.