leygardagur 26. september 1981síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 147 20. 11820
box 76, 3800 Tórshavn
Útgevari: p/f sosialurin
Fyritaks-
og blaðstjóri:
Blaðmenn:
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Árni Joensen
Sosialurin
Dimmalætting
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Menningarhjálp
BEINT ÁÐRENN tingið fór heim seinast
løgdu fýra tinglimir, Karin Kjølbro, Jógvan
Sundstein, Adoif Hansen og Atli Dam, fram
uppskot um, at Føroyar skuldi veita 0,1% av
bruttotjédarinntøkuni — t.v.s. umleið 3 milj.
— árliga í menningarhjålp.
Í VIÐVERKINGUNUM til uppskotið verður
m.a. sagt, at høvudssjénarmidid við hesi
hjálp må vera at læra fólkið sjålvt at vinna
burtur úr sínum egna nåtururikidømi og
harvið gerast sjålvbjargid og ført fyri at liv-
bjarga sær. Somuleiðis verður sagt, at fimm-
mannanevnd eigur at verða setta fyri at
tryggja. at hendan hjálp kemur í rættar
hendur.
TEIR TINGLIMIR, sum standa aftan fyri hetta
uppskot, eiga stóra tøkk uppiborna, og er nú
bert eftir at vóna, at væl verður tikið undir
við uppskotinum, soleiðis at vit við hesum
gera okkara til at rætta triðja heiminum eina
hjálpandi hond. Um enn lítið, so munar tað
kortini.
FLESTU framkomnu londini lata í dag menn-
ingarhjålp, og í hesum sambandi kann legg-
jast aftrat, at skandinavisku londini lata
millum 0,7 og 0,9%.
UNDAN SEINASTA legtingsvali kom
áheitan frá umboðum úr fólkakirkjuni um, at
latin verður ein ávís peningaupphædd til
menningarhjålp. Okkum kunnugt segði hvor
flokkur, seg vera fyri einum tílíkum uppskoti,
so ein skuldi trú, at hesi orð enn stóu við.
MEN TÁ EIN sær Dagblaðið — málgagn
Fólkafloksins — er orsøk til stóran iva, håost
fólkafloksmaður er millum uppskotsstill-
ararnar.
MILLUM VANLIGU frumskógarílini í hesum
blað verður hetta valauppskot m.a. skýrt
sum sálarlig skuldarkensla, sum nívir vestur-
lendskar sosialistar, og leggur Dagblaðið
dent á, at okkara fremsta skylda er at verja
okkara egnu búskaparskipan. Alt annað má
koma í ødrum umfari, verður sagt. Jú vist, -
fólkafloksmoralurin er lítið broyttur.
TAÐ ER einki nytt, at Fólkaflokkurin hevur
traditión í at bróta givin lyftir og enntá loypa
frá egnum uppskotum sínum. Tað hevði ikki
undrað nakran, um hann eisini gjørdi tað í
hesum føri. Vit vóna tað kortini ikki.
Sendið
lesarabrøv
til sosialin
cc
SOSIALURIN
Frisinnadur — liberalur
I Døkku 17/9 sigur ein
»frisinnadur liberalur«
sina hugsan um eitt hjar-
tamål hjå E. Viderø, sum
ikki vil hava fleiri student-
ar i Føroyum. Eyðun held-
ur kanska, at nú hann
sjálvur er klókur nokk
uttan studentaskúla-
prógv, so eiga okkara
ungu eisini at vera tað,
men so er bara ikki í dag
— góð útbúgving er
neyðug, óansæð hvat lívs-
starv ein velur sær seinri.
Eitt studentsprógv í dag
er ikki annað og meira,
enn eitt realprógv var, tá
Eyðun fór til skips.
Um so tað eigur at vera
spart innan skúlaverkið
sum heild í dag — ella bert
ein lítil roynd átti at
verðið gjerd, tað er ein
annar spurningur, sum ein
bæði frísinnaður og libe-
ralur lærari valla er tann
besti at svara upp á.
Hví hesin frísinnaði libe-
rali so flokir eitt flakavirki
í gerð á Sandi og annað
flakavirki, sum hevur verið
í gongd í 10 ár í Skopun,
inn í hetta skúlamál, er ikki
gott at vita, og hartil kast-
ar Skopunarvirkinum fyri,
at tað ikki melur runt
fíggjarliga, og síðani, at
flakavirkið komandi skal
eitt partapolittiskt
prestiguverk av grovasta
verk fólksins. Men slíkt
hóvar ikki einum frísinn-
vera
slag??? Hjá hverjum aðum liberalum kapita-
flokki??? listi, sum situr á eini gren-
Nei frísinnaði liberali ari grein og ikki tervar
kapitalistur, hverki av nakað flakavirki.
hesum virkjum eru nekur
prestiguverk, men úrslit
av neyðugum og tógvum
stríði, sum fólki á teim
ávísu plássunum (og
bygdunum uttanum) hava
tikið avgerð um at fremja
fyri at skaffa arbeiðspláss,
og hesi virkir kann eingin
profitjagstrandi frísinn-
aður liberalur koma sær
framat, eingin partapoli-
tikkur gera sær dælt við,
nei hesi virkir eru ogn og
Jú, vit skulu bæði hava
skúlar og virkir til okkara
ungu, so góði liberali frí-
sinnaði vinur, far tú og sel
luksusleikutoy títt, mask-
inbåtin, tí hann er samfel-
agsliga uttan tíðning — so
sleppur tú at nýta tína
nógvu frítíð á eðrum
flakavirkinum, og vinn-
ingin fyri bátin, setir tú í
virkið.
Sosialur
———————|——|—|—|—"—[—|—£"-——e——————————
Helvtin av pensiónini
fer til skatt
Sum einligur fólkapensio-
nistur fåi eg 1681 kr. um
mánaðin i pension. Tá
hevur Almannastovan tik-
id burturav til heimahjålp-
ina. Av hesum 1681 kr.
skal eg so gjalda 846 kr. i
skatti, ti eg i fjør hevði ein
inntøku uppå 36.000 kr.
Eg havi skrivað til
landsstýrið um at fáa
lækkaðan skattin. Men
onki svar havi eg fingið.
Eg havi eisini skrivað til
Almannastovuna viðvíkj-
andi heimahjálpini, men
haðani er heldur onki
svar komið.
Onøgdur fólkapensionistur
Vorið sum
alternativ
Sambeandsflokkurin leik-
aði egiliga áðrenn hann
kom fram um at skatt og
toll og allar tær byrðar,
sum javnaðarflokkurin
legði á foroyingin.
Vit minnast, hvussu
hart hann var í móti ellum
avgjaldshækkingunum í
fjør vår. Nú hava vit valt
hann í tí trúgv, at hann fór
at finna aðrar leiðir í poli-
tikki enn tað gamla stýrið.
Men gakk! Hann ger
somu mistek — bara nógv-
ar ferðir verri.
Inntekulógirnar í fjer
vár vóru tungar at bera,
men tær fóru tó til eitt
skilagott endamál: tann
peningur, sum kom inn,
varð brúktur til at hjálpa
fiskiflotanum utaftur.
Hetta eydnadist og tad
stóra arbeidsloysid varð
hildið frá durunum. Sam-
stundis fingu vit nakað
aftur við at pensionistar
fingu 900 kr. í brennistud-
ningi og barnafrádrátt-
urin varð hækkaður.
Hesir, sum nú ráða,
hava einki tílíkt gjørt ella
havt í huga. Pengarnir
sum koma inn, skulu ein-
ans brúkast til at hava at
taka til, um legmaður
skuldi staðið við einum
fíggjarlógarhalli
næstu tvey árini.
Tað er eyðsæð, at henda
framferð er bæði ófantalig
og ómoralsk, og vóni eg,
at fleiri av teimum, sum
tey
Við sviðið soð
Nei, vit elska ikki teg,
Góði Pauli, hoyr nú meg,
nú tollur hækkar, livast má
og pensionistum stjala frá!
Oli hevur stóra skyld,
for pensionistum er ei mild,
tonk — havragreytur hvonn ein dag
og vatn aftrat, ja, sig so tað!
Teir, sum ráða >landenon<
ei behovast hava gron,
teir svølta ei, men hava ráð,
alt gott teir í seg fylla tá.
Pensionistur, stakkals tú,
má við sviðið soð nú,
ti tollur allur hann fór upp,
ei bert á oli og á sprutt!
Tá teir við borðið sleikja sær,
alt tað dýra etið varð,
og nei —
dogurða at eta tá!
Læknar ei behøvast her,
vit hava ikki råd
Oli Breckmann våttan ger.
Ja, hesin flokkur valdur er,
skammið tykkum hvor í »ser«,
Tey, sum stemma hendan flokk,
hava ikki vitið nokk,
alt ov ungt, ei hugsar rætt
— við sviðið soð — tað er rætt.
trúu upp á sambandið fara
at fáa eyguni upp, meðan
væler.
Flakakvinna
Rankin vælkomin
Hesa reðuna helt Sverre
Midjord, býráðsfurmaður
tankin nyggi trol
arin å Tvøroyri kom
suður leygardagin- tann
18/9:
Nu siglur tú Rankin inn
Tvøroyrar fjorð
tú fari, ein vekur sjón, F
uit vóna at eydnan verður
tær góð
ti tú er okkara framtíð og
vón
við signing Guðs innan-
borða
og orð Hansara við í gerð
Tad vón og ynski frá heim
by gdini er
ngin stóran tú heim
við tær ber.
Tad eru løtur i eins livi,
sum altid vilja standa
frammaliga, likasum vilja
markera seg.
Eisini eru tad løtur og
hendingar, sum søguliga
skara framúr.
Eg meti hesa fyri eina
av teimum stóru, eina av
teimum sum koma at
broyta lívsmynstur
okkara
Henda letan er komin
av miðvísum arbeiði, og
við trúgv upp á framtíðini.
Og hon verður framd við tí
fyri eyga, at tryggja
grundarlagið undir trivn-
aðin ikki bara á
Tvøroyri — men i øllum
norðara parti av Suðuroy.
Vit fegnast i dag, ti hetta
verkid eru fruktirnar av ti
slóðbrótandi arbeiðið, sum
okra forfedrar = legdu
grundarlag undir, og sum
teir settu sær fyri at
fremja.
Nógvir trupulleikar
hava verið og nógvir
trupuleikar vilja uttan iva
koma á leiðini framyvir,
men trupulleikarnir eru at
vinna á.
Ongantíð slóknaði tann
logi, sum bleiv birtur í
hesum fólki, sum her býr.
Í arbeiðsins kvæði verð-
ur sagt.
Tá tok skula takst, tá vóru
vit har
vit vunnu fram figgjarligt
virði
og vit reistu hús eins og vit
Framhald á síðu 17