Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-09-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. september 1981síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Vælkledd frá Hazy Videotól frá Telefunken, Gávukort frá Gunder og degurða til 10 í Perluni Hetta eru. hevuðsvinningarnir hesaferð. Hesaferð prenta vit aftur fýra tel, sum tygum skulu sammeta við tey, á tygara egnu plátu. Klippið tey út og goymið tey. NE Bingovinningar: 1. Plátu ella band frå H. C. W. Tórgarð 2. Lummaroknara frá H. J. Bóka- seluni 3. Sodavatn/øl frå Restorff ella Føroya Bjór > handli (100,-) NES 8. Godgæti Bókapakki frá H. N. J. Bók- Ur frå UR-søluni i SMS Lagkøku frå Haldor Holm Sosialin ókeypis í hålvt ár Gávukort frá %% BINGÓ bokarummæli SOSIALURIN Børnini i Såmalandi 8 Í i Tað vildi so til, at eg fekk fatur å eini frålikari føroyskari barnabók eftir Bodil Hagbrink: Bernini í Sámalandi, sum Jákup í Skemmuni hevur týtt úr svenskum. (Tórshavn, Nýlendi 1980). Upprunaliga er bókin so statt svensk, men hon snýr seg um sámar, sum búgva í Noregi, og nú er hon so til á foroyskum. Bókin er so norður- lendsk, sum hon fær verið, og hon er eisini givin út við styrki frá Norðurlandaráðnum. Bern mettast ikki av bókum heldur enn havið fyllist av regni. Í småum måløkjum sum teimum norðurlendsku er tað ti ómeguligt at hugsa sær, at tað í hverjum einstek- um landi skulu verða framleiddar so nógvar bernabøkur, at hesin stóri tervur verður nekt- aður. Og tað er heldur einki at huga sær til og ynskja eftir, at bernini í einum einstøkum landi einans lesa bekur um sítt egna land, og sum ern skrivadar í teirra egna landi. Á tann hátt hevði fatan barnanna av heiminum gjerst ólukku- liga sjálvglað. Týðingar av grannabókum eru tí ikki einans neyðugar, tær eru eisini eftirynskj- andi og gagnligar á tann hátt, at tær geva bern- unum aðrar upplivingar umframt tær, sum tey kunnu fáa gjøgnum upp- runaligar, heimligar barnabekur. Týðingar gera heimin sterri. Bernini í Sámalandi er bók, sum hevur hópin av teimum dygdum, sum gera eina barnabók góða. Bókin er fyrst og fremst ein myndabók við eini fråsøgn, sum knytir myndirnar saman. Myndirnar eru stórar og í ljósum og klárum 7; f på Bodil Hagbrink - rr w I litum, sum geva eina góða hóming av teim lit- føgru og ljómandi vøkru sámabúnunum, og tær eru yðjandi fullar av stuttligum smátingum, sum verða umtalað í frá- segnini. Lesur tú bókina fyri smábernum, so er gott hevi til at steðga á og hyggja at myndunum og so finna slíkar hend- ingar lýstar í mynd- unum, sum beint framm- anundan eru umreddar í tekstinum, og tað er ser- liga barnsins egna upp- living av tí, sum er umrett. Fråsøgnin snýr seg um dagliga lívið hjá einum sámiskum húski. Hon byrjar á vetrardegi í vetrarbygd teirfa, har børnini ganga í skúla. Uttan fyri skúlan eru tey saman við systkjum sínum, við hundum og reinum. Reinirnar eru miðdepilin í seguni, eins og tær eru tað í gerandis- degi og lívi sámanna. Bernini hava sínar egnu reinir, sum tey sjálvandi hjúkla serliga væl um, og sum eitt hæddar- punkt í vetrarbrotinum í bókini, verður ein kapp- ing hildin á páskum, har tey stóru bernini lata reinirnar kapprenna við sletunum, sum tey sita á. Men sámarnir eru flytifólk, og eftir pásk- irnar gera tey seg til at flyta ta longu leiðina úr — =. 7 de Orhini i Såmalandi vt 3 8 “ vetrarbygdini og út til strondina, har tey skulu halda til á summarbeit- inum hjá reinunum — alt summarið. Tað er serliga livandi og spennandi sagt frá, hvussu húskið fatlar alt viðferið upp á sleturnar, og hvussu tey lata reinafylgið saman og reka tað avstað undn sær. Tvær vikur varar ferðin, og av tí, at sámar- nir í hesi bókini búleika alt summarið á eini oyggj stutt frá strond- ini, endar ferðin við tí, at fólkini rógva í árabátum við ellum reinafylginum svimjandi ímillum sín út til oynna. Á sumrinum verða reinkálvarnir kålvadir, og bernini fylgja væl við, hvussu teir læra seg at ganga á teimum klenu beinunum. Her er hópur av grasi til reinirnar, men bernini kunnu eisini sparka á vellinum. Tey hava tó sterri áhuga fyri tí arbeiði, sum tey til- komnu takast við, og tey hjálpa teimum dúgliga, tí tað er bæði spennandi og neyðugt. Tey fella tre, skrava bark, garva skinn, seyma klæði og nógv annað. Bernini í Sámalandi er ein góð barnabók. Hon snýr seg um vanlig fólk, sum tó hava eina aðra mentan enn vit. Hon lýsir dagliga lív teirra við barnanna eygum, og lýsingin tekur serliga tað við burtur úr ger- andislívinum, sum bern halda vera spennandi. Tað virkar! Eg havi sjálvur lisið hana fleiri ferðir fyri egnum bernum mínum, sum eru 3 og 6 ára gomul, og hetta er ein av teimum bókum, sum tey biðja um at fáa lisna umaftur og umaftur. Jørgen Højgaard Jørgensen esse ES re. ||