mikudagur 30. september 1981síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
TR
Et — A —
SOSIALURIN
Síða 3
MÚ kært avgerð hjá ráfiskanevndini:
Nevndin vildi ikki hækka
avreiðingarprísin, men gav
virkjum stórri skiftisavlop
Jákup Mørkøre, formaður
í nevndini fyri ráfiska-
grunnin
Meginfelag Útróðrar-
manna hevur kært
seinastu prísásetingarnar
á ráfiski til ta serligu
kærunevndina, sum er
vald eftir lógini um rá-
fiskagrunnin.
Kæruskrivið er ein av-
leiðing av, at urtøkupro-
sentið (úrtekuprosentið er
tann fastsetta vekt í pro-
sentum, sum eftir er, tá
fiskurin er klárur til til-
virkan) fyri flest øll fiska-
sløg er sett upp, uttan at
hendan hækkingin er
komin avreiðingar-
prísinum til góðar.
Aftur í móti er virðið av
hækkingini av úrtekupro-
sentunum legt til virkini í
hækkaðum skiftisavlopi
(skiftisavlopið fer til fast-
ar útreiðslur hjá virkjun-
um, fyrisiting og umvæl-
ingar 0. a.). Hetta er gjørt
eftir ynski frá formann-
inum í nevndini fyri rá-
fiskagrunnin, Jákup Mer-
køre. Men hví hetta er
gjørt, bar ikki Sosialinum
til at fáa upplýst, við tað
at Jákup Mørkøre er í Rus-
landi saman við samráð-
ingarnevndini hjá lands-
stýrinum.
Umboðið hjá MU í
nevndini, D. P. Danielsen,
sakferari, mótmælti
hesum, tí úrtekan av fisk-
inum, roknað eftir vekt,
hevur einki at gera við,
hvussu stórar ella smáar
hesar ymisku útreiðslurn-
ar, sum koma undir skift-
isavlopið, eru hjá virkjun-
um.
Seinast ráfiskanevndin
hevði fund, tann 18. sep-
tember í ár, samtyktu
seks av teimum sjey
nevndarlimunum at seta
óbroyttar avreiðingarprís-
ir fyri tíðarskeiðið 1.
oktober til 31. januar 1982
í gildi.
Eina góða viku framman-
undan, tann 10. septem-
ber, legði formaðurin í rá-
...meinti, at hækkað úrtgkuprosent av fiskasløgunum
skuldi geva virkjunum eitt størri skiftisavlop
fiskanevndini, Jákup
Merkere, fram uppskot
um nýggj úrtekuprosent á
at kalla ellum fiski. Tó
ikki saltfiski, har úrteku-
prosentið varð lækkað
munandi.
Okkum er upplýst, at
úrtekuprosentið er
hækkað av teimum steð-
ugu rationaliseringunum,
sum fara fram á virkj-
unum. ;
Umbodid hjå MU i
nevndini fyri ráfiska-
grunnin, D. P. Danielsen,
legði á fundi, tá
avreiðingarprísur skuldi
ásetast, fram útrokning
yvir broytingarnar, og
hvat tær týða í peningum.
Formaðurin i nevndini
metti, at broytingarnar
svara til 20,4 mill. kr. í
hesum fíggjarárinum.
D. P. Danielsen legði
eisini fram yvirlit yvir
hækkingarnar í avrokn-
ingarprísunum (prísurin
millum virkini og ráfiska-
grunnin), sum standast av
broyttu úrtekuprosent-
unum, og skeyt upp, at
avreiðingarprísurin hækk-
aði í sama mun, um prís-
munurin millum avrokn-
ingarprísin og avreiðing-
arprísin skuldi standa við,
og um ráfiskagrunnurin
skuldi gjalda út tann pen-
ing, sum avsettur er í
hesum fíggjarárinum.
Eftir tríggjar drúgvar
fundir, atkveddi nevndin
um málið, men uppskotið
hjá umboðnum hjá MU
fall, við tað at tað fekk
bert ta einu atkvøduna.
Kann nevndin
hækka skiftisav-
lopið uttan grund-
geving?
Við hesum sum grundar-
lag biður MÚ kærunevnd-
ina taka steðu til:
»Um hon metir tað vera
rætt og í samsvar við lóg
og reglugerð, at ráfiska-
nevndin noktar at taka av-
leiðingarnar av hesum
munandi broytingum í av-
rokningarprísunum, á
tann hátt, at hon, uttan at
kunna sannføra okkum
um, at nakað grundarlag
er fyri tí, ger av at hækka
skiftisavlopið tilsvarandi.
Ella, sum tað varð nevnt
á fundinum seinasta, at
geva virkjunum hetta
aftur sum eina »reguler-
ing«. Hóast tað, hvørki við
telum ella á annan hátt er
prógvað, ella bara gjert
trúligt, at virkini treingja
meira, ella eins mikið, til
...Í staðin fyri at geva útróðrarmonnum og bátum ein
hægri avreiðingarprís, sum MÚ heldur
hesar ' hækkingarnar í
framleiðsluvirðinum, enn
veiduførini gera«. |
Í ødrum lagi bidjur MU
kærunevndina taka stødu
til: »Um tad er rætt og i
samsvar við lóg og reglu-
gerð, at toskur og hýsa
skulu gjalda inn til grunn-
in, tel sum í hesum fíggjar
árinum kunnu væntast at
fara at liggja um einar
3—5 mill. fyri toskin og
einar 9 mill. fyri hýsuna.
Meðan hini fiskaslegini í
sama fíggjarári fáa út-
goldið einar 65—70 mill.«
Ikki skitisavlop,
men »regulering«
Í Dimmalætting
seinasta hósdag hevur D.
P. Danielsen eina grein,
har hann annars sigur, at
teir seks limirnir í nevnd-
ini fyri ráfiskagrunnin
samdust um, at tað, sum
virkini ikki fáa meira. skal
ikki eita skiftisavlop. Tað
skal eita »regulering« og
hevur bert gildið fyribils
— til nevndin fer at
viðgera skiftisavlopið av
nýggjum. (Skiftisavlopið
verður útroknað einaferð
árliga við roknskapunum
hjá virkjunum sum grund-
arlag og verður eftir
meting javnað út á tey
ymisku fiskaslegini,
blaðm.).
Samstarvið skal mennast
Jens Lyberth
Samstarvið millum
fakrerslurnar í Norðurat-
lantshavi skal mennast.
Hetta varð avgjert á eini
stevnu í Ølfusborgir í Is-
landi i døgunum 20. til 25.
september. Á hesi stevn-
uni luttóku umboð fyri FA
og FF.
Í einum tíðindaskrivi
Ásmundur Stefánsson
verður sagt, at luttak-
ararnir úr Íslandi, Gren-
landi og Feroyum sam-
dust um, at tað er tervur
og grundarlag fyri einum
betri samstarvi millum
fakrørslurnar i hesum
londunum.
Stevnan avgjørdi at
stovna eitt sokallað »Kon-
taktorgan fyri fakrersluna
í Norðuratlantshavi<.
Endamálið hjá felagsskap-
inum er at fáa í lag såm-
starv og samband millum
fakfelog og fólk í hesum
londunum.
Eisini skal endamálið
hjá felagsskapinum vera
at arbeiða við felags á
hugamálum. T.d. hvussu
náttúru-ráevnini skulu
brúkast.
Stevnan skeyt upp, at
felagsskapurin hittist
einaferð árliga og at for-
mansskapurin skiftir land-
anna millum.
Til at fyrireika stovna-
nina av felagsskapinum
valdi stevnari eina nevnd.
Í hana komu Jens Ly-
berth, úr Grenlandi, As-
mundur Stefánsson, úr Ís-
landi og Óli Jacobsen, úr
Feroyum. Nevndin skal
gera uppskot til lóg og
virkisskrá. Tey skulu
leggjast fyri eina stevnu í
2. ella 3. ársfjórðingi
næsta ár í Grenlandi ella
Feroyum.
Svara
Hvat dámar tær ætla-
nina at Trans World
Radio skal sleppa at
senda úr Feroyum?
Mortan Johannesen,
skipari:
— Vit eiga at geva TWR
loyvi at seta upp send-
ara í Feroyum. Tað vil
vera ikki minst okkara
sjófólki til gagns, tí tá
fara teir at hoyra tíð-
indasendingar og
annað, við tað at út
varpið fær loyvi at
senda gjegnum
aran hjá TWR. Eg vóni,
at tingmenn fara at
hugsa um okkum sjó-
menn, tá teir skulu taka
steðu til umsóknina frá
TWR at seta upp ein
sendara. Gevið TWR
loyvi at nýta 200 kilo-
watt sendaran
send-
Sverri Egholm, lands-
bókaverður:
Eg taki fult undir við
tí, sum Petur Martin
Rasmussen, prestur
skrivaði í Tingakrossi
herfyri. Tað kann ikki
sigast betur, enn hann
gjerdi. Tað er eftir
mínum tykki ódámligt
at blanda pengar og reli-
gión saman. Eisini ber
hetta dám av propa-
gandu. Skal ein tílíkur
sendari byggjast í Fer-
oyum, so haldi eg, at vit
sjálvir eiga at gera tað
og ikki aðrir.
Aksel
stjóri:
Skoubo, skúla-
- Sætt at siga skilji eg
ikki petti av hasum
Feroyar hava fingið eitt
neyðugt sendiloyvi til
eina millumbylgjusteð,
og nú tekur landsstýrið
og gevur tað burtur til
eina útlendska privat-
steð. Tit spyrja hví
Hví kunnu vit ikki
sjálvi eiga og reka okk-
ara steð. Hverji politisk
áhugamál liggja aftan-
fyri tá alt skal avreiðast
til útlendsk privatfeleg
samanber t.d. uttan-
landssiglingina Av
illum kundu vit bygt og
rikið okkara egnu stød
og um neyðugt kundu
vit seinni tosa um at
leiga eðrum rætt til
privatsendingar.