mikudagur 30. september 1981síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf- 147 20. 11820
box 76, 3800 Tórshavn
p/f sosialurin
Fyritaks- !
og blaðstjóri:
Blaðmenn:
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Árni Joensen
Sosialurin
Dimmalætting
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Saman at standa
SÍÐANI FØROYA FISKIMANNA-
FELAG fyri 23 árum síðani gjørdist
limur í ITF — alheims flutnings- og
fiskimannafelagnum — hevur
mangan verið tosað um millumlanda
samstarv innan onnur vinnufeløg
eisini. Millum annað var fyri árum síð-
ani tosað nógv um at skipa eitt sam-
starv millum arbeidarafeløgini í Før-
oyum og danska landsfelagsskapin
LO. Hetta vakti tá mikla øsing í borg-
arligu og sokallaðu nationalu flokk-
unum her á landi, tí hetta var hildið at
vera ógvuliga ónationalt. At aðrir
bólkar — væl at merkja teir, sum lógu
munandi hægri á sosiala rangstig-
anum — vóru beinleiðis limir av
donskum fakfeløgum, gjørdi minni.
Tað vóru bert arbeiðararnir, sum
skuldu vera nationalir. Hetta
møguliga samstarv varð tí av ongum.
SÍÐANI ER HESIN, á mangan hátt
vanskeplaði, nationali spurningur
farin eitt sindur aftur við borðinum,
og spurningurin um samarbeidi við
onnur lond, eisini millum lægstløntu
stættirnar, er komin fram aftur.
HESI SEINASTU árini hevur Føroya
Arbeiðarafelag havt eitt gott sam-
arbeiði m.a. við danska AOF — Arbej-
dernes Oplysningsforbund í Dan-
mark — og skipað hevur verið fyri
nógvum skeiðum bæði her i Føroyum
og í grannalondum okkara fyri
nevndarlimum og ødrum álitisfólki.
Til stórt gagn hjá arbeidarafeløgun-
um og teimum, sum har starvast.
TAÐ SEINASTA á samstarvsøkinum
millum føroysk og útlendsk fakfeløg
er ein ráðstevna, sum hevur verið í Ís-
landi seinastu dagarnar, við luttøku
úr Íslandi, Grønlandi og Føroyum.
HER VAR, eftir uppskoti frå føroysku
luttakarunum, samtykt at seta eina
samstarvsnevnd at fyriskipa størri
samstarv millum fakfeløgini i hesum
londum. Hetta er fyrsta ráðstevna av
sínum slag millum hesi trý londini, og
lat tað vera okkara vón, at tað ikki
verður hin seinasta. Hetta eru lond,
við nógvum felagsáhugamálum og er
tað tí ikki meira enn nátúrligt, at eitt
komandi norðurlendskt og seinri
alheims samstarv millum verka-
mannafeløg vid føroyskari luttøku,
byrjadi vid hesum.
SOSIALURIN
Dimma,
svimjihøll og ellisheim
Léiðarin í Dimmalætting
hósdagin er um — sum so
ofta — »oydslid« hjá
undanfarna landsstýrið,
og demi hjá Dimmu hesu
ferð, er svimjihellin í
Havn (???).
Mangt er í neyðini nýtt.
Avgerðina um svimjihøll
trumfaði ein meiriluti í by-
ráðnum — við fólkaflokk-
inum á odda — í gjøgnum.
Var tað ikki júst undan-
farna landsstýrið, sum
noktaði at veita tann van-
ligt givna stuðulin, tí bý-
ráðið hevði latið eina
nýggja svimjihell projek-
terað, sum var nógv dýr-
ari enn tann upprunaligt
ætlaða? Og noyddist Tórs-
havnar kommuna nettupp
tí ikki at fíggja so stóran
part sjálv?
Annars verður um
svimjihellina sagt, at hon
er „fyri tey ungu«. Sum
nærum dagligur svimjari
skal eg upplýsa Dimmu,
at minst ein triðingur — tá
eru skúlaflokkarnir ikki
íroknaðir — eru tilkomin
fólk og eldri, sum fáa sær
sína dagligu motión.
Dimmalætting veit
kanska ikki, at svímjing
er ein tann sunnasta
ítróttin.
So ger hon samanber-
ingar við ellisheimið. Jú,
tjak og ;
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrøv
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
púra beint. Alt ruggar ikki
rætt, tá vit byggja svimji-
hell fyri kr. 40.000.000, og
ikki hava ráð at byggja
teimum eldru eitt ellis-
heim.
Tá svimjihellin var til
umreðu í býráðnum, varð
eisini nógv tosað og skriv-
að um bæði ellisheim og
íbúðir. Men hesi seinast
nevndu átroðkandi mál
legði ein meiriluti — og
serliga fólkaflokkurin —
sektin á.
Leiðaraskribenturin í
Dimmu átti at hugsa seg
eitt sindur meira um,
áðrenn hann setti slíkar
reingingar á prent, men
tað er kanska júst tað,
Dimma og við henni Sam-
bandið byggja sín politikk
— ella vantandi politikk —
á. sVimjari
Pat Boone ger gjøldur burtur úr
El Salvador-hópdrápunum
Rómabuðings-sangarin og
familju-moralfrødingurin
Pat Boone ur USA letur
ikki tey USA-stydjadu
hópdrápini hjá hernadar-
stjórnini i El Salvador við
seg koma å annan hått
enn at hann kanska hevur
okkurt fjåkut grin at
koma við.
Hetta visti seg å årsins
»Rebild-stevnu« i Dan-
mark. »Rebild-stevn-
urnar« eru stevnur sum
fara fram hvørt år i Jyl-
landi, har danskar fina-
rimpur sum hava okkurt
tilknyti til USA, saman
við amerikumonnum í
Danmark, savnast at lov-
prísa Guðs Egna Landi
handan hav. Kongafamilj-
an luttekur, og reðarar úr
Guðs Egna Landi (stytt
GEL) skipa fyri tárfram-
leiðslu hjá luttakarunum.
Men eisini aðrir danir
hava seinastu árini sýnt
áhuga fyri hesum megnar-
tiltaki. Eitt árið luttóku
einir 100 indianarar og
blakaðu frá rossum sínum
posar við blóði fyri at
undirstrika tey blóðbað
sum skuldu til fyri at GEL
veruliga kundi sessast og
venda valdsmaskinuni út-
eftir í staðin fyri inneftir.
Hetta var sjónleikara-
bólkurin >Solvognen< sum
framferslu. Hesin
bólkur er eyðkendur av at
hann hevur framferslur tá
tú minst væntar tað, har
tú minst væntar tað, og á
ein hátt sum tú neyvan
kanst rokna við. Knapp-
liga var hópur av løgreglu
til staðar og legðist á indi-
anararnar. Men rættuligt
kaos gjørdist, ti løgreglan
hevði
hevði so undarligan at-
burð hesuferð. Tað vísti
seg, at helvtin av legregl-
uni var ekta legregla,
meðan hin helvtin var úr
sjónleikararbólkinum, í
legreglubúnum. Men tað
visti- veruliga løgreglan
ikki av, so skemtið var
fullkomið.
Í ár var Pat Boone, sum
fyllir heilar ítróttarhallir í
Feroyum, reðari fyri GEL
í Rebild. Eini 400 fólk frá
El-Salvador rersluni vóru
komin saman og mót-
mæltu friðarliga við skelt-
um: USA út úr El Salva-
dor. Hetta gjørdist ov
mikið fyri »familjuidyll-
mannin< Pat Boone, og
tók hann til orða og mælti
og segði:
»Her eru eftir ollum at
dema nekur bern, sum
áttu at fingið bank. Guð
vælsigni tey foreldur sum
tora at uppala bern síni
við haråskapi«. Evnið sum
Boone talaði um var
nevniliga frælsi familjunn-
ar í samfelagnum. Hann
undirstrikaði, at her var
kongafamiljan, sum var til
staðar, ein sonn fyrimynd.
(Ilt er at siga um tey geva
prinsunum tað bank, sum
Boone ynskir, og elur tey
upp við tí harðskapi hann
talar um).
Men eitt er givið, og tað
er, at familjurnar í El
Salvador neyvan hava
sama meguleika sum
Boone og danska konga-
familjan at skapa »harmo-
nisk< viðurskifti so leingi
sum GEL pumpar vápn
og serfreðingar inn í land-
ið fyri at halda tí fátæka
fólkinum skák og mát og
mergsúgva tey, eins og
GEL heldur seg hava rætt
til at gera í ellum latín-
amerikanskum londum.
Men USA (GEL) og
leigusveinar teirra í El
Salvador hava bert tveir
lutir í at velja: antin at
lúta, ella útrudda alt fólk-
ið i El Salvador. Tí hetta
fólk, eins væl og onnur
latínamerikansk fólk, eru
vaknaði til dáð og stríðs-
vilji teirra móti heims-
valdastevnuni er so mikið
at sær komin at hann letur
seg ikki køva.
So latum okkum geva
Patti Boone loyvi at grína
býtt í friði, og spæla
framiljuserfreðing við
morali sum sergrein.
Hann fær kortini neyvan
nakran týðning fyri fram-
tíðar seguna. Við bumb-
um undir arminum og
„love me tender< úr háls-
velinum fer GEL yvir
landamerkini...
adormiendo