Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-10-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. oktober 1981síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 SOSIALURIN TTT TTT DDD rss Framtaksleidir… Framhald av síðu 7 og t.d. at gera ávís smærri undirvatnsarbeiðir. Eg eri púra sannførdur um, at hetta er besta leiðin vit í dag kunnu ganga, skulu vit, so tað veruliga munar, kunna eggja -moti- vera — komandi ættarlið- um til at gerast havbún- aðarmenn og -kvinnur. Okkara skylda Í eini verð har 40.000 bern doyggja í hungri hvenn einasta dag, tí teimum terva protein (m.a. fisk), er tað eisini beinleiðis skylda okkara av ellum alvi at leggja viðurskiftini so til rættis, at komandi ættar- liðum verða givin best meguligar treytir — lívs- royndir — til at loysa hesa næstan ómeguligu upp- gávu. Sum froskmaður sjálvur í skjótt 25 ár veit eg, at helst allir froskmenn yvir- hevur taka undir við tí, sum her er sagt, men eg veit líka so avgjert, at flest allir »landkrabba- politikkarar« ikki gera tað, og eg skilji teir eisini væl — tí uttan so at tú hevur nomið upplivanina at kunna ferðast vektleys- ir í havheiminum >í blóð- ið“ — so er tað ringt at skilja. — Vit skilja ikki, at fraklendingum dáma ráar, slíggjutar sniglar. Frak- lendingar skilja ikki, at okkum dáma turt spik. Serferoyskt akvarium Av alstórum týdningi fyri havbúnaðin vildi tað eisini verið, at vit fingu eitt ser- føroyskt akvarium, har tú kundi siggja tydningar- mestu fiska- og skelja- fiskasløgini, id liva i okk- ara sjógvi, og harumframt eisini teir ymisku tara- vøkstirnar. Sjålvur sat eg sum nevndarformaður fyri eitt slíkt »regionalt« akvarium í Lofoten (30.000 íbúgvar) i nøkur år, so tað er roynd: ur lutur, tá eg sigi, at tað ber til at byggja eitt veru- liga — >heimasjógv-akva- rium« og fáa endarnar at metast einans við inntek- unum frá atgongumerk- junum. — Slík akvarium kunnu nevnliga gerast sera einføld og bilig, og okkum nýtist ikki at senda delegatiónir til stór- býirnar í Europa og seta útlendskar ráðgevar fyri at loysa uppgávuna. Vit megna tað bæði best og bíligast sjálvir. (Nevnda akvarium í Lo- foten er ein sera einfaldur bygningur í ? hæddum. Niðara hædd er sjálvt akvariið, meðan ovara hædd er eitt >fornminni- savn« har tú kanst síggja ymiskan fornan fiskireið- skap, modellir av gomlum fiskiførum, »beinagrindir« av sjálsomum fiskum, krabbum, skeljafiski 0.s.fr. Eisini vit åttu at savna saman tað vit eiga av slík- um á einum stað, og har- umframt hevði tað sjál- vandi verið av stórum týd- ningi um vit í somu hell kundu sýnt fram modellir av nútímans fiskiførum, fiskireiðskapi, alistødum 0.s.fr.) Syntetiskt litevni bannað! Meðan vit vónandi so við og við (men á odda í mun til aðrar tjóðir) vinna tær neyðugu »undirvatns« — lívsroyndir sum frosk- menn, so skal akvariið sjálvandi fyrst og fremst tæna útbúgvingini. — Eftir standa so spur- ningarnir: Hvat skulu vit ala og hvussu skulu vit selja — marknadarføra — veruna og til hvenn? Fyri at taka tann sein- asta spurningin fyrst — marknaðurin avger jú framleiðsluna — so havi eg liggjandi frammanfyri mær eitt notat, har upp- lýst verður, at EF í næstum verður at seta bann fyri at innflyta aldan laks (og síl), ið er givin fóður við syntetiskum lit- evnum. Hetta ber við sær, at vit verða noyddir at innflyta dýrt spesialfóður (rækju-avfall, reyðætu, brisling og lodnu við reyð- ætu í maganum, krill, fiskalús, marflugur 0.s.fr.). Bæði yvirfyri okkara landsstýri og yvirfyri okk- ara alarum hevur Ídnað- arstovan gjøgnum fleiri ár ávarað móti, at hetta fór at henda, og at vit ongan- tíð ov tíðliga byrjaðu við slíkum náttúrufóðri, ið júst er tað, sum gevur »vill-laksunum« og >vill- silunum« reyða kjøtid og serstaka friska smakkin, id hesin fiskur hevur. Nú er tað mestsum ov seint, ti' nå koma norð- menn aftur eitt stórt stig fram um okkum — teir hava nevrtiliga leingi fyri- reikað seg til, at hetta fór at henda. Hetta skrivi eg ikki fyri at draga fram Ídnaðar- stovuna, men fyri ein part at vísa á, hvussu nærum vónleyst tað ofta er at vinna fram við hugskot- um, ið ikki eru nevnd í pensum hjá okkara ser- freðingum. Heimurin skríggjar eftir eiturfrium verum Tað, sum eg tó fyrst og fremst vil gera vart við her, er, at skulu vit mark- naðarfera aldan fisk og skeljadjór, so tað lenar seg, so mugu vit eisini duga at »lukta« okkum til — duga at varnast —, nyggjar marknadir. Og ein slíkur er júst tann »anti- syntetiski« marknaðurin. Heimurin nærum skriggjar i dag eftir verum, ið eru garanterað eiturfríar. — Og prísirnir fyri hesar verur er hareftir Í lofti. Vit mugu sostatt beinan vegin seta okkum sum fremsta mið, at í før- oyskt aldum fiski og skeljafiski skal yvirhevur ikki verða nýtt eitrandi evni, syntetiskt litevni, anti-biotika ella aðrar »fidusir« fyri at fremja framleiðsluna. Júst tað, at vit ikki gera tað, skulu vit nýta sum seluargument. Vit skulu kunna lýsa við, (við almennari váttan). at okkara aldi fiskur og skel- jafiskur er aldur í reinum streymasjógvi, og at fóðrið, ið verður nýtt, er reint náttúruprodukt. — M.a. mugu vit ikki loyva at nýta svávulsýru í súr- fóðrinum til alda fiskin, so sum eg skilji vit nú eru byrjaðir við. — Náttúru- sýrur: mýrsýra og propi- ónsýra gera somu nyttu — og tær eru tryggar. Smáir í tonsum — stórir í dygd Feroyar er ein lítil tjóð, og tað er nógv avmarkað, hvat vit kunnu framleiða til útflutnings av aldum fiski og skeljafiski. I heimsmáti og eisini í mun til hvat grannatjóðir okk- ára hava meguleikar til at framleiða í mongdum — tonsum — eru og verða vit ein »pinkutj6d«. Men hóast vit eru smáir í tons- um, kunnu vit vera stórir í dygd, tí tann marknaður vit skulu troyta er íkki »100.000 tons marknaður- in« men tann (idag) eksklusivi = >1000 tons marknadurin«, og tað er ein marknaður vit higartil, lítið og einki hava gj vid. Tí vera vit eisiti at seta dynamiskar, mál- kunnugar seljarar, — men teir vaksa“ tíverri ikki á trøunum og heldur ikki kunnu teir mongdafram- leiðast á lærdum háskúl- um. Hvat vit skulu ala? Japanferðin lærdi okkum, sum vóru har, at tað er nærum ikki tann fiskur, skeljafiskur ella tara- vekstur, ið ikki kann alast og seljast. Men eisini á hesum eki ræður um at duga at »lukta« seg fram til týdningarmiklar nýggj- ar marknaðir í stórum vekstri. Ein teirra, sum vit eisini áttu at haft góðar meguleikar at troyta, er »scallop-mark- nadurin (kamskel — eitt slag av stérum Jåkup- skeljum, ið m.a. livur á Feroya Banka). Haraftur- ímóti er talið á t.d. ostru- alarum í so stórum vekstri í dag, at spurningurin er, um vit ikki (sum vant) longu eru ov seinir á sjóar- fallinum. Men sjálvandi skulu vit gera royndir bæði við ostru og eðrum skeljafiski, serstakliga sløgum, ið liva í okkara sjógvi. Smolt- og fóður- framleiðsla stóran týdning Við kræklingaalingini eru vit so legið tað helst ljóðar — kanska fremri enn aðrar alitjóðir. Tað er tí av stór- um týdningi, at kræk- lingaalingin verður priori- terað, so vit megna at halda henda fyrimun. Sum kunnugt hevur ovurframleiðsla av aldum sílum og laksi alt til stóra niðurgongd (20—30%) í prísinum á hesum fiska- sløgum, og eftir hvat frættist úr Noregi, er líkt til, at prísirnir neyvan fara upp aftur í bræði — í hvussu so er ikki uppá somu legu sum áður. Sam- stundis er fóðurprísurin (at siga alt fóðrið, vit brúka, verður innflutt) vaksandi, so samanum- tikið eru vánirnar fyri hesa vinnugrein heldur daprar í letuni. Víst verður eisini til tað, sum er sagt frammanfyri um EF bannið at blanda syntetisk litevni í síla- og laksafóður. Neyðugt verður tí helst at sýna eitt ávíst varsemi í samband við veitan av nýggjum laksaali- loyvum og heldur royna at fremja smolt- og fóður- framleiðsluna. Í samband við fóðurframleiðsluna verður tað neyðugt at fremja royndir við at blanda reyðæti, brisling og lodnu við í æti í maga- num o.s.fr. í fóðri, so laksakjøtid fær neyðugan náttúrligan lit. At enda: Tað er at frødast um, at Sosialurin serstak- liga hesi 2—3 seinastu árini hevur lagt so stóran dent á at lýsa ikki bert okkara nýggja vinnuveg aling, men eisini samfel- agsspurningar, ið altíð verða serliga átroðkandi, tá talan er um at troyta nýggjar leiðir. Í hesum sambandi meti eg millum annað tær mongu greinirnar um al- ment innlit í tí sum fer fram um málini í lands- stýrinum og settum ráð- um/arbeiðsbólkum at verða av stersta týdningi. Tað er bert at vóna, at okkara fólkavaldu taka til eftirtektar tey mongu góðu orð, sum har vóru borðin fram. Enn meira at freðast yvir er, at tað er ein veru- leiki, at feroyingurin tykist at hava steðugt vaksandi áhuga fyri hesum spurningum, skulu vit dema eftir upplagnum á Sosialinum hesi 3 árini, sum eftir hvat eg havi fingið upplýst er trý-fald- að — úr 2000 til í dag 6000. Tormóður Dahl Norðmenn leggja... Framhald av síðu 9 Í praksis er eingin av- marking, hvussu nógv kann alast, men tað verður marknaðurin, sum setur mark fyri tí. Vit kunnu helst vænta eina framleiðslu uppá 20.000 tons um ári av kræklingi um eini 8 til 10 ár. Tað verður eisini tosað um at ala sterri jákupskel, men enn er hetta komið rættiliga stutt. Ongar veruligar royndir eru enn gjørdar. Vidvikjandi smætri jåkupskel, sum eisini verður veidd í Fer- oyum, hava teir tosað um at fara undir royndir at ala, men eru enn ikki byrj- aðir. Spurningurin er um tílík aling fer at løna seg. Tað verður annars í Noregi arbeitt nógv við at ekja um forbrúkið av skeljafiski, tí tað hevur ikki verið etið nógv av tí higartil. Kræklingur veksur hampuliga væl í Noregi. Kunnu roknað við at fáa selubúnaða stedd eftir tveimum árum — tá er kræklingurin umleið 55 mm og meira. Fingu ikki flutt elverkið Avgerðin um at byggja nýggja motorverkið hjá SEV í Suðuroynni á Oyrunum í Vági, stendur við. Hon er nú „staðfest av umboðs- ráðnum hjá SEV, sum á einum eykafundi hós- dagin avgjørdi vid 40 atkveðum fyri og 15 ímóti, at elverkið skal byggjast í Vági. Um- boðsmenninir á Tver- oyri og 15 aðrir kravdu fundin, tí á Tveroyri er misnegd við avgerðina hjá SEV-stýrinum at byggja verkið í Vági. Tvøroyrar byråd vil hava tad å Tvøroyri har motorverk hevur verið síðani 1947. Vatnverkið í Botni í Vági er bygt í 1921. Tað var bert hetta eina málið á umboðs- ráðsfundinum hós- dagin. Fundurin vardi í tveir tímar. Áðrenn komið var til atkveðu- greiðsluna noyddust umboðsmenninir úr Sandoynni at rýma, tí Ritan avlýsti túrin um kveldið. 55 av teimum 75 umboðsmonnunum atkveddu um nýggja motorverkið í Suður- oynni. Beint eftir fundin tosaðu vit við ein av umboðsmonnunum hjá Tveroyri, Hermund Michelsen. Hann helt ikki, at Tveroyrar býráð fer at gera meira við málið nú, men at tað fer at góðtaka meirilutaavgerðina hjá umboðsráðnum. Heldur ikki umboðs- maðurin fyri Vág, Flemming Mikkelsen, roknaði við, at meira fer at henda viðvík-. jandi staðsetingini av verkinum. — Vit eru avgjert negdir við avgerðina í dag. Svimjideild í Gøtu Fyri stuttum avgjerdi leiðslan fyri GÍ at stovna svimjideild undir felagnum. Hettar merkir at getufólk fáa høvi at savnast til at venja til svimjikapp- ingar, og leiðslan í GÍ vónar, at so nógv sum gjørligt taka av hesum tilboði. Vant verður í svimjihylinum í Getu skúla. Brúdleyp Leygardagin giftast í Havn: Kirstin Nielsen, skrivstovukvinna, av Eiði, og Óli Jacobsen, fel- agsformaður, úr Getu. Brúdleypsadr. Hotel Hafnia. MINNIST TIL HALDARA- GJALDIÐ! Sosialurin