Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-10-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. oktober 1981síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Síða 11 Fiskaalingin í Skotlandi í vøkstri: Bera ótta fyri kappingini frá biligum kanadiskum laksi Ala fleiri flatfiskasløg »Turbot« aling, hesar eru 100 dagar gamlar Á sama hátt sum í Noregi og Feroyum, so eru møgu- leikarnir fyri fiskaaling í Skotlandi og oyggjunum Allar hesar skeljarnar síla smáar fóðurpartiklar úr sjónum. Hetta ger, at á firðum har laksaaling er, eru góð vakstrarlíkindi hjá skeljunum, tí har kunna tær »eta dålking- ina« sum kemur frá fóður- spilli o. ø. frá laksaaling- ini. Skeljarnar hevdu tá eisini verið eitt reinsiverk á firðunum. Fóður Fyrilestrarnir um fóður til laks og síl vóru rættulig áhugaverdir. Av stersta áhugað fyri føroyingar var kanska frágreiðingin um súrfóður. Hetta fóður hevur víst seg at geva grundarlag fyri heldur betri vekstri enn turrfóð- ur, millum annað tí at vatninnihaldið í fóðrinum er sterri. Súrfóðrið hevur eisini fyrimunir fram um fryst fóður, tí framleiðslan av súrfóðri ikki krev- ur nógva dýra orku, og tí fóðurblandingar við súr- fóðri viðfera minni fóður- spill enn vanligar vát- fóðurblandingar. Á framsýningini var nógv áhugavert at síggja. Har vóru nógvir framleið- arar og stillaðu út. Eisini hevdu ymsir stovnar framsýning um teirra virksemi innan fiskaaling. Hummari Básurin hjá >Tiedemann bólkinum< um aling av hummara (Humarus vul- garis) varð nógv vitjaður. >Tiedemann bélkurin« hevur saman vid ødrum ti enska marinbiologinum R. runt um góðir. Hitin i sjónum um summarið er 12—14“ C, og um veturin umleið 6—7* C. Hetta er nakað heitari enn hjá okkum. Teir hava eisini firðir og víkir, har tað er nóg veðurgott at hava flótihyljar. Laksa-sílaaling Í Skotlandi verða í dag framleidd (ald) umleið 200 tons av sílum og 1000 tons av laksi árliga. Í Onglandi verða „harumframt ald 3000 tons av sílum. Síla- alingin fer fyri tað mesta fram í feræggatni, og sílini verða seld sum porsjóns- síl. Útlitini fyri sílaaling í Bretlandi eru ikki heilt Jacques útvikla ein máta at ala svartan hummara. Hesin hummarin er ikki av sama slagi sum jomfrú- hummarin, og hann finst ikki hjá okkum, tí hann krevur rættiliga heitt vatn (sjógv) til gýting-kleking- startfóðring. >Tiedemann bólkurin- hevur bygt klekjarí, har teir ala hummarin á sjógvi, sum er 20* C, inntil hann er eitt ára gamal og umleið 100 g. Utsetingarroyndir — av eitt åra gomlum hummara høvdu vist, at um ein klår- aði at finna eki, har hummarin steðast, ella um ein partvíst gjerdi gyrðingar á botninum, so kundi ein fáa upp til 80% aftur, eftir at hummarin hevði verið 4 ár í sjónum. Tá var hummarin blivin 400—500 g., og hevði eitt seluvirði uppá minst 140 kr. pr. kilo. Teir ætlaðu at selja hummara á 100 g. til útseting fyri 25 kr. pr. stk, og teir segdu, at áhugin fyri keypi var stórur. Uppá fyrispurning um ein kundi klekja/start- fóðra jomfrúhummara á sama hátt, svaraði Jacques at tað er torført, tí hesin yngulin skiftir »stadiid« og harvið krav til umhvervi ógvuliga ofta. Men hann meinti, at tað hevði verið áhugavert at roynt útseting av svert- um hummara í Føroyum, t í hann krevur bert ein sjóvarhita yvir 6* C fyri at vaksa, og skuldi tí kunna vaksið ein stóran part av árinum við Feroyar eisini, um yngul- alingin hevði farið fram í heitari sjógvi. Flatfiskayngul góð, tí søluprisurin er vorðin ov lágur í mun til útreiðslurnar. Harafturímóti sóu menn meira ljóst uppá laksa- alingina, og teir meta, at framleiðslan fer at ekjast munandi tey komandi árini. Prísurin fyri aldan skotskan laks, á 3—4 kg., var í august 65 kr. pr. kg. Hetta er rættiliga góður prísur, men skotar eru bangnir fyri tí nógva laks- inum. sum kemur/kann koma frá Kanada. Prís- urin á hesum laksinum á europeiska marknaðinum er í dag frá 17—24 kr. pr. kg. Tað skal tó viðmerk- jast, at laksurin frá Kanada ikki er tann sami, sum vit fiska og ala. Tað er talan um ymisk onnur laksasløg, sum kanska ikki hava somu góðsku sum okkara laksur. Hóast hitin í sjónum = góður, so hevur laksurin ikki vaksið heilt væl í Skotlandi. Og ein stórur partur blívur kynsbúgvin longu eftir einum ári í sjónum. Nógvir skotar meina, at tann seini vek- sturin kemst av, at teir næstan bara brúka turrfóður. Hví brúka teir so ikki vátfóður? Orsekin er fyrst og fremst tann, at teir hava alt ov fá frysti- hús og frystigoymslur, og at gera stórar iløgur í frystihús, vil blíva ov dýrt fyri alararnar, sum liggja langt frá hverjum eðrum. Fyri at skaffa eitt fóður, sum er betri enn turrfóður tvs. inniheldur meira vatn, og sum ikki må frystast, eru skotar eisini farnir at royna súrfóður. Flatfiskaaling Í dag ala skotar eina tungu teir kalla dover sole (Solea solea), og ein annan flatfisk teir kalla turbot (Scopthalmusmaximus), á norskum piggvar. Hesi fiskasløg andi, og 1 sjógvi, sum verður brúkt- ur til kølivatn á kraftverk- eru hitakrevj- teir ala tey í um, og teir segdu, at veksturin er góður, um hitin liggur um 15” C. Fiskurin verður aldur í kerum, heilt frá startfóðr- ing til selustedd. Tað varð sagt, at startfóðringin er væleydnað, um 15% yvirliva til vaksnan fisk. Fyri startf6dringæv laksi er 80% yvirlivilsi eitt gott úrslit. Vit síggja, at rætti- liga nógv av tí smáa flat- fiskaynglinum doyr, men tá vit hugsa um, at hesin yngulin er fleiri ferðir minni enn laksayngulin, så má tað ásannast, at 15% yvirlivilsi er gott. Eftir einum ári var steddin um- leið 500 g., og seluprísurin 30—40 kr. pr. kg. Til start- fóðringina blivu millum annað smá krabbadjór, artemia, brúkt, annars brúktu teir mjúk-fóður (moist pellets). Fyri hvert kilo fiskurin vaks, brúktu teir bert 1 1/2 kg. mjúk- fóður. Skotar fortaldu, at henda vinna ikki hevði verið lønandi fyrr, men nú mettu teir seg vera komn- ar so langt, at grundarlag fyri yvirskoti. Tá skotar høvdu klárað at ala smáan flatfisk, vórðu teir ógvuliga spent- ir at ala kalva, tí kalvin eisini hevur ein góðan prís, og tí, at hann krevur ikki upphitaðan sjógv. Onnur fiskasleg Skotar ala eisini Sea Bream og Sea Bass, sum eru fiskasløg, sum ikki finnast hjá okkum, og sum krevja rættiliga heitt þ vatn. Állaaling er eisini í vekstri í Skotlandi. Glas- állar verða fangaðir, tá teir koma til bretsku strondina, og alingin fer Atli Gregersen, fiskivinnulesandi i Tromsø, greið ir her frá eini ferð næmingar á lærda háskúlanum har gjørdu í Skotlandi fyrr í ár Myndirnar vísa skotska laksaalisteð síðani fram í upphitaðum vatni Hvat kunnu vit gera Feroyingar eru byrjaðir at ala laks, síl, krækling og nú jákupsskjel. Sum tað sæst eru tað ymiskar aðrar veræm ið vit kunna ala, harímillum ostru, hummara, flatfisk og áll Felags fyri hesar verur og fyri laks er, at heitt vatn/sjógvur, hevur stóran týdning fyri aling- Hvat vit so skulu nýta tað sindri av heitum vatni, vit hava, til, er ein spurningur, sum menn mugu taka steðu til ma Eitt aliiskoyti aftrat Hetta bleiv so ikki seinasta aliiskoyti, sum upprunaliga ætlanin var. Vit fara at enda hesa rød av greinum um aling næsta leygardag. Tá verður greitt frá vitjan í Japan og aling har, vit fara stutt at greiða frá aling í ødrum londum enn teimum umrøddu, vit fara at hava bókalista yvir tær bøkur og tey rit, sum er til skjals á okkara békasøvnum um aling. Og vit fara at enda at geva løgmanni, Pauli Ellefsen sum eisini er ráðharri á hesum øki orðið. F | &