Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. august 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 158 - 21. august 2002 Nr. 158 - 21. august 2002 3 Sáttmálin bert galdandi í Danmark Sáttmálin, sum Click- haze hevur gjørt við Cope Records, er av- markaður til bert at umfata sølu av EP- útgávuni í Danmark í eitt ár TÓNLEIKUR Pop.fo Føroyski rockbólkurin Clikckhaze hevur gjørt sáttmála við danska felagið Cope Records. Hetta er ein sonevndur distributións- sáttmáli, har danska felagið sleppur at selja EP-fløguna hjá Clickhaze í Danmark. Sáttmálin er galdandi í eitt ár. – Cope Records gevur okkara fløgu út í sama líki, sum hon kom út í Føroyum, einki verður broytt. Vit vildu millum annað, at hús- in skuldi verða tann sami, Tutl skuldi standa á fløguni og so víðari. Teir selja bara fløguna fyri okkum og royna sjálvandi at promo- vera hana, sigur Jón Tyril, gittarspælari í bólkinum. – Vit vildu gjarna hava ein slíkan frían sáttmála, tí vit hava størri rættindi við einum slíkum sáttmála, enn tú kanst koma út fyri. Vit eru væl nøgd við hetta sam- starvið, og kundu hugsað okkum at gjørt tað sama í hinum norðurlondunum, sigur Jón Tyril. Clickhaze hevur ikki enn gjørt nakað stórvegis fyri at fáa samband við okkurt av teimum stóru plátufeløgun- um, tí tey vilja gjarna kenna bransjuna betur, áðr- enn tey róta seg út í ov nógv, siga tey. Sáttmálin við Cope Records forðar ikki fyri, at Clickhaze kann gera ein veruligan plátusáttmála við okkurt stórt felag, skuldi tað komið upp á tal. Væl umtókti norski dansibólkurin fer at spæla til dans 30. og 31. august. Tiltøkini vera í Trongisvági og í Fuglafirði TÓNLEIKUR Tíðindaskriv Manningin í Gluntan gleðir seg óføra nógv at koma aft- ur til Føroya at spæla. Teir hava vitjað her sjey ferðir áður, og nú skulu teir aftur á eina stutta konsertferð í Føroyum. 30. og 31. august fer væl umtókti norski dansibólk- urin at spæla til dans í Suð- uroy og í Fuglafirði, og líkt er til, at nógv fólk ætla sær til dansirnar. Forsølan av atgongumerkjum gongur væl, og tað eru longu seld fleiri enn 400 atgongu- merki til tiltakið í Fugla- firði. Gamal bólkur Gluntan hevur verið ein virkin bólkur í 37 ár, og hesi árini hevur bólkurin staðið fyri 35 útgávum. Á hesum útgávum er ør- grynna av væl dámdum sangum, sum eisini føroy- ingar hava lurtað nógv eftir. Manningin í bólkinum hevur upplivað nógv hesu mongu árini, men teir halda sjálvir, at størsta viður- kenningin, sum teir hava fingið, var tá teir í 1997 umsíðir fingu norska spæli- mansprísin fyri útgávuna »I levandes live«. Ferðast nógv Bólkurin hevur seinastu 37 árini slitið seks bussar nið- ur, og teir hava ferðast tað, sum svarar til 9 ferðir kring jørðina í tónleikaørindum. Manningin í bólkinum hevur verið fyri nøkrum út- skiftingum hesi mongu ár- ini, men hóast talan er um 37 ár, hava ikki fleiri enn 14 tónleikarar spælt í bólki- num. Teir, sum spæla við Gluntan nú, eru Øystein Mihle, Frank Robert Held- en, Bengt Åge Nordbakk, Dagfinn Ellefsen, Ove Andre Østgård og Tor Gunnar Stokke. – Vit skriva í løtuni tónleik, men vit eru av teirri sannføring, at tónleikur skal roynast live, áðrenn vit geva hann út á fløgu, sigur Niels Uni Dam TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein MC Hár hevur gjørt nógv um seg á føroyska tón- leikapallinum í summar. Bólkurin hevur spælt til nógvar konsertir, og meginparturin av fram- førslunum byggir á góð- ar, gamlar sangir hjá bólkinum. Hetta hevur fingið onk- ran at eftirlýsa nýtt tilfar frá provokerandi rapp- rockbólkinum. – Tað er ikki bara bara at geva fløgur út, tað er stak kostnaðarmikið. Vit skriva í løtuni tónleik, men vit eru av teirri sann- føring, at tónleikurin skal roynast live, áðrenn vit geva hann út á fløgu, sig- ur Niels Uni Dam, anda- ligur leiðari í MC Hár. – Hetta gjørdu vit til dømis í TB-húsinum seinasta leygarkvøld, so hvør veit, kanska vit fara at leita eftir fígging til eina nýggja fløgu, sigur hann. Eingi ivi var um, hvør skuldi vinna næsta umfarið í Barnaprixnum, sum varð hildið leygar- dagin BARNAGRANDPRIX Eyðun Klakstein Nógv fólk var og lurtaði, tá næsti finalisturin í Nósabarnaprixnum varð funnin í høllini á Kambs- dali leygardagin. Vinnarin í hesum næsta av sjey innleiðandi um- førum gjørdist Ninna Katrin Johannesen. Hon sang »Túsund smíl« hjá Kulum Rótum, og afturat sær hevði hon dansarar. Hon stóð seg sera væl á pallinum, og dómararnir ivaðust ikki í, at hon skuldi vinna. Nummar 2 gjørdist Durita Mohr Jacobsen, og nummar 3 var Alisa Hentze. Flestu luttakararnir høvdu dansarar ella kór- sangarar afturat sær, og tí var undirhaldið allatíðina gott. Undirhaldið var ikki minni gott, tá Føroya størsta baby kom á pallin. Talan var um James Ol- sen, sum hesaferð hevði gjørt seg út, sum var hann sín egni lítlibeiggi við ovurstórari sparkidrakt, suttu, hagusmekku og kýsa. Triðja umfar í Nósa- barnaprixnum verður leygarkvøldið 31. august í Roynhøllini í Hvalba. Atgongumerki fáast í for- sølu á vanligu støðunum frá mikudegnum 21. au- gust. Ninna vann á Kambsdali MC Hár roynir nýggjar sangir Gluntan vitjar aftur í Føroyum Blái Krossur fer undir fyribyrgingarátak fyri at verja børn og ung móti avleiðingunum av rúsdrekkanýtsluni hjá foreldrunum FYRIBYRGING Jón Brian Hvidtfeldt Børn í vanda. Soleiðis nevnist nýggja fyribyrging- arátakið hjá Bláa Krossi í Føroyum. Átakið skal í fyrstu atløgu vara í trý ár, og ein verkætlanarleiðari er settur fulla tíð at tryggja, at boðskapurin røkkur út til málbólkin, sum snøgt sagt eru øll, sum á ein hvønn hátt hava ábyrgd av barninum. – Blái Krossur hevur við hesum átakinum valt at ganga nýggjar leiðir. Vit hava hugt at einum líknandi átaki, sum norski Blái Krossur hevur framt sein- astu 11 árini, og síðan hava vit lagað tað til føroysk við- urskifti, sigur Tórhild Bjarkhamar, sum Blái Krossur hevur sett í starv at taka sær av verkætlanini. Tórhild Bjarkhamar er út- búgvin lærari og hevur starvast sum lærari í 11 ár. – Endamálið er, at barnið skal verjast móti rúsdrekka. Vit ynskja at røkka út til skúlar, stovnar, frítíðarfel- øg, kirkjur og samkomur og ikki minst til heilsuverkið, sigur Tórhild Bjarkhamar. Hon leggur afturat, at royndirnar vísa, at umsorg- anin fyri barninum minkar, tá rúsdrekkanýtslan hjá for- eldrunum veksur. Tí hevur Blái Krossur valt at mál- bólkurin eisini skal fevna um tey, sum eru ávegis at gerast foreldur. – Foreldur eiga at tosa um og seta spurningin um rúsdrekka á dagsskránna og seta sær nøkur mál, longu áðrenn tey gerast foreldur, tí tað er nógv lættari enn at royna at tosa børnini frá at drekka, tá børnini eru hálv- vaksin og sjálvi gera sær sínar royndir við rúsdrekka, sigur Tórhild Bjarkhamar. Higartil hevur Blái Krossur gjørt tríggjar fald- arar og tveir bóklingar, sum hvør í sínum lagi venda sær til teirra, sum eru um at gerast foreldur, til teirra sum hava smábørn og børn í skúlaaldri. – Endamálið er ikki at seta peikifingurin á nakran, men í staðin gera fólk varug og »bevíst« um henda trupulleika, og hvussu tað ávirkar børnini, tá foreldrini drekka. Eisini kunnu faldararnir og bókl- ingarnir gerast støði undir samrøðum um rúsdrekka og misnýtslu í dagstovnum og skúlum, vísir Tórhild Bjarkhamar á. Eisini kundi hon hugsað sær, at teir verða nýttir innan heilsu- verkið, eitt nú tá starvsfólk har skulu vegleiða og ráð- geva verandi og komandi foreldrum. Í Norra hevur ein líkn- andi fyribyrgingarætlan verið í gongd í 11 ár. Blái Krossur í Føroyum hevur leitað sær ráð haðani, og eisini byggir føroyska til- farið á norsku royndirnar. Í næstum skal meira tilfar gerast, og eisini fer Blái Krossur at hava kunnandi fundir við millum annað kommunur, stovnar og sjúkrasystraskúlan, so til- farið ikki bara endar á onkrari hill, uttan at mál- bólkurin verður rokkin. Seinni ætlar Blái Krossur at fara undir skeiðsvirksemi fyri viðkomandi persónar og stovnar, sum skulu nýta tilfarið. Tørv á stuðli Fyribyrgingarátakið hjá Bláa Krossi skal í fyrstu atløgu vara í trý ár. 1. november í fjør varð Tór- hild Bjarkhamar sett í full- tíðarstarv sum leiðari fyri verkætlanini. Men starvið er fyribils sett í óavmark- aða tíð, tí fíggjarliga grund- arlagið undir verkætlanini, tey trý árini hon skal vara, er ikki fingið upp á pláss enn. Átakið hjá Bláa Krossi kostar 1,36 milliónir krón- ur, nøkunlunda javnt býtt yvir trý ár. Ásbjørn Jacob- sen, aðalskrivari í Bláa Krossi væntar, at tey sjálvi megna at fíggja umleið ein fjórðing av kostnaðinum, meðan tørvur helst verður á stuðli til restina. Ásbjørn Jacobsen væntar og vónar, at tað almenna, kommun- urnar og sponsorar fara at stuðla átakinum. Hann met- ir, at hesi áttu at havt ein áhuga í at stuðla einum tílíkum tiltaki, sum hevur til endamáls at fyribyrgja misnýtslu av rúsdrekka. - Umsorganin fyri barninum minkar, tá rúsdrekkanýtslan veksur Tað sigur Bill Justin- ussen, landsstýris- maður í familju- og heilsumálum, um átakið hjá Bláa Krossi. Hann fer at gera sítt til, at átakið gerst ein natúrligur partur í heilsuverk- inum, og vísir á, at samgongan hevur sett sær sum mál at økja um fyribyrgingina. FYRIBYRGING Jón Brian Hvidtfeldt Fyribyrgingarátakið hjá Bláa Krossi hevur millum annað heilsuverkið sum málbólk, og avvarðandi landsstýrismaður heilsar átakinum vælkomnum. – Vit hava í longri tíð saknað eina ítøkiliga ætlan fyri, hvussu vit kunnu fyri- byrgja rúsdrekkanýtsluni. Her hava vit ein felagsskap, sum hevur gjørt eina ítøki- liga ætlan fyri, hvussu ar- beiðið kann leggjast til rættis, og tí taki eg undir við tí av fullum huga, sigur Bill Justinussen. Landsstýrismaðurin í familju- og heilsumálum fer beinan vegin at arbeiða fyri at tilfarið, sum Blái Krossur longu hevur gjørt, verður tikið við í arbeiði í viðkomandi økjum innan heilsuverkið, t.d. at læknar, ljósmøður, sjúkrasystrar og onnur kunnu nýta tilfarið í sínum arbeiði til at ráðgeva og vegleiða fólk. Bill Justinussen vísir á, at landsstýrið hevur sett sær sum mál at stuðla átøkum, sum kunnu fyribyrgja rús- drekkanýtslu, og tí metir hann, at landsstýrið eigur at økja um játtanina til enda- málið. Hann metir, at hósk- andi hevði verið at stuðla átakinum hjá Bláa Krossi, men hann vil tó einki siga um, hvussu nógv tað al- menna eigur at lata til enda- málið. Átakið eigur ikki at steðga Bill Justinussen sigur, at eftir hansara tykki eigur eitt tílíkt átak ikki at steðga eftir trimum árum. – Vit verða ongantíð lið- ug við arbeiðið at fyri- byrgja eitt nú rúsdrekka- nýtslu, og tí haldi eg, at til- takið eigur at verða í gongd alla tíðina, sigur Bill Justin- ussen. Vit hava saknað eina ítøkiliga fyribyrgingarætlan Tórhild Bjarkhamar, leiðari fyri nýggja átakið hjá Bláa Krossi Bill Justinussen, landsstýrismaður familju- og heilsumálum, tekur væl ímóti nýggja átakinum C M Y K 3 2