mikudagur 21. august 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 158 - 21. august 2002
Nr. 158 - 21. august 2002
5
Tað var fyrsti skúla-
dagur í orðsins rætta
týdningi í Sandavági.
Bæði næmingarar og
lærarar vóru nýggj,
og tað var skúlastjór-
in, sum tók ímóti, eis-
ini
SKÚLABYRJAN
Orð og myndir:
Edvard Joensen
Sandavági: Saman við 700
øðrum føroyskum børnum
fóru tey 19 børnini, sum
mánadagin byrjaðu í Gamla
Skúla í Sandavági, í skúla
fyri fyrstu ferð. Og eisini
lærararnir vóru nýggir. Í
hvussu er onnur, sum ikki
hevur verið lærari fyrr,
meðan hin var komin aðra-
staðni frá. Og skúlastjórin
tók fyri fyrstu ferð sum
stjóri í móti einum fyrsta
flokki. So alt varð sum nýtt.
Tey eru øgiliga spent, tey
smáu, sum hendan dagin
møta upp í Sandavági. Her
eru foreldur, eldri og yngri
systkin. Ommur eru fleiri
komnar, og onkur abbi
gongur eisini so spentur við
fototóli og tekur myndir.
Lærararnir gera klárt
innanfyri. Ikki er skúlin
stórur. Bara tríggjar stovur,
og tær eru heldur ikki stór-
ar. Satt at siga er tað ikki
serliga rúmligt hjá teimum
19 børnunum, sum sita í
norðastu stovuni í Gamla
Skúla. Men ikki tí. Tað
verða bara tveir flokkar í
skúlanum, so alt í alt eru
hølisviðurskiftini ikki so
heilt út av lagi, tí til ber at
býta eitt sindur sundur,
heldur skúlastjórin, Hans
Jørgensen.
So fer hann út í dyrnar og
býður vælkomin. Nú er
tann álvarsstundin komin,
tá farast skal í skúla fyri
fyrstu ferð. Og tað er rími-
liga ymiskt, sum tað verður
gjørt.
Summi koma brestandi
inn og vilja tryggja sær tað
besta plássið beinanveg.
Men tað gongur ikki, tí
lærararnir hava sett skelti
við navninum hjá hvørjum
einstøkum á borðini, so tað
er longu avgjørt, hvussu tey
skulu sita. Dreingir og
gentur hvørt um annað.
Men onkur er, sum ikki
er so álviligur kortini, nú
tað er álvara. Hevur hug at
lippa eitt sindur, og heldur
best vera, um Mamma er
við.
Jú, sjálvandi ber tað væl
til. Tað er ikki at siga. So tá
tey flestu noyðast út aftur,
eftir at hava tikið myndir og
pjátrað fyri hesum smáu so-
leiðis, sum nú verður gjørt
ein slíkan dag, verður kort-
ini onkur, sum hevur gingið
í fyrsta flokki fyri langari
tíð síðan, sitandi eftir eina
løtu, meðan tær báðar
Miriam og Jonna royna síni
kynstur at fáa børnini at
taka við skúlanum sum ein-
um nátúrligum parti av ger-
andisdegnum frá nú av.
Og uttan fyri bíða tey,
sum ikki eru við inni í
sjálvari skúlastovuni. Standa
í gongini ella eru farin runt
í Gamla Skúla at hyggja og
kanska minnast aftur á, tá
tey sjálv gingu her.
– Jú, her havi eg eisini
gingið, Tvær stovur vóru tá,
minnist ein omma, sum
komin er higar í dag. Eitt
rúm var í endanum, har tey
goymdu kol. Men har er
helst wc í dag, eru vit samd
um, tí hurð er har, og trapp-
an upp á loftið er beint við
síðuna av, so wc má vera
aftan fyri hina hurðina.
Skúlastjórin er ikki við
inni í tímanum. Hann
greiðir okkum í gongini frá,
at hetta skúlasamstarvið
millum
Miðvágs-
og
Sandavágs Kommunur er
frá 1961, tá skúlin varð
bygdur á Giljanesi. Áðrenn
ta tíð vórðu skúlanir í Mið-
vági og Sandavági álitið.
Teir eru gamlir. Tann í Mið-
vági frá 1830, og tann í
Sandavági, sum vit standa í
í dag, er frá 1896. Gamli
Skúli í Miðvági verður tó
ikki brúktur til skúla í dag,
uttan til ymiskt frítíðarvirk-
semi í bygdini.
Men tað gingu bara
nøkur ár, til ásannað varð,
at skúlin á Giljanesi eisini
gjørdist ov trongur, og flutt
varð aftur í bygdirnar báð-
ar. Í Miðvági kom so
nýggjur skúli, har mið-
lingaflokkarnir fóru, með-
an tey yngstu ganga í skúla
í Sandavági.
– Her er gott at vera hjá
teimum smáu børnunum,
ásannar skúlastjórin. Lítil
ferðsla og friðaligt. Og
søguligt er tað eisini. Eitt
nú hevur kenda skald okk-
ara, barnaskaldið burturav,
Hans Andrias Djurhuus,
eisini verið lærari í hesum
skúlanum.
Í dag ganga 268 børn í
Miðvágs- Sandavágs Skúla.
Tey eru úr Sandavági, Mið-
vági og Vatnsoyrum, sum
hoyrir til Miðvágs Kom-
munu.
Lærararnir eru 26 í tali,
og tað man vera rímiliga
gott at vera lærari her, held-
ur Hans Jørgensen, skúla-
stjóri. Tí nógvir hava verið
leingi, og ongantíð er nakar
trupulleiki at fáa lærarar til
skúlan.
Tá skúlagongdin byrjaði
aftur, vóru fýra lærarar við
skúlan, sum høvdu verið
lærarar í 30 ár, og ein, sum
hevði verið tað í 25 ár. Um
ikki øll árini, sum onkur tó
hevur verið, so tey flestu
júst við Miðvágs- Sanda-
vágs Skúla.
Fyrsti skúladagur
Nýggi skúlastjórin við Miðvágs- Sandavágs Skúla hevði eisini
sín fyrsta skúladag saman við fyrsta flokki í Gamla Skúla í
Sandavági
Tað er sera spennandi at byrja í skúlanum fyrsta dag. Ikki minst hjá foreldrunum, sum brúka
nógvan film ein slíkan dag
Skipað verður fyri
Føroyakvøldið í
kappróðrarneysti-
num á Glyvrum
hóskvøldið klokkan
19.00
FERÐAVINNA
Skipað verður í annað-
kvøld fyri enn einum av
teimum væl umtóktu Før-
oyakvøldunum í kapp-
róðrarneystinum á Glyvr-
um. Kunningarstovurnar
í Eysturoy standa fyri, og
atgongumerki
kunnu
keypast á kunningar-
stovunum í Fuglafirði og
í Saltangará.
Kvøldið verður skipað,
sum tey vanliga plaga at
verða. Farið verður til
borðs, har borðreitt er við
serligum, føroyskum mati.
Framsýningar
verða
við serligum klædnasnið-
um. Tað eru Snældan av
Strondum og Tøting í
Gøtu, sum standa fyri
hesum partinum.
Mentanin er sum vera
man eisini við. Upplestur
verður, har greitt verður
frá føroyska samfelag-
num, søgu og mentan,
eins og føroyskur dansur
eisini er á skránni. Hon-
um fer Dansifelagið á
Látrinum av Eiði at
standa fyri. Tey fara at
sýna vanligan dans eins
og dansispøl, og sjálv-
sagt sleppa gestirnir eis-
ini upp í ringin, áðrenn
endað
verður,
sigur
Kunningarstovan í Sal-
tangará, í tíðindaskrivi,
sent er um dagarnar.
ej
Føroyakvøld
á Glyvrum
– Men nú ein tíð er
farin, mugu vit
ásanna, at hetta húsið
skuldi ikki verið leig-
að til sjúklingahotell,
tí tað er í so ringum
standi, sigur Leiðarin
á Hotell Tórshavn í
Keypmannahavn
HOTEL TÓRSHAVN
Áki Bertholdsen
– Tað er onki at siga til, at
tey, sum skulu vera á Hotell
Tórshavn í longri tíð, eru
ónøgd.
Ina Frisdahl, leiðari á sjúkl-
ingahotellinum Tórshavn
skilir væl, at summir sjúkl-
ingar eru misnøgdir við
umstøðurnar á sjúklinga-
hotellinum
Tórshavn
í
Keypmannahavn, tí hon
ásannar, at rættiliga nógvir
trupulleikar standast av, at
húsið er í so ringum standi.
Men hon sigur, at sjúkl-
ingar og teirra avvarðandi
mugu ikki sita eftir við eini
fatan av, at leiðslan á hotell-
inum onki ger við við trup-
ulleikarnar, tí onki kann
vera meiri skeivt enn tað.
– Vit arbeiða alla tíðina
fyri at bøta um trupulleik-
arnar.
Men samstundis sigur
hon, at høvdu tey havt
somu vitan um húsið, tá ið
tey leigaðu tað, sum tey
hava nú, hevði tað aldrin
verðið leiga til sjúklinga-
hotell, tí tað er í so ringum
standi.
– Men alt hetta eru trup-
ulleikar, sum eru komnir til
sjóndar eftir at vit leigaðu
húsið og sum vit ongan
møguleika høvdu at kenna
til, tá ið sáttmálin varð
undirskrivaður.
Og av tí sama sigur hon
eisini, at tað tekur langa tíð
at koma trupulleikunum til
lívs og tilsamans er talan
um arbeiðið fyri millióna-
upphæddir, og sum tosast
skal um við tann, sum eigur
alt húsið.
Smittuvandin
við
legionellabakteriuni, sum
greitt er frá í aðrari grein, er
bara tann seinasti í røðini
av trupulleikum, sum tey
hava at dragast við á hotell-
inum.
Serligt ljós varð varpað á
viðurskiftini á Hotel Tórs-
havn eftir at tað herfyri
kom fram, at eitt fólk á
hotellinum
varð
blivið
smittað við legionellabakt-
eriu.
Og í gjár greiddu tveir
sjúklingar
frá,
hvussu
ónøgdir teir vóru við um-
støðurnar, eitt nú var
svampur í summum kømur-
um, skipanin, sum luftar út,
virkar ikki, onki fríøki er
rundanum og hotellið er
mangan yvirfylt.
Arbeiða alla tíðina
Ina Frisdahl ásannar, at
trupulleikarnir eru stórir,
men at tey alla tíðina ar-
beiða fyri at bøta um støð-
una.
Hon sigur, at stórar ábøt-
ur eru gjørdar á húsið, so
tey kemur heilt óvart á tey,
at trupulleikarnir eru so
stórir, sum teir nú vísa seg
at vera.
– Sjálvsagt er tað strævið
hjá sjúklingunum og teirra
avvarðandi, men tað er
eisini strævið hjá okkum,
sum arbeiða her, tí tað fer
rættiliga nógv arbeiðsorka
til at royna at loysa teir
ymsu trupulleikarnar, men
hetta eru trupulleikar, sum
vit ikki eru harrar yvir.
–
Trupulleikin
við
svampi tók seg upp fyri
nøkrum mánaðum síðani,
men eisini tá varð embætis-
læknin tilkallaður og hann
hevur staðfest, at svampur-
in er púra vandaleysur fyri
fólk, so hóast tað er keðiligt
við svampi er elva teir ikki
til vanda.
– Men vit hava gjørt fyri-
bils ábøtur, har svampur er
staðfestur, men í longdini
verða tey rúmini isolerað av
nýggjum.
Somuleiðis ásannar hon,
at skipanin, sum luftar út,
ikki virkar sum hon skal,
men eisini tað brekið verð-
ur arbeitt við at bøta uppá.
Vaksið næstan 50%
Leiðarin
á
hotellinum
ásannar eisini, at tað er ein
trupulleiki, at hotellið er
yvirfylt til tíðir.
– Men har mugu vit hava
í huga, at talið av sjúkling-
um, sum verða sendir úr
Føroyum til Danmarkar til
viðgerð, er munandi vaksið
hesi seinastu tvey, trý árini.
– Fyrra hálvár í ár høvdu
vit næstan 50% fleiri gist-
ingar enn vit høvdu fyrra
hálvár í fjør og tað er sjálv-
sagt, at tað leggur stórt trýst
á hotellið.
Ina Frisdahl sigur, at
fyrra hálvár í fjør høvdu tey
8.052 gistinginar á hotellin-
um, men fyrra hálvár í ár
hava tað verið 11.828 gist-
ingar.
– Hetta hevur ført við
sær, at vit viðhvørt hava
verið noydd at leiga fleiri
kømur aðrastaðni í býnum,
tí pláss er ikki fyri øllum.
Sosatt ásannar hon eisini,
at tað gista fleiri ferðir so
nógv fólk á hotellinum enn
tey upp á nakran máta
væntaðu, tá ið tey leigaðu
húsið.
– Men hetta er heldur
ikki ein spurningur, sum vit
eru harrar yvir, tí tað kemst
av, at alsamt fleiri sjukling-
ar verða sendir til Dan-
markar til sjúkuviðgerð.
Hon eigur, at ein onnur
orsøk til, at gongdin hevur
verið soleiðis, er, at før-
oyskir sjúklingar hava so
nógv avvarðandi við á
hotellið.
– Í so máta hava føroy-
ingar rættiliga góðar sømd-
ir, tí tað vísir seg, at næstan
90% av øllum føroyskum
sjúklingum hava avvarð-
andi við sær á hotellið.
Hinvegin eru tað bara
25% av sjúklingunum, sum
koma úr Grønlandi til Dan-
markar, sum hava avvar-
ðandi við.
– Vit síggja javnan, at
sjúklingar úr Føroyum hava
alt húskið niður við sær og
tað skapar trupulleikar, tí
tað var heldur ikki ætlanin
við hotellinum.
– Tað er serliga um
summarið, at hetta er ein
trupulleiki. Men tað er
kanska onki at siga til, tí tað
er sera bíligt at gista her,
tey avvarðandi betala bara
200 og 300 krónur um
dagin við øllum matinum.
– Tað rætta hevði sjálv-
sagt verið, at tey, sum eru
her leingi, høvdu tvey køm-
ur, eitt at sova í og eitt at
vera í um dagin, men tað er
ógjørligt, so leingi vit ikki
hava meiri pláss enn vit
hava til tær gistingar vit
hava.
Men hetta er eisini ein
trupulleiki, sum tey arbeiða
við, og onkur tiltøk verða
sett í verk í næstum.
– Hetta er fyrst og fremst
eitt hotell fyri sjúklingar og
tí fara vit at seta strangari
reglar í verk fyri, hvussu
nógv avarðandi teir kunnu
hava við sær.
Hon sigur, í vanligum
førum sleppa sjúklingar her
eftir bert at hava ein av-
varðandi við, men er talan
um sjúk børn, kunnu tey
sjálvsagt
hava
bæði
foreldrini við.
Í serligum førum kunnu
sjúklingar sjálvsagt hava
fleiri avvarðandi við.
Vit mæla eisini frá, at
avvarðandi børn ikki eru ov
leingi á hotellinum, tí um-
støðurnar hjá teimum eru
ikki serliga góðar, men tey
eru sjálvsagt vælkomin at
ferðast í eina tíð.
Hvørji onnur stig verða
tikin, er ikki greitt, men
hetta er ein spurningur, sum
nú verður tikin upp við
Landsstýrið.
Liggur væl fyri
Annars er Ina Frisdahl ikki
samd í, at hotellið liggur
illa fyri.
– Tað er 15 minuttir at
ganga yvir á Ríkissjúkra-
húsið. Fælledparken, sum
er eitt stórt fríøki við fót-
bóltsvøllum, svimjihøll og
øðrum ítrivum, er 10 min-
uttir frá til gongu. Tað eru
fimm minuttir at ganga til
bussar og 10 minuttir til
jarnbreytarstøð.
– À hotellinum hava vit
koyristólar til tey, sum ikki
orka at ganga, og tey, sum
eru so illa fyri, hava onkran
avvarðandi,
sum
kann
hjálpa teimum.
– Men vit hava eisini
prutl til brekað til tey, sum
eru her í longri tíð, og sum
ikki fáa gingið.
Og í næstu framtíð verð-
ur eisini garðurin við sjálvt
hotellið gjørdur, so fólk
kunnu eisini vera har og
børn kunnu spæla har.
– Men tað skal heldur
ikki gloymast, at føroyingar
raðfesta ógvuliga høgt, at
hotellið liggur so mitt í
býnum sum gjørligt og tí
bleiv tað hetta húsið.
Hinvegin hava grønlend-
ingar keypt eitt niðurlagt
røktarheim. Tað liggur eitt
sindur uttanfyri býin, men
afturfyri fingu teir eitt hús,
sum er sera væl hóskandi til
brekað við stórum fríøki
rundanum.
Tey, sum eru á Hotell
Tórshavn fáa í næstu fram-
tíð eisini møguleikar fyri
ymsum ítrivi.
– Vit fara at gera eitt rúm
við ymsum amboðum og
ymsari útgerð, har fólk
kunnu stytta sær stundir við
ymsum handaligum ítrivi.
Hotellið hevur fingið
eina gávu upp á 50.000
krónur frá einum fólki, og
tær skulu nú brúkast til
hetta endamálið.
Ein atfinning hevur ver-
ið, at hotellið ikki hevur ein
buss, men tað hevur hotell-
ið ikki havt ráð til enn.
– Vit kundu sjálvsagt
havt keypt ein buss við
teirri játtan vit hava, men
fyribils vilja vit heldur
brúka peningin til onnur
endamál, sum vit halda eru
meiri átrokandi, sigur Ina
Frisdahl.
Eitt nú er betri matur og
sjónvarp á kømrini raðfest-
ur hægri enn bussurin í løt-
uni.
Annars sigur hon, at pen-
ingur er savnaður til ein
buss til hotellið, men nær
hann kemur, veit hon ikki.
Fyribils hava tey fingið
150.000 krónur frá Føroya
Sparikassa og einar 80.000
frá Verkamannafylkingini,
sum varð tikin av og tann
peningurin er settur á konto
til bussin til bussin.
– Sostatt er onki meiri
ósatt enn at vit onki gera
við trupulleikan. Vit eru
fullgreið yvir trupulleikan
og eru hørm um støðuna.
Men trupulleikin er, at tað
er sjálvur bygningurin, sum
er í ringum standi, og skal
hann gerast í góðan stand,
er krevur tað milliónaupp-
hæddir, men Rom varð ikki
bygdur eftir einum degi,
sigur Ina Frisdahl.
Sjúklingarnir fáa nú betri
umstøður á Hotell Tórshavn
–Vit eru fullgreið yvir trupulleikan og eru hørm um støðuna. Men trupulleikin er, at tað er sjálvur
bygningurin, sum er í ringum standi. Men vit arbeiða alla tíðina fyri at bøta um støðuna, sigur
Ina Frisdahl, leiðari á Hotell Tórshavn
C
M
Y
K
5
4