mikudagur 21. august 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í annaðkvøld sleppa
tey á sjúklingahotell-
inum Tórshavn í
Keypmannahavn
aftur í bað
SMITTUVANDI
Áki Bertholdsen
Nú er ongin vandi longur
fyri at fáa legionersjúkuna
á Hotell Tórshavn í Keyp-
mannahavn.
Tað var herfyri at ein
sjúklingur á Hotel Tórs-
havn bleiv sjúkur av Legi-
onella bakteriuni og síðani
er staðfest at bakterian var í
vatnskipanini í bygningin-
um, sum hotellið er í og at
tað tí var sannlíkt, at tað var
haðani, atr smittan stavaði.
Legionella kann føra til
lungnabruna, sum kann
gerast hættisligur og tí
vórðu beinanvegin tiltøk
sett í verk fyri at fyribyrgja
at fleiri fingu smittuna.
Tó sigur embætislæknin í
Keypmannahavn í eini leið-
beining til sjúklingar og
starvsfólk á hotellinum, at
smittuvandin er sera lítil.
– Legionella er ein trup-
ulleiki nógva staðni, serliga
í stórum húsum, sigur Ina
Frisdahl.
Embætislæknin í Keyp-
mannahavn sigur, at legion-
ella nørist væl, har tað er
heitt og vátt og trívist tí væl
í vatnskipanunum við heit-
um vatni.
Hon nørist best í hita
ímillum 20 og 45 hitastig
og trupulleikarnir standast
ofta av, at hitin á tí heita
vatninum verður lækkaður
fyri at spara.
– Hetta var ikki ein trup-
ulleiki, sum vit á hotellin-
um kundu gera nakað við,
tí tað er vatnskipanin í øll-
um bygninginum, sum ikki
var nóg heit, sigur Ina Fris-
dahl.
Smittuvandin av
Hon sigur, at tá ið trupul-
leikin tók seg upp, vóru
bæði
serumsinstituttið,
landslæknin í Føroyum og
embætislæknin í Keyp-
mannahavn kunnað um
støðuna.
– Embætislæknin hevur
síðani verið á hotellinum
og greitt starvsfólki og
sjúklingum frá, hvussu tey
skulu fyrihalda sær.
Eitt nú skuldu tey við
hjarta- og lungnasjúkum og
tey við veikari immunverju,
ikki fara undir brúsu, fyrr-
enn trupulleikin var bastur.
Tey skulu vaska sær við
lappa frá hálsinum og nið-
ureftir og omanfyri hálsin
máttu tey bara brúka vatn,
sum hevði verið kókað.
– Annars hava tey havt
møguleikan fyri at fara í
bað í eini svimjihøll, sum
er 10 minnutir frá hotellin-
um.
Ina Frisdahl sigur, at og
verða leiðbeiningarnar frá
embætislæknanum fylgdar,
er ongin vandi á ferð.
Hon sigur, at síðani trup-
ulleikin varð staðfestur,
hevur verið arbeitt við at
loysa hann og nú er vandin
av.
– Eitt nú er hitin í heitt-
vatnsskipanini settur upp
og tey hava fingið vissu
fyri, at hann hann verður
ikki lækkaður niður um
lágmarkið aftur.
Síðani eru øll rørini
reinsað og allir tangar
tømdir og reinsaðir.
– Sostatt er ongin smitt-
vandi longur á hotellinum
og í annaðkvøld verða øll
trygdartiltøk avblást og tá
kunnu øll fara aftur í bað
sum vant.
Nú er ongin smittuvandi longur á Hotel Tórshavn
Smittuvandin, sum stóðst av legionellabakterim í
vatnskipanini í húsinum, har sjúklingahotellið Tórshavn í
Keypmannahavn húsast í, er nú bastur
ALMENNUR
FLAGGDAGUR
Í morgin og fríggjadagin
verður flagg vundið á stong
á øllum almennum stovn-
um í landinum.
Hesum hevur Løgmans-
skrivstovan boðað frá, og
verður hetta gjør í sam-
bandi við, at forsætisráð-
harri Íslands, Dávið Odd-
son.
Forsætisráðharri Íslands
kemur higar at hitta løg-
mann og starvsbróðirin úr
Grønlandi, Jonathan Motz-
feldt, sum kemur higar á
ríkisfund saman við Anders
Fogh Rasmussen, forsætis-
ráðharra Danmarkar.
el
Flagga fyri forsætis-
ráðharra Íslands
6
Nr. 158 - 21. august 2002
Nr. 158 - 21. august 2002
7
- TÍÐINDI TIL SJÓFÓ
á
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið
C
M
Y
K
7
6
Í Býin
- hvønn hósdag
Vilja tygum við
Ynskja tygum at lýsa í teiginum Í Býin, so
fyllið út henda lepan og sendið hann til
Sosialin, boks 76, FO-110 Tóshavn
- ella Fax: 31 47 20
Tekstur
Í Býin
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
Fríggjakvøldið skip-
aðu tónleikafelagið
Sjey 00 og Klaksvíkar
Ítróttarfelag fyri
diskoteki fyri ungum
undir 18 ár í Klaks-
vík. Karmur um
diskoteki var Logn-
brá, sum hevur staðið
so at siga tómt og
órørt, síðani tað lat
aftur fyri hálvum
øðrum ári síðani
UNGDÓMSDISKOTEK
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Louis Poulsen
úr Tónleikafelagnum Sjey
00 sigur, at tað vóru rætti-
liga nógv fólk í diskotek
fríggjakvøldið.
– Vit hava enn ikki gjørt
heilt upp, men tað mundu
vera upp móti einum 200
fólkum hetta kvøldið, og
tað er bara heilt gott, heldur
Louis.
Hann greiðir frá, at tey
flestu, sum vóru har vóru í
aldrinum 15 til 18 ár. Og
tað er júst tann aldursbólk-
urin, sum gjørdi bart á Post-
húshorninum í Klaksvík á
Føstulávint í ár, tí tey vildu
vísa sína ónøgd við at onki
diskotek var fyri ung undir
18 ár í Klaksvík.
Bíðaðu uttanfyri
Diskotekið byrjaði á mid-
nátt. Ofta hevur verið fílst
á, at í Klaksvík fara fólk
ikki í býin eitt vikuskiftis-
kvøld fyrr enn klokkan líð-
ur móti tvey ella hálvgum
trý. Men so er ikki við
teimum ungu. Louis sigur,
at tey stóðu uttan fyri og
bíðaðu til dyrnar lótu upp.
– So ikki kann annað sig-
ast enn, at tey ungu hava
glett seg til at sleppa at
dansa aftur, sigur Louis og
leggur aftur at, at tann, sum
seldi atgongumerki var
pottaður eina løtu.
Annars var gott lív í
diskotekinum allatíðina og
fólk lótu til at vera í góðum
lag og avbera glað fyri at
sleppa at dansa aftur. DJ
var Kristian Joensen, og
hann er vælumtóktur í
Klaksvík.
Louis Poulsen sigur ann-
ars, at diskotekið fríggja-
kvøldið var ein roynd fyri
at vita um áhugi framvegis
var fyri diskoteki millum
tey ungu. Og nú áhugin av
sonnum er staðfestur, so
væntar hann, at KÍ og Sjey
00 saman fara at halda fram
við at skipa fyri diskoteki í
Lognbrá framyvir. Um tað
kemur at verða hvørt viku-
skiftið ella annaðhvørt, tað
er ikki greitt enn.
Góð inntøka
Louis Poulsen sigur, at
hesin møguleikin fyri at
skipa fyri diskoteki saman
við Klaksvíkar Ítróttarfelag
er eitt gott fíggjarligt íkast
til Tónleikafelagið.
– Tað er so stutt síðani, at
felagið bleiv sett á stovn og
okkara uppgáva er fyrst og
fremst at fáa bólkar her og
aðrastaðni frá hendanvegin
at spæla til konsertir og
annað tílíkt. Men hetta høvi
at skipa fyri diskoteki er
eisini bara gott fyri okkum,
sigur Louis Poulsen, sum
leggur aftur at, at Tónleika-
felagið ikki hevur nakrar
aðrar inntøkumøguleikar
uttan diskotekið sum nú er.
KÍ fegnast vegna
ungdómin
Heri Ellingsgaard sigur frá
KÍ, at tá felagið av fyrstan
tíð tók avgerðina um at lata
Lognbrá aftur, var tað tí, at
tað vóru ætlanir um at gera
allan tann norðara endan av
KÍ høllini í stand, men tær
ætlaninar verða nú fyribils
av ongum, tí frítíðarskúlin,
sum hevur leigað hølið frá
KÍ nú fer í annað hølið. So
leiðslan í KÍ mátti finna
aðrar inntøku vegir í staðin
fyri leigusáttmálan við frí-
tíðarskúlan.
– Vit fegnast vegna tey
ungu, at tey nú aftur hava
møguleika til at kunna fara
í diskotek, sigur Heri.
Hann greiðir frá, at hetta
farna árið ella gott tað,
síðani Lognbrá lat aftur,
hevur frítíðarskúlin, sum
hoyrir
til
dagstovnin
Mylnuhúsið, hildið til á
loftinum í KÍ høllini, með-
an sjálvt Lognbrá, sum er
niðri undir, hevur staðið
tómt.
– Vit hildu ikki, at tað fór
at egna seg so væl at hava
diskotek í Lognbrá í viku-
skiftinum, og so frítíðar-
skúla gjøgnum vikuna, tí
tað er ongin loyna at tað
kann til tíðir ganga nokk so
harðliga fyri seg, tá disko-
tek er. Her hugsi eg serliga
um viðferðina ið hølið fær,
tá tey ungu savnast til disk-
otek. Og inngongdin til frí-
tíðarskúlan og Lognbrá er
tann sama.
Men nú hevur frítíðar-
skúlin boðað nevndini í KÍ
frá, at tey hava fingið onnur
høli, sum tey fara at flyta í
seinni í ár, og tí gjørdist tað
neyðugt hjá KÍ at fara at
finna sær aðrar inntøku-
møguleikar ístaðin.
Heri dylir heldur ikki
fyri, at tað er eitt stórt press
upp á, at fáa diskotek til tey
ungu aftur í Klaksvík. Og
diskotekið hevur verið í
Lognbrá í nógv ár eftir-
hondini.
– So vit koyrdu diskotek-
ið sum eina roynd fríggja-
kvøldið, og tað letur til at
tað eydnaðist væl. So nú er
bert eftir hjá okkum at
finna út av, hvussu ofta
diskotek skal vera. Tað er
Tónleikafelagið Sjey 00,
sum skipar fyri, men vit
hava lagt teimum eina við,
at so longi sum frítíðarskúl-
in framvegis heldur til í
hølinum í erva, so má tað
vera reint og ruddiligt hjá
teimum at koma har mána-
morgun, sigur Heri Ellings-
gaard.
Høllin treingir til
umvæling
Heri sigur eisini, at tað er
ongin loyna, at KÍ høllin
treingir til eina kerliga
hond. Gólvið í sjálvari høll-
ini er í sera vánaligum
standi og eisini hevur tekj-
an likið illa til tíðir. Men
tað er ikki so ringt nú.
– Tað er eitt ivamál, hvat
fer at henda við KÍ høllini í
nærmastu framtíð. Tað er
ikki bert høllin sjálv, sum
treingir til umvæling, tað er
allur bygningurin, sum
hann er. Vit høvdu sum sagt
ætlanir um at gera norðara
endan í stand. Tað vil siga,
at innrætta tað til ein frítíð-
arskúla og so møguliga
gera eina matstovu eisini,
har fólk kundu havt møgu-
leika til at sett seg niður at
njóta eitt ella annað etandi
ella drekkandi, men við tað
at frítíðarskúlin nú flytur í
onnur høli, so er tað líka-
sum ikki aktuelt longur. Tí
hava vit fyribils lagt allar
tær ætlaninar á hillina. Tí
vit meta, at tað er stórur
munur á, hvat annað kann
vera í sama høli sum ein
frítíðarskúli og so eitt ung-
dómsdiskotek, sigur Heri
Ellingsgaard at enda.
So var aftur diskotek í Lognbrá
Tey ungu undir 18 ár í Klaksvík fáa nú teirra diskotek aftur. KÍ og Tónleikafelagið Sjey 00 fara
framyvir at skipa fyri diskotekið aftur í Lognbrá