Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. august 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 158 - 21. august 2002 Nr. 158 - 21. august 2002 9 Høgguslokkatíð inni á firðunum Nú fleiri grindir leggja beinini, hevði verið áhugavert, um menn gjørdu nakrar royndir at veiða høgguslokk inni á teimum firðum, har høgguslokkur plagdi at standa HØGGUSLOKKUR Vilmund Jacobsen Fyri smáum 20 árum síðan var rættiligt høgguslokka- rok inni á nøkrum av firð- unum kring landið. Menn riggaðu seg til sum best, og hetta var ein óføra stuttligur fiskiskapur. Nógvir, sum royndu, høvdu ongantíð veitt høgguslokk áður og vistu tískil ikki, at hvør ein- asti høgguslokkur, sum kemur úr vatnskorpuni, ger eitt tjúkt sproyt við "blekki" eftir tí sum fyri er. Tað ráddi um at vera í oljuklæð- um og onkrum uppi á høvdinum. Annars sást tú út, sum hoyrdi tú ikki heima her á landi, men onkustaðni í Afriku! Andlit og hár vórðu rakt av »blekkinum«, og stundum noyddist tú at taka eitt klædnaplagg eftir andliti- num fyri yvirhøvur at skula síggja nakað. Smábátar og deksfør fingu nógvan høgguslokk – ja, upp í tons, tá ið best lá fyri. Men stutt tíð gekk; so vóru goymslur- nar á flakavirkjunum kring landið fullar, ella hættaðu virkisleiðslurnar sær ikki at keypa meira, tí tær vistu ikki, um tær fóru at sleppa av aftur við agnið. Pláss skuldi sjálvandi eisini vera fyri teirri dagligu fram- leiðsluni, sum var fiskur. Nógv broytt Hetta var í eini tíð, tá ið møguleikarnir at frysta vóru nógv, nógv meira av- markaðir enn í dag, nú fleiri frystigoymslur eru bygdar, og samlaða mót- tøkuorkan í landinum er velduga stór. Teir, sum fiskaðu, harm- aðust um, at teir noyddust at gevast, men her var einki at gera, tí skuldi høggu- slokkurin veiðast, mátti hann eisini frystast. Hetta var eitt óvanligt ár til høgguslokk; tað vistu allir, og fleiri ár kundu ganga, til slíkt høggu- slokkarok gjørdist veruleiki aftur. Inni á Tangafirði, Kald- baksfirði, á Funningsfirði og norðuri í Sundunum lógu bátarnir so tættir sum í grind. Nógva aðrastaðni kring landið fekst eisini høgguslokkur. Tá ið goymslurnar vóru fullar á einum virki, varð ringt og spurt aðrastaðni, um teir vildu keypa, men skjótt var eingin keypari eftir, og bát- arnir góvust at fiska. Minnist, at eftir at eingin keypti meira hetta árið, var framvegis nógvur høggu- slokkur at fáa. Var eitt kvøldið við seiðadorg á Eystnesi og damlaði heim móti Nesbygd. Allan vegin heimeftir var dorgin full av høgguslokki, men her var einki annað at gera enn at krøkja av og blaka útaftur. Tað var ikki lætt, tí nú var agnhald á húkinum, meðan vanligu høgguslokkapilkar- nir eru »reinir« og hava einki agnhald. Nú er tíðin Fyri sløkum 20 árum síðan hildu menn, at nakað av høgguslokki man vera inni á firðunum á hvørjum heysti, og kanska er nakað um tað. Men royndin man ikki vera tann stóra, tá ið hendan tíðin er. Áhugavert hevði tó verið, um menn, sum búgva nær gomlu høgguslokkaf irðunum, funnu sær pilkarnar fram og gjørdu nakrar royndir, nú grindir leggja beinini kring landið. Grindahvalurin etur høgguslokk, og tí kann hugsast, at tað er høggu- slokkurin, hann gongur eftir, nú grindabólkar eru at síggja nær landi. Høgguslokkurin, sum fingin varð í sínari tíð, royndist ómetaliga væl sum agn, og júst hendan veturin var útróðurin góður, so leingi føroyskur høggu- slokkur fekst. Einki virki brendi inni við tí, tey keyptu. Tað var nevniliga gravgangur eftir hesum frálíka agni, ið var fryst púra fekst. Nú grindir leggja beinini, hevði verið áhugavert, um menn gjørdu nakrar royndir at veiða høgguslokk. Hetta er tíðin, tá ið tann nógvi høgguslokkurin fekst fyri smáum 20 árum síðan. Mynd: Rúna Sivertsen Úr Barentshavinum í Irmingarhavið til onga nyttu Togan er millum før- oyskar og grøn- lendskar myndugleik- ar um kongafiska- kvotuna í Irmingar- havinum. - Eg haldi, at lands- stýrið átti at skorið ígjøgnum og latið okkum fiskað kvot- una, sum eftir er, í altjóða sjógvi, sigur reiðarin á Akrabergi, Anfinn Olsen FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Akraberg liggur í løtuni á Reykjavík, og ivasamt er, hvat skipið nú fer at gera. Teir loystu úr Føroyum, 8. august og fóru í Irmingar- havið at royna eftir konga- fiski. Men bert fáir dagar gingu, so fekk reiðaríið at vita frá Fiskimálastýrinum, at teir skuldu gevast at fiska, tí kvotan er uppi. Tí- skil varð fiskiloyvið hjá Akrabergi í Irmingarhavi- num sett úr gildi. Reiðarin á trolaranum, Anfinn Olsen, sigur seg ikki skilja, hví hetta er so, tí sambært fiskiveiðiavtaluni við Grønland um konga- fiskiskapin í Irmingarhavi- num skuldu 500 tons verið eftir at fiska. - Men vit noyðast fyribils at ásanna, at Akraberg kom heim úr Barentshavinum til at fara í Irmingarhavið at royna, men at hetta var til onga nyttu, sigur hann. Togan millum Føroyar og Grønland Reiðarin vísir á, at samlaða DFG-kvotan (Danmark, Føroyar og Grønland), sum hon verður rópt, er uppá góð 24.000 tons, og av hes- um eiga føroyingar 3.400 tons. -Hetta er ein kvota, sum hoyrir undir kongaríkið, men sum vit bara fáa ein lutfalsliga lítlan part av. Grønland, sum strandaland til henda kongafiskin, fer avstað við stívliga 20.000 tonsum, sum teir í størstan mun lata ES. Henda kvotan skiftir eftir TAC’num á kongafiski í Irmingarhavi- num, men prosentbýtið liggur nøkulunda fast. Anfinn vísir á, at sam- bært avtaluni, hava føroy- ingar møguleikar fyri øktari kvotu í tveimum umførum. - Fyrr ferð, heimild er at økja kvotuna, er 15. juli, men treytin er, at tá skulu ikki vera fiskað meira enn 5.000 tons av føroyskum og grønlendskum skipum til- samans. Hendan dagin vóru meira enn tey 5.000 tonsini veidd, og tí fingu vit onga eykakvotu. Seinnu ferð, heimild er at hækka kvot- una, er 10. august, og tá er treytin, at veiðan ikki skal vera farin um tey 8.000 tonsini. Reiðarin sigur, at tá ið farin var um hendan dagin, vóru minni enn 8.000 tons fiskað, og tí skuldu føroy- ingar sambært sáttmálanum fingið 500 tons aftrat. - Hetta var orsøkin til, at Akraberg kom heim úr Barentshavinum og síðan fór á kongafiskaveiði í Ir- mingarhavið. Men her noyddust teir at gevast, tí Fiskimálastýrið boðaði frá, at kvotan kort- ini var uppi. Ikki sambært sáttmálanum - Eg haldi ikki, at tað, sum er hent, er sambært sátt- málanum við Grønland, sigur Anfinn Olsen, sum heldur, at fiskivinnumynd- ugleikarnir í Føroyum áttu at trýst meira á til tess at varðveita hesi rættindi. Anfinn heldur, at lands- stýrið t.d. kundi gingið við til, at tað, ið sambært sátt- málanum er eftir av kvot- uni, varð fiskað í altjóða sjógvi. - Men hetta er ivaleyst ein samlaða meting, sum landsstýrið ger mótvegis teimum avtalum, vit hava við Grønland, sigur hann. Hví landsstýrið sigur, at kvotan er uppi, veit Anfinn ikki rættiliga at siga okk- um, men hann hevur fingið at vita frá myndugleikun- um, at málið um hesi sein- astu 500 tonsini er ikki slept. Reiðarin vísir á, at fyribils liggur Akraberg í Reykjavík, tí teir vilja vera so nær leiðunum í Irming- arhavinum sum tilber, um málið verður loyst komandi dagarnar. - Vón er í hangandi snøri, plaga vit at siga, og so- leingi, sum málið ikki er slept, vóna vit, at tað verður loyst, soleiðis at vit sleppa aftur í Irmingarhavið at fiska av tí, ið eftir er. Annars er at siga um DFG-kvotuna, at meðan Grønland letur ES fara av- stað við meginpartinum av teirra kvotu, býta Føroyar ikki sína kvotu við aðrar, men fiska hana sjálvir. Bert eitt grøn- lendskt skip Sum skilst, hava grønlend- ingar bara eitt skip á konga- fiskaveiði í Irmingarhavi- num, og hetta skipið hevur ógvuliga góðar veiðimøgu- leikar. - Meðan føroyingar bara kunnu fiska í altjóða sjógvi í Irmingarhavinum og í grønlendskum sjógvi, kann grønlendski trolarin eisini fiska í íslendskum sjógvi, har veiðan oftast er best í byrjanini av sesongini. Anfinn sigur, at Grøn- land og Ísland eru einastu strandalondini til konga- fiskin í Irmingarhavinum, og londini hava eina avtalu um, at tey kunnu fiska hjá hvørjum øðrum. Føroyskir og grønlendsk- ir myndugleikar tosa saman í hesum døgum. Jørgen Niclasen, fiskimálaráð- harri, er í Grønlandi, og í Føroyum hittir Anfinn Kallsberg, løgmaður, grøn- lendska landsstýrisfor- mannin og danska forsætis- ráðharran á ríkisfundi. - Vit hava eingi lyfti fing- ið um, at hetta málið kemur til umrøðu, men vit kunnu bara vóna, at so verður, sigur Anfinn Olsen, reiðari, at enda. Í løtuni er óvist, hvat Akra- berg, sum nú liggur í Reykja- vík, fer at gera. - Skipið kom úr Barentshavi- num fyri at fara í Irmingar- havið at royna eftir konga- fiski, men hetta hevur fyribils verið til onga nyttu, sigur Anfinn Olsen, reiðari. Mynd: Vilmund Jacobsen Mánadagurin var fyrsti skúladagur í Hoydølum. Dagurin var samstundis eisini tann síðsta byrjanin hjá Hanusi Samuel- sen, sum, eftir 43 ár í starvinum, tekur seinasta takið hetta skúlaárið STARVSTÍÐ Heri á Rógvi Ein serligur hátíðardámur var í luftini mánadagin. Í Hoydølum byrjaðu í alt 214 næmingar í 1.S og 1. HF. Fyrsti skúladagurin hjá næmingunum er eisini fyrsti arbeiðsdagurin hjá teimum mongu lærarunum, sum starvast á Føroya Studentaskúla & HF-skeiði í Hoydølum. Ein teirri er Hanus Samuelsen. Húsvík- ingurin Hanus byrjaði mánadagin sítt 43. skúlaár sum lærari á Føroya Studentaskúla. Kendi lær- arin í føroyskum verður í september 67 ár, og hetta merkir m.a., at Hanus gevst í starvinum sum tænastu- maður og lærari. Byrjanin Hanus Antoniussen Samu- elsen – Hanus í Skumpitoft – varð føddur 10. septem- ber 1936 í Húsavík. Hann er uppvaksin í Húsavík, men fór á ungum aldri til Havnar at ganga á prelim- iner skúla. Seinni fór hann á Studentaskúla. Hann tók matematiskt studentsprógv í 1956. Eftir at hava verið lærari í heimbygdini eitt skifti, fór hann á lærara- skúla, har hann varð lið- ugur í 1960. Sum nýútbúgvin lærari søkti og fekk hann starv á Føroya Studentaskúla. Hetta starvið hevur eftir øllum at døma ikki vera langt av leið, tí hann er enn í sama starvi. Hanus var tá 23 ára gamal. Studentaskúlin í 1960 var munandi øðrvísi enn hann, vit kenna í dag. Studenta- skúlin flutti í 1962 niðan í Hoydalar í gamla Sanatorii- bygningin. Tá var realskúli og studentaskúli saman. Hetta bar so við sær, at Hanus tey fyrstu árini undirvísti í at kalla øllum lærugreinum. Mestur hevur tað ligið ræðið fyri á øllum økjum, men tá gamla real- skipanin hvarv, og skúlin gjørdist studentaskúli burturav, og seinni eisini HF-skeið, so gjørdist Han- us lærari í føroyskum burt- urav. Hetta dámdi honum væl, tí honum hevur altíð dámað væl at lisið, og áhugin fyri føroyskum og nørrunum er stórur. Hesi mongu seinni árini hevur Hanus undirvíst í før- oyskum. Hann hevur hildið á, og næmingarnir hava verið nógvir, ið millum ár og dag hava sitið lið við lið og lýtt á Hanus og hansara frálæru og mál og bók- mentir. Sjálvur metir Hanus, at hann hesi skjótt 43 árini hevur havt í øllum førum 2000 næmingar undir hond. Hetta eru so nógvir, at tað er mestsum vónleyst at minnast allar, men treyðugt so roynir Hanus av og á at minnast aftur á sínar næm- ingar, og fleiri minnist hann sjálvandi. Tá Hanus verður 67 í heyst, so hevur hann rætt til at fara frá við fullari pensjón, men hann kundi eisini hildið fram, men Hanus miðjar ímóti, at hetta verður hansara sein- asta skúlaár. – Eg havi mental fyri- reikað meg til at fara frá í fleiri ár, og eg ætli mær eis- ini frá, so hetta verður mítt seinasta skúlaár, sigur Hanus Samuelsen. Við sínum 43 árum verð- ur Hanus Samuelsen eisini tann persónurin, ið hevur starvast longst av øllum á Føroya Studentaskúla. Erik Petersen var 41 ár á skúl- anum – tvey ár minni enn Hanus. – Tað er gott við eitt sindur av broyting. Tað er eisini rættiliga nógv, sum eg má seta meg inn í, tí alt broytist nógv í hesum tíð- um. Eg haldi kortini, at næmingarnir hava havt gott av einum eitt sindur eldri lærari, sigur Hanus Samu- elsen. Við nýggju Studenta- skúlakunngerðini gjørdist føroyskt at kalla høvuðs- lærugrein á studentaskúlan- um, og hetta merkti eisini fleiri tímar í føroyskum og eitt nú minni tímar í donsk- um. Hanus Samuelsen hel- dur eisini tað vera rætt, at føroyskt verður raðfest ovarliga, tí tað er ógvuliga týdningarmikið, heldur hann. 1.S Á skemainum í ár hjá Hanusi eru tríggjar flokkar. Ein á hvørjum árgangi hjá studentunum. Hetta gevur tilsamans tólv tímar um vikuna. 1. y verður tann seinasti 1.S-flokkurin, ið Hanus Samuelsen verður lærari hjá. Møguleikin er til stað- ar, at Hanus sleppur at seta húgvurnar á høvdið hjá 3.x, ið hann eisini undirvísir í føroyskum. Eftir skjótt 43 ár og meira enn 2.000 næmingar heldur Hanus ikki, at næmingarnir eru broyttir stórvegis. – Eg haldi ikki, at næm- ingarnir eru broyttir sum persónar, men tað eru meira rammurnar rundanum, sum eru broyttar við tíðini. Tað er jú stórur munur á sam- felagnum í sekstiárunum og tí í dag, sigur Hanus Samu- elsen. Hann heldur, at næming- arnir altíð hava verið ójavn- ir á, og tað vil so vera. – Tað er stuttligt at fáast við ungdóm. Eins og tað hevur verið stuttligt at undirvíst, sigur Hanus A. Samuelsen, sum, nú hann hevur sett hol á seinasta skúlaár, er fyrireikaður til at fara frá, men saknurin verður óivað stórur. Hanus A. Samuelsen : Síðsta byrjanin Hanus A. Samulsen byrjaði mánadagin fyri seinastu ferð eitt nýtt skúlaár á Studentaskúlanum í Hoydølum. Hetta verður hansara 43. ár sum lærari. Mynd: Finnur Justinussen. Eftir eina óvanliga stutta seming, undir- skrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Maskinmeistarafelagið nýggjan sáttmála. Maskinmeistararnar fáa við hesu semju somu hækking, sum handverkarnir fingu Tíðindaskriv Vinnuhúsið Partarnir møttust til seming á Hotel Føroyum kl. 17 í gjár. Longu 8 tímar seinri, um eitt-tíð- ina í gjárkvøldið, undir- skrivaðu Føroya Ar- beiðsgevarafelag og Maskinmeistarafelagið nýggja semju. Sáttmálin verður longdur við tveimum árum. Lønin hækkar við ávikavist 5% í ár og 5% aftur næsta ár. Av øðrum broytingum kunnu nevnast, at nærri reglur eru ásettar viðv. setanarskrivinum og reglur um tilkalluvakt eru komnar inn í sátt- málan. Harafturat hækkar eftirlønin við 2 % í ár og 2% aftur næsta ár. Maskinmeistararnar fáa við hesu semju somu hækking, sum hand- verkarnir fingu. Maskinmeistarafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava gjørt nýggjan sáttmála C M Y K 9 8