mikudagur 21. august 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 158 - 21. august 2002
Nr. 158 - 21. august 2002
11
Ríkisfundurin ígjár bar óivað dám av, at føroyska og
grønlendska fólkið ynskja størri politiskt sjálvstýri og
búskaparligt sjálvbjargni. Hetta var í øllum førum
tað, sum Anfinn Kalsberg, løgmaður, ætlaði at seta á
dagsskránna. Í Grønlandi er nýliga komið eitt drúgvt
álit um eina grønlendska sjálvstýristilgongd, so hetta
er neyvan farið aftur við borðinum uttan umrøðu.
Ein stórur partur í føroyska fólkinum – og ein ikki so
lítil partur í grønlendska fólkinum – hevur ynskt at
fáa víðgongt sjálvstýri, og í Føroyum eru stundum
nøkur málsøki tikin yvir, men í grundini er tað løgið,
at hesar tjóðirnar í Norðuratlantshavi ikki hava sett út
í kortið eina miðvísa sjálvstýristilgongd, bygd á skyn-
semi og fyrisitingarligar og búskaparligar veruleikar
fyrr enn eftir eitt búskaparligt skrædl.
Ríkisfundurin hevur ikki nakra formliga skrá, og tí
kunnu summi ivast í, um fundurin hevur nakran týd-
ning, men bara tað, at politisku ábyrgdarmenninir í
hesum trimum ríkispørtunum tosa saman, hevur
óivað týdning, og kann gera tað, at partarnir skilja
betur hvønn annan.
Forsætisráðharrin var herfyri í Grønlandi. Tá segði
hann, at grønlendingar fingu ikki rúmari sjálvstýri,
um teir ikki eisini miðaðu ímóti at fáa ein meira sjálv-
berandi búskap. Tað má og kann hann sjálvandi siga,
samstundis sum hann óivað ásannar, at grønlendingar
kunnu krevja nógv størri sjálvsavgerðarrætt uttan at
skorið verður í heildarveitingini, sum liggur um
tríggjar mia. kr.
Grønland hevur so stóran týdning fyri Danmark í
trygdarpolitiskum høpi, at Danmark má toyggja seg
langt, um grønlendingar seta hart ímóti hørðum.
Søgugransking og lívssøgur hjá donskum politikkar-
um vísa okkum í dag, at tá tann rættiliga nýskipaða
norðuratlantssamgongan, NATO, skuldi leggja út
kjarnorkuløðingar í evropeiskum londum, slapp Dan-
mark og Noreg undan. Danmark slapp m.a. undan, tí
Danmark stuðlaði so væl við at brúka Grønlandi. Har
var tann týdningarmikla støðin í Norðurgrønlandi og
har vóru eisini kjarnorkuløðingar, avdúkaðu søgu-
frøðingar fyri nøkrum árum síðani. Føroyar hava havt
týdning, men neyvan so stóran týdning, tí tær verða
lítið umrøddar.
Trygdarpolitikkurin hevur ikki so stóran týdning í
dag, men afturímóti samstarv. Samstarvið millum
ríkispartarnir tykist vera gott, hóast tað stundum hev-
ur verið heldur kaldligt millum føroyska heimastýrið
og donsku stjórnina seinastu árini. Vónandi skilja
partarnir hvønn annan og vónandi koma partarnir
skjótt í ta støðu, at teir tríggir partarnir veruliga eru
javnsettir í einum ríkisfelagsskapi. Ein felagsskapur,
ið vantandi sum frálíður verður umskipaður til ein
ríkjafelagsskap við trimum ríkjum – og ikki við
tveimum sjálvstýrandi økjum, sum sagt verður SO
mannminkandi í Norðurlandahøpi.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ríkisfundur í
sjálvstýrisglæmu
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari: Jústinus
Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Eg skal í hesi grein nevna
trý ting, sum treingja til
eina bøtandi hond
Edmund Joensen
løgtingsformaður
1. Framtaksgrunnurin
Reglurnar um Framtaks-
grunnin eigur løgtingið at
fáa sett uppá pláss aftur.
Tað hevur í alt ov langa
tíð verði skapt óróð og
ótrygleiki um ognirnar og
virksemið hjá Framtaks-
grunninum (Fiskavirking
og Fiskasøluni og øðrum
ognum hjá grunninum).
Ótrygleikin byrjaði tá íð
landsstýrið broytti reglur-
nar fyri Framtaksgrunnin,
soleiðis
at
landsstýris-
maðurin í praksis situr við
hvørjari eigaraavgerð í
kneppinum.
Upprunaligu reglurnar
vóru júst ætlaðar tí øvugta,
nevniliga
at
løgmaður
tryggjaði nevndini arbeiðs-
frið og tryggjaði, at avgerð-
irnar ikki vórðu politiskar.
Eg skal koma aftur til
málið um Framtaksgrunnin
í seinni grein.
2. Fjølmiðlaábyrgdarlóg
Fjølmiðlaábyrgdarlógin var
samtykt í løgtinginum í
1997 men er ongantíð sett í
gyldið fyri Føroyar, tí av
løgtinginum broytta upp-
skotið leyk ikki treytirnar
fyri ríkslógartilmæli. Síðan
hevur sitandi landstýri ar-
beitt við einum serføroysk-
um uppskoti, men heldur
ikki hetta er enn blivið til
nakað.
Fjølmiðlaábyrgdarlógin
má setast í gyldið. Tað ber
ikki til í einum framkom-
num samfelag, at vit ikki
hava skipaði viðurskiftir á
fjølmiðlaøkinum.
Tað hoyrir ongastaðni
heima, at partarnir sjálvir
eru í hornatøkum hvørja
ferð eitt hvørt ivamál er
viðvíkjandi pressuni. Fjøl-
miðlaábyrgdarlógin má set-
ast í gyldi skjótast gjørligt,
hon skal betur tryggja eina
objektiva pressu og rættvísa
viðgerð av persónum.
3.Pensionistar
Tað triðja málið eg ætla
mær at nevna hesuferð, er
viðvíkjandi pensiónum. Tá
ið pensiónistar skulu við-
gerðast skattliga, um teir
hava aðra intøku enn pen-
siónina, verður eisini renta
av innistandandi rokna sum
inntøka. Tað er skiljandi.
Men at skattur av rentuinn-
tøkuni, eisini telur við í
inntøkuna, tað tykist sera
órímulig.
Hetta eiga tingmenn at
kanna nærri og fáa broytt.
Eftirmetingar av lógum
og reglum eiga alla tíðina at
verða gjørdar. Tingmenn
mugu eisini sjálvir seta
fram uppskot um hetta. Tað
ber av góðum grundum
ikki altíð til at bíða eftir
landsstýrinum.
Bøtandi hond
Hans Birgir Hansen
Mr. Big
Eg helt av fystan tíð av ikki
nógv um bløðini, útvarp,
sjónvarp. Síðan hevur ein
fingið at sæð hvønn týd-
ning, hesi hava fyri føroy-
ingar, um vit skulu kunna
fylgja við.
Eg havi fingið greitt frá
ótrúliga nógvum í bløð-
unum, ið hevur gjørt støðu-
na greiðari mótvegis med-
menniskjum og øvugt, øll
hesi mótvegis einum sein-
astu árini.
Eg kann ikki annað enn
vera nøgdur, og at ein við
hjálp av teimum, hevur
vunnið eitt lívslangt arva-
stríð, og tá ið ein fekk sær
nóg mikið av kosttilskoti og
motión.
Eg byrjaði fyri fáum ár-
um síðani at liva og virka
eftir mínum egna uppruna,
og eg fann mítt egna støði,
úti ímillum manna og eri
komin aftur til dagliga lív-
ið.
Eg havi við hjálp av bløð-
unum og live útvarpum og
SvF sending Mr. Big, fing-
ið skapt nýggjar fortreyt-
ir/grundarlag at liva og
virka sjálvstøðugt í Havn-
ini.
Eg fái skipa øll viður-
skifti av nýggjum undir
eftirliti, so ein hevur greiða
mynd av heildarskipan og
støðu og í einum fjølbroytt-
um samstarvið við fólk.
Eg fari at taka alment
fram aftur arbeiðsskapandi
verkætlanir, ið leingið hava
ligið á láni, vegna lívslanga
arvastríðið, ein áður greid-
di frá í bløðunum.
Eg havi fingið sett nógv
fjøltáttað virksemi í gongd,
ov hvørs aðrir borgarar
tóku sær æruna av, ið ikki
eru hugsjónarfólk við sjálv-
støðugum hugsjónum.
Eg arbeiði støðugt við at
skapa mær nýggjar lívsav-
bjóðingar við altjóða fylgi-
sveina samskifti, tele- og
internet samskifti og við
nýtslu av web-kamera.
Eg vil siga at gongst sum
ætlað, skal Føroyar og um-
heimurin liggja opin fyri
einum, tá ein er klárur at
byrja sítt forrætnings virk-
semi av álvara í Havn.
Tað verður alt skipa frá
kommunalari íbúð í Reva-
garðinum í Havn og ein
fyrireikar Biggi Shop.
PS:
Vitja
heimasíðuna
www.faroeinn.fo
Bløðini og elektronisku fjølmiðlarnir
Røða hildin á fólkafundi á
Doktaragrund Ólavsøku-
dag 29. juli 2002
Kjartan Hoydal
Størsta politiska bakkastið
seinastu 4 árini var, at fólk-
ið ikki slapp at siga sína
hugsan um framtíðarstøðu
Føroya við einari fólkaat-
kvøðu.
Í einari støðu har parta-
politikkur valdar og stak-
mál og persónar eru fremst
eru allar grundir fyri at
hava politisk amboð sum
leggja kósina fyri longri
tíðarskeið. Fólkaatkvøðan
um sjálvstýri Føroya hevði
júst verið ein tílik kósleggj-
andi politisk avgerð, sum
hevði givið politiska ar-
beiðinum í Føroyum mál og
mið.
Men vit fingu ikki fólka-
atkvøðuna. Fólkaatkvøðu-
leiðin var stongd á hesum
sinni. Vit mugu finna aðrar
leiðir.
Ein av størstu vandunum
fyri
framtíðarmøguleik-
unum í Føroyum er, at vit
ikki nýta okkara rætt og
sum aðrar smátjóðir nýta
allar teir møguleikar sum
eru hjá sjálvstýrandi ríkjum
at fóta sær í einum broyti-
ligum heimi.
Fullveldisstríðið kom á
dagsskrá og hevur stýrt før-
oyskum politikki síðani.
Onkur heldur kanska at
seinasta val – ommuvalið,
sum onkur kallaði tað –
merkir at fullveldið er farið
av dagsskrá aftur. So er
ikki. Fullveldisstríðið má
og skal vera tann leiðbein-
andi kraftin í øllum polit-
iskum lívi í Føroyum, tí
bert hetta tryggjar, at føroy-
skur politikkur setur eina
ábyrgdarkós, sum verjur
móti, at vit ikki aftur enda í
lemjandi kreppum.
Men skuldi politiska stríð-
ið linka og hin gamli
»hugnaligi« løgtingspoli-
tikkurin, sum summir løg-
tingsmenn leingjast so sára
eftir, aftur fingið valdið, so
kemur fullveldisspurning-
urin aftur, men hesaferð úr
Danmark í samband við
gongdina í ES.
Hin stóra rættarliga tví-
søgnin: danski limaskapur-
in í ES
Ein sterk fólkslig and-
støða uttantings bjargaði í
1972 Føroyum undan at
enda í EEC saman við
Danmark. Hetta er týdn-
ingamesta politiska hend-
ing í heimastýristíðini.
Árið eftir avgjørdi dan-
ska stjórnin at boða ES frá,
at EEC sáttmálarnir ikki
»finder anvendelse« fyri
tann ríkispartin sum eitur
Føroyar. Uttan iva væntaðu
danir, at føroyingar fóru at
broyta støðu, men hetta
hendi ikki og hevur hetta
skapað eina stóru rættarligu
tvísøgn í danska ríkinum.
Danska fólkatingið letur
fullveldi til ES, samstundis
sum sama ting tvíheldur
um, at tað hevur fullveldið
yvir Føroyum. Hetta merk-
ir at tað fullveldi, sum Dan-
mark letur, ikki bert er
teirra egna, men eisini okk-
ara. Hetta verður gjørt uttan
at føroyskir myndugleikar
vera eftir spurdur.
Við at tvíhalda um, at teir
heva fullveldið yvir Føroy-
um, er støðan hjá dønum,
vorðin púra skilaleys. Hvus-
su kunnu danskir myndug-
leikar lata fullveldi Føroya
til ES, uttan at spyrja før-
oyingar um loyvi?
Um Danmark fer næstu
stigini og letur fullveldi í
uttanríkispolitikki, rættar-
politikki og øðrum stórum
politikkøkjum til ES, so
kemur fullveldisspurning-
urin uttan politiskt stríð í
Føroyum aftur ovast á dags-
skrá.
Tey sum tosa fyri loysn-
um innan fyri ríkisfelags-
skapin fáa tá ein sera stóran
politiskan trupulleika, tí um
fullveldi áhaldandi verður
flutt frá danska fólkatingi-
num til ES, so vera bert
tveir møguleikar eftir hjá
Føroyum: At taka fullveldi
heim ella at gerast eitt
danskt amt aftur.
Løgtingssamtyktin
um sjálvsstýri
Vit fingu ikki eina fólkaat-
kvøðu, men eina løgtings-
samtykt, sum leggur ein 12
ára ætlan. Løgtingsavgerð-
in var røtt undir umstøð-
unum, og var ein staðfest-
ing av, at løgtingið út frá
»ómissandi og framhald-
andi sjálvsavgerðarrætti«,
tók undir við, at farið varð
undir eina miðvísa full-
veldisætlan. Sjálvsavgerð-
arrætturin varð staðfestur.
Løgtingið setti við hesum –
og henda samtykt stendu
enn við – eina dagsskrá,
sum rakk um fleiri valskeið
– tað var nýskapandi í
sjalvum sær.
Støðið er longu fyri lagt
undir einum politikki sum
ger karmarnar í føroyska
samfelagnum
greiðari,
meira gjøgnumskygdar og
støðugari. Sjálvstýris-
ætlanin setur enn dags-
skránna og tey sum eru
ímóti føroyskum sjálv-
bjargni og veruligum føroy-
skum sjálvstýri mugu taka
støðu út frá hesi ætlan.
Fremst móti henni stend-
ur hin gamli løgtings-
politikkurin, sum ikki sær
meira enn eitt valskeið
ísenn, sum ikki vil viðgera
heildir, men stakmál, og
sum ikki vil viðganga, at
politiskar avgerðir eru rað-
festing og val millum øki,
sum kappast um avmarkað
tilfeingi. Sum ikki vil við-
ganga, at tað ikki ber til at
reka politikk sum tað var
vanligt áðrenn kreppuna,
uttan at seta vælferðina í
vanda. Og sum ikki megnar
at skilja, at vælferð okkara
bert kann skapast í Føroy-
um.
Eru vit a veg aftur í 80’ini
Er hin gamli politikkurin
aftur um at fáa valdið á
tingi og í landsstýri? Sum-
mi halda so er. Tað tykist
sum løgtingspolitikararnir
hava lyndi til at falla aftur í
tað gamla arbeiðslagið, ein
politikkur uttan mál og mið
og tíðarkarm, sum handlar
um at gera politiskar semj-
ur heldur enn at finna rætt-
ar loysnir. Í 80’unum var
ein stórur partur av politik-
kinum um hvussu løgting
og landsstýri kundi býta tær
stóru almennu inntøkurnar
– og donsku veitingarnar –
út sum studning og veð-
hald, so at skattaborgarin
bar váðan av føroyskum
vinnulívi.
Í flestum av nítiárunum
loyvdi støðan í landskassa-
num ikki hesum politikk og
vinnan kláraði eftir stuttari
tíð at nýta teir møguleikar,
sum hin stóra skuldasaner-
ingin gav, og virkar nú yvir-
høvur á vanligum handils-
ligum grundarlagi.
Hetta merkir at støðan í
dag er heilt øðrvísi enn hon
var í 80’unum. Vinnulívið
stendur á egnum beinum og
hevur bæði váða og vinn-
ing, fíggjarstovnarnir virka,
og stuðul til vinnulívið er
ein avmarkaður partur av
løgtingspolitikkinum.
Men har er eitt stórt men.
Kreppur bæði fyrr og í níti-
árunum hava ført við sær at
politiska skipanin hevur
fingið ábyrgd av pørtum av
vinnulívinum og haraftrat
hevur landið fíggjað og eig-
ur ymiskar tænastur, sum
aðrastaðni verða riknar á
privatum grundarlagi. So
ella so eigur landið virði í
fyritøkum og grunnum fyri
meira enn 3,7 milliardir
krónur. Hetta letur møgu-
leikanum upp fyri at taka
upp aftur hin gamla politik-
kin, hesaferð ikki sum pen-
ingaligur studningur, men
at lata landsins ognir av
hondum við politiskum
fyriliti heldur enn vinnulig-
um og handilsligum.
Ráðini eru – ongantíð ov
skjótt – at fáa gongd á, at
fyritøkur og tænastur, sum
ikki eiga at vera har, verða
tiknar burtur av politiska
leikvøllinum og javnvágin
millum alment og privat
verður bøtt.
Avbjóðingarnar
Føroyar standa í dag fyri stór-
um avbjóðingum, heima og
alheimsliga. Vit eru í øldir
vundin gjøgnum skipanir,
sum er skapaðar til aðra
tjóð og aðrar umstøður. Hó-
ast hetta hava vit fótað okk-
um tjóðskaparliga.
Í dag letur heimurin seg
upp.Trýstið kemur ikki bert
frá miðveldinum, vit liggja
meira opin fyri øllum
heiminum. Í hesum eru
vandar, men eisini møgu-
leikar, vinnuligir og mentan-
arligir, sum kunnu loysa
upp fyri tí søguligu binding
vit í so nógv ár hava havt til
eina tjóð í landsuðri.
Í hesi alheimsgerð liggja
serligir vandar fyri útjað-
araøki, sum liggja langt frá
menningardeplum á megin-
landinum. Vit avgera sjálvi
um vit vilja vera útjaðari,
ein fjarskotin ríkispartur í
einum miðveldi, sum hevur
onnur áhugamál enn okk-
ara, ella um vit vilja taka
tjóðskaparliga avgerðarrætt
okkara í álvara og seta okk-
um greiða málið at byggja
okkara egna burðardygga
samfelag í Norðuratlants-
havi. Um vit vilja lofta
teimum stóru møguleikum
alheimsgerðin gevur okk-
um til at byggja upp eitt
samfelag, sum bjóðar øll-
um føroyingum – eisini
teimum nógvu, sum í dag
virka í øðrum londum –
møguleikan at byggja einar
ríkari og sterkari Føroyar.
Gera vit ikki hetta verður
tað sera torført at klára seg
í kappingini við grannalond
okkara og vandi er fyri bú-
skaparligari
afturgongd,
sum vit síggja tað í so
nógvum útjaðarum í okkara
heimsparti.
Ein av stóru avbjóðing-
unum er at fáa eina semju –
og ikki bert eina politiska –
um hvussu vit skipa okkara
samfelag av nýggjum held-
ur enn framhaldandi at
skriva av eftir loysnum
uttanifrá.
Tað fyrsta er at semjast
um hvørjar tænastur vit
vilja hava og um hvørjar
teirra skulu vera okkara
felags ábyrgd og rekast al-
ment. Tað hevur størri týd-
ning enn bygnaður og
játtanir. Tá hetta er fingið
til rættis er stóra takið at fáa
tey sum starvast á hesum
økjum at taka undir við og
ábyrgdina av neyðugum
broytingum. Síðani kemur
spurningurinn um at útvega
neyðugu játtanir.
Hetta er arbeiði, sum sum
tekur langa tíð og í veru-
leikanum ongantíð endar.
Tað er tí stórt spell at gongd
ikki er sett. Lítið er frætt
um royndir at finna loysnir,
har fyrimunurin av at vera
eitt lítið opið samfelag
verður nýttur, tá ódýrar og
dyggar loysnir fyri almenn-
ar tænastur skulu finnast.
Vit hava í alt ov stóran mun
skipanir sum hóska til ein
danskan leist, eitt samfelag
sum er 100 ferðir størri enn
okkara.
Møguleikarnir
Vit hava tveir møguleikar.
At detta niður aftur í hin
gamla
løgtingpolitikkin
ella at ganga tað nýggju
sjálvbjargnis- og sjálv-
stýrisleiðina.
Hin gamli løgtingspoli-
tikkurin kravdi lítið, men
varð okkum dýrur.
Ein nýggjur sjálvstýris-
politikkur
krevur
nógv
meir. Hann krevur at vit øll
taka ábyrgd av og lut í førda
politikkinum. Heima og til
arbeiðis – í dagligum práti
og alment í fjølmiðlunum.
Hann ásannar, at búskap-
arligt langtíðar skilvísi er
einasta grundarlagið undir
vælferð í Føroyum. Hann
ásannar at neyðugt er at
broyta nógv í samfelagnum
til at fáa alt at sampakka
betri við føroyskar livium-
støður.
Ábyrgdin er okkara. Tað
nyttar ikki at lasta øðrum,
tað nyttar ikki at bíðja eftir,
at onkur annar skal skipa
alt fyri okkum ella leggja
okkum loysnir til rættis.
Ein týdningarmikil fyri-
treyt fyri at hetta kann
hepnast er ein sterk rørsla
og meiningsskapan, uttan
fyri løgtingið, leys av parta-
politikki, sum heldur málið
fyri eyga og vísir á tørvin á
at taka størri ábyrgd í øllum
samfelagsviðurskiftum fyri
at føroyska samfelagið
framhaldandi skal taka seg
fram.
Ikki fyrr enn hetta er
komið í lag koma vit burtur
úr núverandi politiska mátt-
loysinum. Í hesi gongd hev-
ur tað stóran týdning at
leggja mál út til alment
orðaskifti har øll kunnu
taka lut og ikki bert polit-
isku flokkarnir og embætis-
verkið.
Lat okkum nýta fólka-
fundir – og øll onnur am-
boð – í fullveldisstríðið-
num, so tað aftur verður
partur av gerandisdegnum í
Føroyum.
VIÐMERKINGAR
Stríðið um fullveldi má gerast partur av gerandisdegnum í Føroyum
C
M
Y
K
11
10