Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. august 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 158 - 21. august 2002 Nr. 158 - 21. august 2002 13 Grind legði beinini í Klaksvík Tað var ein vøkur sjón, tá bátarnir stevndu inn eftir vánni í Klaksvík fyrrakvøldið. Veðrið var av tí allarfagrasta. So nógvur bátur hevur sjáldan ella ongantíð verið at sæð í einum grindadrápi á Klaksvík áður GRINDADRÁP Rúna Sivertsen Seinnapartin fyrradagin fann ein bátur eina grind nakað vestan fyri Kallin. Grindin varð rikin á Klaks- víkina, har hon varð hildin til um gott níggjutíðina. Hetta var ein lítil grind, ið taldi 48 hval. Drápið gekst væl; tað tók bara ein lítlan hálvan tíma, til grindin var deyð. Seðlarnir komu út klokkan 6 gjáramorgunin. Á politistøðini siga teir, at menn møttu væl upp, og at teir sjáldan hava sæð so nógvan bát í einum grinda- drápi á Klaksvíkini. Staðið, har grindin varð funnin, gjørdi eisini sítt til, at bátar komu úr øllum ættum. Grindin varð býtt millum bátarnar og fólki á landi. Í drápinum vóru 98 bátar og 453 mans; teir fingu eitt hálvt skinn í part. Á landi vóru 190 mans, sum fingu fjórðings skinn í part. Eingin grind legði bein- ini í Klaksvík í fjør, og menn vóru grammir eftir at fáa part. 98 bátar og í alt 643 mans vóru við í grindadrápinum á Klaksvík fyrrakvøldið. Vestmannatrolarin Grønanes fekk stóran skaða, tá eldur var í maskinrúminum hós- dagin. Eingin mans- skaði varð ELDUR UMBORÐ Edvard Joensen Eldur kom í maskinrúmið á vestmannatrolaranum Grønanesi, tá hann var á veg heim úr Skagen, har skipið hevur fingið stóra umvæling. Tað var fyrrapartin hós- dagin, at ein ógvuslig spreinging var í maskin- rúminum, sum beinanveg stóð í ljósum loga, og nógv- ur roykur var um alt skipið, greiðir Pauli Poulsen, skip- ari á Grønanesi, frá. Teir vóru á veg til Føroya úr Skagen og vóru staddir einar 12 fjórðingar úr Eger- sund í Noreg, tá eldur kom í. MRCC fráboðan var beinanveg send, men hon virkaði syndarliga illa, sig- ur Pauli Poulsen. Ikki fyrr enn ein hálvan tíma seinni ringdi ein norsk støð aftur og spurdi, um nakað feilti umborð. Og tað gingu fýra tímar, til hjálparskip kom til teirra. Men tá vóru teir sjálvir lidnir at sløkkja eld- in. Pauli Poulsen sigur, at hann kallaði eisini á Tórs- havn Radio, sum tó hoyrdi teir sera illa. Tá eldurin var kyknaður, varð maskinrúmið beinan- veg læst av, og halonan- leggið sett í gongd. Tað sløkti tað mesta av eldi- num, men ikki var hugsandi at koma til fyri hita. Tá eldurin var minkaður munandi, fóru tveir mans niður í maskinrúmið at sløkkja tað seinasta við eld- sløkkjarum. –Tað var rættiliga vanda- mikið, tí eingin roykkavara- útgerð var umborð, og halonanleggið hevði verið í gongd. Seinni hava vit so merkt tað aftur, sigur Pauli Poulsen. Teir hava kent seg illa, og bæði spýð og latið av hinum endanum. –Tað er heilt vist, at vit loysa ikki aftur, uttan royk- kavarútgerð er umborð, sig- ur hann heilt avgjørdur. Grønanes liggur nú í Egersund, og tryggingin er við at taka støðu til, hvat gerast skal við skipið. Maskinrúmið hevur fingið stóran skaða. Høvuðsmo- torurin er nakað skaddur, meðan allir kaðalar og rør eru brend av í hitanum. Norðmenn, sum vóru umborð og hugdu at skaða- num, meta, at tað fer í minsta at taka einar tríggjar vikur lagi at gera aftur. Umframt kemur so, at alt skipið, sum tað er, er svart av royki, sigur Pauli Poul- sen. Talan var um ein retur til høvuðsmaskinuna, sum lak olju niður á eitt útsoytsrør. Oljan gjørdist heit, og eldur kom í, er staðfest, sigur Pauli Poulsen. Teir vóru fýra mans við, tá skaðin hendi. NORRØNT SAMSTARV Tíðindaskriv Tann á árligi fundurin um norðurlendsku tvískatta- avtaluna verður í ár hildin í Føroyum. Á fundinum, sum verð- ur í dag, mikudagin, og hósdagin á Hotel Føroy- um, fara umboð fyri fíggjarmálaráðini og skattamyndugleikarnar úr norðurlondunum at við- gera aktuellar norður- lendskar og altjóða skattaspurningar. Øll norðurlond uttan Grønland eru limir í norðurlendsku tvískatta- avtaluni, har Føroyar hava sjálvstøðugan lima- skap. Norðurlendska tví- skattaavtalan, sum av fyrstan tíð kom í lag í 1989, er ein av teimum heilt fáu altjóða tvískatta- avtalunum, ið er millum fleiri enn tvey lond. Van- ligast er, at tvey lond gera tvískattaavtalur, men tann norðurlendska avtalan er gjørd millum seks lond. Norðurlendski skatta- fundurin er á embætis- mannastigi, og tað eru Fíggjarmálaráðið og Toll- og skattstova Føroya, sum skipa fyri fundinum. Norðurlendskur skattafundur í Føroyum Eldur í Grønanesi Grønanes er júst komin frá umvæling og sandblásing, men kann nú vænta at enda aftur á skipasmiðju í minsta lagi í tríggjar vikur Onkur hevði á munni, at annar hesin hvalurin ikki var deyður, tá farið var frá honum. Grindadrápið hevur verið fyri ágangi uttaneftir; tí er umráðandi hjá okkum at fara væl um. Tað hoyrir ongastaðni heima, at ein og hvør skal kunna skera hval á háls. UTTAN ÚR HEIMI Eftir morðini í Soham krevja bretsku bløðini, at fólk, sum fáa arbeiði innan skúlaverkið, skulu kannast betur, enn gjørt verður SOHAM-MORÐINI Árni Joensen: Hóast bretska løgreglan ikki hevur ákært tann 28 ára gamla Ian Huntley og ta 25 ára gomlu Maxine Carr fyri at hava beint fyri teimum báðum tíggju ára gomlu gentunum Jessicu Chapman og Holly Wells, tykjast flestu bretsku fjøl- miðlarnir halda, at tey eru sek. At tey bæði arbeiddu í skúlanum, sum tær báðar genturnar gingu í, hevur fingið fjølmiðlarnar at reisa spurningin, hvussu væl skúlamyndugleikarnir kanna fortíðina hjá fólki, sum fáa starv í skúlaverkin- um. Ian Huntley hevur framvegis starv sum skúla- tænari í skúlanum, og Maxine Carr var til fyri fáum mánaðum síðani hjálparlærari í flokkinum, sum tær báðar genturnar gingu í. Enn hava hvørki mynd- ugleikarnir ella fjølmiðl- arnir sagt nakað um, at tey bæði hava eina ivingasama fortíð, men spurningurin er heldur, hvussu væl skúla- myndugleikarnir í Soham kannaðu hesi viðurskiftini, áðrenn teir settu tey bæði í starv. At fjølmiðlarnir hava reist spurningin hevur hig- artil havt við sær, at lands- myndugleikarnir hava biðið um alt tilfar í málinum so sum samskiftið millum løg- regluna í Cambridgeshire og skúlamyndugleikarnar í Soham. Blaðið The Times skriv- aði í gjár, at skuldi tað víst seg, at okkurt mistak er gjørt, kann eingin ivi vera um, at verandi lóggáva á økinum má herðast. Eitt annað blað, The Guardian, visti í gjár at siga, at tann skrivstovan, sum kannar fortíðina hjá eitt nú skúlalærarum, er fleiri vikur afturút í sínum arbeiði. Tað ger sambært blaðnum, at fólk við einari ivingasamari fortíð kunnu byrja sum lærarar nú eftir summarfrítíðina. Fyri 9. og uttan iva seinastu ferð hevur Jóhannes Páll pávi Annar vitjað heimbýin Krakow. Har mælti hann pólendingum til at fara upp í ES PÁVAVITJAN Árni Joensen: Mánadgin endaði Jóhannes Páll pávi sína 9. og uttan iva seinastu vitjan í gamla heimbýi sínum Krakow í Pólandi. Áðrenn hann fór aftur til Rom, vitjaði pávin tað gamla kleystrið uttan fyri Krakow, har umleið 18.000 fólk vóru komin saman at hoyra pávan og at heiðra gestin á seinastu vitjan hansara. Í messuni nýtti Jóhannes Páll Annar høvi til at ugga tey fátæku og tey arbeiðs- leysu í einum landi, sum hevur álvarssamar búskap- artrupulleikar at dragast við. Fyri teimum flestu er limaskapur í ES loysnin á trupulleikunum, og tí venda nógvir pólendingar eygun- um vestureftir í hesum døg- um. Pólendingar skulu á fólkaatkvøðu um ES-lima- skapin, men teir fingu eingi ráð frá pávanum um, hvussu teir skulu atkvøða. Men aftaná greiddi vertur pávans, kardinalurin í Kra- kow, frá, at at pávin hevði biðið seg og onnur ansa eftir, hvussu ES verður lag- að í framtíðini, soleiðis at øll mannarættindi verða vird. Polski forsætisráðharrin, Leazek Miller, hitti eisini pávan, og aftaná segði hann, at pávin hevði víst stóran áhuga fyri polsku ætlanini at fara upp í ES, og sambært Miller var tað týðiligt, at pávin mælti pólendingum til at fara uppí. Flest allir pólendingar munnu kenna seg vísar í, at hetta var seinastu ferð, at Jóhannes Páll pávi Annar vitjar heimlandið. Tað var helst eisini orsøkin til, at so mong vóru og lurtaðu eftir honum. Hildið verður, at tá pávin helt messu í Krakow sunnudagin, vóru umleið 2,7 milliónir fólk og lýddu á. Tann 82 ára gamli Jóhannes Páll, sum hevur verið pávi síðani 1979, er ógvuliga heilsuveikur. Stóra norska alifyritøk- an Pan Fish hevði í apríl ársfjórðingi 248 millión- ir krónur í halli fyri skatt. Somu mánaðir í fjør hevði fyritøkan 304 milliónir krónur í avlopi. Úrslitið í apríl árs- fjórðingi ber í sær, at Pan Fish hevði 415 milliónir krónur í halli fyrra hálvár í ár ímóti 600 milliónum krónum í avlopi fyrra hálvár í 2001. Sjálvt rakstrarúr- slitið fyri fyrra hálvár í ár var 190 milliónir krónur í halli, meðan tað sama tíðarskeið í fjør vísti 192 milliónir krón- ur í avlopi. Pan Fish sigur, at fel- agið fer nú at hækka partapeningin við upp til 550 milliónum krónum. Tað er neyðugt, tí bank- arnir Nen norske Bank og Nordea hava kravt størri eginpening í fel- agnum fyri at endur- fíggja skuldina hjá fel- agnum. Pan Fish stórt hall Belgiska løgreglan herj- aði mánakvøldið á eitt flogfar, sum var á veg úr Paris til Oslo. Orsøkin var, at ein maður var vorðin frá sær sjálvum umborð á flogfarinum og kravdi at sleppa inn til flogskipararnar. Flogskipararnir hildu seg ikki hava annað í at velja enn at neyðlenda í Bruxelles. Framman- undan hevði belgiska løgreglan fingið boð um, hvussu vorðið var, og alvápnaðir yvir- gangsløgreglumenn stóðu til reiðar og tóku stutt eftir tann illa mann- in. Franska flogfelagið Air France átti flogfarið. Ein talsmaður hjá fel- agnum segði í gjár, at fleiri av ferðafólkunum vóru bangin, tí tey hugs- aðu um tað, sum hendi í USA fyri skjótt einum ári síðani. Spanska løgreglan fann mánadagin líkini av fýra monnum í einum mar- okkanskum lastbili, sum var á veg til Fraklands. Maðurin, sum koyrdi lastbilin, varnaðist brád- liga óljóð í kølirúminum á lastini, og hann gjørdi tí av at steðga og at boða løgregluni frá. Tá løg- reglumenninir kom á staðið, funnu teir fýra lík í kølirúminum. Sponsku myndugleik- arnir ivast ikki í, at teir fýra menninir høvdu ætlað sær til Fraklands, men enn vita myndug- leikarnir ikki, hvørjum landi menninir vóru úr. Russisku myndugleik- arnir siga, at alt ov nógv fólk vóru umborð á tyrl- uni, sum datt niður í Kekenia mánadagin. Tyrlan datt niður í eitt minuøki, og hildið verð- ur, at meiri enn 100 fólk lótu lív. Russiska hernaðar- tyrlan, sum er heimsins størsta tyrla, kann hava 80 fallskíggjahermenn ella 20 tons av farmi, men sambært russisku herleiðsluni er tað ikki óhugsandi, at 146 fólk vóru í tyrluni, sum datt niður. Í gjár ljóðaði úr Kekenia, at 27 fólk vóru sloppin frá vanlukkuni á lívi, og seinni segði ein kelda við tíðindastov- urnar, at 105 fólk høvdu latið lív. Russiska herleiðslan sigur, at annaðhvørt datt tyrlan niður, tí hon fekk trupulleikar við motor- inum, ella vóru tað kekeniskir uppreistrar- menn, sum skutu hana niður við einari rakett. Løgreglan herjaði á flogfar Lógu deyðir í bilinum Kanna tyrluvanlukku SEINASTA VITJANIN Fólk í skúlaverkinum skulu kannast betur Í Krakow vóru 2,7 milliónir fólk komin at lýða á pávan, tá hann helt messu har sunnudagin. Pávin, sum upprunaliga æt Karol Wojtyla, er ættaður úr Krakow C M Y K 13 12