mikudagur 21. august 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 158 - 21. august 2002
15
14
Nr. 158 - 21. august 2002
SKÚLAGONGD
Ingrid Bjarnastein
Argir: Sólin hevur hug at
kaga fram og veðrið er heilt
gott úti á Argjum henda
týsmorgunin. Hesin týs-
morgun, sum helst er sum
allir vanligir týsmorgnar
hjá flestu føroyingum, er
fyrsti skúladagur hjá 10.
flokki í Argja skúla hetta
skúlaárið. Fyrsti skúladag-
ur fyri 10. ferð er nú heldur
ikki nakað serligt í sær
sjálvum, men hesuferð er
fyrsti skúladagur ikki í
sjálvum Argja skúla, sum
hann hevur verið øll hini
níggju árini. Í ár savnast
næmingarnir aftur aftan á
summarsteðgin í Róðrar-
neystinum á Argjum. Og
her skulu tey húsast inn til
okkurt betri er funnið til
teirra.
Teir eru í góðum lag, hó-
ast alt – næmingarnir. Ikki
síggja tey nývaknað út
heldur. Kanska tað góða
veðrið spælir sín leiklut
her. Nøkur standa uttanfyri,
og í gongini eru eisini nøk-
ur. Inni í stóra salinum í
neystinum, sum nú átti at
verið kallað skúlastova, sita
nakrir næmingar. Onkur
teirra etur, onkur situr og
bíðar. Tey práta saman.
Týðiliga sæst tó, at hetta
ikki er nøkur skúlastova.
Skúlaborðini eru gott nokk
sett upp, sum um hetta var
ein skúlastova, og ein held-
ur ússalig lítil talva stendur
fremst við lærarapultin.
Farið verður upp ígjøgn-
um trappurnar. Har standa
nakrar grønar sofur. Tær
eru fullar av ungdómi. Út-
sýnið er gott – um ikki ann-
að. Frá lítla loftinum sæst
útyvir alla Havnarvág og
yvir alla Havnina.
Ongar teldur
Uppi á loftinum sita næm-
ingarnir og práta. Teir hug-
na sær rættiliga. Kanska
kann tað tykjast sum ein
fyrimunur hóast alt, at vera
sloppin undan øllum resi-
num yviri á skúlanum. Øll-
um buldrinum av hinum
næmingunum.
Eini 15 eru tey, sum sita á
loftinum. Tosað verður
nógv saman. Um arbeiði,
klæðir, um nýggju hølini.
Spurd um, hvussu tað er at
vera í neystinum, siga tey
fyrst, at tað er eitt sindur
ringt at siga, tí hetta er jú
fyrsti skúladagur hjá teim-
um.
– Men tað er eitt sindur
rotið, siga tey.
– Her er onki sjónvarp,
ongar teldur, onki køliskáp,
ongin ghettoblastari. Hetta
eru ikki júst umstøður til
skúla, halda tey.
Næmingarnir nevna eis-
ini, at yviri í skúlanum hava
tey júst fingið nýggj borð,
sum eru góð fyri ryggin, og
yviri í neystinum, standa
gomlu og vrakaðu skúla-
borðini.
– Fyri at vit skulu tíma at
vera her, so mugu vit altso
fáa eitt sjónvarp og ein
ghettoblastara, siga tey.
– Og eitt køliskáp!, er
onkur skjótur at leggja
afturat.
Umstøðurnar eru ikki
tipp-topp, men hóast alt, so
lata tey ikki so heilt illa at.
– Her verður kanska eitt
sindur einsligt í síðsta enda,
tá ein bara sær tey somu
fólkini alla tíðina, siga
næmingarnir. – Ein verður
kanska eitt sindur avbyrgd-
ur frá øllum hinum, sum
hendir á skúlanum.
Men hóast alt, so vóru
deildar meiningar um alt.
Fleiri næmingar vóru hóast
alt glaðir fyri at vera á
neystinum.
Mótmæla vilja tey heldur
ikki.
– Tað nyttar onki, tí tey
lurta ikki eftir okkum alíka-
væl, sigur onkur. Og so er
onkur annar, sum heldur
okkurt annað, og so í eina
stutta tíð er ein lítil mála-
geipan um hetta. Men hon
endar skjótt, og evnið verð-
ur skjótt okkurt annað –
okkurt áhugaverdari.
Ongin útgerð
Mánakvøldið vóru borð og
stólar fluttir yvir í neystið.
Og tá næmingarnir komu í
»skúla« týsmorgunin vóru
borð, stólar, talva og lærara-
pultur sett upp.
Ongin onnur útgerð er til
næmingarnar. Teldur eru
ongar, sjónvarp er onki.
Tímin eigur at byrja
klokkan 9.40. Og klokkan,
ja, hon er vorðin 9.50.
Næmingarnir byrja at iv-
ast, um lærarnir yvirhøvur
fara at koma.
– Heilt sikkurt teir hava
gloymt okkum, tekur ein
teirra til.
Men nei. Næmingarnir
eru ikki gloymdir kortini.
Fimm minuttir seinni koma
tveir lærarar. Tað sær út,
sum rokning er á skránni.
Við sær hava teir skúlabøk-
ur til komandi skúlaárið.
– Vit skulu fyrst plastað
bøkurnar, sigur tann eini
lærarin.
– Hevur nakar ein saks?
Men nei. Ongin hevði
nakran saks. Og í slíkum
føri ber ikki til at renna yvir
í evningstovuna eftir einum
saksi, tí ongin evningstova
er til taks.
Síðani vísti tað seg eisini,
at heldur onki krit var. Og
onki ruskílæt.
Sjálvt um nógv rokilsi
hevur verið burturúr neysti-
num á Argjum, so tykist tað
sum um næmingarnir fara
undir nýggja skúlaárið við
góðum
treysti.
Hvørki
neyst, vantandi teldur, sjón-
varp, ghettoblastari, køli-
skáp ella nøkur kommuna,
skal oyðileggja teimum
seinasta
skúlaárið
við
nógvum stuttligum uppliv-
ilsum.
Skúlanæmingar á neystarlofti:
Vit vilja hava betri útgerð
– Vit hava ikki ligið á
lánið við Argja skúla,
men tað vísir seg
bara, at um vit skulu
byggja allar skúlar-
nar í kommununi út
í senn, so kemur
hetta at kosta okkum
um 2-250 mió. krón-
ur, og íløguloftið er á
70 mió., sigur Heðin
Mortensen, for-
maður í mentamála-
nevndini í Tórshavnar
Kommunu
SKÚLAGONGD
Ingrid Bjarnastein
Vaksandi barnatal, stórur
tørvur,
prioriteringar,
íløguloft. Ja, orðini eru
havd á munni meira enn
einaferð, og tað vísir seg
at aftur hesuferð er hetta
trupulleikin tá tað kemur
til næmingarnar í Argja
skúla.
– Barnatalið er vaks-
andi, og tá talan er um at
nøkta ein tørv noyðist ein
at gera prioriteringar, sig-
ur Heðin Mortensen, for-
maður í mentamálanevnd-
ini hjá Tórshavnar Kom-
munu.
Kommunan
hevur
í
seinastuni verið í holt við
at umbyggja Kommunu-
skúlan, umskipa Eystur-
skúlan, skúlin í Hoyvík
hevur eisini fingið ein bita
av lagkøkuni, men pening-
ur er rætt og slætt ikki til
allar skúlarnar í kommun-
uni.
– Vit hava gjørt eina
verkætlan fyri Argja skúla,
har vit byggja gamla og
nýggja skúla saman. Verk-
ætlanin er eisini løgd fyri
nevndina, ein kostnaðar-
ætlan er gjørd, men íløgu-
loftið forðar okkum í at
fara víðari við málinum.
Heðin Mortensen nevnir
eisini frímerkjadeildina
hjá Postverkinum, sum
møguligan skúla. Hann
heldur, at frímerkjadeildin
hevði verið ein fín og
virðilig loysn, og hon
hevði samstundis gjørt, at
ikki verður neyðugt at út-
byggja sjálvan skúlan.
– Frímerkjadeildina –
tann bygningin høvdu vit
kunnað keypt í morgin um
tað skuldi verið, men hetta
er ein umsitingarligur
spurningur. Sum eg havi
skilt, so er postverkið
sinnað í at selja, men teir
noyðast at fáa loyvi frá
Landsstýrinum,
greiðir
Heðin Mortensen frá.
Og sum er nú, so liggur
málið
parkerað
úti
í
Vinnumálastýrinum.
Um støðuna á Argjum
sigur Heðin Mortensen, at
hon er als ikki nóg góð.
Men hvat konkret verð-
ur gjørt í framtíðini er ilt
at siga. Tað tykist, sum
fyrst og fremst verður bíð-
að eftir svarið frá Vinnu-
málastýrinum.
Tíverri var Bjarni Djur-
holm staddur uttanlands
við sløktari fartelefon, so
tað hevur ikki eydnast
okkum at fáa fatur á hon-
um til eina viðmerking.
Heðin Mortensen, mentamálanevndin:
Frímerkjadeildin er ein góð loysn
Skúlastjórin í Argja
skúla, Marjun
Holm, er sera kedd
um vánaligu um-
støðurnar skúlin
bjóðar næming-
unum. – Hetta er
bara ein kreppu-
loysn, men hvussu
leingi næmingarnir
skulu vera í neysti-
num, veit eg ikki,
sigur Marjun Holm
SKÚLAGONGD
Ingrid Bjarnastein
Róðrarneystið á Argjum
er langt frá nóg gott til at
bjóða næmingunum. Og
hetta er skúlastjórin í
Argja
skúla,
Marjun
Holm, væl varug við.
– Eg veit ikki, hvussu
leingi næmingarnir skulu
vera í neystinum. Men
róðrarneystið er langt frá
nóg gott til teirra, sigur
Marjun Holm, skúla-
stjóri.
Hon vísir á, at um
kvøldið eru ymsir aktivi-
tetir í neystinum, so
borð, talvur og stólar
mugu flytast yvir til síðu-
na fyri at pláss skal vera
fyri tiltøkunum.
– Hetta er ein kreppu-
loysn, onki annað. Hetta
er ikki nakar nýggjur
trupulleiki. Talan hevur
verið um at byggja Argja
skúla út síðani síðst í
80´unum, men arbeiðið
kemur ikki víðari. Nú er
tørvurin veruliga vorðin
akuttur, og seinasta ár
vóru tekningar og upp-
skot gjørd fyri at byggja
skúlan út, men vit koma
ikki víðari. Tað vísir seg,
at íløguloftið hjá kom-
mununi er ein trupul-
leiki, greiðir Marjun
Holm frá.
Tosað hevur eisini ver-
ið um at keypa frímerkja-
deildina hjá Postverki-
num á Argjum, og gera
hana til skúla, men held-
ur ikki á hesum økinum
eru hendar nakrar broyt-
ingar.
– Vit eru tvungin til at
taka næmingar inn, og í
løtuni er talið á 365.
Lærararnir eru sjálvandi
eisini misnøgdir við hesa
loysnina, og vit eru eisini
kedd av at skula bjóða
næmingunum slíkar um-
støður,
sigur
Marjun
Holm at enda.
Marjun Holm, skúlastjóri:
Ein kreppuloysn
Marjun Holm er kedd av, at skúlin skal bjóða
næmingunum so vánaligar umstøður, men enn veit hon
ikki, hvussu leingi næmingarnir skulu húsast í
Róðrarneystinum á Argjum
Savnsmynd
Uppi yvir skúlastovuni
standa nakrar sofur har
næmingarnir kunnu sita og
hugna sær í fríkorterinum
Mynd: Finnur Justinussen
Róðrarneystið á Argjum skal nú hýsa
29 næmingum í 10. flokki.
Hetta eru næmingarnir ikki nakað
serliga væl nøgdir við. Borðini
eru gomul, talvan er lítil og
ongin útgerð er í neystinum, so
sum teldur, sjónvarp og annað
Róðrarneystið á Argjum verður nú brúkt sum
skúlastova hjá 10. flokki
Mynd: Finnur Justinussen
C
M
Y
K
14