mikudagur 21. august 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 158 • mikudagur • 21. august 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Spennandi verður at
síggja, hvussu nýggja
landsliðið undir Hen-
rik Larsen fer at
síggja út í kvøld
LANDSLIÐIÐ
Páll Holm Johannesen
Tá Føroyar og Liktinstein í
kvøld møtast á Tórsvølli,
verður um talan um fyrstu
royndina hjá nýggja lands-
liðsvenjaranum,
Henrik
Larsen. Nógv orð hava ver-
ið havd á munni um nýggja
landsliðsvenjaran seinastu
mánaðarnir, men nú slepp-
ur hann so á fyrsta sinni at
royna seg.
Landsliðið hevur verið
savnað síðan leygardagin,
og nýggji landsliðsvenjarin
hevur haft møguleika at
koma tættari at føroysku
landsliðsspælarunum upp.
Leikararnir og venjarar
hava búð á Hotel Føroyum
hesa dagarnar, og vant hev-
ur verið tvær reisur um
dagin.
Trý avboð
Av teimum 22 fráboðaðu
leikararnum til dystin, hava
tríggjir givið avboð. Súni
Olsen, Pól Thorsteinsson
og Ove Nysted hava allir
boðað frá, at teir ikki vóru
tøkir til dystin ímóti Liktin-
stein. Pól og Ove hava
skaða at dragast við, meðan
Súni vegna skúlagongd,
ikki kundi vera við hesa-
ferð.
Í staðin vórðu runavík-
ingurin Sjúrður Jacobsen
og TB-leikarin Dan Mort-
ensen úttiknir, og teir hava
vant við landsliðnum alt
vikuskiftið. Umframt Dan
og Sjúrð, so hevur KÍ-mál-
verjin, Meinhardt Joensen,
eisini vant við.
Vant nýggju
spæliskipanina
Um vikuskiftið hevur Hen-
rik Larsen nýtt nógva tíð
uppá at fáa nýggju spæli-
skipanina at virka so væl
sum gjørligt ímóti Liktin-
stein. Tað hevur verið gjørt
við at fáa einstaku leikarnar
at skilja nýggja skipanina,
og tí er nógv tíð farin við at
venja hvørja einstaku ketu.
Verjuleikarar og mið-
vallaleikarar hava vant dúg-
liga, so at teir læra seg at
flyta seg rætt á vøllinum.
Eisini hevur verið gjørt
nógv vit at venja 11 ímóti
11, so at venjingin gjørdist
so lík einum veruligum
dysti sum gjørligt.
Umframt dagligu venj-
ingina á vøllinum, so hava
leikararnir eisini havt eitt
sindur av ástøði um nýggju
spæliskipanina. Hetta hev-
ur verið skipað soleiðis, at
leikarar og venjarar í felag
hugt at ymiskum sjónbond-
um, fyri síðani at práta um
tað, teir hava sæð.
Hjalgrím og
Sámal ivasamir
Einasti leikari, sum er iva-
samur undan dystinum er
ungi klaksvíkingurin Hjal-
grím Elttør. Hjalgrím hevur
verið ein av bestu spælar-
unum í landskappingini í
ár, og hann er avgjørt eitt
evni til pláss millum teir
fyrstu ellivu ímóti Liktin-
stein. Hjalgrím var so
óheppin at meiða seg undir
venjing í vikuskiftinum, og
tí er enn ikki greitt um hann
verður við
Umframt Hjalgrím, so er
Sámal Joensen eisini iva-
samur undan dystinum, eft-
ir at hann eisini fekk skaða
undir venjing
Annars verður sagt úr
landsliðsleguni, at hóast
nakrir spælarar hava smáar
skaðar at dragast við, so
skuldu kortini allir hinir
verið klárir at tørna út fyri
landsliðið á Tórsvølli í
kvøld.
Liðið
Tað sum størst spenningur
er um undan dystinum, er
hvussu Henrik Larsen ætlar
at blanda kortini, og hvørjar
leikarar hann ætlar at nýta í
4-4-2 spæliskipanini. Hóast
tað altíð er torført at siga
frammanundan, so fara vit
at loyva okkum at royna at
seta liðið til dystin ímóti
Liktinstein í kvøld.
Eftir venjingunum um
vikuskiftið, so hevur verið
eitt mynstur, sum kundi
boða frá, hvørjar ætlanir
Henrik Larsen hevur til
dystin ímóti Liktenstein. Tá
dystur hevur verið í venj-
ingini um vikuskiftið, hava
tvey føst lið leikt ímóti
hvørjum øðrum. Á øðrum
av liðnum hava nærum allir
teir nýggju landsliðsleikar-
arnir verið á, meðan á hin-
um hava teir meira royndu
leikararnir verið.
Skal ein taka tær venjing-
arnar fyri fult, so sær út,
sum at ein leikari sum Hans
Fróði Hansen ikki verður at
síggja millum teir fyrstu
ellivu í kvøld, tí hann hevur
alt vikuskiftið verið á lið-
num við teimum nýggju
landsliðsleikararunum.
Óli Johannesen og Jón
Rói hava í venjingini spælt
nógv saman sum miðverjar,
og tað kann vera eitt tekin
um, at Henrik Larsen ætlar
at nýta teir báðar í miðverj-
uni ímóti Liktenstein.
Umframt Óla og Jón
Róa, so hava Jóhannis
Joensen og Arnbjørn Dan-
ielsen myndað bæði bakk-
plássini í venjingini. Arn-
bjørn og Johannis vóru
báðir úttiknir sum eyka-
menn, men eftir avboðini
frá Pól, Ova og Súna, so
verða teir kortini víð í
endaliga hópinum.
Talan verður tí møguliga
um
eina
spildurnýggja
verju, har Óli Johannesen
er einasti maður, sum var
fastur maður á liðnum hjá
Allani Simonsen.
Á miðvøllinum hevur
Henrik vant við Juliani
Johnsson og Fróða Benja-
minsen mitt fyri, meðan
Jákup á Borg hevur verið
uttast í høgra borði. Tað var
eisini væntað frammanund-
an, at hesir tríggjir fóru at
vinna sær pláss á nýggja
landsliðnum, og eftir venj-
ingunum at síggja, so verða
tað teir tríggjir, sum fara
byrja inni ímóti Likten-
stein.
Tað er eitt sindur meira
ivasamt við síðsta plássi-
num á miðvøllinum. Tað
eru fleiri leikarar um boðið
á vinstra borið, og áðrenn
Hjalgrím gjørdist skaddur,
sá tað út sum, at hann
skuldi fáa møguleikan frá
fyrsti bríksli í kvøld.
Verður Hjalgrím ikki
klárur, so verður tað helst
liðfelagin úr KÍ, Heðin av
Lakjuni, sum fær møgu-
leika. Skjóti klaksvíking-
urin spældi vinstri vongur á
landsliðnum á venjingar-
leguni fyrr í ár, og væl
gekst, so tað er onki undar-
ligt í, at hann fær møgu-
leikan hesaferð.
Í venjingunum hevur
Henrik Larsen nýtt John
Petersen og Andrew av
Fløtum í álopinum, men tað
verður helst bert pláss fyri
øðrum teirra, tí Christian
Høgni Jacobsen kom ikki
til Føroya úr Vejle fyrr enn
mánadagin, og væntandi
eigur hann annan sessin í
álopinum.
Andrew av Fløtum er
toppskjútti í 1.deild í ár, og
tí kann væl vera, at hann
fær møguleikan frá byrjan.
Tó er ringt ímynda sær
John Petersen á beinki-
num, tí hann hevur verið
ein av bestu spælarunum á
landsliðnum seinastu árini,
og um hann ikki verður í
álopinum, so er eisini
møguleiki hjá honum at
spæla á miðvøllinum.
Møgulig
uppstilling
ímóti Liktinstein: Jákup
Mikkelsen, Johannis Joen-
sen, Jón Rói Jacobsen, Óli
Johannesen, Arnbjørn Dan-
ielsen, Jákup á Borg, Julian
Johnsson, Fróði Benjamin-
sen, Heðin á Lakjuni,
Christian Høgni Jacobsen
og John Petersen.
Fyrsta royndin hjá Henrik Larsen
Jón Rói Jacobsen kann væl
verða ein av leikararunum,
sum skulu mynda nýggja
landsliðið undir Henrik
Larsen. Væntandi verður
hann at síggja í miðverjuni í
kvøld
Mynd: Álvur Haraldsen
Tað hevur gjørt nógv við at
fáa 4-4-2 spæliskipanina at
rigga so væl sum gjørligt, og
tí er stórur partur av
venjingini undan dystinum
ímóti Liktinstein nýttur til at
fáa leikararnar at skilja
nýggju spæliskipanina
Mynd: Álvur Haraldsen
17
16
Nr. 158 - 21. august 2002
Gamlar myndir úr Vágum
Hesar myndir eru úr savninum hjá Karl Joensen og Valborg Svaðabúð í Miðvági. Fólk eru vælkomin at
gera viðmerkingar til myndirnar, kontaktpersónur er Georg Hansen, hann hittist á telefon 333066
4. partur
A 18: Mikkjal á Ryggi og
eingilskur ferðamaður
A 18: Mikkjal á Ryggi og eingilskur ferðamaður
A 17: Joen Heini Joensen, Bónda-Heini (1884-1973
A 19: Eingilskur ferðamaður,
var við Stewart
C
M
Y
K
16