Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. august 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 158 - 21. august 2002 19 B36 er framvegis besta boðið uppá ein kappingarneyta hjá KÍ, um meistaraheitið í ár 1. DEILD KVINNUR Páll Holm Johannesen Fyri triðju ferð í ár brustu kvinnuliðini hjá HB og B36 saman, og hava tær svørt- hvítu úr B36 vunnið allar tríggjar dystirnar. Dysturin sunnudagin endaði 2-1 til B36, eftir 1-1 í hálvleiki- num. Eftir úrslitunum í ár at døma, so var B36 eisini favorittur undan dystnum, og tað rolluna livdu tær eis- ini upp til. Uppiborin sigur Úr Gundadali verður sagt, at sigurin hjá B36 var uppi- borin, tí tær høvdu leikliga yvirvág í bæði fyrra- og seinna hálvleiki. B36- kvinnurnar høvdu eisini flestu royndirnar á málið. Tað vóru ikki farnir meir enn fimm minuttir av dysti- num, so hevði Ása á Neysta- bø lagt B36 framum. Hon fekk eina góða sendinga frá miðvøllinum, og gjørdist leys við HB-málverjanum. B36 hevði eisini møgu- leikar í fyrra hálvleiki at økja um leiðsluna, men kortini var tað HB-kvinnur- nar, sum svaraðu aftur. Malan á Dunga roynir seg við skotið, sum B36-mál- verjin ikk fær hildið, og tá er Eyðfríð Kristiansen fyrst á bóltinum, og so stóð 1-1. 1-1 varð eisini hálvleiks- støðan í Gundadali. B36 helt á í seinna hálv- leiki, at hava leikliga yvir- vág, meðan HB einamest dúgaði á mótálop. Báðir partar høvdu eisini sína møguleikar í seinna hálv- leiki, men tað bert eittans mál í seinna hálvleiki. Tað kom við brotssparkið, sum Arnbjørg Danielsen setti í netið,tá góður tími var farin av dystinum. Samanumtikið var sigur- in uppiborin hjá B36, og tær kunnu fegnast um, at enn hava grannarnir úr sunnan ikki megnað at tikið frá B36 í landskappingini í ár. B36 roynir at fylgja KÍ Sum landskappingin í kvinnu- deildini hevur myndað seg í ár, so verður tað helst B36- kvinnurnar, sum fara at royna at geva KÍ kapping um meistaraheitið, tí hini feløgini tykast í løtuni ikki at megna at fylgja báðum oddaliðum Tó skal leggjast afturat, at B36 eisini hevur torført við at fylgja við KÍ-kvinnu- num, men kortini eru tær besta boðið á ein kapping- arneyta hjá klaksvíkskvinn- um. Dysturin í tølum: HB-B36 1-2 (1-1) 0-1 Ása á Neystabø 1-1 Eyðfríð Kristiansen 1-2 Arnbjørg Danielsen br. B36 vann triðju grannauppgerðina í ár Hóast toftakvinnur høvdu greiða leikliga yvirvág, so vunnu KÍ- kvinnurnar kortini dystin 1. DEILD KVINNUR Páll Holm Johannesen Steypavinnararnir úr Klaks- vík vóru sunnudagin á vitj- an á Svangaskarði, og hóast toftakvinnur bæði høvdu leikliga yvirvág og flestu málmøguleikarnar, so var tað kortini KÍ-kvinnur, sum fingu øll trý stigini. Dystur- in endaði 2-1 til gestirnar úr Klaksvík, eftir at fyrri hálvleikur endaði málleys- ur. B68 yvirvág Nógvur vindur var á Svanga- skarði sunnudagin, og hetta gjørdi sítt til, at dysturin aldrin gjørdist tað stóra fót- bóltsupplivilsið. B68 hevði undanvind í fyrra hálvleiki, og var tað eisini heimaliðið sum hevði greiða leikliga yvirvág, meðan KÍ dúgaði einamest á mótálop. Toftakvinnur høvdu eis- ini flestu málmøguleikar- nar, men inn vildi bólturin ikki. Av Toftum verður sagt, at B68 rakti træverkið einar 2-3 ferðir í fyrra hálv- leiki, so hepni var so ikki við toftakvinnum henda dagin. Hvussu var og ikki, so endaði fyrri hálvleikur mál- leysur, hóast B68 hevði uppiborið okkurt málið. Í seinna hálvleiki linkaði vindurin nakað, og fót- bóltsspælið betraði mun- andi. Serliga hjá heimalið- num lá væl fyri, og til tíðir sýndu tær gott fótbóltsspæl. Tað var eisini heimaliðið, sum eftir góðan tíma, fekk fyrsta málið í dystinum. Eftir gott uppspæl, kom Mariann Isaksen at standa væl fyri, og kundi ótarnað leggja toftakvinnur framm- um 1-0. Av Toftum verður sagt, at eftir leikliga býti- num var leiðslan fult uppi- borin. KÍ svarar aftur Tá bert tíggju minuttir írestaðu av dystinum, vakn- aðu KÍ-kvinnurnar við. Við tveimum skjótum málum vóru tað brádliga tær sum høvdu leiðsluna. Fyrra málið kom eftir, at Vivian Bjartalíð breyt ígjøgnum í vinstru, og við skotið frá brotsteigarkantinum, javn- aði hon fyri KÍ. Fýra minuttir seinni vóru klaksvíkskvinnur aftur uppá spæl. Rannvá Andreasen fangar ein bólt, áðrenn hann fer av baklinjuni, og við skoti frá sjálvari bak- linjuni, fekk hon bóltin framvið B68-málverjanum, og so stóð 2-1 til gestirnar. Málið hjá Rannvu var helst ætlað sum innlegg, men nógvi vindurin fekk bóltin at broyta kós, og bólturin endaði í málinum. Fyri toftakvinnur mátti sigurin hjá KÍ kennast sera óuppiborin, men tað eru nú einaferð bert málini, sum telja í fótbólti, og tey ráðu hagtølini vístu, at annað liðið hevði skotið fleiri mál hitt. B68 steðga upp B68-kvinnurnar hava nú tapt tveir dystir upp í slag, og tað tykist sum um, at toftakvinnur er uppsteðg- aðar. Liðið stóð seg væl í grundspælinum, og vann á øllum oddaliðunum á Svangaskarði. Komandi vikuskiftið skulu B68- kvinnurnar í Gundadal at leika ímóti B36, og skulu toftakvinnur vera við í kappingini um heiðurs- merkir, so mugu tær hava onkra úrtøku úr dystinum ímóti B36 Úr Klaksvík ásanna tær, at hepni var á teirra síðu í dystinum á Svangaskarði, men fegnast tó um, at hóast avrikið ikki var nakað ser- ligt, so vunnu tær kortini, og tað er júst tað, ið vanliga verður sagt um meistaralið. KÍ-kvinnur er framvegis fýra stig frammfyri argastu kappingarneytarnar úr B36, og nú endaspælið er um at vera hálvrunnið, hava klaks- víkskvinnur enn ikki sett stig til. Dysturin í tølum: B68-KÍ 1-2 (0-0) 1-0 Mariann Isakse 1-1 Vivian Bjartalíð 1-2 Rannvá Andreasen KÍ-kvinnur hepnar á Svangaskarði Málskjúttar í endaspælinum Rannvá Andreasen . . . . . . . . . . . . . . . . .KÍ 6 Malena Josephsen . . . . . . . . . . . . . . . . .KÍ 4 Heidi Heinesen . . . . . . . . . . . . . . . . . . .GÍ 4 Elsa Maria Simonsen . . . . . . . . . . . . . .KÍ 3 Vivian Bjartalíð . . . . . . . . . . . . . . . . . . .Kí 3 Arnbjørg Danielsen . . . . . . . . . . . . . . . .B36 3 Anja Weihe . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .B36 3 Eyðvør úr Dímun . . . . . . . . . . . . . . . . .HB 2 Eyðfríð Kristiansen . . . . . . . . . . . . . . . .HB 2 Hansy Davidsen . . . . . . . . . . . . . . . . . .B68 2 Ása á Neystabø . . . . . . . . . . . . . . . . . .B36 2 Støðan 1. deild kvinnur nr felag d v j t málúrtøka stig 1 KÍ 4 4 0 0 18-4 15 2 B36 4 3 0 1 10-6 11 3 GÍ 3 2 0 1 5-4 7 4 HB 4 1 0 3 7-9 4 5 B68 3 1 0 2 6-8 4 6 Skála 4 0 0 2 4-13 0 B36 má framvegis metast sum besta boðið á ein kappingarneyta hjá KÍ, um meistarheitið í kvinnudeildini Mynd. Savnsmynd 19 18 Nr. 158 - 21. august 2002 Ion Geolgau verður verandi í Føroyum - Eg virði avgerðina hjá HB-leiðsluni, sig- ur frákoyrdi HB-venj- arin í samrøðu við Sosialin SAMRØÐA Páll Holm Johannesen Frákoyrdi rumenski venjar- in í HB, Ion Geolgau, hevur ongar ætlanir um at fara av landinum. Ion Geolgau sig- ur við Sosialin, at hann næstu mánaðirnar ætlar sær at gera eina roynd at tryggja sær sáttmála við annað føroyskt felag kom- andi kappingarár. - Eg og konan avgjørdu fyri langari tíð síðan, at vit búsettu okkum í Føroyum í nøkur ár, og tann avgerðin er ikki broytt, sigur Ion Geolgau. Harmast rokið í HB Spurdur, hvussu hann hev- ur uppfatað seinastu tíðina í HB, svarar Ion, at hann harmast um, at samstarvið fekk ein so brádliga enda, men at hann kortini virðir avgerðina, sum HB-leiðsl- an tók. -Tað er altíð keðiligt at fara frá soleiðis í úrtíð, men fótbóltsverðin er ein hørð verð, og í fótbólti kanst tú vænta at verða koyrdur, og so er ikki meir at siga um tað, sigur Ion. Ion Geolgau væntar eis- ini, at avgerðin at koyra hann sum venjara, ikki var ein løtt avgerð hjá leiðsluni í felagnum at taka, tí sam- starvið millum hann og leiðsluna hevur verið í heili fimm ár. - HB er stórt felag, sum krevur at 1.lið vinnur sínar dystir, og tað er eitt stórt krav hjá einum venjara at hava á sær. Tað gekk eisini strúkandi í fyrru helvt, men seinastu dystirnar hevur gingið minni væl, og har má eg so taka ein part av ábyrgdini av avrikunum í seinastuni, fortelur Ion. Tá vit seta honum spurn- ingin, nær hann merkti á sær, at tíðin hjá honum sum venjari hjá HB var farin at halla, svarar Ion, at eftir steypafinaluna fekk hann ein varhuga av, at tíðin í HB kanska ikki gjørdist so drúgv aftrat. - At tapa finaluna var sera hart fyri meg persón- liga, og eftir dystin hevði eg sera torført við at vinna álitið á leikarunum aftu , og fáa teir at savna tankar- nar um landskappingina, sigur Ion. Sjálvur hevði Ion spurt leiðsluna í HB, um møgu- leikan fyri eini venjingar- legu undan finaluni, men ynski varð ikki gingið á møti. Grundgevingin var at, at túrur uttanlands gjørdist ov kostnaðarmikil. Um úr- slitið av finaluni hevði ver- ið øðrvísi, veit Ion ikki at siga, men hann vísir á, at mótstøðuliðið úr Runavík avgjørt hevði gott av at fara til Íslands á venjingarlegu. - Vit vóru á venjingarlegu í Brøndby í 1998, og tað munaði væl, tí umframt at vinna greipuna, stóðu vit okkum sera væl í Evropa Cup í 98, har vit eitt nú vunnu 2-0 á finsku FC Haka, sigur Ion. Um teir báðar seinastu dystirnar, sigur Ion, at í Klaksvík, vantaðu fleiri týdningarmiklir leikarar, og til grannauppgerðina ímóti B36 vóru fleiri leikarar, sum ikki fingu vant í vikuni undan dystinum. - Hóast okkum vantar tveir so týðandi leikarar sum Hans á Lag og Jan Dam, so stríddust vit mann- iliga í Klaksvík, men vit vóru óhepnir ikki fáa eina stigið, og hevði tað ikki verið fyri eitt frágera flott mál frá Kurt Mørkøre, so høvdu vit eisini fingið eina stigið. Til dystin ímóti B36 vóru fleiri spælarar, sum ikki fingu vant undan dysti- num, vegna skaða, og hetta sást eisini síðstu løtuna, har vit ikki megnaðu at gera okkum dælt av, at vit vóru tveir spælarar fleiri enn teir, sigur Ion Geolgau. Spurdur um at tað ikki minnir um eina panikk- loysn at koyra venjaran, or- saka av úrslitunum í trim- um teimum seinastu dystu- num, og tá verður havt í huga, at HB bert er eitt stig frá oddaliðnum, svarar Ion, at tað eru tað ivaleyst fleiri sum halda, men HB-leiðsl- an er komin til ta avgerð- ina, og hana virði eg. Ion hevði tó væntað, at hann varð settur úr venjara- starvinum, tí sum hann sjálvur sigur, so merkti hann á sær, at okkurt var í umbúna longu eftir steypa- finaluna, og tí var hann eitt sindur ovfarin av, at avgerð- in ikki varð tikin fyrr enn seinasta hóskvøld. - Eftir tapið í Klaksvík, væntaði at nú var mín tíð í HB av, men tá hendi so onki, men eftir B36-dystin, var eg vísur í, at nú vóru mínir dagar taldir í felag- num, og væntaði at fáa dómin longu sunnukvøldið. Eg gjørdist sera bilsnin av, at leiðslan bíðaði heilt til hósdagin at siga meg úr starvinum, greiðir Ion frá. Fríggjakvøldið var Ion Geolgau og segði farvæl við leikararnar, og tað var sera torført, tí Ion greiðir frá, at sambandið millum hann og spælararnar í HB altíð hevur verið sera gott. Ion var tó sera keddur um, at allir leikararnir ikki vóru til staðar fríggjakvøldi, og vónar at hann við annað høvi fær sagt ordiliga far- væl til teir leikararnar. - Eg havi altíð havt reinar linjur í HB, og leikararnir hava altíð vitað, hvat eg havi staðið fyri, og tí er tað av stórum týdningi, at tá eg í framtíðini hitti leikararar- nar á gøtuni, at vit kunnu hyggja í eyguni á hvørjum øðrum. HB verður meistari í ár Tá vit spyrja Ion um, hvussu hann væntar lands- kappingin endar, svarar hann, at hann avgjørt vónar og væntar at tað verður HB, sum vinnur meistaraheitið í ár. - Fær HB javnleik í Gøtu komandi sunnudag, so eri eg vísur í, at teir vinna í Runavík, tí tá fara spælarar- nir at geva meir enn fult út. Eg vænti heldur ikki, at HB setur fleiri enn tvey stig til í landskappingini, og vónandi verður tað nóg mikið til, at felagið gert meistari í ár, sigur Ion. At Ion er so bersøgin við- víkjandi teimum báðum torføru útidystunum í Gøtu og Runavík, kemur ikki av ongum, tí hann vísir á, at HB við honum sum venjara aldrin hevur tapt í Gøtu, og bert tí einu ferðina hevur HB tapt í Runavík, tá hann hevur staðið á odda fyri liðunum. Tað skal tó leggjast afur- at, at í fjør tapti HB í Gøtu, men til tann dystin var rumbul í HB, og upp til dystin hevði Ion boðað frá, at hann gavst sum venjari hjá HB, men fyri síðani, eftir umbøn frá leikarunum í HB, at venda aftur í venj- arastarvið eftir GÍ-dystin. Framtíðin Ion Geolgau sigur at er tíð- in í HB er nú søga, og hann er noyddur at lýta framá. - Vónandi fái eg onkran fyrispurning um møguligt venjarastarv til komandi kappingarár, tí mær dámar sera væl í Føroyum, og fólkið her er sera fitt og fyrikomandi, leggur Ion afturat. Spurdur, um hann hevur nakað felag í Føroyum, sum hann kundi hugsað sær at vant, svarar Ion, at tað týdningarmesta er, at felagið hevur visiónir, ið røkka út um bara fyrsta lið, og at felagið eisini hevur ein ungdómspolitikk. - Tá mær stóð í boði at gera sáttmála við sáttmála HB, var tað av stórum týdn- ingi, at felagið, eisini hevði ætlanir um at gera nakað við ungdómdeildirnar, greiðir Ion frá. Í sínari tíð í HB, hevur Ion umframt 1.lið, eisini verið fastur og fúsur at taka ein hond við ungdómslið- unum og við góðum úrslit- um, tí seinnu árini hevur HB verða einaráðnandi í nógvum ungdómsdeildum. - Tá eg kom í HB fekk eg at vita, at fleiri árgangir vóru farnir niður ímillum í felagnum, og tað sæst eisini aftur á 1.liði í dag, tí sam- ansetingin á liðnum er í dag við spælarum yngri enn 23 og so eldri enn 29, og t.v.s. at ættarliðið ímillum 23 og 29 er als ikki at síggja í HB í dag, og tað er sera óhepp- ið, tí leikarar mitt í tjugun- um eru vanliga væl fyri, hvat royndum viðvíkur, vís- ir Ion á. Ion leggur dent á, at enn er ov tíðliga at siga nakað um komandi kappingarár, men hann vónar, at møgu- leikar verða at fáa annað venjingarstarv í Føroyum. At enda vil Ion takka fyri dygga stuðulin seinastu dagarnar, tí telefonin hevur kimað síðan hósdagin frá áskoðarum og leikarum, sum hava ynskt honum góðan byr. - Tað fjálgar, sigur Ion. - At enda vil eg eisini ynskja HB góðan byrí framtíðini, og vónandi fær felagið eitt gott úrslit í ár, endar Ion viðtaluna við Sosialin. Fyrrverandi venjarin hjá HB, Ion Geolgau, vónar at fáa ein sáttmála við annað føroyskt felag til fyri kappingarár, og hevur tí ongar ætlanir um at fara av landinum. Mynd: Savnsmynd C M Y K 18