Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. august 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 158 - 21. august 2002 Gøtukvinnur á triðja plássi Heidi Heinesen hevur skotið fýra av í alt fimm málum, sum gøtukvinnur hava fingið í endaspæli- num 1.DEILD KVINNUR Páll Holm Johannesen Við øðrum sigrinum í trim- um dystum í endaspæli- num, hava gøtukvinnur kanska heldur óvæntað vunnið seg á eitt triðja pláss í bestu kvinnudeildini. Sunnudagin hevði GÍ vitjan av uppflytarunum av Skála, og heimaliðið vann 2-1, eft- ir 2-1 í hálvleikinum. Gí kom tíðliga á odda í dystinum, og var tað fram- herjin, Heidi Heinesen, sum fekk seinasta fót á. Undan dystinum ímóti Skála, hevði sama Heidi Heinesen skotið tvey av í alt trimum málum, sum gøtukvinnur hava fingið í endaspælinum. Miðskeiðis í fyrra hálv- leiki javnaðu skálakvinnur eftir hornaspark, og málið átti Anna Berg Danielsen. Tað kom eittans mál afturat í fyrra hálvleiki, og aftur hesaferð var GÍ-framherjin, Heidi Heinesen, sum var á blettinum. Hennara fjóðra mál í endaspælinum í ár. Í seinna hálvleiki leikaði javnt á, og bæði liðini høvdu royndir á málini. Kortini komu ikki fleiri mál í dystinum, og endaliga úrslitið gjørdist sostatt 2-1 til heimaliðið. Liðini hvør sín veg Við sigrinum um vikuskift- ið eru gøtukvinnur at finna á triðja plássi, meðan Skála framvegis er á niðasta plássinum. GÍ-kvinnurnar hava bert leikt tríggjar dystir, tí dyst- urin ímóti B68 seinasta mikudagin varð útsettur. Vinna gøtukvinnur dystin ímóti B68, so kunnu tær so smátt byrja at droyma um at fáa heiðursmerki. Komandi vikuskiftið hava gøtukvinnur eina sera torføra uppgávu, tær skulu leika ímót avgjørda odda- liðnum KÌ í Klaksvík, og hetta verður helst ein sera møtumikil uppgáva hjá GÍ- kvinnunum. Skála hevur framvegis fyrsta stigið til góðar í endaspælinum, og skal lið- ið framhaldandi hava ein sess í bestu kvinnudeildini, so skal vend koma í gongd- ini. Komandi vikuskiftið fáa tær so møguleikan at venda gongdini, tá Skála far vitjan av HB-kvinnun- um. Dysturin í tølum: GÍ-Skála 2-1 (2-1) 1-0 Heidi Heinesen 1-1 Anna Berg Danielsen 2-1 Heidi Heinesen Fyri tveimum vikum síð- ani bleiv OL-liðið úttikið, men tá var eitt ivamál, nevnliga um Flóvin Tór Næs var tøkur. Hann hev- ur síðani givið avboð vegna skúla (eins og Ólavur Simonsen hevur), og sostatt sær liðið, sum fer til Talvolympiadu 25. okt. - 11. nov. í Bled, Slo- venia, soleiðis út: 1. John Arni Nilssen 2. IM John Rødgaard 3. Heini Olsen 4. Eyðun Nolsøe 5. Hans Kristian Simonsen 6. Martin Poulsen Spenningur hevur verið um avloysaran fyri Fló- vin. Fór tað at verða Jóan Hendrik Andreasen, Tor- bjørn Thomsen, ella hvørgin av hesum? Talv- sambandið hevur valt at senda fýra vaksnar telv- arar og tveir unglingar. 18 ára gamli Martin Poulsen er næstfremsti unglingi, aftanfyri Hans Kristian Simonsen, og fær hann tí- skil kjansin á hesum sinni. cens Íslandssúlukappingin varð óvanliga spenn- andi í ár, og endin gjørdist at tríggir býttu fyrsta plássið. IM John Rødgaard bleiv tó kosin vinnari av kappingini við flestum mótstøðu- stigum TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Telvað varð í frálíkum um- støðum í Tekniska Skúla- num, og væl bleiv fyriskip- að av Klaksvíkar Talvfelag. 21 telvarar og seks umfør. Á www.talvkapping.subnet.dk ber til at síggja øll talvini úr kappingini. Undan seinasta umfari lógu tríggir á fremsta plássi; IM John Rødgaard, Carl Eli N. Samuelsen og Finnbjørn Vang við fýra stigum av fimm møgulig- um. John og Finnbjørn hitt- ust í veruligum finaluum- fari, meðan Carl Eli hevði torføra uppgávu móti Ólavi Simonsen, sum lá hálvt stig aftari. Terji Petersen var eisini væl við í oddastríð- num, men tapti móti Herluf Hansen í seinasta umfari- num. Góður stríðsvilji Allir telvararnir sýndu góð- an stríðsvilja, og í hvørjum umfari vóru mong talvini drúgv. Í seinasta umfari- num varð ei heldur nakar stuttur javnleikur. Finnbjørn og John strídd- ust leingi, men støðan var allatíð nøkunlunda jøvn. Hetta ásannaðu teir eftir slakar fýra tímar og samdust teir tí um javnleik. Ein gott úrslit hjá Finnbjørn, sum hevði eina frálíka kapping við eitt nú at vinna á Olaf Berg, umframt javnleikurin móti John varð kærkomin. John og Finnbjørn høvdu nú lagt seg á odda, og sam- stundis royndi Ólavur at vinna rókaendatalvið við meirfinnu móti Carl Eli, sum leingi sá út til at halda javnt. Men í tøkum tíma fann Ólavur eina góða plan, sum vann. Nærum fimm tímar vardi talvið. Ein fegin Ólavur, og ein heldur vón- brotin Carl Eli, sum fekk eitt fjórða pláss saman við Herluf Hansen. Ólavur hevði annars eina misjavna kapping, við eitt nú tapi móti Herluf. Men sum ikki einaferð reistist hann við góðum enda- spurti. Vinnararnir býttu virðislønirnar, sum vórðu methøgar, ímillum sín. Toppurin: 1. John Rødgaard 4,5 av 6 2. Finnbjørn Vang 4,5 3. Ólavur Simonsen 4,5 4. Carl E. N. Samuelsen 4 5. Herluf Hansen 4 John legði væl út, men leikti javnt seinastu trý talvini (móti Carl Eli, Terja og Finnbjørn). Finnbjørn hevur nú eftir kappingina otað seg yvir 2000 í rating fyri fyrstu ferð, og eigur hann eisini lættliga at halda seg yvir hesum marki. Sjey telvarar fingu 3,5 stig; Martin Poulsen, Olaf Berg, Terji Petersen, Tummas M. Anthoniussen, Ingolf Gaard, Esbern Christiansen og blaðunga gentan Herborg Hansen úr Klaksvík (!). Hon vann eisini eina ratingvirðisløn sum besti telvari undir 1500 í rating, so hetta varð ein megnar kapping hjá henni. Nólsoyingurin Bjørn E. Thomsen luttók fyri fyrstu ferð í einari talvkapping, og væl gekst. Hann fekk trý stig, og vísti til tíðir gott spæl og hugflog. Vónandi fer hann at halda fram við kappingartelving. Tað verða tríggjir fyrrverandi leikarar í HB, sum fara at standa við róðrinum á 1. og 2. liði hjá HB komandi mánaðarnar VENJARASTARV Páll Holm Johannesen Seint seinnapartin mána- dagin gjørdist greitt, at tað verður fyrrverandi liðskip- arin á landsliðnum Jóannes Jakobsen, sum saman við Kára Nielsen, fer at standa á odda fyri fyrsta liði hjá HB. Jóannes Jakobsen er bæði fyrrverandi leikari og venjari í felagnum, og hann hevur játtað at hjálpa til við venjingini teir næstu tveir mánaðirnar. Talan verður sostatt um tveir fyrrverandi HB-leik- arar, ið koma standa við róðrinum komandi mán- aðirnar í HB, og spennandi verður at síggja, hvussu tað fer at gangast. Afturat Kára og Jóannes, hevur ein annar fyrrverandi HB-leikari, Bjarni Jacob- sen, játta at taka sær av øðr- um liði restina av kapping- arárinum. Kári er enn eitt óskrivað blað innan venjarayrki, men Jóannes hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Eftir at hava spælt við HB í nógv ár, fór hann til Vágs í 1991 at venja vágbingar, og vendi so aftur til Havnar miðskeiðis í 90´unum sum leikandi venjari hjá HB. Síðani gekk leiðin til Klaksvíkar, har hann var í tvey ár, og var um reppið at vinna meistaraheitið. Í fjør og í fyrra árið var Jóannes á Toftum, og har bleiv tað til tvey triðjapláss. Ætlanin var so at halda eitt fríár í ár, men nú hevur so Jóannes játta at taka um endan í HB. Enn hevur Jóannes Jak- obsen ikki vunnið nakað meistaraheitið sum venjari, og hvør veit, møguliga er hann maðurin, sum kann venda HB-skútuni í ár, og vinna sítt fyrsta meistara- heitið sum venjari. Formaðurin fegin Formaðurin í HB, Birgir Enghamar, sigur við Sosial- in, at hann er fegin um, at hava fingið Jóannes Jakob- sen aftur í felagið, tí hann er dugnaligur venjari, og tað ger tað ikki verri, at hann er ein maður, sum kennir væl til felagið, og tað heldur Birgir kann vera ein stórur fyrimunur kom- andi mánaðarnar. Jóannes Jakobsen er aftur í HB Jóannes Jacobsen skal komandi mánáðarnar saman við Kára Nielsen venja 1.lið hjá HB, og talan er tí um tveir fyrrverandi leikarar í HB, sum nú skulu standa á odda fyri venjingini hjá felagnum. Mynd: Savnsmynd Tríggir vinnarar OL-liðið endaliga sett C M Y K 20 Nr. 158 - 21. august 2002 21 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 1302, P/F Hellisvað, 727 Árnafjørður. Nevnd: Farin úr nevndini: Birthe Helene Danielsen, 727 Árnafjørður (formaður) og Magnus Danielsen, 727 Árnafjørður. Innkomin í nevndina: Justines Justinussenn, 480 Skáli (formaður) og Jógvan Ziska Djurhuus, Peder Andersensvej 1, DK-9850 Hirtshals. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Magnus Danielsen, 727 Árnafjørður Innkomin sum Stjóri: Odd Eliasen, Mørkin 8, 530 Fuglafjørður. Skráseting Føroya tann 19. august 2002 Kristin Balle _____________________ www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo 21