leygardagur 10. oktober 1981síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Leygardagin 10. okto-
ber fyllir Marita Dals-
gaard í Havn 75 ár.
Hon er dóttir Óla Já-
kup Niðri í Stovu,
bónda, og Sissal Úti í
Stovu í Skúvoy.
Niðri í Stovu hildu
tey alt tað gamla høgt í
æru, samstundis sum
tey vóru opin mótvegis
tí nýggja, sum kom inn
uttanífrá. Marita kom
sostatt at vaksa upp í
einum heimi, har mann-
fólkini rektu be og
haga, sektu bjergini og
sjógvin, meðan konu-
fólkini gjørdu alt tað,
sum hoyrdi teimum til
á einum bóndagarði.
Tær matgjerdu og
passaðu kríatúrini, tet-
aðu og royttu fugl.
Nógv fólk gekk inn
Niðri í Stovu, tá Marita
vaks upp. Har var
mangt fortalt og sagt
frá um kveldarnar og
væl hevur hon dugað at
lurtað, tí enn í dag er
tað ein stuttleiki at
hoyra hana greiða frá
segum og gomlum
siðum.
Tá Marita var til-
komin, fór hon, sum so
mong onnur ung niður
á háskúla, har hon
vann sær tað andaliga
stødid, sum hon hevur
byggt á til dagin í dag.
Í Danmark vann hon
vær eisini nógvar vinir
og uppaftur fleiri vann
hon sær, tá hon heim-
afturkomin giftist við
Hans Dalsgaard í
Skálavík. Tey settu
búgv niðri á Mølini, har
Hans tókst við handil,
smíð og jarðarbrúk.
Hans var hegnismaður
til alt, sum hann tókst
við, men okkum er
sagt, at Marita gav
honum lítið eftir, tá tað
galt arbeiðið í benum
ella í fjósinum
Tá í tíðini gekk meg-
inparturin av flutning-
mum ur og
oynna um Skálavík.
Mangan var leingi at
bíða eftir Smyrli, men
Sand
Marita Dalsgaard
75 ár
SOSIALURIN
eingin slapp at standa
úti í regni og kulda.
Marita, sum búði
dygst við lendingina,
tók upp siðin eftir ver-
mammuni, Sunnuvu á
Mønini, at bjóða øllum
inn, sum bíðaðu eftir
farti. Hetta gjørdi hon,
líkamikið um tað var
kent fólk ella ókunnu-
fólk. Tað er tí mong,
sum igjøgnum árini
hava sitið væl inni hjá
Maritu niðri á Mølini
við einum heitum
munni, meðan bíðað
var í tolni eftir Smyrli.
Alt hetta er nú um-
broytt og farið, eins og
lívið hjá Maritu broytt-
ist. Persónligu viður-
skifti hjá henni og
manninum noyddu tey
at flyta. Tey segdu tí
ellum tí farvæl, sum
tey í felag hevdu byggt
upp í Skálavík og
fluttu til Havnar.
Í Havn settu tey
búgv uppi undir Varða
í Dalagetu, har tað
skjótt gjerdist hugna-
ligt og har tey skjótt
vunnu sær góðar vinir.
Tey fyrstu, sum bygdu
har á leið vóru av-
bygdafólk. Tey komu
úr Sunnba, Tjernuvík,
Skálavík, Húsavík,
Vestmanna ella Kald-
bak. Hesi fólk varð-
veittu tann gamla góða
siðin frá heimbygd-
unum at ganga inn til
hvennannan — at vera
felags um gleðir og
sorgir. Hesin býling-
urin rundan um Dala-
getu er tí enn tann dag
í dag eyðkendur av
hjálpsemi, samanhaldi
millum tey elstu húsini
og góðum grannalagi.
Nú fer Marita so um
tey sjeytifimm. Hon
hevur upplivað gleðir
og sorgir sum flest
onnur. Hon hevur sum
tað mesta av hennara
ættarliði dugað at tikið
teir góðu eins væl og
teir ringu dagarnar. So-
leiðis var tað nú eina-
ferð — ein skuldi bera
tað einum varð lagað.
Men hetta merkti
hverki fyri Maritu ella
Hans, at man so skuldi
lata alt um seg ganga.
Tey stríddust tí hver
í sínum lagið alt teirra
vaksna lív fyri betri og
rættvísari korum fyri
allar sanifelagsins
borgarar, men hetta er
ein onnur søga, sum vit
lata liggja her.
Til endans fara vit at
ynskja Maritu hjarta-
liga tillukku við teim-
um sjeytifimm og vit
ynskja fyri hana, sum í
letuni er sjúklingur á
Landssjúkrahúsinum,
at hon má fáa heilsuna
aftur og eiga mong góð
ár saman við okkum
hennara vinum og sam-
an við hennara kæru.
Vinfólk
Tíðindaskriv frá Havnar Róðrarfelag:
Tiltok til frama fyri
Havnar Róðrarfelag
»] degunum 16. 17. okt.
skipar Havnar Róðrafelag
fyri eydnuhjóli, tombola,
21 spæli og eðrum tiltek-
um, til frama fyri felagið.
Tað hevur verið soleiðis
árini frammanundan, at
H.R. hevur luttikið í ólav-
sekutiltakinum, sum
Tórshavnar ítróttarráð
hevur skipað fyri, saman
við hinum felogunum,
men av tí at hetta krevur
nógv arbeiði, og summar-
kappingin hjá H.R. endar,
er tað sera trupult at fáa
Mótmæli
ímóti úrskurði dómsnevndarinnar viðvíkj-
andi klaguni hjá LÍF um vinnaran av 2. deild
Fyrst er at siga, at MB er
ein heilt ósekur partur í
hesum máli, sum dóms-
nevndin við sinari ving-
lutu steðu, nú hevur gjert
"til eina stóra óneyðuga
fløkju.
Å fundi hésdagin tann
17/9—81 kunngjørdi FSF
kappingarreglurnar fyri
meistaraheiti í 2. deild.
Fríggjadagin tann
18/9—81 staðfesti dóms-
nevndin treytaleyst hesa
reglugerð.
Kunngerðin varð lýst í
Útvarpi Feroya fríggj-
adagin tann 18/9—81, og
onki felag mótmælti hes-
ari kunngerð, áðrenn sein-
asta leikumfarð.
Seinasta umfarð í 2.
deild varð leikt leygar-
dagin tann 19/9—81 og
endaði hetta við, at MB
vann landskappingina í 2.
deild og fekk steyp og
medaljur handaðar, av
umboðsmanni FSF's við
fulltrú frå dómsnevndini.
Hvat hendur so, jú, LÍF
sendur klagu til dóms-
nevndina, og vil ikki góð-
taka, at MB er kosin vinn-
ari av 2. deild, orðsaka av
flest scoraðum málum.
Dómsnevndin ger úr-
skurð í hesum máli, og
Gud hjálpi okkum, um teir
nú ikki hava broytt steðu í
málinum, og geva LÍF við-
hald í klaguni.
Grundgeving dóms-
nevndarinnar er, at ongar
altjóðareglur eru um, at
eitt lið kann vinna eina
kapping uppá flest skotin
mál.
Hesin úrskurður er
okkum heilt ófatiligur, tí
altjóðareglurnar, t.v.s.
FIFA-reglurnar, siga heilt
greitt:
1) flest vunnin stig
2) málmunur
3) flest vunnin mál
4) umdystur
hetta kann prógvast,
svart uppá hvítt !! log har-
afturat staðfestið dóms-
nevndin reglugerð FSF's
treytaleyst tann 18/9—81.
Í Sosialinum tann
23/9—81, sigur umboðs-
maður fyri LÍF (Hans M.
Foldbo) citat: Annars skal
vera lagt afturat, at um
DBU, tá ið vit tosaðu við
teir mánadagin, sigur, at
FIFA nýtir tær reglur,
sum FSF hevur nýtt í 2.
deild í ár, so taka vit klag-
una aftur beinanvegin.
citat slut. P
Ein má spyrja, hví
hevur LÍF ikki tikið klag-
una aftur tá ið bæði FIFA
og EUFA nýta hesar
reglur ? ??
Okkara áskoðan er, at
stødan er heilt greið:
1) Kunngerðin frá FSF
tann 18/9 er 100% ílagi,
sbrt. grein 1 í kappingar-
reglunum fyri fótbólt.
2) Klagan frá LÍF kann
ikki viðgerast av dóms-
nevndini, sbrt. grein 8 stk.
Í í reglugerðini fyri dóms-
nevndir innan ÍSF.
3) Dómsnevndarformað-
úrin er innhabilur í við-
gerðini av hesari klagu frá
LÍF, (sjá viðtalu við hann
í Dagblaðnum nr. 67 tann
23. september 1981), hann
tekur persónliga steðu al-
ment, áðrenn klagan er
viðgjerd. (sjá grein 7 í
reglur fyri dómsnevndir
innan ÍSF).
4) Dómsnevndin hevur
framt lógarbrot ímóti
grein 1 í kappingarregl-
unum fyri fótbólt.
Miðvágs Bóltfelag
góðtekur ikki lógar- og
viðtekubrot og harvið
heldur ikki dómsnevndar-
úrskurðin, hesum máli við-
víkjandi!!!
Fyri okkara viðkomandi
er kappingin lokin. Vit fáa
ikki mannað lið til nakran
umdyst. Tit eru jú eisini
vitandi um, at summir av
okkara leikarum eru
staddir í Danmark nú.
f. Miðvágs Bóltfelag
Martin Danielsen, Form.
Neystini kosta 60.000 kr. í rakstri um árið
fólkið at binda seg at hes-
um arbeiði á ólavseku.
Eisini hevur H.R. eitt
stórt arbeiði av fyrireik-
ingum til kappróðurin á
ólavseku. Ístaðin varð av-
gjert á limafundi í vár, at
taka okkum burtur úr
ólavsekutiltakinum, og í
staðin skaffa okkum peng-
ar á henda hátt, og vóna
vit at fáa góða undirteku.
Vit hava skrivað til allar
limirnar, sum eru 240 í
tali, og sum vit vænta
styðja okkum við hesum
tiltakinum, og summir
hava longu latið frætta frá
sær. Eisini hava vit skriv-
að til handlar og heilselur
og biðið um stuðul, og
eisini har hava vit frætt
um positiv úrslit.
Aftur at eydnuhjóli,
tambola og 21 spæli, verð-
ur fiskadammur, kaffi við
køkum og smurdum
breyði, heitar pylsur o.a.
H.R. tók í 1975 nýggja
neystið í brúk, hetta helið
er sera væl útgjert. Vit
hava m.a. brúsurúm, so at
róðrafólkið kann fáa sær
bað aftan á at hava vant
eitt ófýsið kveld. Men
hetta kostar, vit kunnu til
demis nevna, at í rakstri
kostar neystið ca. 60.000
kr. um árið.
Nú hava vit ætlanir um
at skifta tær stóru hurð-
arnar í kjallarinum út, av
tí at tær eru sera tungar
og ringar at arbeiða við.
Eisini mugu vit í hold við
eina stóra umvæling av
vindeygunum, sum eru
farin at leka illa. Alt hetta
kostar, so vit vóna at
eydnuhjóli fer at eydnast
væl, bæði fyri okkum og
teimum sum koma at
vitja«. endar Bjarni Dals-
garð í tíðindaskrivinum.
Hondbóltsskráin
Leygardagin 10/10
12,00 Vípan— Neistin d
g. 12
12,35 Vipan a—Neistin
bg. 14
13,10 Vipan b—neistin
dg. 14
13,45 Vipan—Neistin a
g. 16
14,30 Kyndil -EB
I. menn
15,40 Kyndil—Fram
II menn
16,50 Kyndil a—H71
d.12
17,25 Kyndil a—Neis-
tin ag. 10
18,00 Kyndil a—Neis-
tineg. 12
18,35 Kyndil b—Neis-
tincg. 14
19,10 Neistin a— KIF
d. 12
19,45 Neistin a—Kyn-
dilad. 10
20,20 Neistin b—Kyn-
dilbg. 12
20,55 Neistin c—H71
g. 12
Sunnudagin 11/10
12,15 Søljan—Kyndil c
g. 12
12,50 Seljan—Kyndil
g. 16
13,35 Søljan—Kyndil a
g. 14
14,10 SÍF—St.ÍF
III menn
15,20 MB—GÍ III
nm menn
16,30 MB—GI II kv.
17,30 Neistin c—Skåla
g. 10
18,05 Neistin b—Skåla
g. 16
18,50 Neistin a—NSI b
g- 14
19,25 Neistin—NSI
II kv.
20,25 H71—NSi d. 16
re
|
Er
på
TILLPOS:95
2
ER SUN
OR