Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-10-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. oktober 1981síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Er uppgávan hjá blød- unum bert at skriva góðar søgur sum selja? * — Júst her er tað spurningurin hjá ein- blaðmanni at taka stoðu til, antin ein vil royna at lýsa eiti mál út í æsir — frá fleiri síðum — ella tað bert skal verða talan um eina Þgóða søgu« sum fangar og selur blaðið tann eina dagin, skrivar Jan Miller, blaðmaður um greinarødina um aling og foroyska blaðskriving …. SO er alingin at enda liðug í Sosialinum — munnu tað vera tey, sum hugsa, nú vit geva út okk- ara seinasta ískoytisblað um fiskaaling og hav- búnað. Ja, eg má sjálvur viðganga, at hetta gjer- dist eitt sindur drúgvari enn upprunaliga varð ætlað: heilar 48 síður um aling í seks fylgjandi leyg- ardagsblødum. Sum vit søgdu frå i fyrsta blaðnum var ætlan- in at lysa menningina innan fiskaaling og hav- búnað aðrastaðni. og heima í Feroyum og sam- stundis at fáa í lag eitt orðaskifti um hetta evnið. Vit hava tí frá blaðnum verið úti kring oyggjarnar og vitjað alarar, og vit ha- va tosað við fólk, sum hava eitthvert tilknýti til hesa vinnugrein. Somuleiðis hava fleiri av teimum fólk- um, sum onkursvegna arbeiða við fiskaaling verið so beinasom at skriva greinar í blaðið. Á henda hátt hava vit kunn- að gjørt hesa greinareð so fjølbroytta sum gjørligt. At henda greinarød so hevur havt eina kanska ov stóra »yvirvekt« i blað- num, tað skal eg ikki dylja fyri. Tað eru helst mong, sum ongan áhuga hava fyri at lesa um fisk, so sum fleiri teirra eisini hava tikið til. Men júst her er tað spurningurin hjá einum blaðmanni: at taka stoðu til, antin ein vil royna at lýsa eitt mál út í æsir — frá fleiri síðum — ella tað bert skal verða talan um eina „góða segu<, sum fangar og selur blaðið tann eina dagin. Undirritaði, sum ikki er vorðin sert bitin av hesi nýggju vinnugrein, helt, at tað kundi verið áhuga- vert einaferð at roynt nakað nýtt í føroyskari blaðskriving, nevniliga hetta at taka upp ein tátt og lýsa hann so breitt og djúpt sum gjerligt. Tað liggja so eisini aðrar grundir fyri hesum tiltaki. Fyri tað fyrsta at hjálpa teimum monnum, sum = Bar Á TINGAKROSSUF Jan Miller blaðmaður skrivar: hava havt tað dirvi at seta heilt nógv uppá spæl fyri at fáa eina nýggja vinnu upp á fetur. Tá eg sigi hjálpa, so hugsi eg her um, at formidla upplýsing- ar, spurningar og tørv víð- ari til okkara myndugleik- ar og politikkarar. Soleiðis at hesi bæði liðini, betur kunnu skilja hvert annað. FO oo. co LDRID Myggjur høbkutrøtan tl Færvye tad Fyri tad næsta gt er ein nåtturlig avleiding av hesum fyrra hevur skrivingin eisini havt til endamál at geva teimum myndugleikum og politik skulu arum, sum stýra landi okkara í framtíðini, meguleikan at kunna seg við viðurskiftini og um- steðurnar hjá monnum, sum eru farnir í gongd við aling Eisini her haldi eg, at eitt blað kann vera ella kanska heldur eigur at vera millumlið millum tann, sum arbeiðir úti innan eitt ávíst eki og tann, sum í erva skal taka avgerðirnar. Fyri tað triðja hevur henda skriving havt ítil endamál at gera tað upp- vaksandi ættarliðið varugt við eina nýggja vinnugrein, sum tað um nekur ár fer at virða Framhald á síðu 16 2600 pr > Birbdudusenjan í Huron Farnir aftur tú arbeiðis