Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-10-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. oktober 1981síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

AA UUU Sko i i i ex SOSIALURIN Japanarar veiða árliga góð 10 milliónir tons av fiski og skelja- djórum. Av hesum er ein millión (góð 9%) tons aldur fiskur, skel- jafiskur og tari. Í virði harafturímóti er aldi fiskurin heili 20% av samlaða virðinum av allari fiskiveiði Japan er í dag eitt land, (sum framleiðir nógvar fiskaverur) og eitt land, (sum brúkar nógvan fisk). Tað er tí ikki av tilvild, at júst hetta landið í fjareysturi er ungangongu- land bæði tá talan er um van- ligt fiskarí á havinum og kanska í serligan mun tá talan er um havbúnað. Fyri at vísa á, hvussu stór- an týdning havið og tess feði- djór hava fyri japanarar, kann nevnast, at hver ein- stakur japanari í miðal fær munandi fleiri proteinir frá fiskakjeti enn onnur lond í heiminum: 50% av øllum ja- panskum matvørum viå ani- malskum proteinum stava frá fiski og skeljadjórum. Fyri vestanlond er hetta tal so lágt sum 5—20%. Einki annað land í heim- inum hevur lagt so stóran dent á at økja framleiðsluna i teirri náttúrligu økoskipanini við at reka havbúnað sum Japan. Og talan er ikki um eina eintáttaða roynd. Næst- an alt frá tara til tann dýr- asta laks verður alt í Japan. Vanliga býta vit japonsku fiskivinnuna upp í tríggjar bólkar: heimaútróður, hav- fiskiskapur og pelagiskur h 4 - & 7 a Teir skilja tann góða laksin frá fyri at strúka hann k fiskiskapur. Av teimum 10 mill. tonsunum av fiski og skeljadjórum, sum árliga koma uppá land í Japan, stava tey 20% frá heimaút- róðrinum. Av hesum eru so tey 20% aldur fiskur og skeljadjór. Haraftrat kemur so tann mongd, sum verður sett út og fiskað aftur inni við strondina, so alingin stendur fyri umleið helvtini av ellum heimaútróðrinum í Japan. Taka vit 1977 so var fram- leiðslan av aldum fiski og skeljadjórum, bæði frá fest- vatni og sjógvi, uppá 943.000 tons fyri eitt samlað virði uppá millum 10 og 15 milli- ardur krónur. Hetta var til- sámans 8,8% av allara fiski- veiðimongd yvirhevur, og í virði var tað heili 17,5%. Fyri 1978 vóru telini ávikavist 9,3% og 20,8%, so tað sæst á telunum, hvenn veg alingin ber. Av teimum 943.000 tons- unum av aldum fiski komu tey 861.000 tonsini frá ali- steðum á havinum og tey 82.000 tonsini frá alisteðum í festvatni. Tey mest týdningarmiklu fiskaslegini o.a., sum verða ald í Japan er: yellowtail, red sea bream, rækjur, ostra, kræklingur, »kam«skel, snigl- ar, hegguslokkur, tari, állur, síl, laksur, karpa, setfiskur og fleiri onnur sløg við. Ocean Ranching er ein táttur, sum hevur stóran týd- ning fyri Japan sum fiski- vinnutjóð. Tvs. at yngul verður sett út í áir og kemur inn aftur sum stórur fiskur eina tíð seinni. Í fjer vóru ein milliard laksafiskar settir út og í 1983 verður miðjað ímóti at seta út 2 milliardir av laksayngli. Tað verður roknað við, at samlaða laksaveiðan í 1987, aftaná at tað er sett út á hverjum ári, verður 40 milli- ónir laksar bert í áunum og nærhendis strondina. Samlaða laksaveiðan í Kyrra- havinum er 600.000 tons, meðan hon til sammetingar í Atlantshavinum bert er 8000 tons. Men øll henda menningin á aliøkinum er ikki framd eftir einum degi. Japanarar hava langa traditión fyri aling og fyri at vísa, hvussu stórt ar- Framleiðslan av ælabogasilum fer fram i jerðhyljum. Feroyska ferðalagið uttanfyri eini fiskiroyndarsteð i Japan. Frá høgru: Bjarni Joén- sen, Eiler Jacobsen og konan, Oddmar Juul Samuelsen og konan, Knút Nolsee og Tormóður Dahl. Japanararnir eru hjálparmenn hjá ferðalagnum beiði verður lagt í at royna at ala nýggj fiskasløg, kunnu vit nevna royndararbeiði við at ala rækjur. Dr. Fujinaga kannaða kurumarækjuna í 10 ár og gjerdi aliroyndir við henni tey næstu 20 árini, áðrenn tað eydnaðist honum at byrja veruliga aling av rækjum við vinningi fyri eyga. Tá hann byrjaði kanningar sínar í 1933 kendi eingin til lívsgongdina hjá hesi rækju. Í dag vita vit alt um hana og kunnu ala so nógv av henni, sum vit ynskja. Omanfyri alihylin er hylur til frítíðarfiskarar Japanarum dáma sera væl fisk Se A ——— ——Þ