Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-10-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. oktober 1981síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

vet SOSIALURIN »Nytænkning kommer åben- bart først når man er blevet trådt grundigt over tæerne« — sigur stjórin á Føroya Fiskasølu í samrødu Í dag halda vit fram við orðaskiftinum um fiskivinnuna í 80-unum. Øll eru væl komin at luttaka í kjakinum, og senda greinar til blað- ið. Í dag skrivar Jan Miller. Hann viðger nøkur úttalilsi, stjórin í Føroya Fiskasølu hevur havt við blaðið, Dansk Industri Í seinasta nummarinum av »Dansk Industri« (nr. 9) er åhugaverd grein um Føroyar, har fleiri av okk- ara leiðandi ábyrgdar- monnum bæði innan tað almenna og tað privata úttala seg um steðuna hjá føroysku tjóðini i dag. Tað eru tvær danskar kvinnur, báðar journalist- ar, Susanne Lassen og Gitte Serensen, sum hava skrivað greinina. Birgir Danielsen, fiska- selustjóri, er ein teirra, sum úttalar seg í greinini. Hetta eru eftir míni metan hugvekjandi úttalilsi frá einum manni, sum situr við — kanska fteirri sterstu — ábyrgdini í okk- ara lítla samfelag. Eg loyvi mær fyrst at endur- prenta nakað av tí, sum Birgir Danielsen sigur: »Vi står over for en række problemer de kom- mende år, hvor det bliver nødvendigt at forsøge at markedsføre nye produk- ter, hvis der fortsat skal være råstof nok til at be- arbejde for bl.a. filetfabrik- kerne. Derfor skal vi i gang med at intensivere markedsføringen gennem vore kontorer i Hirtshals og Grimsby i England. Dertil kommer, at vit har indrettet et laboratorium til produktudvikling og et prøvekøkken, så vi konti- nuerligt kan udvikle nye produkter. Nogle har den opfattel- se, at vores problemer kan løses, hvis Grønland mel- der sig ud af EF, men jeg tror, at de tager fejl. De kvoter, vi hidtil har fået ved Grønland, har vi fået gennem Danmark, og hvis grønlænderne forlader EF, så tror jeg for alvor, at de begynder at føre en isola- tionspolitik. Men allerede for tre år siden burde vi nok have tænkt på at finde nye markeder. Fiskemængden ved Færøerne er for lille efter min mening til alene at holde vore industrier i gang. Det pudsige er blot, at vor eksport er steget støt, først i år kommer det til at knibe med at holde skansen. Nytænkning kommer åbenbart først, når man er blevet trådt grundigt over tæerne« sig- er Birgir Danielsen og til- føjer, at Føroya Fiskasøla er begyndt med forunder- søgelser i Afrika. Vidmerkjast skal, at undirstrikingarnar eru minar egnu. Áðrenn eg skal koma nærri inn á hesi úttalilsi, so skal eg nevna, at tað nú eru nakrir mánaðir síðani, at undirritaði í Sosialinum legði upp til kjak um fiskaselumál og feroysku fiskivinnuna í 80-unum. Nekur fólk hava skrivað, men tað tykist tíanverri vera soleiðis, at alment kjak í bleðunum dettur niðurfyri aftur beinanveg- in. Tað haldi eg er spell, tí hetta eru so stór álvars- mál, at tey mugu fram í ljósið — fram til kjak so- #% sjónarmið Jan Miller, blaðmaður, skrivar leiðis, at tað ikki einans verða nakrir heilt fáir per- sónar sum sleppa at av- gera útviklingin í okkara samfelag. Antin hann so gongur henda ella handa vegin. Tá Birgir Danielsen, stjóri í Feroya mætastu handilsfyritøku, Føroya Fiskasølu, i dag — år 1981 — úttalar seg soleidis: »Men allerede for tre år siden burde vi nok have tænkt på at finde nye markeder« og seinni aftur »Nytænkning kommer åbenbart først når man er blevet trådt grundigt over tæerne«,.….. tå hann tekur soleiðis til orða må undir- ritaði av álvara seta spur- nartekin við tað arbeiði og ta uppgávu, sum Feroya Fiskaselu hevur staðið fyri og stendur fyri fram- vegis. At fiskaalustjórin nú metir, at hann ella »vi«, sum hann orðar tað, longu fyri trimum árum síðani áttu at havt hugsað um at finna nýggjar marknaðir er nær sagt ein falliterkle- ring. Hetta fær okkum vanligu borgarar, sum til eina og hverja tíð av Fer- oya Fiskaselu eru tvungn- ir til at disponera minst 10 ár fram í tíðina sum t.d. við fiskaskipabygging ella keypi skal fram, at spyrja, um tað veruliga er so illa stætt á Feroya Fiskaselu, at hon antin ikki hevur havt fantasi ella ikki hevur tímað at roynt nýggjar marknaðir fyri langari tíð síðani? Tá fiskaselustjórin her nevnir trý ár, so rokni eg við, at hann sjálvur væl er greið- ur yvir, at hetta átti at verið gjert fyri nógv fleiri árum síðani. Og síðani at siga, at >ny- tænkning kommer áben- bart ferst nár man er ble- vet trádt grundigt over tæerne«. Sjálvandi er eingin av okkum full- komin. Tað er eisini so lætt aftaná at klikkja niður á onnur og spyrja hví ein ikki gjørdi hetta og hatta tá. . Men her er tiverri eisini talan um eina falitterkle- ring. Føroya Fiskasøla hevur meira enn nøkur onnur fyritøka i Norður- londum bæði pening og fólk, til at gera eitt muna- gott arbeiði fyri limir sín- ar, sum er feroyski fiski- maðurin í orðsins sanna týdningi. Tískil skuldi ein hildið, at tað var laga- manni hjá Fiskaseluni — ell hesi árini, vit hava sæð hvenn veg tað bar hjá okk- ara fiskivinnu og har vit hava vitað av royndum, hvussu stórar broytingar hava verið alla tíðina — at arbeitt við at finna nýggj- ar marknaðir, arbeitt við nýhugsanum. Men her viðgongur fiskaselustjórin altso, at fiskaselan er ov sein á sjó- varfallinum. Meg minnist at sendifulltrúin í Keyp- mannahavn nekur ár her- fyri skrivaði, at alt er steindeytt á fiskaseluni, at hann skrivar at ongar ibøtur hava verið í fiska ølupolitikkinum seinastu árini, sum ikki eru provo keraðar ella fyrst framdar av ødrum sum hava liðið svárt undir tí og meguliga farnir av kneranum, fyri so at vera tiknar sum upp- finnilsi Fiskaselunar. Harra Birgir Danielsen, eg skrivi ikki hesi orð fyri at klikkja niður á tygum ella tygara arbeiðspláss. Bert haldi eg tað vera rætt í einum demokratiskum samfelag at siga sína hugsan um so stór álvars- mál sum selu av okkara fiski. Eg veit væl, at tað er rætt at vit saman byggja upp heldur enn at bróta niður. Men um vit ikki alla tíðina eru saman um at kenna ábyrgd, tá verður samfelagið taparin. Jú, men ger Fiskaselan einki gott, hví skulu vit havast at hesum stovni alla tíðina, munnu tað vera tey sum hugsa, kanska ikki minst stuðlar Dagblaðsins, tí teir tyk- jast hava til uppgávu at friðhalga hesa fyritøku. Ju Fiskaselan ger uttan iva nógv gott, men tá hon á einum eki liggur í dvala ov leingi, tá má tað vera uppgávan hjá okkum eðrum at tala at. Og júst hesi úttalilsi frá Fiska- selustjóranum dugi eg ikki at taka sum annað enn, at Fiskaselan hevur ligið í dvala og sovið sín seta blund, í eini tíð tá tað veruliga galt um at vera vakin: at finna marknaðir og vera fyrstur við ný- hugsanum! Undirritaði vónar, at vit kunnu fáa kjakið um fiskaselupolitik og um okkara fiskivinnu í gongd aftur. Birgir Danielsen skal vera tann fyrsti at fáa innivist í blaðnum. Um fiskaselustjórin nú »er trádt grundigt over tæerne«, so kanska hann kann vísa á, hverjar ný- hugsanir Fiskasølan ar- beiðir við í 80-unum. Hvat hon heldur fiskavirkini á landi eiga at framleiða, hvussu og til hvenn marknað. Vit eiga ikki at gloyma, at hóast Feroya Fiskasela er ein privat fyriteka, so er her kortini talan um so av- gerandi spurningar fyri alt Feroya Fólk, at eingin av okkum, sum vil sam- felagnum tað besta, kann lata sær lynda, at tað seinasta liðið í fiskivinn- uni, selan av okkara fiski, skal vera eftirbátur, so- leiðis, at tann fyrsta floks fiskur, sum verður veiddur av okkara frálíku fiskimonnum skal enda sum minstaprísfiskur, bert tí, at tann stovnur, sum hevur bestu megu- leikarnar at fáa henda fisk seldan, liggur í dvala ein stóran part av árinum. Men Birgir Danielsen, tygum eru vælkomin at leggja fyri aftur í hesum kjaki — Síða7 PS ad er i eisini rætt at takka fiskaselustjóranun fyr at hann er ærligur og við gongur, at nógv kundi verið eðrvísi í dag, um so var, at menn fyri nogvum árum síðani hevdu verið meira virknir at royna nýggjar leiðir Eg kann ikki lata vera við at nevna blaðstjóran á Dagblaðnum og blað hans- ara í hesum sambandi. Hetta blað hevur sæð tað sum eina uppgávu at verja alt sum Feroya Fiskasela hevur staðið fyri og fram- vegis ger. Eitt hvert krittiskt orð um Fiska- seluna er manað í jerðina aftur av Óla Breckmann og Dagblaðnum. Minnist at Oli Breckmann skriv- aði, at Feroya Fiskasela selur allan sín fisk til topp- prís. Minnist, at blað- maðurin á Dagblaðnum skrivaði, at (sitat) >tað er og verður eingin loyna, at Dagblaðið hevur vart Fiskaseluna og tað hon stendur fyri. Fyri okkum blaðmenn hevur henda skriving higartil eydnast stak væl. Tí tað hevur eyd- nast okkum so at siga at reka eitt og hvert álop á Fiskaseluna aftur, mest við sakligum frágreið- ingum frá Birgir Daniel- sen, fiskasølustjora«. Og tå so Sosialurin legði upp til kjak um fiska- sølumål gjørdi Dagblaðið skjótt og stutt av: tveir partar við brotum úr segu Føroya > Fiskasølu og nidurstødan var tann ein- falda, å Fiskasøluni er einki at finnast at og sum tikið verður til >Feroya Fiskasela — keine hexe- rei!< (einki mystiskt). Tað, sum eg her ikki dugi at skilja er, hvussu kann eitt blað, sum sigur seg vilja stuðla samfelags- útviklinginum, ferð eftir ferð leggja eftir einum parti sum oftast er almennir stovnar og al- ment starvsfólk og so samstundis friðhalga eina so stóra og ábyrgdarfulla fyritøku sum Føroya Fiskasølu. Hetta byåur mær so nógv ímóti, at eg fari at ivast í, hver intentiónin hjá Dagblaðnum veruliga er, antin hon bert er at niðurleggja allar politisk- ar mótsteðumenn ella tæna føroyska sam- felagnum. Men nú fiskaselustjórin er so ærligur at vidganga, at man hevur verið ov seinur á sjóvarfallinum, so er hetta ikki minst ein áminning til Dagblaðið og Óla Breckmann um, at tað viðhvert loysir seg at síggja eina sak frá fleiri síðum. Tórshavn í oktober 1981 Jan Miiller, blaðmaður