Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-10-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. oktober 1981síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

telf. 147 20. 118 20 box 76, 3800 Tórshavn p/f sosialurin Útgevari: Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Árni Joensen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: Fólkafloksreseptin TÁ MARGARETH Tatcher tók við valdinum í Bret landi kunngjørdi Fólkaflokkurin, at tann politikk- ur, sum henda jarnkongn fór at reka, var reindyrk- aður fólkaflokspolitikkur. Politikkur Tatchers var tann politikkur, sum fólkaflokkurin hevði rikið, um hann einsamallur sæt við valdinum í Føroyum. ØLL VITA, hvat hesin politikkur hennara gekk og framvegis gongur út upp á: niðurskurðir innan tað sosiala økid, innan útbúgvingarverkið, innan heilsuverkið og avreiðing av ognum hins almenna í Norðsjónum (oljan) til privatar, skattalættar til millióningar og skattahækkingar til arbeiðarar og starvsmenn. URSLITIÐ kenna vit í dag: 3 milliónir eru arbeiðs leys, inflatiónin verri enn nakrantíð og virðingin fyri Bretlandi í útheiminum er komin niður á tað absolutta nulpunktið. Men Magga heldur væl til- standa og ætlar at halda fram eftir somu kós! TAÐ KANN virka logið, tá vit síggja úrslitið, men fyri Tatcher og hennara harkalið av primitivum gamalliberalistum er einki legið í at halda somu kós, tí tað stóra arbeiðsloysið er júst ein partur av tí búskaparliga málsetningi, sum henda hegra stjórnin hevur sett sær. Jú fleiri arbeiðsleys, jú veikari arbeidararørsla; soleiðis ljóðar reseptin. Hesi fólk, sum stýra Bretlandi hava sett sær fyri at knasa arbeiðarargrsluna og trúgva fult og fast uppá, at tað kann lata seg gera uttan álvarsamar sosialar og politiskar avleiðingar. HVUSSU er so vorið her hjá okkum og hvussu hevur vignast hjá konservativu eltiblødrum i Føroyum? LIT TEG ikring, og tú sært beinanvegin, at okkara tatcheristar royna sítt ítarsta og at tað tíverri tykist at ganga eftir ætlan teirra í mongum forum. Teir hava til dømis avtikid 50 arbeiðspláss hjá tí almenna, samstundis sum teir eru í ferð við at avreiða eina almenna vinnu til privatan út lenskan kapital. Teir nokta at hækka tær alt ov lágu pensiónirnar og teir hava sett í gildi inntøku- lågir, ið mest raka tey, sum frammanundan høvdu ov lítið at bíta og brenna. Arbeiðsloysið veksur dag frá degi, meðan teir konservativu harrarnir í Tinganesi sita hendur í favn ella eru á stuttleika ferð í útheiminum. OG VIDARI: hetta stýrið hevur sent fakfeløgun um kríggsavbjóðing. Gjøgnum málgagn sítt, tað fascistiska Dagblaðið, hevur stýrið nú í longri tíð rikið eina miðvísa útspillingarkampagnu móti fak felagsrørsluni til tess at rudda vegin fyri einum samlaðum álopi á hesa rerslu. Hetta álop hava fólkaflokkurin og hansara frúarhundur, Føroya %egmaður, leingi sæð fram til. Starvsmannafelagid er fyrsta offur — eydnast tad fakfelagsfiggind- unum í Tinganesi og á Dagbladnum at knasa hetta sterka og væl at sær komna felag, verður næsta offurið Føroya Arbeiðarafelag og so frameftir! Í HESARI støðu verður tað uppgávan hjá Javn aðarflokkinum í andstødu allatíðina at royna at forða afturhaldssamgonguni í at fremja tey grov stu álopini á løntakarar og pensiónistar, at av dúka svikagerðirnar sum t.d. eru tilætlaðar í sigl ingarmálinum og at seta fram itøkilig, trúverdug og realistisk alternativ - SOSIALURIN Brødralotir Vidvikjandi lesarabrøvum frå brødrunum å Lakjuni 0.ø. bert hesar vidmerk- ingar: Hvat er munurin millum útlendskt (danskt?) og foroyskt lenað fólk og hvat er ætlanin at brúka hendan mun til reint poli- tiskt? Annars var .helst eingin grund til at nevna hann? Kanska fyri at agi- tera fyri Breðrasam- komuni og TWR, sum eftir ellum at dema eru samangreipað? Sjálvur havi eg ilt við at síggja nakran mun á inn- skrivtini og myndini á teimum — føroysku og donsku myntunum, men kanska teir fyrru eru meira verdir uttan at tað sæst á kursvirðinum? Ella kanska er ætlanin hon at fara í hernað ímóti øllum dansklentum fólki her á landi, ikki bara prestum, men eisini lækn- um, lærarum, ellum okk- ara sjómonnum á danska flotanum og so ikki at for- gloyma ellum teimum sjúklingum og lesandi, ið fáa stóran stuðul úr danska ríkiskassanum? Helst man tað verða upp á tíðina, at vit fáa eitt opið og frítt orðaskifti um TWR. Tíverri hava okkara politikarar ikki megnað at givið veljarum sínum upp- lýsingar og annað tilfar, men er ikki nóg mikið av tilfari í hesum, at hver tann, ið setir fram spur- ningar viðvíkjandi TWR, verður persónliga og ósak- liga útspiltur? Haðani ein skola er komin, eru aðrar væntandi! Martin Restorff Jacobsen, Hvalvík Mikladalur og bygdamenning Orðið bygdamenning er ofta havt á munni, men eg eri farin stórliga at ivast í, um tað hevur ta meining, sum eg havi forstaðið við orðinum. Tað kann ið hvussu so er ikki vera tað sama í hesum ferinum. Nú hevur Kallsoyggin so fingið ein veg, sum øll sóu fram til. Hann er end- aður í Mikladali, og er tað ógvuliga harmiligt, at Trellanes bleiv við sviðið soð. Enn meira harmiligt er so tað, at hesin sami vegur skuldi enda við, at bygdaráð gevur loyvi til at byggja summarhús runt um í dalinum til nakrar stressaðar av- bygdamenn. Tey, sum veruliga eru góð við tykk- ara bygd og hava tilknýti til hana, tey hava so ongar semdir. Tað er í ellum ferum skomm, at ein maður selur sína jørd við okursprisi til ein annan. Tad er so sin søk, og av ti sama, at okk- ara jarðarlóggáva er so sum hon er, verða jarðar- teigarnir sleddir úr bygd- ini til ein tilvildarligan ánara onkustaðni, men fjøllini og arbeiði, tað verða so bygdamenninir kúgaðir til at rekja, um teir eru nóg býttir at siga ja. Nei, ' > sum eru eftir í Mikladali, bindið um heil- an fingur og verjið tykkum móti sjálvir at verða kroystir upp í ein krók. Enn er tíð at gera tað. Blíð hava tit altíð verið. Ein nýtist ikki fara so langt aftur og minnast, hvussu hugnaligt tað var at koma at vitja. Tú merkti ikki á bygdafólk- inum, at tey livdu í ein- semi, men nú tú skiftir orð við eitt av bygdafólk- unum, so fært tú eitt suff. Tey eru ikki heilt tey somu. Og hvussu kunnu tey tað. Náttarfriður er ongatíð, tá feriutíðir eru. Virðingin fyri teimum eldru er eingin. Og sum sagt, tað verður alt at versnað. So blíð kunnu tit ikki vera, at tit sjálvi skulu stúra fyri tykkara framtíð. Orðið bygdamenning kann so ikki meinast við at fáa ein dýran veg til av- bygdafólk, sum fáa loyvi at byggja sær eitt summ- arhús — um tað so liggur uttan fyri bøgardarnar — og tey ungu, ið veruliga ætla sær at byggja í bygd- ini, fáa slettis ikki ein kjans. Mikladals-vinur Faroes — a world wide american radio-trans- MISSIONER Tá tú ferðast uttanlendis, sunnanfyri Skandinavia í hvussu so er, so kemur fyri at tú verður spurdur um hvaðani tú kemur. Svarar tú »Føroyar« á onkrum máli, rystir fólk ofta við hevdinum. Mær er enntá komið fyri at fólk hevur hildið alt norðanfyri Bretland at vera ísur. Um fá ár hómast helst glotti í hesum trupulleik- um. Tá fara fólk strax at svara: >Oh, really, are you from the famous american TW A-station Faroes?< Og so fara tey at skrúa yvir á onkran amerikanskan disk-répara, ið vendir plátur ímillum reklamur fyri »Coca-Cola«, »Burger- King« og annað gott. »You've really got an international style and culture there, haven't you folks?« Einaferð minnist eg at talan var um eina ætlan, amerikumenn høvdu um at gera Føroyar til eina stóra hersteð, og lata foroyingar í staðin fáa onkran paradísiskan dal í Kalifornia at dusa sær ókeypis í, fyltur av al- skyns fersknum, abrikos- um, appelsinum og gren- Tómar floskur Í einar tveir mánaðir hava vit samlað tómar fløskur, fyri at fáa pening til ar- beiði okkara, antin heiman í frá, á arbeiðsplássum ella koyrt ein túr av og á út á bygdirnar. Vit hava fingið nakað og sjálvt um tað ikki hevur givið teir stóru pengarnar enn, eru vit negdir Tað, sum fekk okkum at skri r, at vit hava fingið áheitanir frá fólki at lýsa í blødunum, tí tey vistu fleiri, ið hava tómar fløskur standandi og hevdu verið fegin um onkur kom eftir teimum. Um tygum ynskja at stuðla arbeiði okkara og sleppa av við tær tómu floskurnar, skulu tygum siga einum av leiðarunum frá ella ringja 71795, so skulu vit koma og heinta tær KFUM skótarnir á Tveroyri meti, — við grindahvalum í swimming-pool'unum. Henda ætlan er, sum vit vita, ikki sett í verk enn, kanska hevur Pentagon lagt tey í onkra skeiva skuffu. Men vit fingu so eina hersteð, øll vóru ímóti, men ell stóðu og gánaðu, politikararnir íróknaðir, meðan stød og hermenn komu higar. Og nú er hersteðin vorðin ein nátúrligur partur av nátt- úru okkara, sum vit kunnu skoða hvenn sunnumorg- un á biltúrinum norður- eftir. Ongin hugsar um hernað, vápn ella stríð, tá koyrt verður framvið Mjerkadali. Fegnast bert um útsýnið tá ongin mjerki er. Og ta vekru »græsplæne pá taget« — hatta er jå so gamalt før- oyskt. Nyliga fegnadust vit so aftur um at nyggj, dyr útvarpshús vórðu tikin í nýtslu. Nú fekk hitt før- oyska útvarpið rásarúm. Nú grør um gangandi fót hjá ektaðari føroyskari mentan. Minni háloving hevur verið av komandi stásiliga norðurlandahús- inum. Fólk hava teskað um vandan við at okkurt »Oføroyskt« snikir seg inn her. Føroyingar hava eina heilt åvisa fatan av hvat tað vil siga at vera »6før- oyskt«. Tad er einamest tad sum kemur frå brødra- tjóðum okkara i Skandi- navia, tað alramest „ófer- oyska< ein kann hugsa sær er tað sum kemur niðrifrá úr Danmark. Ødrvisi er um tað kemur frå »Gods Own Country« vestan hav, USA. Har er jú alt so spennandi (og teir hava so nógvar pengar). Nú hevur eitt stórt ameri- kanskt radio-business- firma, ekspertar í komm- ersiellum >kristindómi< TWA, fingið klørnar í okk- ara mentanarmålaråd- harra, ið sum kunnugt kemur úr tí flokki sum vanliga spælir skansi til verju fyri alt tað, ið summi nevna >húðaskógvaferoyskt<. Og hesin góði maður fer so glaðbeintur á ting við hesum góða og rímiliga uppskoti, at Feroyar skal gerast miðdepilin fyri eini heimsumfatandi ameri- kanskari radiosteð. „Radio TWA Faroes«. Framhald å sidu 14