leygardagur 17. oktober 1981síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A
vre
OU
SOSIALURIN
Verkstadseigari:
Ikki spurningur um pengar
— Tað er ikki ein spur-
ningur um pengar. Tann
kravda verjuútgerðin
kostar ikki nógv. Tað er
meira ein spurningur um
menninir vilja brúka hana.
Hetta hevur Beinar Ves-
tergaard, formaður í Fel-
agnum fyri bilhandlarar
og verkstaðseigarar
F.B.V., at viðmerkja til
orðini í niðursteðuni av
kanningini um arbeiðsum-
steður og heilsuviðurskifti
hjá billakkarum: >...ofta
var talan um mótstríðandi
áhugamál millum arbeiðs-
gevarar og sveinar. Fíggj-
arviðurskiftini hevdu ofta
meira at siga fyri verk-
steðini enn tryggleikin«.
Lagt verður afturat í nið-
ursteðuni at hetta hevur
helst samband við, at kro-
nisku skaðarnir bert eru
nakað, ein hevur lisið um
og heldur, at einans onnur
fáa.
Beinar Vestergaard:
— Hetta er hverki ob-
jektivt ella vakurt sagt.
Og tá ein hevur í huga,
hvussi ófullfíggjað kann-
ingin er, var hetta betur
ósagt.
Ófullfíggjað
Tá Beinar Vestergaard
sigur, at kanningin er
ófullfíggjað, meinar hann
við, at onki verður nevnt,
um teir 65 lakkararnir
arbeiða hjá arbeiðsgev-
ara ella sjálvsteðugt,
heldur ikki, hvar teir 33,
sum sambært kanningini
eru nóg væl vardir móti
skaðiligu evnunum í lakk-
inum, arbeiða.
Sambært kanningini
fáast einir 100 mans í Fer-
oyum við at lakka bilar.
Harav arbeiða bert umleið
30 hjá teimum 26 limun-
um í F.B.V. upplýsir
Beinar Vestergaard.
Ongantid frætt frá
Arbeiðseftirlitinum
Beinar Vestergaard sigur,
at tað er so torført at fáa
góðar lakkarar, at. teir
allarflestu + hava fríar
ræsur. Teir fáa eisini ta út-
gerð teir ynskja — innan-
fyri rímiligt mark. Men
tað er ikki altíð, verjuút-
gerðin verður brúkt.
Beinar Vestergaard sigur,
at á hansara verkstað
hava teir havt trýstilufts-
maskur (hesar maskur eru
besta verndin), men lakk-
ararnir vildu ikki brúka
tær. Tær tarnaðu teimum í
arbeiðinum, segdu teir. So
nú hava teir fingið kolfil-
tursmaskur. Tær kunnu
brúkast, um ikki verður
arbeitt meira enn tríggjar
tímar um dagin. sigur ar-
beiðaraverndarlógin.
Hesa reglu kennir Bein-
ar Vestergaard ikki og
hann er vísur í, at ongin av
hinum limunum í F.B.V.
kennir hana.
— Arbeiðseftirlitið
kundi bett um steðuna,
um teir sendu okkum eitt
eintak av arbeiðaravernd-
arlógini. Eg havi ongantíð
frætt nakað frá Arbeiðs-
eftirlitinum.
Og Beinar Vestergaard
leggur afturat:
— Vit hava i F.B.V. hesi
seinastu árini gjørt nógv
fyri at betra um arbeiðs-
kor og -dygd og trivnaðin á
bilverkstødunum. Vit
hava gjørt stór framstig
og i dag eru okkara
nýggju verksteð millum
tey bestu í heiminum,
eisini hvat viðvíkur lake-
ring.
Hetta hevur kostað
nógv. Teir, sum hava verið
við í hesi útbygging, hava
tikið tung fíggjarlig tek,
óivað tyngri enn fleiri í
roynd og veru vóru ment-
Beinar Vestergaard
upplýsir, at næsta ár fer
F.B.V. í samstarvi við
Teknologisk Institut at
skipa fyri leiðbeining og
ødrum um lakking. Hetta
fer eisini at umfata trygd-
ina, sigur hann.
Ongin sjúkur
Vit spurdu eisini Beinar
Vestergaard, um lakkarar-
nir eru oftari sjúkir enn
hinir, sum arbeiða á verk-
staðnum. Tað eru teir ikki.
Og teir steðast yvirhevur
væl í starvinum, betur enn
aðrir mekanikarar.
— Vit hava til dømis
havt ein her i 8 år.
Beinar Vestergaard
sigur, at F.B.V. hevur ikki
fingid eintak av kanning-
ini hjá sjúkrasystranæm-
ingunum, men felagið fer
kortini ikki út frá henni at
taka nøkur stig.
— Men vit fara at halda
fram vid ti miðvísa ar-
beidi, vit hava gjørt sein-
astu try årini fyri at bøta
um arbeiðsumsteðurnar á
verkstødunum.
Rúm at lakka bílar i
Hogrumegin verður luftin
sogin út og vinstrumegin
kemur nýggj luft inn í rúm
ið
Fyrisett er í reglugerð, at
luftin í einum slíkum rúmi
skal skiftast 100 120
ferðir um tíman
Beinar Vestergaard sigur
at í hvussu so er fimm
verkstød í Føroyum hava
rum, har luftin verdur skift
200 ferdir um timan
Tå bilur verdur lakkadur,
er ein hurð fyri, soleiðis, at
eitrada luftin ikki sleppur
ut i verkstadid, har hinir
arbeiða.
Tað er ikki kravt, at verk-
stað skulu hava tílík rúm
og tey eru í sjálvum sær
ikki nóg góð vernd. Tann,
sum lakkar, skal eisini
hava masku
error
Fakfel-
agið fær
ongar
klagur
— Skipanin við
trygdarumboðum
og álitismonnum
virkar ikki nóg
væl.
Flestu bilverksteðini
eru í Havn.
Vit hava spurt for-
mannin i Havnar
Handverkarafelag,
Høgna Højgaard, um
limirnir ofta venda sær
til felagid vid klagum
um vånaliga verjuút-
gerð í samband við
lakking
Ikki tað, eg veit
um. Og eg havi verið
nógv ár í nevndini.
Hegni Hejgaard sig-
ur tó, at nevndin er vit
andi um, at ofta verður
arbeitt undir vána
ligum umsteðum. Mer
} eiða
- hað
ØsF
S F
x
øllum arbeiðsplássu
nboð eru vald
lið millum teir og
meistaran. Men heldur
ikki hetta riggar nógv
væl. At gerast álitis-
naður er ikki nakað
menn tráa eftir. Um
álitismaðurin talar at,
kann tað ofta fáa per-
sónligar avleiðingar
fyri hann, sigur for-
maðurin i Havnar
Handverkarafelag
Arbeiðseftirlitið:
— Nú fara vit á bilverkstødini
Bilverksteðini í Feroyum
kunnu nú rokna við vitjan
av Arbeiðseftirlitinum,
effir at fýra sjúkrasystra-
næmingar hava kannað
arbeiðsumsteður og
heilsuviðurskifti hjá
billakkarum.
— Eg haldi avgjert, at
vit eiga at fylgja hesi
kanningini upp. Annars
fer eitt stórarbeiði fyri
skeytið, sigur Eli
Davidsen á Arbeiðseftir-
litinum. Hann er fegin um,
at kanningin er gjørd. Tað
hevði verið Arbeiðseftirlit-
inum stór hjálp, um fleiri
slíkar kanningar vóru.
Úrslitið av kanningini
hjá sjúkrasystranæm-
ingunum er dapurt: bert
helvtin av teimum, sum
lakka bilar, verja seg nóg
væl móti teimum skaði-
ligu evnunum í lakkinum.
Nógvir hava sjúkueyð-
kenni. Eli Davidsen held-
ur, at tað eru í hvussu so
er 50 bilverksteð í landin-
um. Summum hevur Ar-
beiðseftirlitið ongantíð
verið á. Ikki tí, tað heldur,
at Lu) er oneydugt at hava
eftirlit við teimum. Men -
Arbeiðseftirlitið skal hava
eftirlit við millum 500 og
600 arbeiðsplássum og
bert ein maður er settur
burturav til hetta. Tveir
aðrir hjálpa av og á. Ar-
beiðseftirlitið hugsar tí
fyrst og fremst um
tey virki, har nógv fólk
arbeiða, og um góðkenn-
ing av nýggjum virkjum.
Tað hevur hverki tíð ella
orku til tey smáu virkini.
Eli Davidsen sigur, at
tað hevur víst seg at verið
ógjerligt bæði fyrr og nú,
at fingið pengar játtaðar
til fleiri fólk.
Vilja ikki brúka
verndina
Men Arbeiðseftirlitið hev-
ur tó verið úti á bilverk-
steðum og í summum fer-
um kravt broytingar. Og
nýggj verksteð verða sjál-
vandi ikki góðkend, fyrr
enn trygdarviðurskiftini,
m.a. í samband við lakk-
ing, eru í lagi.
Tað eru helst fleiri enn
ein orsek til, at billakk-
ararnir ikki verja seg nóg
væl móti heilsuskaðiligu
evnunum. Manglandi
vitan um galdandi fyri-
skipanir er avgjert ein,
heldur Eli Davidsen. Ann-
ars eigur at standa á blikk-
um og tunnum, lakkið
kemur í, hverji evni eru í tí
og hvussi eigur at berast
at, tá tað verður brúkt.
Tað er eisini líkt til, at
ein mentalitetsbroyting
skal til, áðrenn fólk fara at
brúka ta fyriskipaðu vern-
dina.
Eli Davidsen veit fleiri
dømi um, at vernd ikki
verður brúkt, hóast hon er
á staðnum.
Ov dýrt
Sjúkrasystrarnar siga í
niðursteðuni av kanning-
ini, at oita hava fíggjar
vidurskiftini størri tyd-
ning fyri verkstødini enn
tryggleikin hjå t.d. teim-
um, sum lakka bilar. Verk-
staðseigarin heldur tað er
ov dýrt at keypa ta
kravdu verndarútgerðina
Hetta heldur Eli Davidser
ikki vera nakra rímiliga
umbering. Ein trýstlufts
maska, sum er besta *
din, kostar 3—4.00
sigur hann.