leygardagur 17. oktober 1981síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
SOSIALURIN
Ísraelsmaður í Miðvági og hyggur
eftir vindmylnu til kibutzir
David Poienmann er áhugaður í mylnuni, sum í løtuni verður
$
gjørd í Miðvági. Kemur keyp í lag, verður tað helst innan árslok
Ísraelin, David Poinemann, saman við Bjarna Joensen, stjóra á J. K. Joensen og Soni,
Tormóða Dahl og Birgir Enni á verkstaðnum í Miðvági
Í útheiminum verður fylgt
gjølla við arbeiðnum at
framleiða vindmylnur í
Føroyum sum kunnu
kappast við tey sera kost
naðarmiklu oljuverkini.
Mánadagin í hesi viku
kom ein ísraeli til Feroya
at kanna feroysku roynd-
irnar at framleiða eina
vindmylnu. Hann arbeiðir
fyri eitt stórt ísraelskt
felag, sum í longri tíð hev-
ur kannað meguleikarnar
at finna nýggjar orku
meguleikar ístaðin fyri ta
dýru oljuna.
Hetta felag hevur í
longri tíð gjert nágreini-
ligar vindmátingar í Ís-
rael. Ísraelar meta annars,
at vindorka er ein av teim-
um alternativu orkukeld-
sum kann fáa ser-
ligan týdning, tá hugsað
verður um at finna alter-
nativar orkumeguleikar.
Ísraelar hava sett seg í
samband við flest all
heimsins iond. M.a. hava
teir sett seg í samband við
kanningarsteðina Rise í
Danmark. Har fingu teir
at vita, at danin Christian
Riisager, sum er eitt kent
navn innan vindmylnu-
framleiðslu i løtuni
arbeiðir i Føroyum við at
gera eina heilt nyggja
mylnu.
Síðan hevur ísraelin
samráðst við P.f. Riisager
elvindmylnur í Miðvági og
er komin higar at kanna
meguleikan at fáa í lag
eitt samarbeiði.
unum
unum,
Nágreiniligar út-
rokningar gerast í
Ísrael
Birgir æn! upplýsir, at
ísraelin David Poine-
mann, sum fór avstað
aftur mikudagin, var
ógvuliga áhugaður í myln-
uni, sum verður gjerd í
løtuni.
Hann fekk allar tøkar
upplysingar, men israel-
arnir loypa ikki fram av
Tå mylnan er sett upp, og
mátingarúrslit fingin til
vega, skulu tey sendast
honum, soleidis at fyritøk-
an, David Poinemann ar-
beidir fyri i Israel, kann
gera någreinligar utrokn-
ingar yvir, hvussu nógv
kann fáast burtur úr myl-
nuni.
Um keypið av mylnuni
kemur í lag, skal mylnan
setast upp í einum kibutzi,
sum liggur á einum fjalla-
slætta. Birgir Enni greiðir
frá, at ísraelar hava ógvu-
liga góð vindkort, og at
kortini vístu, at vindurin á
staðnum, kibutzurin ligg-
ur, er góður og steðugur.
Hesin kibutzurin liggur
millum Genezeretvatnið
og Miðjarðarhavið.
Avgerð í år
Umframt at hyggja at
mylnuni í Miðvági var
ísraelin eisini og hugdi at
mylnuni á Tveroyri. Vind-
urin var nógvur hendan
dagin, soleiðis at teir fingu
rættuliga roynt hana —
steðga hana og seta hana í
gongd aftur.
Kemur keypið við ísra-
elska kibutzin í lag, verður
tað helst avgjert innan
árslok, soleiðis at mylnan
kann setast upp einaferð
komandi vár. Hesin ki-
butzurin er bért ein av
áhugaðu kundunum hjá
fyritøkuni, David Poine-
mann arbeiðir fyri. Tað
eru eisini aðrir áhugaðir.
Myndin sigur eitt sindur um støddina á mylnuni
Myndin sýnir sjálva mastrina
Nýggja vindmylnan í Miðvági:
Avgerandi fyri um hopfram-
leiðsla kann setast í verk
Smiðirnir í Miðvági siga, at mylnan er eitt vala verk
Í letuni verður seinasta
hond legt á at gera ta
nýggju vindmylnuna á
verkstaðnum hjá J. K.
Joensen og Soni í Mið-
vági. Tað er Chr. Riisager,
sum hevur teknað hesa
mylnuna.
Mylnan er eitt úrslit av
nógvum ársroyndum í
vindmylnuframleiðslu. Tað
eru smiðir á verkstaðnum
hjá J.K. Joensen og Soni
og Birgir Enni, sum
saman við Chr. Riisager
arbeiða við hesi áhuga-
verdi ætlanini og hava
gjørt mylnuna.
So gott sum øll mylnan
er gjørd i Føroyum. Bert
råvøran, tær einstøku lut-
irnir, eru innfluttir. Sidan
eru teir settir saman å
ymsan hått. Eitt åhuga-
vert vid hesi mylnuni er,
at gearkassin er føroysk-
ur. Chr. Riisager hevur
teknað ein heilt nýggjan
gearkassa, sum maskin-
smiðirnir í Miðvági hava
gjert.
Einfaldari enn
vanliga
Tankarnir við hesum gear-
kassanum er at hann skal
vera so einfaldur sum
gjørligt. Í høvudsheitum
er hann bygdur soleidis, at
hann hevur tvey tannhjól,
eitt stórt og eitt lítið.
Til sammetingar kann
sigast, at vanliga hava
mylnur gearkassar við
fleiri tannhjólum, sum so-
leiðis ikki mala nóg ratio-
nelt, larma ov illa eins og
tær halda í stytri áramál.
Arbeitt hevur verið við
vindmylnuni í nakrar
mánaðir. Mylnan verður
ein >prototypa<, sum skal
verða grundarlag undir
eini meguligari hópfram-
leiðslu av vindmylnum til
Feroyar og útheimin,
Ætlanin er at seta hesa
mylnuna upp á Giljanesi á
einum stað, nevnt Vestur-
túgva, seinast í hesum
mánaðinum. Tá verður
steða tikin til, um megu-
ligt er at hópframleiða
vindmylnur.
Eitt valaverk
Á verkstaðnum hjá J.K.
Joensen og Soni meta
smiðirnir, at vindmylnan
er eitt valaverk. Smiðirnar
hava stóra virðing fyri
Riisager, sum hevur tekn-
að vindmylnuna. Teir
vóna, at vindmylnufram-
leiðsla gerst ein alternativ
framleiðsla í framtíðini.
Tað, sum serliga hevur
týdning í samband við
vindmylnuframleiðslu er
spurningurin viðvíkjandi
SEV. Skal verulig gongd
koma á mylnuframleiðslu,
er neyðugt at SEV kemur
í myndina. Her tykist
mangt benda á, at SEV
veruliga er hugað at
troyta teir meguleikar,
vindurin gevur okkum í
dag. Ætlanin er at seta
vindmylnuna á Giljanesi
beinleiðis á el-netið ístaðin
fyri at leggja el-leiðing til
hús ella aðrar bygningar.
Komandi tíð verður av-
gerandi fyri, um feroy-
ingar fara at verða slóð-
brótarar á hesum orkuøki
og um vit kunnu fáa eina
framleiðslu í gongd, sum
kann økja útflutningin.
Nú er bert spurningurin,
hvussu fer vindmylnan at
roynast. Sjálvir ivast
maskinsmiðirnir í Miðvági
ikki í, at hendan mylnan
fer at verða tann vind-
mylnan, sum bæði føroy-
ingar og aðrir fara at
brúka í framtíðini.
Vindmylnan er 90 kwh
til støddar. Í letuni verða
tekningar gjerdar til 12
kwh mylnur, sum eru
ætlaðar til einstek hús, til
200 og 400 kwh mylnur.
Mikudagin í næstu viku
fer Sosialurin at hava
samreðu við tveir maskin-
smiðir á verkstaðnum hjá
J.K. Joensen og Soni í
Miðvági.