leygardagur 17. oktober 1981síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Í
ro
SUSER
SOSIALURIN
Skúlamjólk
fyri eina krónu
Um eina viku ella so verð-
ur mjólk at fáa í Kolla-
fjarðar skúla. Kommunan
hevur játtað pengar til
eitt kuldaskáp og bernini
fara at kunna keypa 1/4
litur fyri eina krónu. Tað,
mjólkin kostar meira,
rindar kommunan. Mjólk-
arvirki Búnaðarmanna
” hevur eisini sýnt tiltakin-
um vælvild og hevur latið
gjørt serligar pakkar til
>skúlamjólkina=<.
Tað er Barnabati í
Sundalagnum, sum hevur
fingið hetta í lag. Barna-
bati sendi í vår børhum
kring landið 5.—8. flokki
spurnarblød um mjólk.
687 hava svarað og av
teimum drekka 520 mjólk
hvenn dag. 553 drekka
føroyska mjólk og 134
danska. 347 hava mat við
sær í skúlan (hini fara
heim til degurða) og av
teimum hava einans 7
mjólk við. Ein spurningur
var, um feroysk mjólk
fæst, har barnið býr. Her
svaraðu 649 ja og 38 nei.
Orkuroyndartól sett
Bekur til feroy-
ingar niðri
Barnabati í Sundalagnum
hugsar eisini um lestrar-
hugin hjá feroyingum í
Dapmark, serliga teimum,
sum eru á sjúkrahúsi.
Ein kanning vísti, at før-
oyskar bøkur eru ikki
undir hvørjum steini. Og
hetta ætlar Barnabati at
bøta um vid at skipa so
fyri, at bókasevn, sum
hava samband við sjúkra-
hús, kunnu keypa føroysk-
ar bekur. Nakrar bílegg-
ingar eru longu komnar.
Barnabati hevur eisini
fingið í lag, at umsókn um
stuðul til bókakeyp er
send Dansk-Færesk
Kulturfond. Sekt er um
30.000 kr. at keypa bøkur
fyri til Ríkishospitalið og
30.000 kr. til Hotel Tórs-
havn.
Hetta tiltak er eins og
úrslitið av mjólkarkann-
ingini við á framsýning í
Listaskálanum.
upp í Havn
Brúkar bilurin ov nógv
bensin, trekkir hann ov
illa ella koyrir hann ikki
væl? Ja, so ber til at fáa
motorin kannaðan á
einum av teimum mest
framkomnu tólunum frá
nú av.
Sum tann fimti bilverk-
staðurin í danska ríkinum
hevur verkstaðurin hjá
Beinari Vestergaard
fingið eitt av heimsins
mest framkomnu orku-
royndartólum.
Tólið varð sett upp fyri
stuttum og í hesi vikuni
hevur ein maður, Henning
Petersen, frá Teknologisk
Institut verið í Feroyum
og lagt tveimum av svein-
unum á verkstaðnum lag
á.
Hevuðsendamálið við
tólinum er at fáa skila-
bestu fíggjarligu koyring-
ina — og so sjálvandi tað
at fáa motorin at koyra
sum hann skal, greiðir
Henning Petersen frá.
Hann hevur roynt hetta
tólið á teknisku starvs-
stovuni síðan tað kom
fram í vár. Og hann ivast
ikki í, at tað fer at fáa
stóran týdning.
Tólið er soleiðis bygt
upp, at koyringin á einum
vegi er flutt inn í verk-
staðin.
Bilurin, hjólini, koyra á
nekrum trumlum, sum
hava innbygda mótsteðu,
soleiðis at tann mótsteða,
sum er, tá ein bilur koyrir,
t.d. vindurin, er íroknað.
Á eftirlitstólinum sæst
so, um bilurin klárar tað
kw, kilowatttalið, hann frá
verksmiðjuni er settur til.
Og á eini útskrift sæst,
hes motorurin arbeið-
ir, t.d. tá gear verður skift.
Er ein bilur settur t.d. til
55 kw í eini givnari ferð og
bert klárar 40 kw, so skal
traðkast meira á »speeda-
ran< fyri at fáa hann upp í
ferðina. Við eðrum skal
brúkast meira bensin enn
neyðugt er.
Tá kanningin er gjørd,
kunnu bilsmiðirnir so
finna fram til, hvat er
galið við motorinum.
Tólið kann eisini kanna,
um gear-skiftið er sum að
skal í einum bili við auto-
matiskum gearum — um
gear'ið skiftir á rættari
ferð ella um hann glíður í
koplingini.
Viðvíkjandi trekkkraft-
ini ber til at kanna, um ein
bilur t.d. er førur fyri at
hava ein campingvagn
aftan á sær í eini brekku
við einum ávísum halli.
Við at fáa vekt fyri bil og
campingvagn, ber til at
royna, um bilurin klárar
brekkuna.
Tólið, sum er tikið í brúk
á verkstaðnum hjá
Beinari Vestergaard, kann
brúkast til øll bilsløg.
Hoyviks-
gardur i
søgu, bu-
skapi og
framtíð
Hoyvíksgarður = og
Hoyvík í framtíðini er
evnið mánakveldið,
tá Bygda- og Ung-
mannafelagið skipar
fyri almennum fundi.
Í tíðindaskrivi upp-
lýsir felagið, at tað
ætlar at skipa fyri
nekrum almennum
fundum í vetur. Tann
fyrsti verður mána-
kveldið.
Evnið á fundinum
lýsa Arne Thorsteins-
son, fornfreðingur, og
Gunnar Hoydal, bý-
ararkitektur.
Arne Thorsteins-
son skal siga nakað
um: Hoyvíksgarður,
sega og búskapur.
Lýsing innangarðs.
Royndarsteðin flytur
— hvat í framtíðini.
Gunnar Hoydal
greiðir frá byggisam-
tyktini og megulig-
um útbyggingum í
Hoyvík tey komandi
árini.
Fundurin verður í
Hoyvíkar skúla kl.
19,30.
Ruskspurningur-
Eftir at hava ligið still í
eina viku er ruskkoyringin
í Norður-Eysturoy og
Norðstreymoy tikin upp-
aftur.
Renovatiónsfelagsskap-
urin fyri hetta ekið hevur
fingið avtalu við renova-
tiónsnevndina fyri hin
partin av Eysturoynni um
at sleppa at koyra ruskið
til Æðuvíkar.
Men hendan avtalan
hevur bert gildi til 24.
oktober. Eftir hendan dag-
in liggur alt í tí óvissa.
Tað var heilsunevndin á
Eiði, sum stongdi rusk-
plássið á Krossi fyri eini
tíð síðani. Heilsunevndin
ynskir at fáa plássið
hampað. Eisini er heilsu-
nevndin ímóti, at tað verð-
ur brent á ruskplássinum.
Roykurin er til stóran
ampa fyri bygdirnar Ljós-
áir og Svínáir, sum liggja
norðan og sunnan fyri
ruskplássið.
Renovatiónsnevndin fyri
hetta ekið hevur heitt á
bygdaráðið á Eiði um at
fáa hampað ruskplássið,
meðan Louis Gullfoss »koyrir« bilin...
in loystur í
eina viku
soleiðis at tað kann lata
uppaftur, men bygdaráðs-
formaðurin á Eiði,
Rasmus Joensen, sigur, at
bygdaráðið er ikki serliga
væl sinnað at lata plássið
uppaftur.
Ruskpláss hevur verið á
Eiði í átta ár. Framman-
undan var tað í Vest-
manna í nøkur ár.
Formaðurin í starvs-
nevndini hjá renovatións-
felagsskapinum fyri Norð-
ur-Eysturoy og Norð-
streymoy, Leif Niclasen,
sigur, at nevndin kann
ikki ávísa nakað rusk-
pláss. Hon hevur um-
hugsað spurningin væl og
hevur kannað meguleik-
arnar, men kann bert vísa
á staðið, har ruskplássið
hevur verið.
Nevndin hevur tí lagt
málið fyri bygdaráðini í
teimum 11 kommununum
í felagsskapinum um at
taka eina avgerð og bíðar í
løtuni eftir svari frá teim-
um. Meira kann nevndin
ikki gera, sigur Leif Nicla-
sen.
— Skulu vit hava
fleiri ítróttarhallir í
Havn?
Tórfinn
stjóri:
Smith, blað-
Spurningurin um ítrótt-
arhallar ella onnur heli
til felags ítriv fyri
gomul og ung er ikki
bert ein spurningur um
nekur hús, og hvat tey
kosta.
Hetta er heldur ein
spurningur, um vit vilja
skapa býarbernum
trivna — at hava nakað
positivt at nýta frítíðina
til. Eg meti tað vera
betri at savna fólk í eini
ítróttarhell og eðrum
samkomuhúsum enn at
»tveita« tey út á gø-
tuna
Tí er svar mítt av
gjørt ja.
Hví? Um tað er nakar,
sum ivast, so far niðan í
ítróttahellina á Háisi dg
hygg. Tá ivast tú
neyvan.
Finn Larsen, skúlanæm-
ingur:
Ja avgjert. Tað er alt ov
lítið við bert eini hell til
tey mongu, sum vilja
sleppa at íðka onkra
ítróttargrein.
Olsen, skriv-
stovumaður:
Niclas
Vit skulu hava fleiri
ítróttarhellir, men nú
vit byggja so dýra
svimjihøll, haldi eg ikki
tað er fíggjarliga for-
svarligt at fara undir
bygging av fleiri ítrótt-
arhellum eisini. Tað má
bíða í eina tíð. Men var
svimjihellin bíligari so
var málið eitt annað.
Minnist til
BINGO-
spælið má-
nakvøldid!
Nógvir
góðir vinn-
ingar!
Suðurstreym-
oyar Javnaðar-
felag