Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-10-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. oktober 1981síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

VA Viðabular klárir til at verða víðari viðgjerdir á einum svenskum sagverki byggingina av einum sag- verki. Upplýsingar eru fingnir til vega um sag- verk aðrastaðni umframt alt, sum hevur samband við framleiðsluna á einum sagverki og seluna av ver- uni. Bert her liggur eitt sera rúgvismikið og umfe vnandi fyrireikingar- arbeiði. Heimamarknaðurin og til útflutning Í sínum metingum og út- rokningum hava Erling og Erik lagt seg eftir at hava eina framleiðslu uppá umleið 3000 kbm. av viði árliga til føroyska heima- marknaðin umframt einút- flutning uppá 3000 kmb. TVS. at teir í fyrstu at- legu byggja raksturin av virkinum uppá at fram- leiða 30% av samlaða før- oyska brúkinum. Um so eftirspurningurin verður sterri kemur hetta bert at geva virkinum enn betur fótafesti. Ætlanin er, at virkið skal hava ein samlaðan umsetning uppá einar 6 mill. kr. fyrsta ári. Skuldi virkið tó kunna framleiðtt við allari maskinorkuni alt árið tvs. 15.000 kmb., kann umsetningurin koma upp um tær 20 mill. kr. Hetta er so ikki nakað, sum teir báðir, miðja ímóti í dag. Hvat framtíðin fer at vísa, er ein annar spur- ningur. Liggja væl fyri Vit spurdu teir báðar, hvussu tað ber til, at eitt sagverk í Feroyum kann væntast at útflyta við til t.d. Íslands. Til tað svara teir, at Fer- oyar sum so liggja ógvu- liga væl fyri til eitt. sag- verk. Vit liggja miðskeiðis millum Ísland, Grenland og hinumegin Danmark, Noreg og Sveríki. Tað fer at lena seg hjá íslend- ingum at keypa viðin úr Feroyum ístaðin fyri at flyta hann úr t.d. Sveríki. Tað er einki sagverk í Ís- landi. Uppá fyrispurning um talan kann blíva um annan útflutning eisini siga teir, at tað hava teir ikki roknað við enn, men sjál- vandi kann Grenland eisini koma uppá tal. Verður ein útflutningur til Íslands, so kann hetta fora við sær, at virkið í Vági fer at koyra so mikið væl, at nakað av yvirskot- inum frá útflutninginum kann seta prísleguna í Feroyum niður til fyrimun fyri brúkaran. Taka einki frá nekrum — Men kemur ætlaða virk- ið at taka nakað frá nekr- um í Feroyum? — Tað fer tað avgjørt ikki. Vit ætla at selja viðin til timburhandlar, hand- verkarar og teir, sum framleiða typuhús. Hetta * at føroyskir túpuhúsfram- leiðarar kunnu fáa betri og bíligari við merkir so eisini, at teir koma at standa seg betur í kapp- ingini við útlendsk feløg, sum selja typuhús í Fer- oyum. Aftur her er talan um at hjálpa feroyska bú- skapinum, so eingin fer at fáa ampa av einum tílík- um virki — heldur tvertur- ímóti. Ikki minst fer tað at vera brúkaranum til gagn. Erling Serensen og Erik Christensen eru annars júst komnir aftur av eini ferð í Noregi, har teir hava hugt eftir maskinunum til sagverkið. Tær eru av svenskum merki, men verða seldar í norska býn- um Hamar. Sjálvur bygn- ingurin til virkið kemur úr Danmark. Annars verður alt arbeiði at seta hann upp gjørt av føroyingum. Byrja i april Ætlanin at byggja eitt sagverk í Vági er nakað seinkað. Ætlanin var at royndarkoyra maskin- urnar longu í mars næsta ár. Hetta verður nú helst ikki fyrr enn í apríl ell a mei. Uppá fyrispurning um hetta hevur nakað at siga, sigur Erling Serensen, at tað er sera týðandi, at teir kunnu koma í gongd, tá eftirspurningurin eftir viði er størstur, og tað er hann um mars—apríl. Hann vónar tí, at teir kunnu klára at koma í gongd tá. Ætlanin er, at fólk frá einum specialskúla í Dan- mark skulu koma til Før- oya, tá maskinurnar skulu royndarkoyrast. Tey 15 arbeiðsfólkini skulu tá fáa undirvísing í einar tríggj- ar vikur. Tað krevst annars eingin ávísur kunnleiki til at arbeiða á einum slíkum virki. Nógv fyrireiking Tað er annars ikki tað ting, sum teir báðir hava kannað og sett seg inn í. Samráðingar hava verið við svenskar og skotskar fyritøkur um at keypa heilar vidabular hadani. Tad skuldi latid seg gjørt uttan nakrar trupulleikar. Sidani er tad flutning- urin til Føroya. Her hevur longu eitt føroyskt skipa- felag vist åhuga fyri at flyta vidabularnar heim. — Vit fara heilt vist at bruka føroyska arbeids- megi og skip i samband vid framleidsluna å nyggja virkinum sigur Erik Chris- tensen. Umframt at saga viðin, so er eisini ætlanin at góðska ráveruna meira. Talan verður helst um bæði træturking og trykk- impregnering. Ein tílík víðari góðsking fer at geva virkinum enn betri meguleika at klára seg. Eisini er ætlanin at brúka allan tann við, sum er til »avlops«. A henda hátt kann virkið fáa Maskinurnar eru nógvar Maskin til víðari góðsking av timburinum maksimalt burtur úr råvøruni og sostætt tryggja sær eina góða og sunna økonomi. Rætta steddin Nú teir báðir eru við at leggja seinastu hon á verkið hava teir fingið sendandi eina frágreiðing úr Sveríki um allar sag- verksframleiðslu har. Henda frágreiðingin hevur fleiri áhugaverdar upplýsingar. M.a. sigur hon, at tann steddin á sag- verki, sum nú skal bygg- jast í Feroyum, er hon, sum ber seeg best fíggjar- liga og kann fáa bestu nýtslu úr ráveruni. — Hetta hava vit alla tíðina havt við í okkara út- rokningum, men at tað nú omaná tað heila skuldi koma fram í eini almenn- ari svenskari frágreiðing, sum undirstrikar, at vit eru á rættari leið, tað hevði eg als ikki droymt um, sigur Erling Sørensen. Síða Meta áhuga alla staðni Vit spurdu at enda teir báðar, hvussu teir hava verið móttiknir í Fer- oyum, nú teir hava arbeitt við ætlanini at byggja eitt sagverk. — Vit hava verið sera væl móttiknir. Vágs býráð hevur verið sera lagaligt og latið okkum grundeki. Menningargrunnurin hev- ur játtað lán, og vit bíða eftir svari frá Ídnaðar- grunninum. Allir teir vit tosa við, siga, at hetta er ein frálík ætlan. Men teir hava eisini okk- urt annað at føra fram. Tad eru vidurskiftini og umsteðurnar hjá fólki vid hugskotum at fáa tey fram her í Føroyum. Setið fleiri fólk á ídnaðarstovuna Teir siga til hetta: — Tað er sera ringt at fáa allar teir neyðugu upplýs- ingarnar, um hvussu ein skal bera seg at fyri at fara undir eina framleiðslu í Feroyum. Tað tekur eisin ov langa tíð at fáa fígging- ina í lagi. Yvirhevur kann sigast, at tað í Feroyum er tervur á upplýsingum um, hvussu ein skal bera seg at, tá ein byrjar eitt pro- jekt sum hetta. — Men hava tit ikki fingið hjálp frá Ídnaðar- stovuni? — Vit hava fingið eina sera góða viðferð av id- naðarstovuni og Tormóði Dahl, ídnaðarráðgeva. Tað er tó okkara sann- fering, at ein so týdningar- miklur stovnur sum Íd- naðarstovan er »i den grad« undirmannað. Hesin stovnurin hevur so stóran týdning fyri okkum, sum skulu undir nakað nýtt og óroynt at har áttu at havt arbeitt fleiri fólk enn bert ídnaðar- ráðgevin, endar Erling Se- rensen og Erik Christen- sen í samreðuni við Sosi- alin. NSU