Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-10-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. oktober 1981síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN HØGGUSLOKKAVEIDA Medan Ronald Reagan hvesti øksina i teim Hvitu húsunum (avgjørdi at framleiða neutronbum- buna) riggaðu menn seg Nordanfjørds til at fiska høgguslokk. Mundi tad ikki vera i hålvtryssunum, at høggu- slokkurin seinast gjerdi rend inn á firðirnar? Tá vóru dergurnar ikki so fiskiligar sum tær eru í dag. Hver smádrongur evnaði sær pilk til úr koparreri, bankað saman í eðrum endanum og seið- húkar settir í krans í hin- um endanum. Síðan varð blýggj stoytt niður í. Dorgin var teymasneri við stáltráði í endanum. Negdin var ikki so stór, sum fiskað varð. Men mundi tann rúgvan hilnast eins væl og tær gera í dag? Mangar eru rúgvurnar, ið koma upp á land í dag av alskyns fiskaslegum. Klókir menn gera sínar metingar um, hvussu nógv skal til, fyri at vælferðin kann fáa sínar semdir — soleiðis eisini sagt — at fleiri lýs- ingar kunnu koma i Ut- varp Feroya um ymisk klænkiskeið í ymsum tíðum kring oyggjarnar Hegguslokkurin er enn ikki blivin til matfisk her okkum. Onkur, ið ldur klænkiskeið, fer at imreða hegguslokkin sum eitt gott evni til enda- málið. Hann letur seg væl eta og er proteinríkur. Dugur var eisini í kopar hegguslokkapilkinum. Men alt til sína tíð. Nú skal »jarnid« verða ja- panskt — sum mangt annað her á landi. Derg- urnar eru nú nyloni og tel- jast kunnu upp í tjúgu húkar á onkrari dorg Fagurlittir eru teir eisini og harvið streymlinjadir eins og hegguslokkurin sjálvur. Tá fongur verður um- reddur, verður prátið heg- nisliga sett upp. Her verð- ur hugsað um gott úrslit — um ein góðan fong. Ikki ganga nógvir hegguslokk- adagar, so eru úrslit at hoyra mann og mann ímillum um, hvussu mangir húkarnir skulu vera á dorgini, fyri at fongurin skal gerast góður. So legið tað ljóðar, eru »fiskiklepparnir« komnir fram til talid 13 — 13 håkar å dorgina. Hvi ikki talið 10, tað er jú 10 arma hegguslokkurin, ið talan er um? Nei, líkatal Rákið bar okkum imoti Buniå skal tad ikki vera. Antin 11 ella 13 húkar á dorgini. Tað hava royndir longu víst og lata vit Norðan- fjorðs hetta dulsmál fara víðari. Tjaldrið kemur trúliga ár undan ári. Seiður og seiðamurtar. standa fram við klettin ár um ár. Um høgguslokkin kann sigast, at hann ikki er so trú fastur Tá hegguslokkavaðið er av, stingur spurningurin seg upp, um hann man fara at koma aftur næsta ár. Onkur er bjartskygdur og hevur ein orðafloym um øll eyðkenni, bæði vatni, vatnskorpu og í lofti, at eingin ivi er um hetta, at hann verður at fáa aftur næsta ár; øll tekin eru til staðar, at so verður. Í ár kom hann aftur. Skjótt fóru tíðindini frá manni til mann — hann og hann høvdu rakt við hann har og har. Hegguslokkaprátið gjer- di menn legnar. Hendur- nar vuksu i lummunum — fingrarnir ringdu seg sam- an, so tað var ómeguligt at ganga við hondunum í lumma. Sum frá leið hingu armarnir niður við síðuni, sum hegguslokkur — arm- arnir vóru kropparnir og fingrarnir vóru travsurn- ar. Onkur snýsti og físti á so legnan hátt — hábregd, mælti onkur, sum hevði skálkin bak oyrað. Tað sanna var — og tað vóru teir, sum vistu, hvussu lýsnar skriðu, sum segdu hetta — at hegguslokk- urin var komin! Dorgina undan væðing- Eftir Frits Johannesen ini, bátin úr neystinum og út á Pollin. Sum tjóvur á nátt fóru bátarnir sník- jandi stillisliga út eftir vágni við loyndardómum um, at best var at royna har og har — tí har var hann at fáa í fjør...og fyrrárið við. Fjørdurin var sum .ein sveiti — fjellini stóðu pinnastill. Eitt dúnlætt tokusler fór um Lorvíks- fjall, teskandi eitt sælt tónalag inn í mannahjart- að. Fingrarnir vuksu alt meir og meir. Tú fekst ikki rått tær. Summa tíðir vóru teir á knøunum og summa tíðir á stokk- inum...skjótt var ikki pláss fyri teimum í bát- inum. . Slikar løtur uti a Poll- inum eru vinsælar — tu Armarnir vóru kropparnir, fingrarnir vóru travsurnar OG POLLATANKAR gerst fagurlátin, sum Ketil á sinni, tá ein grind lá á Seyrvágsfirði. Fåmæltir menn fara at tala, murra...taka til, tú vildi sagt Regin smið. Nei, okk nei, nú er tað Grand prix lagið: Krøller eller ej, vi elsker vores bern, sum spakuliga dettur um tann- garðarnar. Alt í lagi...men hvussu væl alt situr, ið sagt verður. Men ávirkanina av tí ytra — sjógvurin, fjellini, líðirnar, fuglurin, sum ikki hava syndað til dagin í dag, dríva kenslur fram úr instu sálarkrókum tínum. Einki annað er, ið kann geva hesum ljóð uttan tungan, sum er eins reyð og tann japanski høggu- slokkurin. Ymisk eru førini, ið royna eftir hesum fiski. Ikki eru tað ríkjandi tollar ella glintandi motorar, ið nema oyrað. Nú síggjast alskyns sløg av smábátum — úr Noregi, Sveríki, Dan- mark og Kaldbak, og ganga hesir næstan ljóð- leysir. Hin feroyski bátur- in er tó tann, sum ser- merkir høgguslokkaveid- ina. Ymiskir eru teir í skapi. Teir, sum vita væl, kunnu júst siga, hver og hver bátasmiður hevur gjørt tann og tann båtin. Skapið og tilevningin verða altíð umredd um- hyggiliga — serliga, tá ið knerrur á fyrsta sinni stakk trýnið millum aðrar bátar. Kenslurnar, at hetta er feroyskt verk — list — brúkslist, ið hevur andað á feroyskum hond- um gjøgnum mong ættar- lið. Her eru loynidómar, ið ikki kunnu setast á pappírið við blekki — hvussu tú skalt snara, venda, hogga, helva, flekja, laga o.s.fr., so at bátasmiðurin og báturin gerast eitt. Eitt likam, ein sál — ikki lænt og ikki stolið frá nekrum, men gull í skrínið hjá tí og tí manni, ið er bátasmiður, ið hevur lívsins prógv, handalag og hógv frá páp- anum, abbanum og lang- abbanum. Nógv verður umrett, bæði í orð og tal, at skapa trivna millum fólk. Ikki er so heilt lætt at siga, hver besta bótin er fyri at fáa fólk at trívast. Sál og likam hava gott samljóð — bond verða knýtt mill- um tað hondgrípiliga og tað, sum ikki er hondgrípi- ligt. At vera vísur her, er ikki so lætt, men eingin ivi