leygardagur 24. oktober 1981síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
py
sm
SÉÉ Tr
SOSIALURIN
.
Nýggju edv-tólini á Gjaldstovuni verða tikin í br
Síða 3
Her situr eitt av starvsfólkunum á Gjaldstovuni, Jákup
Augustinussen, við gomlu datatólini og bókar
Um stutta tíð fáa
feroysku skattaborgarnir
eina kontoúrskrift frá
skattadeildini. Á henni
sæst, hvussu skatta-
steðan hjá hinum einstaka
er.
Hendan kontoúrskriftin
er fyrsta reaktiónin frá
nýggju datatólunum hjá
Gjaldstovuni í Havn, og
verður hon send út fyri at
koma í samband við
skattaborgarnar, greiðir
Heri Mohr, roknskapar-
stjóri á Gjaldstovuni, frá.
Tað er 1. stig, í eini
sterri edv-umlegging hjá
landsfyrisitingini, sum
verður liðug um heilt
stutta tíð. Datatólini,
databasan, eru sett upp á
sjálvari Gjaldstovuni, og í
næstum fara fýra starvs-
fólk niður at búgva seg út
til at umsita og handfara
hesa databasuna.
A Skattadeildini eru
terminalar settir upp og í
næstu viku kemur ein
maður úr Danmark til
Feroya at seta starvsfólk-
ini á skattadeildini inn í
nýggju arbeiðstólini.
Lættir um inn-
krevjingina
EDV-umleggingin å skat-
tadeildini fevnir um
skattakartotekini og
skattainnkrevjingina.
Sum nu er hava skatta-
kortini verid i vanligum
kartotekskassum, men i
framtidini fara tey at
liggja å databasuni og
kunnu takast fram á
skermar ella á printara.
— Umleggingin ger, at
skattakartotekini eru
ajour dag undan degi og
Arbeiða enn — stóða ikki
tikin til mótmæli
Landsstýrið hevur enn
ikki tikið steðu til
mótmælini móti vegagerð-
ini í Trongisvági, upplýsir
Páll Vang, landsstýris-
maður.
Í vikuni var Páll Vang
saman við landsverkfreð-
inginum, Mikkjal Helms-
dal, á Tveroyri og hevði
fund við eigararnar og bý-
ráðið.
Páll Vang sigur, at
landsstýrið ynskir at fáa
býráðsins steðu at vita,
áðrenn landsstýrið tekur
eina avgerð. Tveroyrar
býráð hevur lovað at taka
málið upp.
Vegurin, sum farið varð
undir at gera í summar,
gongur úr vegnum í Tron-
gisvági, fram við ítróttar-
hellini og oman móti
Stórá og haðani skal hann
yvir um ánna sunnan fyri
brúnna og skal bindast í
vegin í Líðini longuri úti.
Hjá Landsverkfrøding-
inum verður upplýst, at
arbeitt verður framvegis
við vegnum.
Fráboðaninar um
ognarteku av jerð vórðu
sendar í mai mánað.
Kærufreistin er tríggjar
mánaðir, v.0.0. í august,
men mótmælini komu ikki
fyrr enn í september.
Hotel til blaðhús
Missiónshotellið í Len-
gangsstræde, sum feroy-
ingar vanliga gista nógv á,
er selt. Forlagið Bersen,
sum gevur Dagblaðið Ber-
sen út, hevur keypt hotell-
ið. Bersen skal brúka ho-
tellið sum blaðhús, meðan
Anneksið, sum hoyrið til
hotellið, skal brúkast til
ungdómsherberg. Um-
framt Missionshotellet
eru eini átta onnur hotel í
miðbýi Keypmannahavn-
ar til selu í letuni.
k í næstum:
— Skattainnkrevjingin verður nógv betri og skattakortini vera
altíð ajour, sigur roknskaparstjórin, Heri Mohr
lættir nógv um umsiting-
ina av skattainnkrevjing-
ini, sigur Heri Mohr.
Her verður serliga hugs-
að um skattaeftirstødur.
Tá tólini eru tikin í brúk,
verða áminningarbrev
send út automatiskt.
Sjálv skattaálíkningin
og útskrivingin er ikki við
í hesi umleggingini, sum
nú fer fram. Hendan
partin av starvsøkinum há
skattadeildini hevur Elek-
tron.
Men ein onnur væl kend
arbeiðsuppgáva hjá
skattadeildini kemur
undir nýggju skipanina.
Talan er um skattavátta-
nina. Hon verður nú send
út automatiskt — og eru
tríggjar í einari!
Fleiri stovnar
Skattadeildin er bert 1.
stig í eini sterri dataum-
legging av landsfyrisiting-
ini, sum Gjaldstovan frá
landsstýrinum í fjør fekk
heimild at arbeiða við.
Umleggingin, sum er
ætlað at vara í hálvt
annað ár, fevnir um Land-
fútan (uppkrevjing av
vegskatti), Bileftirlitid,
sjukrahusverkid, almenn-
ar lønir og landskassans
roknskaparhald.
Orsøkin til hesa utbygg-
ingina av dataútbúnaðin-
um hjá Gjaldstovuni er
partvíst hon, at datatólini
hjá Gjaldstovuni eru farin
at eldast og tí at tey hava
ov lítlan kapasitet. Ar-
beiðsuppgávurnar eru
ektar í stóran mun og
rammurnar eru at kalla
sprongdar.
Heri Mohr: — Hetta er
bert 1. stig í eini størri
umlegging til edv
Tólini á Gjaldstovuni
vórðu sett upp í 1974. Við
hesum tólunum varð í
fyrstu syftu landskassans
hevuðsbókhald umsitið.
Men skjótt fór Gjald-
stovan undir útbygging
og í 1978—79 kundi Gjald-
stovan avgreiða alt rokn-
skaparhald landskassans.
Íroknað er umsiting av
útlánum og terminum.
Harumframt hava hesi
tólini eisini umsitið útlán
og hevuðsbókhald hjá
Menningargrunninum og
Ílegugrunninum fyri
Feroyar. Eisini hevur dag-
peningaskipanin og prís-
talsútrokningin nýtt edv-
tólini á Gjaldstovuni.
Annars fór landsumsit-
ingin av fyrsta sinni í
dataøldina í 1964, tá mán-
aðarliga útgjaldingin av
fólka- og avlamispensión-
um varð legd um til edv á
P.f. Data.
Ein millión
Kostnaðurin fyri ta sen-
tralu dataeindina á Gjald-
stovuni liggur um eina
millión kr. Harafturat
koma so skermar, print-
arar og gerð av programm-
um.
Tólini eru norsk, men
ein dani hevur gjørt prog-
rammini. Tað er tann sami
persónurin, Seren Tyge-
sen, sum hevur gjert alt
tað, sum er gjert á Gjald-
stovuni. — Og eftir okkara
metingum hevur hann
gjert eitt gott arbeiði,
sigur Heri Mohr.
— Fer umleggingin at
spara arbeiðsmegina?
— Viðvíkjandi lands-
kassans roknskapi er um-
leggingin arbeiðssparandi.
Men eingin verður upp-
sagdur. Við royndunum
frá umleggingini av hev-
uðsbókhaldinum sum
grund, rokni eg ikki við, at
brúk verður fyri fleiri
starvsfólkum. Sum dømi
kann eg nevna, at áðrenn
umleggingina til edv í
1974 arbeiddu 14 starvs-
fólk við landskassans
roknskapardeild. Í dag eru
tey 11, men hesi átta árini
er arbeidsøkid ekt mun-
andi, sigur Heri Mohr at
enda.
Heri Mohr, sum hevur
staðið fyri allari umlegg-
ingini til edv í landsumsit-
ingini, sigur seg ikki
kunna upplýsa, hvussu
skrásetingin av persónum
fer fram. Hann sigur, at
hetta er ein spurnigur,
politikkarnir mugu svara.
Tann nýggja dataeindin. Ein norðmaður er við at leggja síðstu hond á verkið
...
Svara
Hvat dámar tyg-
um bingospælið í
Sosialinum?
Einar Joensen,
prentari:
— Jú, mær dámar
tað væl. Bingospælið
er ein góð reklama
fyri blaðið. Eg havi
triggjar plåtur og
spæli vid hvørja ferå.
Tvær ferðir um árið
er passaligt, men eg
haldi, at hver um-
gangur er ov drúgv-
ur.
Anfinn Poulsen,
skrivstovumaður:
— Eg haldi, at bingo-
spælið í Sosialinum
er eitt gott tiltak.
Sjálvur havi eg fimm
plátur, og eg spæli
við hverja ferð.
Hanna
lærari:
— Eg haldi, at bingo
í Sosialinum er eitt
gott tiltak, men tvær
ferðir um árið haldi
eg er ov nógv, tí tá er
spenningurin burtur.
Eg havi annars
spælt við hverja
ferð.
Lisberg,