Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-10-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. oktober 1981síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Sosialurin telf. 147 20. 11820 box 76, 3800 Tórshavn Útgevari: p/f sosialurin Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Árni Joensen Sosialurin Dimmalætting Gud véd af hvilken grund ODDAGREIN Dimmalættingar týsdagin var ein av teimum við teim heilt stóru perspek- tivunum. Oljuframleiðandi londini verða umredd. Heimsins inflatión verður umrødd og funnið verður fram til »orsag og virk- ning«, sum tikið verður til. Haraftrat verður syndabukkurin til alt ilt eisini funnin. Heims- trupulleikarnir í eini Jákupsskel. Lýsingar: Uppseting: Prent: SAMBÆRT HETTA málgagn Sambandsflok- sins standa okkara lands trupulleikar í, at vesturheimurin setir oljuprísin upp. Hví skulu so ikki eisini tey oljuframleiðandi londini seta sín oljuprís upp? Eisini vit seta oljuprísin upp (hugsa her um seinastu avgjøldini frá lands- stýrinum Sambandslfokkinum) og leggur Dimmalætting aftrat: Gud véd af hvilken grund. Blaðið leggur síðani aftrat, at hetta er ein »meningsløs« príshækkan. SÍÐANI KEMUR Dimmalætting inn á »den onde cirkel« við, at ein príshækkan førir aðra við sær og gevur her, traditiónini trúgv, sosialistunum skyldina fyri alt hetta. EIN AV OKKARA gomlu politikarum plagdi at ímynda sær talvborðið sum hin politiska vigvøllin. Frá hesum sama talvi vita vit, at besta verja er álop. Hetta hevur Dimmalætt- ing. um ikki annað, lært. Fyri at krógva sín egna floks evnaloysi er besta verja at loypa á aðrar, og er hetta júst tað, sum núverandi samgonga, við Sambandsflokkinum og mál- gagni tess á odda, er víðagitið fyri. MEN VIT MUGU og tað er sum skilst neyðugt — at fortelja Dimmalætting, at nú eru eingir sosialistar úti í Tinganesi. Tí fer skotið framvið. Tað ber nú illa til at geva sosialistunum skyldina fyri ta galoperandi inflatión, sum í dag fer fram. Tað ber illa til at geva sosialistunum skyldina fyri, at uttan- landaskuldin veksur eina miljón um dagin. Tað ber illa til at geva sosialistunum skyldina fyri, at arbeiðsloysið økist í hvørjum, og at vit hervið nærkast tí økonomiska gravarbakk- anum fyri hvønn tann einasta dag. DIMMALÆTTING og Sambandsflokkurin vildu hava eitt »systemskifti« i Tinganesi, og tað fingu teir. At hetta systemskiftið fór at føra tann ranga vegin vóru vit greiðir yvir. Tað er tó hent, og má so vera. Tað rættast bert uppaftur við einum nýggjum system- skifti. ODDAGREIN Dimmalættingar ber heitið »Snigende fare« og kann hetta heitið ógvu- liga hóskandi setast sum yvirskrift til sitandi samgongu. Evnaloysi, máttloysi, uppgávu- lyndi, harav minkandi aktivitet innan øll oki við fylgjandi arbeiðsloysi, stórri uttanlands- skuld, størri inflatión o.s.fr. VIT FINGU EITT systemskifti, og vit spyrja við Dimmalætting: Gud véd af hvilken grund? % SOSIALURIN Hvar er munurin? »Hvar er munurin«? Her taki eg fult undir vid D.J. Tí størri figgjarligt skil hevur ikki verid i land- inum enn just nú. Tí skulu sambandsmenn átt sær at tagt, meðan væl er. Tað álit teir bóðu um, hava teir blakað fyri borð. Mangur er harmur við tær D.J. Hvat er so mun- urin milliónhall á sjónum og í luftini — ein góður spurningur. Nú Tyrla hevur flogið nakrar krákumánaðir fleiri milliónir aftur eftir reyv, biðjur landsstýrið, hann hjálpi mær, um tvær milliónir afturat til Tyrlu í tríggjar mánaðir! Henda upphædd hevði kanska komið upp á 45 milliónir, tá avtornaði. At sjálvstýrisflokkurin skal koma sær at tosa um fíggjarligt óskil — hann sum altíð darlar afturúr. Hvar er tykkara rópan og skrálan í dag um fíggj- arligt óskil, nútit lata tykkum í tunnur við ongum botni. Tit finna ikki tykkum sjálvar aftur. Landsins fíggjarviður- skifti viðkoma hverjum íbúgva. Takk. Skelkaður arbeiðsmaður Nøkur orð um uppflutta liðið, B68, kappingina og ein viðmerking til FSF Nú er so landskappingin í fótbólti 1981 liðug, og hvussu komu so liðini frá henni? Ein hevði ikki væntað, at nýggja liðið fór at klára kappingina so væl, men at teir tó yvirlivdu 1. deild. Við einum sindri av hepni og meguliga meira trýsti í fyrru kappingar- helvt, so hevdu tit ligið fremstir, men í stuttum, so komu tit soleiðis frá henni: Fyrra helvt: Móti KI 1—1, ÍF 1—1, B36 4—0 (fyrsti sigur), HB 1—4, VB 1—0 tap, TB 2—2 og móti GÍ 3—2 tap. (Vóru á odda 2—1. Um tit hevdu B687 KÍ 7 „GÍ = TB 7 > HB7 B367 VB 7 iF 7 BSN 3 4 3 ] ] OND Io OND NO 0 0 6 2 3 NØ OT B367 KÍ 7 GÍ 7 TB 7 HB 7 B367 VB 7 2 IF 7 1 3 N OND > — Ut OD I NO Heima: þe 2 > Hetta varð so úrslitið, og nú sæst, hver kláraði seg best, úti ella heima. Eisini hava vit roynt at hugt at, hver vann fyrru og seinnu helvt, og finna vit út av, at B68 meguliga var einasta lið, ið hevur fingið stig frá øllum hinum liðunum. Í fyrru helst av kapping- ini, 26/4 til 21/6, har megu- leiki var at vinna sær 14 stig, eydnaðist HB at fáa 12 stig, GÍ 12, TB 9, ÍF 8, B68 5, VB 5, KÍ 3 og B36 2. Sostatt gjørdist upp- flytaraliðið nr. 5. skift Petur Hans út, hann hevði stríðst yvir evni, og ikki Ingmar, so...?) | Seinna helvt: Móti KI 0—0, ÍF 1—1, B36 2—1, HB 3—1, VB 1—0, TB 0—0 og móti GI 0—0. | Tilsamans: Móti KI 1—1 (2 stig), IF 2—2 (2 stig), B36 6—1 (4 stig), HB 4—5 (2 stig), VB 1—1 (2 stig), TB 2—2 (2 stig) og móti GÍ 3—2 (1 stig), ella, sum tað sæst, fingu tit tvey stig móti ellum hin- um liðunum uttan B36, har tit fingu fýra, og móti GÍ, har tit fingu eitt. Vunnu tit meira úti enn heima? Hetta vil »Sosi- alurin« vera við. 11— 7 7 Nr.4 6—13 4 Nr.7 9— 4 9 Nr.3 15—10 11 Nr. 2 16— 6 11 Nr. 1 10—13 6 Nr. 6 4—17 2 Nr.8 8—10 6 Nr5 8— 9 8 Nr.á 5—15 4 Nr.7 16— 7 11 Nr. Í 11— 4 10 Nr.3 23— 6 10 Nr.2 6—14 í Nr.8 8—14 5 Nr.5 3—10 5 Nr.6 I seinnu helvt av kapp- ingini, har eisini var meguleiki at ogna sær 14 stig, vann TB sær 12 stig, B68 10 (gjerdist sostatt nummar 2), HB 9, GÍ 8, B36 7, KÍ 5, IF 3 og VB 2. Av hesum yvirliti yvir seinnu kappingarhelvt sæst, at fimm tey fremstu liðini gjørdust so toluliga jevn. Endaliga steðan gjer- dist sostatt, at HB vann við 21 stigum, TB gjørdist nummar tvey, og somu- leiðis við 21 stigum, GÍ 20 stig, B68 15, ÍF 11, B36 9, KÍ 8 og VB 7. Kappingin 1980. Uppflytarar vóru GI. Fyrra kappingarhelvt: 1980: GÍ 7 3 1981: B68 7 J Seinna kappingarhelvt : 1980: GÍ 6 4 1981: B68 6 8 2 2 12—15 8 3 3 11—12 5 1 1 14—7 9 3 0 7— 3 9 Orsakad av, at vit ikki vita úrslitið av dystinum ÍF—GÍ 21/9 1980 eru bert seks dystir taldir við. Seinasta dystin í ár spældu B68 og GÍ 1—1. Hesin dystur var ógvuliga hart spældur; GÍ vildi vinna meistarheitið, meðan B68 ikki vildi geva GÍ 2 stig. Dysturin varð merktur av herðum spæli og var tað GI, ið legði upp til hetta við at halda og skumpa. Og so bleiv hart móti herðum. Málmaðurin hjá GÍ, Páll, sparkaði enntá Aksel í ryggin, ein gerð, ið átti at givið reytt kort, men dómarin demdi istadin frispark móti Aksel? og gav Páll gult kort. Démarin åtti helst ikki at dømt. Hann var til tidir als ikki uppgåvu sina vaksin. Fyrr i dystinum dåtti B68 brotsspark, men hetta sá dómarin ikki — ella yvirsá hann tað — men linjumaðurin (L.H.) sá tó hetta, ein grov fade- sa«. Dómarin gav eisini reytt kort. Um hetta var rætt, skal vera ósagt. Eisini gav hann tvey gul kort til B68. Hevdi hann ikki fleiri, ella helt hann ikki, at fleiri vóru neyðug til báðar partar, B68 og GÍ við. Vit eru vælnegd við tvey so góð og jevn lið í oynni, men vit eru vónbrotin av ÍF. B68-spælarar og -venj- ari. Tit hava verið óferir í ár og hava fingið góð úr- slit. Vit kunnu ikki lata vera við at nevna mál- mannin Kjartan; tú hevur roynst óferur sum síðsti skansi. Og stóra tekk til tín Jens Erik, fyri at tú altíð fylgir teimum á hverjari ferð, burturi ella heima. Stóra tekk. Vónandi fær LÍF viðhald í kæru teirra og um rættvísi skal galda, so spæla MB og LÍF umdyst. Sosialurin sigur, at stød- an í 2. deild er: MB 13d. 4 vunnir, 2 taptir, 16 stig. Jú tað eru 13 dystir. Tvey stig pr. vunnan dyst gev átta stig, eitt fyri hvenn javnan geva sjey, til- saman 15. Sostatt er LÍF meistari. NSÍ 4v, 4j, 5t. 2 x 4=8, 1x 4=5. 5 plus 8=13 stig. Sostatt eru tvey stig ov nógv ella ein dystur ov lítið. Málúrtekan hjá B68 var pr. 20/9 19—16. Sosialurin nevndi 13 dystir 19—16, er hetta rætt? Telji málini hjá KÍ! Er tað 12—26 ella 11—12 ella spældu KÍ og B68 javnt 1—1 ella 0—0 á Toftum? F.S.F. Setið 8 dómarar at døma 1. deild og somuleiðis 8 at dema 2. deild. Harafturat mugu vera fýra eins væl útbúnir at taka til at skifta við. Latið hetta ikki bert vera fótbóltspælarar og harafturat aktivar. Nei, setið lenirnar fyri at doma upp í 500 kr. pr. dyst og heiti so á fólk at koma á dómaraskeið. Tá kemur hver Hanus og Janus; so kunnu tit vraka og velja og merkja teir A og B. Gerið lóg á aðalfund- inum, har framgongur, at um lið standa á jevnum í stigum og hava sama mál- mun, so má dystur um fremsta plássið í kapping- ini leikast millum hesi liðini. Eisini má dómari koyra spælara út um linjuna, tá hesin liggur á velli, og so byrja leik aftur. Dómarar hava mangan dømt fyri sjónleik. Ávísur spælari í LÍF, og tað sama B36, haldið uppat við slíkum ! F.S.F., latið gul og reyð kort, givin í einum kapp- ingarári, eisin galda næsta kappingarár, annars hevna spælarar seg inná hvenn annan í síðsta dysti, sum millum KÍ og TB og B68—GÍ. Og eitt uppskot. Setið eina 3. deild afturat á stovn eins og aðra staðir, so sum 2. deild í Vestur- týskalandi. Heilsan Áhugaði í fótbólti í bygd við ongum liði ÉT SET |