leygardagur 24. oktober 1981síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SE
HEF
SOSIALURIN
Deyðsvanlukkan á Hoyviksvegnum:
Fóru tvørtur um vegin tí
bilarnir vóru so langt uppi
Teir báðir smádreingirnir,
sum komu súkklandi nið-
an eftir Hoyvíksvegnum
og ætlaðu sær vestur á
Tjaldursvegin, sóu tveir
bilar koma oman eftir
Hoyvíksvegnum.
Men teir vóru so langt
uppi, at dreingirnir hildu,
teir væl kundu fara tvert-
ur um vegin. Men, áðrenn
teir vita av tí, eru bilarnir
har, tann aftari drongurin
verður ákoyrdur og doyr á
staðnum. Hetta hendi
tann 25. juni í ár og í heyst
ákærdi fútin teir báðar bil-
førararnar fyri grova,
skilaleysa koyring og óæt-
lað manndráp.
Fyrsti rættarfundurin
var týsdagin.
Ákærin ætlaði tá at av-
hoyra hin drongin, men
hetta átalaði annar verjin
og dómarin var heldur ikki
fegin um ætlanina hjá
ákæranum. Drongurin er
bert 6 ára gamal. Í staðin
bleiv so móðir hansara av-
hoyrd og hon greiddi í
rættinum frá tí, sonurin
hevur sagt henni um hend-
ingina. M.a., at hann sá
bilarnar koma oman eftir
Hoyvíksvegnum.
Tordi ikki at steðga
Bert annar av teimum
ákærdu var í rættinum —
hin, tann sum koyrdi á
drongin, er burturi við
skipi, — og hann játtaði at
hava koyrt ov skjótt. Hin-
vegin noktaði hann at
hava framt óætlað mann-
dráp og at hava koyrt
skilaleyst.
Her hendi vanlukkan. Onki av vitnunum, kann við vissu siga, hvussi stór ferðin var. Tvey siga 80—100, eitt yvir 100
km/t. Politiid sigur, at ferðin var ikki undir 100 km/t og, at bilarnir koyrdu um kapp
Aftaná ferðsluvanlukku:
Steðgaði ikki fyri manni
sum skuldi eftir hjálp
— Hann má hava sæð
meg. Eg veittraði við báð-
um hondum. Men hann
steðgaði ikki.
Soleiðis gekst fyrsta
royndin hjá einum ungum
manni at fáa hjálp til ein
illa lestaðan vinmann.
Teir báðir fóru um fýra-
tíðina leygarmorgunin 18.
juli í ár út av vegnum í
einum bili góðar 600 metr-
ar norðanfyri >Landsfjós-
ið< í Kollafirði. Tað var
hann, ið koyrdi bilin, sum
fór eftir hjálp. Hin lá undir
bilinum, tá hann steðgaði
17 metrar frá vegnum.
Hann var illa skaddur,
men hevði tó ikki mist
vitið. Hann var fastur
undir bilinum, men tað
eydnaðist hinum at lyfta
bilin so frægt upp frá, at
hann fekk hann út undan
honum og lagt hann betur
fyri. Síðani fór hann eftir
hjálp. Hann var ikki meira
enn komin niðan á vegin,
tá fyrsti bilurin kom. Bil-
urin, sum ikki steðgaði.
Hann fór so at renna móti
Kollafirði, men tá kom ein
annar bilur. Hann steðg-
aði. Í honum vóru fimm
mans. Teir vóru ikki ser-
liga hugaðir at hjálpa.
Vildu hverki fara oman til
tann skadda ella koyra
eftir hjálp. Men endin
bleiv so, at teir koyrdu til
Kjalnesar, haðani ringt
varð til Havnar.
Í tí politiið og sjúkrabil-
urin komu á staðið 20 min-
uttir seinni, doyði tann
skaddi. Hann var 17 ára
gamal.
Ákærdur
Hetta er ein partur av
teirri gjølligu frágreiðing-
ini um hendingarnar
friggjakvøldid 17. og leyg-
arnáttina 18. juli, sum bil-
førarin gav i Føroya rætti
mikudagin. Politiið hand-
tók hann á vanlukku-
staðnum og hevur seinni
ákært hann fyri rús-
drekkakoyring og óætlað
manndráp. Ákærdi tók
ikki steðu til, um hann er
sekur.
Ein blóðroynd, tíkin
tríggjar tímar eftir van-
lukkuna, vísti promilluna
1,03. Vanliga verður rokn-
að við, at promillan mink-
að við 0,10 um tíman, og á
tann hátt er politiið komið
fram til promilluna 1,33,
tá bilurin fór út av.
Ákærdi segði í rætt-
inum, at tað, hann kundi
minnast, drakk hann
triggjar vedraøl um kvøld-
ið og mnåttina. Hann
greiddi frá, at teir høvdu
verið í dansi í Havn, og at
teir ætlaðu sær við einum
eðrum bili til Havnar.
Men hesin fór undan
teimum. Tí koyrdi ákærði
sjálvur. Eftir dansin
ivaðust teir í at bíða við at
fara heim til dagin eftir,
men blivu so samdir um at
fara beinanvegin.
Ákærdi segði, at hann
koyrdi 60—80 km/t og
hann veit ikki, hví hann
fór út av. Hann minnist,
at framhjólið fór út av og,
at hann royndi at fáa bilin
inn á vegin aftur. Tað
næsta, hann minnist er, at
bilurin er steðgaður og
vendir suður eftir.
Ongin ivi
Tá rættarfundurin byr-
jaði, kravdi verjin, Jógvan
Páll Lassen, at hann í
fyrsta lagi bleiv hildin fyri
afturlatnum hurðum og í
eðrum lagi forboð móti at
endurgeva tað, sum fór
fram á fundinum. „Men
dómarin helt ikki, at
grundarlag var fyri hesum
og vísti kravinum aftur.
Dómsviðgerðin tók ikki
langa tíð. Ákærin, Bjørn
Klyver, segði, at her var
ongin ivi. Prógvini eru
púra greið, samanhang er
millum vanlukkuna og ov
nógv rúsdrekka. Akærdi
er helst sovnaður eitt
stutt bil, áðrenn hann fór
út av, segði hann.
Men hann nevndi eisini,
at tað er til fyrimuns fyri
ákærda, at hann eftir van-
lukkuna gjerdi alt, hann
var førur fyri, fyri at
hjálpa tí skadda.
Ákærin kravdi við
nekrum donskum dómum
í líknandi málum sum fyri-
mynd ákærda demdan
fýra mánaða fongsul og at
missa koyrikortið í fimm
ár.
Verjin kravdi so lina rev-
sing sum gjerligt. Hann
helt, at ymisk persónlig
viðurskifti hjá ákærda
mugu hava ávirkan á rev-
singarásetingina. Sum
vant í sakarmálum fekk
ákærdi seinasta orðið.
Hann bað dómaran hugsa
um, at tað, hann hevur
verið gjegnum eftir van-
lukkuna, hevur virkað
sum ein herð revsing.
Dómurin verður kunn-
gjørdur mikudagin.
Åkærdi bleiv avhoyrdur
um hendingina í summar
og hann greiddi frá, at hin
var komin eftir sær um
morgunin. Hann bað hann
koma við sær oman í býin
at hjálpa sær at vaska
bilin. Hin koyrdi framm-
anfyri alla tíðina og hann
minnist onki um, at hann
royndi at sleppa fram um
hann. Hvussu skjótt teir
koyrdu, visti hann
ikki at siga, men hann helt
80—90 km/t. Teir koyrdu
ikki um kapp.
Tá teir koma áraka
Byggimiðsteðina, sá hann
dreingirnar fara tvertur
um vegin. Hann bremsaði
og setti úr 4. í 3. gear, so
ferðin fór niður í 40—30
km/t. Hin fremri var ikki
farin at bremsa og fyri at
ávara hann, floytaði hann
nakrar ferðir. Hann helt
tó, at hin fremri byrjaði at
bremsa, áðrenn hann rakti
drongin.
Ákærdi greiddi frá, at
hann koyrdi spakuliga
fram við staðnum og síð-
ani oman í býin. Hann
tordi ikki at steðga, segði
hann. Hann er eisini
ákærdur fyri at fara hað-
ani ein vanlukka er hend,
uttan at veita hjálp.
Koyrikort í eina
viku
Ákærdi greiddi frá, at
hann, eftir at hava verið
hjá einum systkinabarni,
fór oman aftur á Hoyvíks-
vegin, har politiið steðgaði
gamal, hevði havt koyri-
kortið í eina góða viku, tá
óhappið hendi.
Frágreiðingin hjá tí
ákærda samsvarar ikki við
frágreiðingina hjá trimum
av teimum fýra vitnunum,
sum blivu avhoyrd týs-
dagin. Hetta eru fólk, sum
vóru stedd í ella uttanfyri
Byggimiðsteðina, tá
óhappið hendi. Tvey teirra
segdu, at tað var tann
aftari bilurin, sum koyrdi
á drongin. Eisini segdu
tvey teirra, at annar bil-
urin royndi at sleppa fram
um hin, beint áðrenn
óhappið hendi.
Fjórða vitnið, sum var í
einum eðrum bygningi við
Hoyvíksvegin, segði, at
aftari bilurin lá úti á miðj-
um vegnum, einar fýra
metrar aftanfyri hin, tá
teir fóru oman eftir.
Ákærdi segði aftaná
vitnisfrágreiðingarnar, at
hann var 100% vísur í, at
hann var aftanfyri hin og
ætlaði ikki at fara fram
um.
Tað er ongin ivi um, at
bilurin, sum ákærdi sigur
var tann fremri, men vit-
nini tann aftari, var tann,
sum koyrdi á drongin.
Aftaná avhoyringarnar
varð sakarmálið útsett til
hin ákærdi kemur heim
aftur.
Enn hevur ongin sam-
ráðingarfundur verið
millum landsstýrið og
lærarar og landsstýrið
og tænastumenn.
— Eg gangi út frá,
tær verða fyrsta dagin,
sigur Eilif Samuelsen,
landsstýrismaður.
Lærarar og tænastu
menn hava tvey ára
sáttmála við landsstýr-
ið. Sáttmálin er nú frá
1. juli 1979. Vanligt er,
at samrådingar byrja,
tå hini fakfeløgini, m.a.
Starvsmannafelagið,
hava fingið sínar sátt-
málar.
Lærarafelagið hevur
sent landsstýrinum
uppskot til samráð-
ingar og bíðar nú eftir
fundarboðum, skrivar
Skúlablaðið. Blaðið
skrivar, at felagið
ynskir eina »generella«
lenarhækking, sum
ikki stendur aftanfyri
tað, aðrir bólkar í sam-
felagnum hava vunnið.
Felagið vil hava byr-
Ikki boðin til
samráðingar enn
janarlenina hækkada
og styttri tíð millum
byrjanar- og endaløn.
Tað ætlar eisini at fáa i
rætt lag, at samsýning
verður latin fyri umsit-
ing av sevnum. Eisini
verður roynt at fáa í
lag betri fíggjarmegu-
leikar í samband við
ársskeið ella aðrar
eftirútbúgving.
Viðvíkjandi arbeiðs-
viðurskiftunum hjá
lærarum verður miðað
móti at lækka skyl-
duga undirvísingar-
tímatalið og eftirlenar-
aldurin. Lærarafelagið
ynskir eisini at fáa eina
nýggja og betri skipan
viðvíkjandi tímaniður-
setan við aldri.
em
Eilif Samuelsen våttar,
at landsstýrið hevur
fingið uppskotið hj
Lærarafelagnum. i
Hinvegin hevur hann (i
ikki sæð nakað samråd-
ingaruppskot frá ta
astumonnunum.