Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-10-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. oktober 1981síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

i se ETT SOSIALURIN Síða 7 Arbeiðsloysið má ikki fáa loyvi at fóta sær sen helt: >Til umreðu er løgmanns- reðan. Hetta er so fyrsta legmannsreða, sum Pauli Ellefsen, háttvirdi løg- maður, hevur hildið, og uttan iva hava fólk verið sera spent og forvitin eftir, at fáa at hoyra hesa fyrstu frágreiðing frá log- manni okkara. Tí at nú hevur í so mong ár verið tosað um, at sam- bandsflokkurin er alterna- tivið í føroyskum poli- tikki, og frammanundan seinasta valinum vóru hesi orð sera nógv frammi. Tí var væntað, at nú kom hesin politikkur fram í dagsins ljós, nú fór upp- skriftin at verða løgd fram fyri hetta hega ting og fyri almenningin, hvar eftir nú føroyska samfelagið skuldi stýrast. Nú komu loysnirnar fram í ljósmála, sum so nógv hava verið umreddar. Legmansreðan — eitt vanmenni! Men løgmansrødan er eftir mínum tykki eitt sætt vanmenni, í mun til aðrar løgmannsrødur, id eg havi kveitt niður í. Tí her hóm- ast eingin politikkur í hesi rødu. Annars er tað at siga, at Pauli Ellefsen, háttvirdi løgmadur og tingmaður, hevur hildið nógvar reður frá hesum palli, reður, ið ikki júst hevdu sama dám og orðalag sum hendan reðan, ið her er til umreðu. Tað vóru reður, ið mang- an vóru fullar av atfinn- ingum, har aftur og aftur varð tikið upp í saman um skilaloysi, yvirteku, um sosialisering av samfel- agi okkara og um vánaliga stýring av samfelagnum og ikki at gloyma vina- og »Vit vilja, at hitt almenna skal hjálpa til við at loysa teir trupulleikar, sum eru á tí vinnuliga gkinum, ikki bara við at stuðla privatar fyritøkur, ið ikki bera seg, men eisini vera við at skapa arbeiðspláss, vera við til at halda samfelagshjólini gangandi, og at ansa eftir, at ikki arbeiðsloysi fær loyvi at fóta særa. M.a. hetta segði tingmaðurin hjá Javnaðarflokkinum í Eystur- oynni, Jørgen Thomsen, undir viðgerðini av løgmans- røduni fyrr í år. Vit prenta røduna, sum Jørgen Thom- kenningapolitikkin. Ja sjálvt teirra politiski bróður, fólkaflokkurin, varð sagdur at vera sosia- listiskur, og var í ferð við at sosialisera alt samfel- agið, og at hetta bert vóru orð, nýtist ongum at vera í iva um. Tí fólkaflokkurin sýndi í síðstu samgongu og ger tað beinleiðis í hesi samgongu, ið nú situr, at hann er flokkur, ið bert vil tæna ávísum áhuga- málum. Teir vilja bert lata standa til, um ikki fyri- taksemi kemur frá eðrum. Og harra formaður: Tað er júst tað sama, sum ongin politikkur. Øll eiga rætt Av og á verður eisini roynt at spæla avgomlu slitnu plátuna, at javn- aðarflokkurin vil, at alt skal takast frá ellum og leggjast undir hitt al- menna. Hetta verður gjert fyri at ræða. Hetta er reint mesn. Javnaðarflokkurin vil verja ognarrættin, og setur fólkaræði demo- kratiið í hásæti, men vil royna at forað fyri, at alt skal ognast nekrum fáum, og åsannar, at øll eiga rætt til samfelagskekuna. Í stevnuskrá okkara stendur, harri formaður, um eg fái loyvi: tað er bú- skapur og vinnumál tað snýr seg um. Í summum forum er tað neyðugt, at landið átekur sær búð- skaparliga virksemi. Í ødrum førum eru kommu- nal og felagskommunal tiltøk betur hóskandi. Á summum økjum er rættast, at framleiðsla og handil verða rikin á sam- vinnugrundarlagi. Á ødrum økjum er privat drift betur hós- kandi. Og tað er tað, sum javnaðarflokkurin hevur víst á, og framvegis ger: at rikin verður lidiligur vinnulívspolitikkur við al- mennari lutteku, so sum so mangan er tervur á. Soleiðis sum tað stóð í samgonguskjalinum hjá undanfarnu samgongu. Arbeiðsloysi má ikki sleppa at fóta sær >Har hitt privata fyritaks- semi ikki rekkur, kunnu kommunur og landið ganga á odda í hesi út- legging«. Og tad er serstakliga uti å bygdunum, at tørvur er å slikum politikki. Vit vilja, at hitt al- menna skal hjålpa til vid at loysa teir trupulleikar, sum eru å ti vinnuliga økinum, ikki bara vid at studla privatar fyritøkur, id ikki bera seg, men eisini vera vid at skapa arbeids- plåss, vera vid til at halda samfelagshjólini gan- gandi, og at ansa eftir, at ikki arbeiðsloysi fær loyvi at fóta sær. Tí tað er nú einaferð so- leiðis, at hin arbeiðsleysi skal liva, og onkur skal honum gjalda. Sosialar veitingar eiga og megu vera, men tað er ólíka betri, at fólk, ið annars kunnu arbeiða, fáa loyvi til at arbeiða fyri tann pening tey annars skulu og mega hava. Stundum verður drigið fram, at misnýtsla er av teimum sosialu veiting- unum, og mangan verður víst til dagpeningaskipa- nina — og at har er mis- nýtsla. Hertil er at siga, at einki misbrúk eigur at vera vart. Men vit eiga at minnast til, at hin fastlønti, og mong onnur i samfel- agnum við hava betri skipan og hava ikki fyri neyðini at fara á almanna- stovuna, um tey skuldu gjørst sjúk eitt skifti. Einki ilt orð um tað, men ell eiga sama nátúrliga rætt. Harri formaður: Tað er nú vanligt, at legmaður á Ólavseku greiðir frá og metir um framtíðar útlitið hjá tí fólki, sum her býr. Tað má tó sigast, at alt, sum sagt verður um fram- tíðina, kann bert vera met og ætlanir. Hetta fær ikki verið erðvísi og tað ser- stakliga í hesum tíðum. Ikki rætt bert at ræða Tað er tó umráðandi at mett verður sum frægast um, hvussu útlitið er, fyri at teir, ið skipa skulu fyri á ti vinnuliga økinum, betri kunnu ætla um, hvussu farast skal fram Hetta ger seg ivaleyst galdandi á øllum samfel- agsins ekjum. Tað kann tí ikki vera rætt, tykir mær, at mála alt so ógvuliga ljóst, ella í hvussu er ikki ljósari enn tað í verunleik- anum er. Men so aftur hin vegin at mála alt so dapurt og myrkt og seta upp ræður fyri fólkið. Hesi bæði bert skaða og gagna ongum, og eg haldi álvaratos við at lesa hesa legmannsreðu, ið ikki kann sigast at vera rættiliga long, verður man skjótt varugur við, at í henni finnast nógvar ræður. Og tráðurin í reðuni er hin sami, sum hann hevur olitikkurpolitikkurpolitikkur verið síðan teir komu í Tinganes, at skuldina eigur undanfarna sam- gonga. Og at fíggjarliga er alt farið út á sjógv, so ell megu ógvast. Nú eiga vit at minnast til og ikki at gloyma, at tey seks árini, ið undanfarna samgonga sat, hevði fólkaflokkurin fíggjarmál um hendi, bæði í landsstýri og í fíggjar- nevnd, so eg haldi tað mátti verið nóg so eyð- míkjandi fyri fólkaflokkin, ferð eftir ferð at noyðast at taka við ellum teimum skortflongjum teir dagliga fáa frá sínum samgongu- partnara. Múlabundnir Men tað tykist, sum teir av sambandinum nú eru múlabundnir. Harri for- maður: Aftan á valið, ið vit fingu í ótíð, varð nýggj samgonga skipað ímillum sambandsflokkin, fólka- flokkin og sjálvstýris- flokkin, hin sokallaða borgarliga samgongan. Undanfarna samgonga, ið varð myndað av fólka- flokkinum, tjóðveldis- flokkinum og javnaðar- flokkinum, hevði eisini sum henda eitt samgongu- skjal, har eisini javnaðar- flokkurin royndi at fáa síni sjónarmið niðurfeld fyri at fáa ávirkan á land- sins politikk. Bera vit saman hesi bæði skjel, so sæst skjótt, at í hesi sam- gongu, sum nú situr, eru ikki arbeiðara- og fiski- mannaflokkar. Í samgonguskjalinum hjá undanfarna landsstýri stendur týðiliga: >Fiski- monnum og tí almenna verða tryggja best megu- ligt innlit í fiskasølumål«. Hetta má tá vera ein sjálv- kravdur rættur fiski- manna. Borgarliga samgongu- skjalið hevur ikki orð um hesi viðurskifti. Tí tað hóvar ikki borgarligum politikki, at fiskimenn og arbeiðsmenn fáa innlit og ávirkan og enn minni hitt almenna. Hesin rættur eðrum skal tryggjast áhugamálum. Samgongur og av- marking Nú kann onkur sóknast eftir og siga: hví hava tit javnaðarmenn, sum hava sitið í stýrinum so langt áramál, ikki framt hesi mál, sum stóðu í sam- gonguskjalinum — og aðrir við. Nú er tað soleiðis, at ein borgarligur meiriluti situr her á tingi, og sjálvt um aðrar sam- gongur verða gjerdar, verður tað ógvuliga av- markað av javnaðarpoli- tikki, ið kann fremjast, og tað serstakliga í sam- gongu við fólkaflokkinum. Í samgonguskjalinum hjá undanfarna landsstýri stóð eisini, harri formað- ur: Virki, sum hava ser- ligan arbeiðsskapandi týd- ning, mugu ikki steðga vegna fíggjan ella eðrum kreppum, landsstýrið fær heimild til at skipa fyri, at raksturin heldur fram, meðan orsekirnar verða kannaðar. Koma skip í líknandi steðu verður í hverjum feri avgerð tikin um, hvussu raksturin kann halda fram Hetta má tá vera rættur hugsunnarháttur, harri formaður: og hesin hug- sunnarháttur hóvar javn- aðarpolitikki at royna at forða fyri, at fólk brádd- liga verða rikin út í vinnu- loysi uttan at fáa umrátt seg. Í langt tíðarskeið var samstarv millum javnað- arflokkin, sambands- flokkin og sjålvstyris- flokkin — teir sokalladu heimastyrisflokkarnar, teir ið góðtóku heimastýris- lógina og vildu virka undir henni. Og tað má man ásanna, at tað hendu stór framstig í teimum tíðar- skeiðum. Men nú tykjast slíkir tankar sera fjarðir Framhald á síðu 12