Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-10-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. oktober 1981síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 telf. 147 20. 118 20 box 76, 3800 Tórshavn p/f sosialurin Utgevari: Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Árni Joensen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: Vinnulív er annað enn bert at selja fløtakaramellur JA, SJÁLVANDI. Kann nakar ivi vera i ti, vilja helst flestu fólk spyrja, og tað kundu eisini vit gjørt. Men vid at lesa ein åvisan greinastubba í málgagni Fólkafloksins seinasta fríggjadag er oll orsøk til at ivast í, hvussu hesin flokkur ímyndar sær framtíðar vinnulív foroyinga. Í HESUM GREINASTUBBA, sum vit her sipa til, verður millum annað sagt, at Sosialurin nýtir óav- markaðar kreftir at viðgera alternativar vinnu- vegir, — meguligar sum émøguligar. Sagt verður, at einki er ómeguligt, — vindmyllur, fiskaaling, fiskasølu, krækling o.s.fr. Málgagn fólkafloksins heidur tað vera legið, at Sosialurin tekur undir við øllum nýhugsanum so leingi tær ikki bera seg ella hava fíggjarligan týdning fyri einstaklingar ella feløg, og heldur blaðið fram: Ta løtuna, ein vinna kastar nakað av sær í peningi og eitt fíggjarligt grundarlag er undir, sum ger, at einstaklingar kunnu liva av tí, vendir Sosialurin øllum bakið. TIL HETTA ER FYRST AT siga, at tað er beint, at Sosialurin ger nógv burturúr øllum ti, sum vit meta kann hava tydning fyri framtíðar føroyska samfelagid. Sum kunnugt hevur Sosialurin, lika so litiå sum nakad annad blad, nakra makt til at seta hesar vinnuligar nyhugsanir i verk, men vit hava møguleika til at veita monnum moralskan stuðul og somuleiðis gera okkara til, at lata politikara- eyga upp. — hjá teimum, sum sita á peningajátt- andi maktini. Hetta vilja vit eisini loyva okkum at halda fram við. MEN TÁ HETTA blað fólkafloksins skrivar um alternativar vinnumøguleikar og profitt meta vit, at her ger blaðið ikki minst ávísum vinnulivs- monnum stóran órætt. Tad er ikki altíð, soleiðis sum Dagbíaðið sigur, at vinnulíusmenn íkki er áhugaðir fyrr enn profittur er í væntu. Vit eru vit- andi um nógvar vinnulíusmenn, sum hava sett nógv í vága fyri. at troyta aðrar og nýggjar leiðir. Tíbetur er hetta eydnast teimum í fleiri fórum, og skal tað eisini sigast, at hetta í nógvum forum ikki bert er ko nið tzimum sjálvum til góðar. AT FARA UNDIR nýggjar vinnugreinir er ofta, um- framt at vera vágiligt, eisini ofta kostnaðarmikið, og hava hesi tiltøk tí havt almennan stuðul fyri neyðini. Hetta hava m.a. politikarar javnaðarflok- sins havt eitt vakið eyga við, og veitt hjálp, tá hjálp hevur verið fyri neyðini. MEN SAMBÆRT málgagn fólkafloksins kunnu menn, sum fáast við alternativa vinnu, ikki rokna við stuðli frá Fólkaflokkinum. Sum skilst er hesin flokkur ikki sinnaður at stuðla fyrr enn profitt- stødid longu er rokkið. ORSØKIRNAR TIL hetta kunnu vera fleiri. Hug- sast kann, at millum hesar menn, sum fáast við alternativa vinnu, eisini eru aðrir enn fólkafloks- menn. Onnur orsøk kann vera tað ómetaliga primitiva vinnulivsmynstri sum stavnamaður fólkafloksins ímyndar sær, — nevniliga tað, at tað ber til at byggja upp eitt samfelag við at hvor maður keypir importeraðar lutir frá øðrum. Sjål- vandi hava vit eisini brúk fyri verum framleiddar ttan fyri okkara egnu landoddar, um so talan er um motore skinur ella sum ábit ella flotakaramellu, men hetta er ikki nóg mikið til at skapa framtíðar føroyska vinnuliviå. Her hevur í hvussu so er onkur misskiit okkurt. gravin SOSIALURIN Pensionistur: — Vit hava eisini verið góðir tann tið tað var Tað er sjáldan, at vit, fólkapensionistar, fram- bera okkara áskoðan í blødunum. Tíbetur eru tað nakrir av okkara hátt- virdu legtingsmonnum, og ikki at gloyma J. Lin- denskov fólkatingsmann, ið hava virkað fyri at beta um korini hjá pensionist- unum. Vilh. Johannesen og Jákup hava víst á, at ríkisins partur av útreiðs- lunum til hækkan av pen- siónunum er játtaður, og hava verið nevnd tel sum 19%. Óivað valdu nógvir pen- sionistar teir sokallaðu liberalu og radikalu. Tað var lovað so nógv gott, orðini vóru nógv, og hegg- ini vóru drúgv, ið okkara fráfarni legmaður fekk, men tey nervaðu hann ikki, óivað hugsaði hann sum so, royni tit so hvat tit duga. Tað var, sum tá ertur rapar úr posa, tá ávísur talari bar framm sítt stemmufiskarí, tíverri var úrslitið av valinum tað at orðamongdin fall í góða jørd. Eitt kunnu vit skjótt vera á einum máli um, at sterri framburð á sjógvi og landi, enn tað fráfarna landsstýrið gav okkum, fá vit ikki. At tað kostaði bæði strev og pening er krystalklárt, sum maður plagar at siga. Tað er borið so í bandi, at her er fridaligt og liviligt í Føroy- um. Fyri at venda aftur til tað upprunaliga evnið so haldi eg, at samanlíknað vid minstuløn fiskimanna, sum nu er gott og væl 8000 kr., liggur fólkapen- siónin og lágt. Væl veit eg, at fiskimaðurin ikki fær ovmikið fyri sítt stríð og strev burtur frá heiminum og sínum, og er tað givið, at hann hevur tann best meguliga stuðul uppi- bornan. Fólkapensio- nistanir, ið nú eru í 70—80 ára aldursbólkinum vóru í bestu árum undir síðsta heimsbardaga, verkamenn og arbeiðsmenn vóru vit. Mong ísfiskalastin mundi verið rotnað, um vit ikki so ágrítnir hevdu arbeitt umborð í bátum, skipum og trolarum, fyri at teir kundu sleppa avstað. Tá var ikki sum nú, nú kannst tú seta teg og ringja knettin runt eftir eykalutum, tær tervar. Nei, vegna at flest allir bátar og skip hevdu danskar, norskar og svenskar motorar tá, máttu vit gera eykalutir sjálvir. Ofta var tað strævið, og manga náttina varð arbeitt, fyri at skip kundu fara avstað. Tað er ikki smávegis, ið vit hava goldið í skatti og fólkapen- siónsgjaldi síðan tá, so latið okkum fáa ta pensión, ið vit av rettum eiga. Winston Churchill skuldi einaferð siga: »vit eiga nógv góð flogfer, og nógvar góðar flogskip- arar, men eiga vit ikki gott fólk til at rekja okkara flogfør, tapað vit kriggid«, og tað mundi ikki vera so ósatt sagt. Eg skal ikki skriva meir á hesum sinni, men vóni, at eg við hesum havi mint okkara hátt- virdu landsstýrismenn um, at vit pensionistar eisini hava verið góðir at hava tann tíð tað var. Pensiónistur Hevur várharra mist mælið? Hóast tað sigst, at vár- harra er hin sami meðan alt annað broytist, so má kortini sigast, at munur er á eldtungunum á Sinai- fjalli og nú, har hann, sambært Imma Dam, mest roynir seg sum radio- amater og valuta speku- lant. Umberingin hjá bók- haldara landsstýrisins at leggja málið fram, er at tíðindi úr Feroyum skulu kunna koma fram til lang- faraflotan, sum so at siga ikki longur finst, og um nekur ár er heilt burtur. Hevuðsendamálið er kortini at breiða ameri- kanska mentunar imperia- lismu ballaða inn í evan- geliskt pappír. Tað er tann amerikanski gleðiboð- skapurin, tugdur av Billy Graham og hansara líkum, ið skal sendast til eyst- anlond. Men hverja gleði hava hesir menn at boða? At teir hava útruddað indi- anararnar? At teir kúga tey littu? At teir gera fólkamorð í El Salvador? At teir royndu at drepa alt livandi í Vietnam fyri at tryggja sær, at teir eisini fingu kommunistarnar? At teir hava gjert neu- tronbumbuna, sum drepur livandi, men letur kapi- talin standa. Í einum samfelag, har næstrakærleikin er so stórur, at triðii hver bor- gari hevur skotvápn, av ótta fyri sínum medmenn- iskj hevur ongan gleði- boðskap at bera. Tað er kanska hetta, sum kallast frælsi? Frælsi at drepa hvenn annan er sjálvandi ein formur fyri frælsi, og ein formur sum ameriku- menn seta hegt við hægsta morðtalið í Vest- urheiminum, men aðra- staðni verður hetta ikki mett so hegt, hóast fræls- ið verður skert. Sum ikki einaferð verð- ur kristindómurin brúktur til onnur endamál enn at breiða gleðiboðskapin. Krossferðir og europeiska imperialisman vóru eisini í jesunavninum, men enda- málið var kúging og makt- girnd. Misbrúkið av kris- tindóminum til onnur endamál er so vanligur, at tað má sigast at vera ein hevuðseginleiki við honum. Í miðeldini var Fanin ein tann best kendi persón- urin millum fólk. So komu frelsarasektirnar, sum gjørdu av við Fanan, og øll, sum sig seg vera frelst, sleppa til himmals at sita vid høgru hond Guds faðirs, sjålvt um har verð- ur trongligt. Men sjål- vandi missir trúgvin alt virði, um Fanin verður dripin. Hvat gera teir so? Tað nyttar einki at bora niður í jørdina, tí har hava amerikumenn longu tryggja sær einkarættin til alt ríkidemi. Jú teir enduruppliva Fanan í Russlandi. Radiosteðin TWR skal so greiða russ- um frá hvussu Fanin sær út, og sjálvandi skal hann líkjast = Bresnev. Tað merkiliga er kortini, at um várharra er altvaldandi og helt tað vera neyðugt við gudsorðinum í Russlandi, so skuldi tað ikki verið nakað problem at latið nakrar paulusar síggja ljósið. Tað skuldi ikki verið neyðugt við einum radiosendara, men hann hevur kanska mist mælið? Kristindómurin og gleðiboðskapurin er mannaverk og verður eisini politiskt litað sum annað mannaverk. Vit hava so onga trygd fyri at TWR ikki sendir propa- ganda og kunnu held- ur ikki seta treytir fyri tí. Sjálvandi er tað ein megu- leiki hjá føroyingum at fáa ein slíkan sendara, men tað er ikki neyðugt at troyta allar meguleikar, serstakliga tá hann kann verða brúktur til fígginda- ligt virksemi móti lond- um, sum vit ikki eru í kon- flikt við. Vit skulu hóast alt bæði tingast um kvot- ur og hava annað sam- band við eystanlond. Til seinast. Hvat hava russar gjørt okkum? Mær vitandi hava teir hverki blakað bumbur yvir Fer- oyar, ella sekt feroysk skip. Men teir skulu hava av grovfílini fyri ongar ónáðir at hava gjert. Um breðurnir á Lak- inum hava hug at fara eina krossferð móti russ- um, so kunnu teir fara sjálvir, men Feroyar skulu hverki leggja lendi ella sendiloyvi til eina privat- kapitalistiska krossferð móti russum. Dulnevndur Takk Heri og Eli Vit hoyra nógvan ymisk- an tónleik í útvarpinum. Ahugurin hjá fólki er ymiskur og tí má úrvalið eisini vera ymiskt, men einki er at ivast í, at úr- valið kundi verið betur. Tað haldi eg, at send- ingarnar hjá Hera Jacob- sen m.a. vísa. Tað er einki at taka seg aftur í, at tað liggur væl fyri hjá honum. Umframt hann spælir plátur, sum vit ikki van- liga hoyra, so hevur hann lættar og forvitnisligar frágreiðingar. Í hesum viðfangi fari eg at takka Eli Poulsen, sum fyri stuttum hevði »Løg mær dåmar«. Tá hoyrdu vit nógvar plátur, t.d. ís- lendskar og týskar frá 50- unum, sum sjáldan eru at hoyra og vit tí sakna. Takk fyri tit báðir. Lurtari