Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-10-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. oktober 1981síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Spæla fyri nytt felag Í annaðkveld kl. 20 hava G.H.M. og Havn- ar Hornorkestur kon- sert í Eysturskúlanum. Peningurin, sum kemur inn, fer til ný- stovnaða felagið MBF, Meginfelag teirra brek- aðu í Feroyum. Felagið varð stovnað leygar- dagin, 24. oktober, sum er dagurin hjá ST. ST hevur álagt limalond- unum at halda fram við arbeiðinum fyri tey brekaðu. Í Feroyum er ein arbeiðsbólkur, Fyri ár teirra brekaðu og tað eru felegini í bólkinum, sum nú hava stovnað MBF júst fyri, at ar- beiðið ikki skal detta niðurfyri við ársskiftið. Felegini, sum stovnaðu MBF, eru Bjern, Javni, Blinda- felagið, Deyvafelagið, ISB og Sclerosefelagið. Fyri konsertina í annaðkveld heldur Eilif Samuelsen, lands- stýrismaður, reðu og eftir hana sigur Arndis Davidsen, formaður í Sclerosufelagnum nek- ur orð. =. — Skipað verður soleið- is fyri, at fólk í rulli- stóli eisini kunnu vera við. Tey sleppa inn gjøgnum dyrnar við Dj. í Geilsgetu. Teir yngstu á plátumarknaðinum Í morgin kemur út ein føroysk pláta við tveimum legum. Tað í sær sjálvum er ongin stórhending. Men hendan plátuút- gávan er eitt sindur ólík eðrum her á landi. Tað eru fýra blaðungir dreingir, sum hava gjørt plátuna. Teir fýra eru Ola Hans Andrea- sen, 15 ár, Jónleif Mil- ler, 16, Terji Rasmus- sen, 15 ár og Hans Andreas Hejgaard, 15 ár. Teir kalla seg Fun- kies og bæði legini á plátuni, Disco Ride og It's just á Lie, hevur tann yngsti av teimum, Ola Hans, gjørt. Funkies hevur fingið Jóan Petur Andreasen úr Black Birds og Jóg- van Bjerk at hjálpa sær við spæli og sangi. Í tíðindabrævi um plátuútgávuna verður sagt, at legini eru ætlað ungfólki. Disco Ride ljóðar sum Sha- dows við einum sindri av Seebachkendum rytmum. It's just á Lie minnir um Dire Strait. Milson Zachariasen hevur gjert upptekuna og PbarRecords gevur út. Serkenir siga, at plátan er sera væl úr hondum greidd. Síða 5 F-skip góðar turar í før- oyskum sjogvi Summi EF-skip hava sein- astu tíðina havt góðan fiskiskap við Feroyar. Mánadagin fór ein franskur trolari heim við 900 tonsum av svart- kjafti. Hann royndi í tríggjar vikur. Ein týskur feskfiska- trolari er eisini beint nú heimfarin. Hann var her í 16 samdegur og hevði 190 tons inni, nú hann fór. So at siga alt, ella 180 tons, var kongafiskur. Týskarnir royna fyri tað mesta vestur úr Mykinesi, og fleiri enn tann eini hava gjert góðan túr. Danski línubáturin, sum hevur roynt í feroyskum sjógvi í heyst, breyt av seinasta túrin og fór heim við 8 tonsum. Hann hevði tá verið her eina viku og er ivaleyst rýmdur undan ill- veðrinum. Fyrrapartin týsdagin vóru 18 útlendsk fiskiskip innanfyri feroyska fiski- markið, harav sjey úr Fel- agsmarknaðinum. Tríggir russiskir svartkjaftatrol- arar, átta norskir línu- bátar, tveir enskir trolarar og ein línubátur, ein franskur feskfiskatrolari og ein svartkjaftatrolari og tveir týskir feskfiska- trolarar royndu i føroysk- um sjógvi i gjár. Rankin… Framhald av sidu 1 Landsstýrið vedheldur fyri byggilåninum, sum er 21 mill. kr., og landsstýrið hevur játtað 25 pst. av byggikostnaðinum í stuð- ulslánum. Og stuðulslánið skal vera av eini upp- hædd, sum liggur innan fyri 90 pst. av tí, sum Met- ingarstovnurin kemur til. Metingarstovnurin var liðugur við sítt arbeiði fyri einum 14 degum síðani. Okkum er upplýst, at útrokningarnar hjá Met- ingarstovninum siga, at dagsvirðið á trolaranum er millum 32 og 33 mill. kr. við byggirentum. V.ø.o. liggur metingin nakað miðskeiðis millum tað, sum skipasmiðjan krevur og tað, sum eigarin vil lata. Ikki av Skála! Jógvan Páll Lassen sigur, at tað er púra greitt, at trolarin fer ikki av Skála fyri ein minni prís, enn tað sum skipasmiðjan krevur. Fær skipasmiðjan ikki tað, hon skal hava, fer hon á heysin. Og fer hon á heysin, fær tað álvarsligar avleiðingar fyri alt landið og landskassan. Spurdur um, hverjar eyka umbiðingar eru komnar, sigur Jógvan Páll Lassen, at eitt annað, meira framkomið spæl er sett í trolaran. Harafturat hevur hann fingið útgerð til tungolju. Eyka arbeiði skal vera skrivligt Men hvat sigur byggisátt- málin millum Skála Skipa- smiðju og P.f. Verðuna um meguligar eyka um- biðingar? Í grein 9, E, í sáttmál- anum stendur: „At skulle rederiet øn- ske sterre forandringer, som værftet mener vil for- dyre skibet, kan disse ar- bejder ikke udferes, fer- end skriftligt, fast tilbud herpå er godkendt af rede- riet, bank samt lán. nsti- tutioner«. Okkum er upplyst, at einki skrivligt tilboð fyri 4—5 mill. kr. fyriliggur. Harafturat metir eigarin, at við tí nýggja spælinum og tungoljuút- gerð átti trolarin ikki at komið uppá meira enn 30—31 mill. kr. Hinvegin fastheldur Skála Skipasmiðja, at eykaarbeiðið er umbiðið, og at allar eyka umbið- ingarnar og avtalur eru til skjals í gerðabókum. Lastbilur i Kaldbaksfirði Boð vórðu send eftir einum froskmanni og krananum hjá Skála havn, tá ein stórur lastbilur skuldi fáast upp úr Kaldbaksfirði. Hetta var fyrrapartin týsdagin, beint innanfyri elverkið. Vegurin helt ikki, tá bilurin bakkaði út á jaðaran, fullur av gróti. Hann endaði ti i fjørdinum. Tað eydnadist at fáa enda á hann, áðrenn hann fór út av bakkanum og til botns. Har er djúpt, einar 20 favnar. Førarin bjargaði sær út gjøgnum framrútin, óskaddur. Sluppu ikki í pengaskápini Tríggjar royndir eru gjerdar at bróta upp pengaskáp í Havn um vikuskiftið. Men allar miseydnaðust. Mána- morgunin fekk politiið fráboðan um innbrot á skrivstovunum hjá Balslev og Målingar- handlinum og um kveldið kom fráboðan um innbrot í neystið hjá Havnar Róðrar- felag. Eisini har stóð pengaskápið sína roynd, men nakað av herverki er framt, sigur politiið. Onki nýtt um stolna øli6 Næstseinasta viku- skifti var innbrot á goymsluni hjá Feroya Bjór á Tveroyri. Umleið 10 kassar av veðrum og gulli hurvu. Politiið á Tveroyri hevur ikki enn funnið tann seka ella teir seku. Fríggjakveldið og leygarkveldið tók poli- tiið fýra bilferarar i sunnaru helvt av Suð- uroynni. Politiið hevði illgruna um, at hesir høvdu kenning og ti vórðu ter koyrdir til lækna, sum tók blóð- roynd av teimum. Keypt høli á Akureyri Feroyingafelag á Norð- urlandinum hevur keypt eitt heli á Akur- eyri, har felagið ætlar at hava m.a. lesistovu við teimum feroysku bleðunum. Minnist góðar dagar í Havn Í sendingini Meg minn- ist í Utvarpinum í annaðkveld kl. 20 hittir Niels Juel Arge Jóan- nes Jacobsen, ortope- diska skómakaran í Fuglafirði. Jóannes lærdi sun ungur í Havn og minn ist aftur á góðar dagar hevuðsstaðnum mitt tjúgunum. Men hann hevur eis ini nógv at siga trupulleikar hjá br aðum fólki at fáa ligan skóbúnað. Slík: skóbúnað fór Jó: Jacobsen at gr góðum 30 árum