Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-10-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. oktober 1981síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ævintýr og veruleiki Hverjum endar tað við, tá eitt óspilt, sakleyst nátt- úrubarn órógvar ein snild- an, pengagramman han- dilsmann? Í okkara heimi hevði tað neyvan sloppið snikka- leyst. Men í ævintýrheim- inum eru heilt aðrar lógir galdandi. Og har eru so nógvar góðar kreftir, sum hjálpa hetjuni fram við øllum ti ónda, sum ætlar at beina fyri henni Skógardrongurin er eitt ævintýr og tí eydnast tað ikki skinnahandilsmanni- num at beina fyri Antti Antti, skógardrongurin, er náttúrubarnið, sum trú- lovast Marju, dóttur skinnahandilsmansins. Hann skal arva ríkidemið hjá handilsmanninum Ognarrætturin er í vanda, fyrst tekur drongurin dótturina. Seinni skal hann hava allar pengarnar, húsið og jerð- ina. Og tað ber jú ikki til. Ognarrætturin má verjast og tí sendir skinnahandils- maðurin Antti eini erindi í deyðsríkið. Tað vil siga, at hann á ein snildan hátt ætlar at beina fyri honum. Men hetta er ævintýr, so Antti kemur aftur úr deyðsríkinum í ellum góðum. Nú kenni eg ikki høv- undan, Christinu Anders- son, og hennara politisku meining. Men tað er neyv- an nakar ivi um, at leik- urin hevur ein politiskan boðskap. At hann er ein ynskidreymur. Ein gamal dreymur, sum fekk nýtt lív í flower- power árunum síðst í trýssunum. Skógardrong- urin kundi eins væl verið skrivaður í San Francisco í 1968. Nú er tað so, at ynski- dreymar og ævintýr eru eitt, veruleikin nakað heilt annað. Men kann eitt ævintýr fáa bernini at hugsa um eitt og annað í veruleikanum, so er nógv vunnið. Ein sjónleikur, sum ikki skumpar undir áskoðaran, er onki verdur. Undirhaldi hava vit nóg mikið av. Skógardrongurin er ikki ein av teimum leikunum, sum onki er verdur. So hevði tað heldur ikki verið Gríma. Har er ymiskt, sum er vert at hugsa um. Fyri at taka eitt demi: hundurin leikar í, goyr og bítur. Hann er eitt satt ódjór. Men tað er ikki tí, hann er illur í sær. Tað er tí, skinnahandilsmaðurin hevur hann í tjóðri og bukar hann. Tá Antti loys- ir hann og er góður við hann, tá vísir tað seg, at hundurin er eitt góðdýr. Hetta er ein mynd. Sjál- vandi meinar hevundin, at vísa vit eðrum menniskj- um álit og eru vinarlig við tey, so vísa tey okkum tað sama — í flestum førum i hvussu so er. Nakað stórverk er Skóg- ardrongurin ikki, haldi eg. Hann er kanska í so tung- ur og háfloygdur viðhvert fyri bern og hóast stuttur (uml. 70 minuttir) nakað langrekjutur av og á. Men annars er næstan bara gott at siga um hend- an fyrsta sjónleikin í vetur. Gjøgnumarbeiddur við úrslitinum: ein avbera vekur uppseting. Hetta eru fólk, sum vita, hvat tey fáast við og duga at fáa nakað burturúr. Spælið er gott, allir teir 11 leiklutirnir eru væl úr hondum greiddir. Tær tríggjar, Biritu, Lauru og Rosu, hava vit sæð so ofta og tær svíkja heldur ikki hesa ferð. Olaf hinvegin er nýggjur, men tað sæst ikki á spælinum. Hann spælir skógardrongin, sum hevði hann ikki gjørt annað í langa tíð. Ófera lætt, ótvingað og lýtaleyst spæl, sum avgjørt er við til at lyfta framførsluna upp, har hon er. Men hann hevur tad ju heldur ikki frå freinmandum. Tydingin hjå Arna Dahl er á góðum máli, hóast orð sum skinnahandilsmaður virka tung og konstru- erað. Tónleikur er ikki nógvur í leikinum, men hann er góður og troðkar seg ongantíð fram. Tað hevði ikki bilað, um volume- knetturin á forsterk- aranum bleiv snaraður eit lítið sindur til høgru. Samanumtikið ein leik- ur við nógvari gleði, nógv- um litum, nógvum vakur- leika, einum sleði av tra- mansskapi og einum sindri av skemti. Ein frå- søgn úr ævintyrheiminum vid einum skoti inn i okkara. hd Try „líku: eitt gamalt styrhus, ein hjólbera og ein lastbilur — hava endað sínar dagar her millum Lopra og Akrar! KAUNAS Hvi fáa fólk lys? Vit hoyra, at skularnir eru fullir av låsum. Fyrr vóru vit bangin, tå tær komu, og vit duldu tað sum mansmorð, um onk- ur av okkum hevði lýs. Tíbetur eru tíðirnar broyttar, soleiðis at bernini, sum jú eisini er mest natúrligt, siga, at tey noyðast at skunda sær, tí tey skulu til lús- kanning. Eg kundi hugsa mær at fingið at vitað meira um, hví fólk fáa lýs. Eru tey ikki nóg reinfer, hvussu stingur hon seg upp av fyrstan tíð og hvagar kemur hon? lúskona Svar Vit hava tvey lysasløg — hevurlús og kropslús. Høvurlusin finst bara á rundum hárum á hevd- inum, meðan kropslúsin finst undir hondini, har hárini eru kantut. Lýs kemur ikki av sær sjál- vum, men smittar. Hon leggur egg í hárinum og eggini verða klistrað fast á hárið. Tað er vanliga kallað fyri nitrur. Fyrr í tíðini kemdu tey fólk við tættkambi, bæði fyri at 638 fanga nitrurnar og lýsnar, men í dag eru evni at vaska hárið í, so lýsnar doyggja. Men neyðugt er at vaska hárið eina viku eftir fyrsta vask, tí eggini eru búnað og nýggjar lýs koma. Hví lýs stingur seg uppaftur, veit eg ikki, men neyvan av skittferi. »Mallorca-brun« alt árið Hóast eg havi lisið um hetta fyribrigdi fleiri ferðir, fari eg kortini at biðja læknan svara hesum spurningum. Trupulleikar mínir eru, at eg feli meg nógv betur, um eg fái sól á kroppin alt árið. Nú eri eg bert ein vanlig skriv- stovukvinna, og tí ber illa til hjá mær at liggja við strendurnar á Miðal- havinum fleiri ferðir um árið. Nú eru nýggj sóltól komin fram og við teim- um kanst tú halda sól- brúnalitin frá sumrinum. Eg gangi tí til sól umleið 15—20 ferðir vetrarhálv- árið. Eg vil fegin vita, um hetta er skaðiligt, ella um tað er meira skaði- NANNNANSNANSANANSASSANSNARNSA AA ARARASARRASSAARA A AAA Eg segði einki um hver tað er, so hon kemur nokk beinanvegin! Nýtið høvid at spyrja læknan! Og tað kunnu tygum gera við at skriva spurningin niður á ein lepa og senda hann til So- sialin, postsmoga 76, í Havn, og merkja bræv- bjálvan: spyr læknana ligt, fleiri ferðir ein leggur seg á sólbríkina, og um tað eisini hevur týdning fyri vandan við hesum, hvussu leingi ein fær sól? Ein heimabrankað Svar At lata kroppin koma út í sólarljós ella kunstuga sól kann vera eitt sindur skaðiligt fyri holdið. Tað brúna í holdinum er ein verja, sum kropp- urin hevur fyri at verja seg móti teimum ultra- violettugeislunum. Um ein persónur i fleiri ár fær ov nógva sål, er vandi fyri, at bæði elastisiteturin í húðini fer og hon verður skjót- ari rukkut. Somuleiðis kann húðin broyta seg soleiðis, at illkynjaður vekstur kemur í hana. Hinvegin er tað púra | rætt, at ein kennir seg betur til passar, um ein fær sól. Fyrr var tað eis- ini sólin brúkt til sjúkra- viðgerð, men hetta verð- ur ikki gjert so nógv longur. So bara fyri tann skuld er tað sjálvandi gott at fáa sær natúrliga sól við strendurnar á Miðalhavinum ella av og á undir kunstugari sól. Óli í Åarstovu t NNNSNSNNNSNSNNNNNYNNN INS I øðru NÝNANANANÝNN sNNNNIYNYNNENN