Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. apríl 2000síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 tíðindablaðið sosialurin Nr. 70 - 8. apríl 2000 26 tíðindablaðið sosialurin Nr. 70 - 8. apríl 2000 Herfølge fer í morgin á Gladsaxe stadion at spæla sera týdningarmiklan lands- kappingardyst móti AB. Hóskvøldið vóru teir á sama staði og spældu móti sama liði. Ta ferðina vann heima- liðið 1–0, og harvið eru teir í Herfølge kunnaðir um, hvat tað er, sum bíðar teim- um. Men tað er eingin ivi í, at John Faxe Jensen veit, hvat tað fer at snúgva seg um í morgin. Í dystinum hós- kvøldið, sum bara 1470 á- skoðarar vóru møttir til, fingu onkrir Herfølge spæl- arar, sum annars ikki hava verið fastir á liðnum møgu- leikan. Hetta var ein týðulig ábending um, at Herfølge venjarin fyrst og fremst hugsar um møguleikan at vinna DM. Chris Herman- sen, álopsmaðurin sum fór úr Herfølge og til AB og nú aftur er í Herfølge var ein teirra, sum fekk møguleik- an, men hann kendi ikki sín- a vitjunartíð, og hann verð- ur heilt víst ikki millum teir fyrstu ellivu hjá John Faxe Jensen í morgin. 1. hálvleikur var deydlig- ur. Herfølge hevði fáar og smáar møguleikar. AB hevði onkrar, men teir mis- nýttu móti Jákupi Mikkel- sen. Í 2. hálvleiki kom meiri lív í, og spælið var eisini betri. AB hevði flestu møguleikarnar, og teir fingu eitt mál, tá tað restaðu 20 Todi aftur í eldin Danska steypakappingin: Herfølge hevur nú bara DM at hugsa um, meðan FCK framvegis hevur møguleika at spæla seg í steypafinaluna Tað var rættuliga sjónskt í góðveðrinum í Fugla- firði hóskvøldið, at tað var eitt fullmannað 1. deildarlið við nógvum royndum spælarum, sum vitjaði eitt ungt og harvið óroynt 2. deildarlið, ið saknaði fleiri av spæla- runum, sum gjørdu um seg, tá B36 vitjaði fyri sløkum tveimum vikum síðani. B68 hevði tak á bólt- inum nógv størsta partin av tíðini. Teir fingu tvey mál beinanvegin – fyrst sneiddi Súni Fríði Johan- nesen seg leysan av fleiri og skoraði, og so umsetti Jan Petersen brotsspark í netið aftanfyri gamla lið- felagan, Allan Joensen. Trygga leiðslan hevði við sær, at talan ongantíð gjørdist um stríð. Á B68 liðnum royndu teir at flyta bóltin skjótt millum sín. Tað tóktist ikki vera so torført, men tað var sjáldan, at teir spældu seg til teir stóru møguleikarnar. ÍF saknaði álopsmenninar Bárð á Lakjuni og Rúna Petersen. Hin fyrri er skorin í knænum og verður ikki tøkur aftur fyrr enn um Sannførandi sigur til toftamenn Løgmanssteypið: Ungu og óroyndu fuglfirðingarnir vóru nógv skerdir av fleiri leikbannum og skaðum minuttir. Miðvallarin Peter Rasmussen hevði nógva ferð, tá hann úr 25 metrum og eitt sindur til høgru smekkaði til. Bólturin sang í netmeskunum aftanfyri Já- kup Mikkelsen, og donsku fjølmiðlarnir halda ikki, at føroyski landsliðsmálverjin nýtist at taka málið á sín kappa. Todi við aftur Uttan mun til hvussu tað gongst hjá FCK, so tykist áhugin fyri liðnum at vera stórur. Hóast teir sunnudag- in taptu í Silkeborg, so møttu 8337 upp í Parkini hóskvøldið, og tey sóu ein lívligan og harvið rættan steypadyst, sjálvt um spælið ikki altíð var so væl polerað. Todi Jónsson var fyri fyr- stu ferð síðani vetrarsteðgin á liðnum hjá FCK, og tað var um reppið, at hann bein- anvegin setti hol á. FCK fekk eitt mál í hvør- jum hálvleikinum, og at teir tryggjaðu sær sess í fjórð- ingsfinaluni mundi kennast sum plástur á sárið eftir tap- ið í Silkeborg. Norðmaðurin Harald Brattbakk varð skrásettur fyri fyrra málið. Innlegg frá Michael Mio Nielsen tók í ein verjuspælara. Peter Kjær í málinum var so mik- ið órógvaður, at hann í stað- in fyri til horna slerdi bóltin í tvørtræið, og so var álops- maðurin fyrstur á. Seinna málið kom, tá tað restaðu seytjan minuttir. Michael Mio Nielsen skor- aði, tá hann var fyrstur á returinum, eftir at David Nielsen hevði roynt seg. Sum 2. hálvleikur leið flutti Silkeborg fólkið alt longri fram á vøllin, og tað hevði við sær, at FCK hevði fleiri møguleikar at økja eft- ir snarálop. Men ivaleyst vóru Todi Jónsson og teir væl nøgdir við 2–0 sigurin. JH tríggjar vikur. Hin seinni var leikbannaður eftir út- vísingina móti B36. Tað sást ikki á vøllinum ta ferðina, men í steðg- inum – bara eina lítla løtu eftir at Rúni Petersen hevði fingið reyða kortið – gav Oddmar Andreasen Bárði Mortensen, sum orsaka av skaða var út- skiftur tíðliga í 1. hálv- leiki, reyða kortið – iva- leyst fyri at mótmæla út- vísingini av Rúna Peter- sen. Tað var orsøkin til, at Bárður Mortensen ikki spældi við hóskvøldið. Fuglfirðingar høvdu ongar upplagdar møgu- leikar, og í 2. hálvleiki fingu teir fyrsta horna- sparkið, tá tað restaðu sjey minuttir. Tá var støðan 3–0, eftir at Súni Fríði Johannesen við sera snildum lobbara hevði økt um munin. Øss- ur Hansen fekk stutt fyri leiklok síðsta málið. Hann var fyrstur á, eftir at Allan Joensen hevði hálvbjargað brotssparki frá Jan Petersen, ið sendi bóltin í sama stað, sum hann hevði gjørt fyrru ferðina. JH Løgmanssteypið Bólkaspælið Hósdagin 6. apríl ÍF–B68 0–4 (0–2) 0–1: Súni Fríði Johanne- sen 0–2: Jan Petersen br 0–3: Súni Fríði Johanne- sen 0–4: Øssur Hansen Dómari: Sjúrður Norðbúð ÍtróttaSosialurin kann sjálvandi eisini lesast á alnetinum: www.sosialurin.fo Todi er nú aftur komin fyri seg, og við føroyinginum á liðnum eydnaðist tað FCK at vinna dystin móti Silkeborg KÍ og NSÍ til Suðuroyar Roknað verður við, at allir útsettu dystirnir í kapping- ini um løgmanssteypið verða agreiddir mikukvøldið Sambært skránni skuldu NSÍ og KÍ hittast í Ru- navík í morgin. Hesin dystur verður ikki spæld- ur nú. Hann er útsettur til mikukvøldið í komandi viku. Orsøkin er tann, at bæði liðini skulu spæla í Suðuroy í morgin. KÍ skal spæla í Sumba, og NSÍ skal spæla í Vági. Hesir báðir dystirnir skuldu ver- ið spældir síðsta sunnu- dag, men tá vórðu teir út- settir, tí tað var so nógvur kavi. Mikukvøldið spældu B36 og B71 í Gundadali. Hóskvøldið spældu TB og FS Vágar á Sevmýru, og ÍF og B68 í Fuglafirði. Um- framt útsetta dystin millum NSÍ og KÍ er bert ein annar dystur útsettur. Tað er tann millum GÍ og HB í Gøtu. Ætlanin var, at hann skuldi avgreiðast síðsta miku- kvøld, men tá var so mikið nógvur kavi, at tað var neyðugt at útseta eina ferð afturat. Ætlanin er at royna aftur komandi mikukvøld. JH Dystir um vikuskifti: Bólkur 1 Sumba-KÍ VB-NSÍ Bólkur 2 B68-B36 B71-ÍF Bólkur 3 FSV-GÍ HB-TB HEINI Í SKORINI Leeds leikti á útivølli móti turkisku meistarunum Galatasaray hóskvøldið, og teir fóru norður aftur til Onglands við einum 2-0 tapi. Fyrst legði Hakan Sukur turkararnar á odda við einum skallara eftir innleggi úr vinstru síðu, og síðani økti Capone um leiðsluna til 2-0. Leeds hevði fleiri møguleikar at fáa eitt kærkomið útimál, serliga var tað Michael Bridges sum misnýtti stórar møguleikar, og sostatt endaði dysturin 2-0 til Galatasaray. Um tvær vikur møtast liðini aftur á Elland Road í Leeds, og har skal Leeds í minsta lagi hava tvey mál, skulu teir koma víðari. Arsenal vann harafturímóti sín dyst 1-0, og var hetta móti fraklendingunum Racing Lens, sum er veikasta liðið av teimum fýra, sum eftir eru í kappingini. Dennis Bergkamp legði Arsenal á odda tíðliga í dystinum, og Útlitini versnaðu fyri enskari UEFA cup finalu Hálvfinalurnar í UEFA cup kappingini vóru leiktar hóskvøldið. Eitt enskt lið er í hvørjari hálvfinalu, men útlitini versnaðu fyri eini enskari finalu. eftir hetta kom einki mál. Sostatt eru Arsenal og Galatasaray favorittar til at koma í finaluna, sum verður í Parkini í Keypmannahavn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 KÍ 1 1 - 0 - 0 3 1 2 3 2 Sumba 1 1 - 0 - 0 1 0 1 3 3 NSÍ 1 0 - 0 - 1 0 1 -1 0 4 VB 1 0 - 0 - 1 1 3 -2 0 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 B68 2 2 - 0 - 0 9 0 9 6 2 B36 2 1 - 0 - 1 8 3 5 3 3 ÍF 2 1 - 0 - 1 3 6 -3 3 4 B71 2 0 - 0 - 2 0 11 -11 0 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 FSV 2 1 - 1 - 0 5 1 4 4 2 GÍ 1 1 - 0 - 0 10 0 10 3 3 HB 1 0 - 1 - 0 1 1 0 1 4 TB 2 0 - 0 - 2 0 14 -14 0 Bólkur 3 Úrslit: TB-FSV 0-4 Bólkur 2 Úrslit: B36-B71 6-0 ÍF-B68 0-4 Bólkur 1 Kappingin um løgmanssteypið Galatasary leikarin, Hakan Sukur, gjørdi fyrra málið í turkiska 2-0 sigrinum á 17. mai, men skulu vit hava eina reina enska finalu, má Leeds gera bart, og vinna meir enn 2-0 á Elland Road um tvær vikur. FSV strýkur avstað Eftir teir báðar fyrstu dystirnar í steypakappingini, hevur nýggja fyrstudeildarliðið lagt seg á odda í bólki 3 við trimum stigum JÁKUP MØRK Av røttum skuldi dysturin millum TB og FS Vágar verið leiktur fyri viku síð- ani, men eins og aðrastaðni í landinum, var eisini kavi á vøllinum á Sevmýru. Hósdagurin varð ásettur at vera nýggjur leikdagur, og hesu ferð bar betri til. Stórur munur Fyri tvørámenn bar tó ikki betri til enn so, at teir enn einaferð vóru við undir- lutan. Fyrsta dystin taptu teir 10-0 fyri GÍ, og hesu ferð varð úrslitið 4-0. Ari Thomassen, sum framvegis er fastur fúsur á vágaliðnum, sigur við So- sialin, at tað ongantíð var stórvegis ivi um, hvørt av liðunum skuldi fara við sig- rinum. Vágamenn høvdu greiða yvirvág alla tíðina, og um miðjan fyrra hálvleik legði Birgir Joensen teir á odda. Eitt korter inn í seinna hálvleik økti John Johansen til 2-0, og einar tíggju min- uttir seinni var Birgir aftur upp á spæl. Vágamenn fingu enn eitt mál, tá einir tíggju minuttir vóru eftir at leika, og hesu ferð var tað ein av nýggju leikarunum, Darius, sum varð skrivaður fyri málið. Góð byrjan Ikki kann sigast annað enn, at Vágamenn hava fingið eina góða byrjan upp á árið, nú teir eru á odda í sínum bólki. Ari ásannar eisini, at teir eru hampuliga væl nøgdir við gongdina higartil. - Í verjupartinum standa vit okkum rættuliga væl, men hinvegin haltar tað eitt sindur í álopspartinum. Hetta er tó nakað, sum vit kunnu arbeiða við, sigur Ari, sum eisini sigur, at teir hava góðar vónir um fram- haldandi luttøku í steypa- kappingini. HEINI Í SKORINI Nú er endaliga samtykt, at eingin rennibreyt verður um Tórsvøll. Nógv stríð hevur verið um hetta málið seinasta árið, og nógv hevur verið skrivað og tosað um hetta. Nú hevur stríðið so fingið ein enda, og tað var sostatt frælsi ítrótturin sum tapti í hesum málið. Fyri frælsa ítróttin er hetta ein dyggur smeitur, men fótbóltsáhuga eru uttan iva glað fyri, at hetta nú er avgjørt. Tað er eftir teirra tykki tann sonevnda atmosferan, sum verður varðveitt, tá dystur er. Upprunaliga ætlanin var at bíða nøkur ár við at byggja rennibreyt, til peningur var fingin til vega. Men nú er sum sagt avgjørt, at eingin rennibreyt verður at síggja rundan um Tórsvøll. Onkuntíð hevur verið at hoyrt, at í staðin er ætlanin at byggja rennibreyt úti á læraraskúlanum í Havn ella uppi í Hoyvík, men enn er einki vist. Heðin Mortensen sigur pástandin vera, at tað er ov kostnaðarmikið, men leggur dent á, at hann saknar eina veruliga kanning á tí økinum. -Eg havi allatíðina hildið fast við, at tað skal vera ein rennibreyt um Tórsvøll, og ætlanin hevur allatíðina verið, at eitt stadion skal gerast í Gundadali, við bæði fótbóltssvølli og rennibreyt. Spurdur, um tað nú er ætlanin at byggja eina rennibreyt onkra aðrastaðni sigur Heðin, at økið úti á læraraskúlanum er ov lítið til eina rennibreyt, og í Hoyvík eiga teir onga jørð, so har kemur aftur at ganga tíð, áðrenn tað er komið uppá pláss, sum eisini harmast um, at man ikki kann hava eitt landsstadion fyri bæði fótbólt og frælsan Eingin rennibreyt um Tórsvøll Nú er samtykt, at eingin rennibreyt verður um Tórsvøll. Heðin Mortensen býráðslimur sigur, at orsøkin er vantandi pengar ítrótt uppi í Gundadali, sum er ein miðsavnan fyri øllum ítrótti. Heðin Mortensen leggur afturat, at tað verður arbeitt við at fáa bygt eina rennibreyt, og tað varð eisini samtykt á fundinum. Tað eydnaðist okkum tíverri ikki at fáa fatur á Leivi Hansen, borgarstjóra í Havn.