leygardagur 8. apríl 2000síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 70 - 8. apríl 2000
post@sosialurin.fo
Telefon: 311820 Fax: 314720 E-mail: post@sosialurin.fo
24
Nr. 70 – 8. apríl 2000
Subject: Teldubræv
Date: Wed 5. Apr. 2000
To: post@sosialurin.fo
From: fgaini@iname.com
Reply to: fgaini@iname.com
Einaferð var París heimsins nalvi, men
onki varir. Høvuðsstaðurin framum
allar er eitt yndismál ferðamanna, men
vísindaliga og mentanarliga er staðurin
bara ein í rúgvu av systrum á foldum.
London, Los Angeles, Sao Paulo og
Bombay eru í ymsum málum meira
týðandi í kapitalistisku heimsskipanini
ár 2000. Hugfrøðin úr átjandu øld og
franska kollveltingin tykjast hugtaka
ferðafólk og søgufrøðingar meira enn
politiska og vinnuliga úrvalslið
vesturheimsins, tí Voltaire og Diderot
eru als ikki in fyri tíðina.
París er hálvtómur leikpallur, ið
minnist sínar litføgru hetjur við fram-
tíðarhugsan og stríðsanda, ið ikki vóru
raktir av nihilismu og sosialari líka-
sælu. Leiktjaldið er prýðiligt, men lítið
og onki hendir á sjálvum pallinum.
Stríðið fyri frælsi og menniskjarættind-
um fyri øll er av teim vitbornu, ið
skriva og stýra samfelagskjakinum,
avloyst av fløkjasligum og sera óítøki-
ligum diskursi um franska málið og
postmodernismu. París blómar enn,
hóast alt, men hann hevur ikki tað al-
tjóða mæti sum fyrr, tá hvør evrope-
iskur mentamaður við virðing las Mon-
taigne og Descartes á fronskum.
Málsliga hevur franskt langt síðan
mist leiklutin sum høvuðsmálið hjá
sendiráðharrum, aðalstætt og rithøv-
undum, hóast fransksinnað hava heilt
aðra áskoðan. Í Fraklandi verður árliga
heimsráðstevna teirra fransktalandi, við
Boutros Boutros-Ghali í formannssessi-
num, sæð sum felagsskapur á hædd við
S.T. Gamla hjálandið Vietnam er týdn-
ingarmikið umboð á ráðstevnuni, men
sannleikin er, at gomul yvir 70 ár skilja
franskt meðan hini duga enskt. Og í
nógvum menningarlondum eru tey
fransktalandi ein avmarkaður bólkur í
landsins lítlu búskaparligu yvirstætt, so
ongin ivi kann vera um, at enskt er
latín í okkara tíð.
Dygdarblaðið Le Monde er av heimsins
mest álítandi og virdu. Le Monde -
Heimurin - er skrivaður á fronskum,
men tilfarið er fjølbroytt og úr øllum
heimspørtum. Skrivihátturin er sakligur
og uttanveltaður, á jøvnum høgum
støði, við avbera góðum greiningum av
politiskum, búskaparligum og mentan-
arligum viðurskiftum. Einastandandi
nágreiniligir tekstir um politiskar
kreppur í Afrika, um hungursneyð í
Suðurasia, um skipað brotsmannalið í
Russlandi, um seinasta aðalfundin hjá
G7-londunum og so framvegis, fylla
hvønn dag stóru blaðsíðurnar í Le
Monde. Blaðstjórin Columbani, hevur
stórt lið av evnaríkum tíðindamonnum,
atfinnandi og hugsandi, sum eygleiða
týðandi hendingar og avgerðir - alla-
staðni -, teir síðani lýsa í blaðnum. Le
Monde, við høvuðssæti í París, hevur
meira tilfar enn flest onnur dagbløð, og
lýsingarnar og myndirnar eru fáar og
smáar. Reinur tekstur fyllir nærum alt
plássið, og tí kann Le Monde virka
turrislig og torskild hjá nógvum.
Le Monde verður endurgivin í fjøl-
miðlum kring allan heim, og hvør
sendiráðharri - í minsta lagi teir fransk-
talandi - kannar regluliga sjónarmiðini
hjá Le Monde fyri at fáa betri innlit í
hendingar í altjóða politikki. Tá ið til
dømis afrikanskur statur verður fyri
blóðugum coup d´état, so skriva flestu
dagbløðini í Evropa stutta frágreiðing,
ið AP ella Reuter hevur sent teimum.
Le Monde lýsir altíð hendingina við
blaðfólki á staðnum, og sum oftast
sleppa serfrøðingar eisini framat at
geva sína heildarmynd av støðuni.
Blaðið er sera álítandi og blæsir ongan-
tíð nakra gølu upp uttan góða grund!
Le Monde minnir um týska Die Zeit og
bretska The Independent. Amerikanska
Herald Tribune verður eisini roknað
sum altjóða dygdarblað. Tað er drúgt at
lesa eina heila útgávu av Le Monde, og
tað er eisini púra óneyðugt. Tíðindini
eru býtt upp eftir landi/heimsparti og
tema, soleiðis at lesarin lættliga kann
finna áhugamál síni og so velja restina
frá.
Le Monde broytist ikki nógv, tíbetur,
og heldur uppá klassiska stílin í tíð-
indaarbeiði, við upplýsing og objektiv-
ari vitan sum síni mál. Le Monde er
sjálvandi litað av at vera franskt
vinstrahalt blað, men blaðið er eisini
fyrimyndarligt. Ein fronsk fyrimynd
kann man siga. Greinar, sum hava
meira um rithøvundan enn um hini, tey,
ið hon í veruleikanum skal lýsa, sleppa
ikki á prent hjá Le Monde. Blaðið kem-
ur hvønn morgun á marknaðin, á trem-
ur við tíðindum úr øllum heiminum, tí
hugfrøðin í blaðstjórnini hevur altíð
verið universalistisk og humanistisk.
Blaðfólkið finst at órætti bæði heima
og úti, men leypur ongantíð framav, tí
tað kann bara skaða blaðið - og lesaran,
sjálvandi.
Tout le monde merkir øll fólkini, og
blaðið fylgir fronsku siðvenjuni, at taka
allan heimin við í ritum sínum; ein
arvur frá upplýsingartíðini. Á skriv-
stovunum hjá Le Monde í París, Kongo
og Kina halda tey á við tí arbeiði, sum
byrjaði við alfrøðini hjá Diderot og
øðrum heimspekingum í átjandu øld.
Alt skal festast á blað...men helst á
fronskum. Le Monde er blómandi fyri-
mynd úr landi, ið var heimsmiðdepil
fyri list og vísind, men við ógreiðum
tjóðsamleika ár 2000.
Firouz Gaini
Paris
Le Monde
LEIKLIST. Í gjár varð frumsýn-
ingin av heimsins dýrasta sang-
leiki í Neuschwanstein í Suður-
týsklandi. 1400 fólk vóru boðin
við til frumsýningina av leikinum,
sum varð framførdur í einum
nýbygdum leikhúsið í Alpunum.
– Frumsýningin verður ein
dreymur, lovaði leiðarin av Lud-
wig Musical AG, Felix Maria
Roehl, undan sýningini, sum hev-
ur fingið tær stóru yvirskriftirnar
í týsku pressuni.
»Ludwig II – longsulin eftir
paradísi«, sum leikurin eitur,
verður framførdur einar 400 ferðir
fram til januar mánaða næsta ár.
Eini 450.000 fólk fara at hyggja
eftir leikinum, og longu nú eru
90% av atgongumerkjunum longu
seld. Prísurin er millum 85 og 230
D-Mark.
Sølufremjandi herferðin fyri
leikinum hevur verið stórsligin, og
tað eru ikki minst ferðafólk úr
USA og Japan, sum eru millum
áskoðararnar. Í hesum sambandi
fáa útlendskir áskoðarar tekstirnar
á sínum egna máli, so tey fáa fylgt
við í leikinum.
Guardian
undir nýtt
tiltak
Beatlarnir út við bók
TÓNLEIKUR. Teir tríggir Beatlarnir, sum eru
eftir á lívi, hava skrivað endurminningar, sum
koma út í bók.
Sambært blaðnum, Sunday Telegraph, hava Paul
McCartney, Ringo Starr og George Harrison ar-
beitt í seks ár við bókini, sum fær navnið »Beatles
Anthology«.
Bókin verður 360 síður, og verður givin út í
Stóra Bretlandi og USA í heyst, og væntað verður,
at bókini verður umsett til eina rúgvu av øðrum
málum. Inntøkurnar frá søluni verða býttar javnt
millum teir tríggjar rithøvundarnar og einkjuna
eftir John Lennon, Yoko Ono. Hon hevur ikki verið
við í arbeiðnum við bókini.
Sambært Sunday Telegraph fara ein rúgva av
myndum at verða við í bókini, sum ongantíð áður
hava verið frammi, og teir fara eisini at koma við
upplýsingum um skilnaðin í 1970, sum ikki áður
hava verið frammi.
Heimsins
dýrasti
sangleikur
frumsýndur
FJØLMIÐLAR. Enska blaðið,
The Guardian, fer nú undir sam-
starv við Xerox, sum er kent fyri
at gera kopimaskinur. Ætlanin er
at geva The Guardian út kring alt
Europa. Hetta skrivar norska inter-
netavísin digi.no.
Í dag verður The Guardian
prentað á prentsmiðjum í Eng-
landi og Týsklandi, og hetta merk-
ir, at blaðið kemur ikki fram til
europeiskar stórbýir fyrr enn út á
dagin.
Nýggja verkætlanin, sum verður
royndarkoyrd í Danmark og
Grikkalandi, fer at hava við sær,
at The Guardian kemur út áðrenn
klokkan sjey um morgunin í hes-
um londum – júst sum heima í
Bretlandi.
The Guardian fer at koma út í
ymiskum útgávum í europeisku
londunum, og sambært teimum,
sum standa fyri hesum arbeiði,
kann royndin fara at kollvelta hátt-
in at kollveltingina og útberingina
av bløðum.
– Hetta fer at geva vanligu bløð-
unum møguleikar at kappast við
internetbløð, tá talan er um fesk
tíðindi, sigur ein talsmaður fyri
Guardian.
ANDLÁT
30. mars:
Oddvør Jónson, Fuglafjørður, 64 ár
Kaj Eyvindsson, Trongisvágur, 56 ár
31. mars:
Hans Jacob Fuglø, Viðareiði, bús. í Godthåb, 65 ár
1. apríl:
John Simonsen, Sørvágur, 69 ár
29. mars fingu Henny Guð-
jónsson og Ingi Simonsen,
Klaksvík, ein son. Hann var
51 cm. langur og vigaði
3900 gr.
29. mars fingu Tóra og Jón
Johansen, Tórshavn, ein
son. Hann var 53 cm. langur
og vigaði 3700 gr.
30. mars fingu Hildur
Poulsen og Alfred Joensen,
Norðskála, eina dóttir. Hon
var 54 cm. long og vigaði
4200 gr.
30. mars fingu Lis og Jón
Viðstein, Hoyvík, eina dótt-
ir. Hon var 52 cm. long og
vigaði 3400 gr.
31. mars fingu Bergljót
Enni
og
Heri
Jakob-
sen,Vejle, eina dóttir. Hon
var 53 cm. long og vigaði
3750 gr.
2. apríl fingu Annika Mikk-
elsen og Sæbjørn B. Niels-
en, Hoyvík, ein son. Hann
var 56,5 cm. langur og vig-
aði 4550 gr.
2. apríl fingu Molly Jacob-
sen og Magni Johannessen,
Toftir, eina dóttir. Hon var
56 cm. long og vigaði 4100
gr.
3. apríl fingu Eron Debes
og Sigvør Magnusdóttir,
Miðvágur, ein son. Hann
var 57 cm. langur og vigaði
4300 gr.
3. apríl fingu Beinta Søren-
sen, Tórshavn og Didier Re-
pond, Sweitz, eina dóttir.
Hon var 55 cm. long og vig-
aði 3700 gr.
FØÐINGAR
3. apríl fingu Margretha
Dam og Brynjer Gregori-
ussen, Argir, ein son. Hann
var 49 cm. langur og vigaði
2710 gr.
3. apríl fingu Guðrun og
Oddur Ejdesgaard, Eiði, ein
son. Hann var 54 cm. langur
og vigaði 4200 gr.
3. apríl fingu Tania Ørvar-
odd og Gunnleif J. Bjarta-
líð, Klaksvík, ein son. Hann
var 50 cm. langur og vigaði
2715 gr.
4. apríl fingu Anna Jacob-
sen, Runavík og Hans Petur
Joensen, Tórshavn, eina
dóttir. Hon var 55 cm. long
og vigaði 3420 gr.
4. apríl fingu Anne Marie
Norby og Heini Joensen,
Tórshavn, eina dóttir. Hon
var 51 cm. long og vigaði
3000 gr.
5. apríl fingu Oddbjørg
Niclasen og Jógvan Magn-
ussen, Sørvágur, eina dóttir.
Hon var 53 cm. long og vig-
aði 3600 gr.
5. apríl fingu Andrea og
Eydnar
á
Roykheyggi,
Runavík, ein son. Hann var
58 cm. langur og vigaði
4300 gr.
5. apríl fingu Bjørg og Pól
Jacobsen, Norðragøta, eina
dóttir. Hon var 53 cm. long
og vigaði 3890 gr.
6.
apríl
fingu
Tanja
Anthoniussen og Arnhold
S. Simonsen, Fuglafjørður,
eina dóttir. Hon var 55 cm.
long og vigaði 3750 gr.
Tórshavn:
Læknavaktin tlf. 310033.
Eysturoy:
Leygardagin 8. apríl: Pól Johs. í Horni, tlf. 444038
Sunnudagin 9. apríl: Kári Rasmussen, tlf. 447010
Norðoyggjar:
Magnus Magnussen, tlf. 455451
Vágar: tlf. 332413
Suðuroy (norður):
Tlf. 371560
Suðuroy (suður):
Tlf. 373030
Tannlæknavakt, Tórshavn
Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgi-
dagar kl. 13–14. Tlf. 314544.
Læknavaktir
Gullbrúdleyp
Leygardagin 15. apríl kunnu hjúnini Edith og Óli
Sørensen í Húsavík halda gullbrúdleyp. Dagurin
verður hildin í ungmannafelagshúsinum kl. 19.
Sunnudagin 16. apríl kunnu hjúnini Julina og
Andrias Joensen, Skála, halda gullbrúdleyp. Væl-
komst verður hjá soninum Jóan Jákup Joensen,
Skála, sunnudagin 16.4. frá kl. 15.
Prógv
Jákup Arnhold Lambaa, Fuglafjørður hevur lokið
yrkisútbúgving sum bakari. Lærupláss: Breyðmol-
in, Fuglafjørður.
Jóhann Simonsen, Tórshavn hevur lokið yrkisút-
búgving innan heildarfyrisiting (speditión og shipp-
ing). Lærupláss: Eimskip í Føroyum.
Leygardagin 8. apríl giftast á Københavns Rådhus,
Kate M. Davidsen, (dóttir Sigrun Midjord og Jóg-
van Davidsen) og Henning Kongsted.
Brúdleypsadr: Føroyahúsið, Vesterbrogade 17A,
1620 Kbh. V.
Tann 15. apríl kl. 15 vera Una Havgrímsdóttir
Gaasedal úr Havn og Ásmundur Heinesen úr
Klaksvík, vígd í býráðssalinum í Havn.
Vælkomst verður í róðrarneystinum á Argjum
kl. 19.30. Tey, ið ynskja at gleða brúðarparið viðat
koma, vera biðin at siga frá á 320344 og 457757 í
seinasta lagi 9. apríl.
Brúdleyp
Studningar til landbúnaðin
NEYTAKJØT:
Umsóknarfreistin er ein mánaða, frá tí at neytið
er dripið. Tá allir umbidnir upplýsingar fyriliggja,
verður studningurin avgreiddur so hvørt.
STRÁFÓÐUR:
Søkjast kann alt árið. Umsókn skal sendast, tá
ætlan fyriliggur, og áðrenn arbeiðið byrjar. Studn-
ingurin verður avgreiddur, tá brunnurin er liðugur,
sýnaður og góðkendur.
SÚRHOYSBRUNNAR:
Søkjast kann alt árið. Umsókn skal sendast, tá
ætlan fyriliggur, og áðrenn arbeiðið byrjar. Studn-
ingurin verður avgreiddur, tá brunnurin er liðugur,
sýnaður og góðkendur.
RÆTTIR:
Søkjast kann alt árið. Umsókn skal sendast tá ætlan
fyriliggur, og áðrenn arbeiðið byrjar. Studningurin
verður avgreiddur, tá arbeiðið er liðugt og góðkent.
Studningurin verður bert latin til rættir við vaski-
brunni.
VELTING:
Ætlanirnar skulu fráboðast við eini umsókn áðrenn
1. mai, og verða góðkendar fyri at studningur kann
verða settur av til fráboðaðu arbeiðini. Veltað
lendið skal vera sýnað og góðkent, áðrenn studn-
Allur studningur til landbúnaðin er treytaður av, at móttakarin hevur landbúnað sum vinnu, og
harav er bókhaldsskyldigur og MVG-skrásettur.
Út frá hesum verður studningur bert latin umsøkjarum, sum hava latið skrivstovu jarðarráðsins
MVG-skrásetingarskjal sítt fyri inniverandi ár og góðkendan roknskap fyri árið frammanundan.
Umsóknarfreistirnar skulu haldast. Árstíðarásettar freistir verða lýstar í bløðunum. Annars er
mannagongdin viðv. teimum ymisku studningunum lýst niðanfyri.
ingur verður avgreiddur. Verður arbeiðið ikki lið-
ugt, er neyðugt at søkja umaftur árið eftir. Velti-
studningur verður avgreiddur einaferð árliga fyri
alt landið í senn.
KØSTAR:
Søkjast kann alt árið tá ætlan fyriliggur. Studn-
ingurin verður avgreiddur so hvørt arbeiðið er
liðugt og góðkent.
SEYÐAKJØT:
Hesin studningur er afturbering av goldnum meir-
virðisgjaldi. Umsóknin skal sendast jarðarráðnum
samstundis, sum meirvirðisgjaldið verður goldið
T & S fyri farna ársfjórðingin, soleiðis at hon er
okkum í hendi 20. í sama mánaði. Sostatt er
seinasta freist:
okt. ársfj. 20. feb.
jan. ársfj. 20. mai
apr. ársfj. 20. aug.
juli ársfj. 20. nov.
Við umsóknini skal uppgerð og kvittan fylgja við.
Studningurin verður avgreiddur so hvørt.
MJÓLK:
Henda studning avgreiðir jarðarráðið sambært
uppgerð til MBM, sum lutar studningin út eftir
innvigaðu mjólkamongdini til virkið.
Umsóknir til studning skulu altíð vera skrivaðar á umsóknarbløð, sum fáast á skrivstovu jarðar-
ráðsins tlf. 311180. Á hesum umsóknarbløðunum eru prentaðar studningstreytirnar.
Umsóknir, ið eru skrivaðar á eldri umsóknarbløð, sum ikki eru galdandi longur ella á ljóstak av
umsóknarbløðum, verða ikki góðkendar.
Upplýsingar um studningsupphæddir o.a. fáast við at ringja tlf. 311180.
FØROYA JARÐARRÁÐ
Postrúm 50 • R. C. Effersøesgøta 4 • 110 Tórshavn • tlf. 311180 • fax 311185 • teldupostur: fj@fj.fo
Telefontíð mánadag-hósdag 08.00-16.30 tó fríggjadag 08.00-16.00
(í døgurðatímanum er stongt)