leygardagur 8. apríl 2000síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 70 – 8. apríl 2000
Skip í
eygsjón
RANNSÓKNARFERÐIR. Amundsen var
staddur í kahúttini, tá hann hoyrdi róp á
dekkinum. Í fyrstuni helt hann at teir róptu
um ein kóp elle eina ísbjørn og hann ill-
neytaðist á menninar. Men so hoyrdi hann
orðini: „Skip í eygsjón!“ Hann gjørdist heilt
undarliga við. Dreymurin frá barnaárunum
var veruleiki. Teir høvdu siglt ýtnyrðings-
leiðina norður um Ameriku og hittu nú skip
vestaneftir
Ungur eskimodrongur umborð á „Gjøu“
„Gjøa“ endaði sum museumsskip í San Francisko eftir ferðina
Eftir Jústinus Eidesgaard
Veturin gekk og teir høvdu út at
gera í „Gjøa-havn“. Teir
fyrireikaðu seg til túrin móti
magnetiska norðpólinum. Allir
gingu nú í skinnklæðum frá
netsilikeskimounum. Teir vandu
regluliga í kynstrinum, at byggja
igloo og teir vandu á
hundasledu. Og júst á hesum
økinum kundu teir læra nógv at
netsilikeskimounum.
Helmer Hansen, Roald‘sa
trúgvi fylgisveinur, sum eisini
førdi sleturnar trygt til Suður-
pólin sjey ár seinni, helt nógv
saman við hundunum og royndi
seg sum hundakusk. Hann var
heilt bergtikin av eskimo-
hundinum, ella huskyin, sum
hann eisini verður kallaður.
Í póllondunum finnast teir
sokallaðu tranthundarnir. Hetta
eru miðalstórir hundar, sum
minna um úlv, og teir eru sera
væl fyri at trívast í nógvum
kulda. Hildið verður, at trant-
hundurin er tann núlivandi
hundurin, sum er næst tættast í
ætt við fyrsta tamhundin hjá
menniskjum. Eskimo-hundurin
livir í póllondunum á vestaru
hálvu, úr Grønlandi og vestur til
Alaska. Hann er trivaliga
bygdur, sterkur og vælegnaður
sum sletuhundur.
Tað var júst hendan hundin
Helmer Hansen skuldi læra at
stýra frammanfyri sletuni. Hann
hevði væl vandar hundar og
serfrøðingar at læra seg, men
hóast tað, so var tað ótrúligt, so
skjótt hann lærdi kynsturin.
Hann var tann føddi hunda-
kuskurin og dugdi væl at fáa
samband við hundarnar.
Magnetpólurin
Wiik og Godfred Hansen strídd-
ust við at gera magnetisku
kanningarnar og Ristvedt smíð-
aði ørvaroddar og knívar úr jarni
til at nýta í býtishandli við eski-
moarnar. Allir høvdu nógv at
gera og teir lærdu nógv. Amund-
sen kendi, at nú var løtan komin,
har teir skuldu fara at finna
magnetiska norðpólin og 1. mars
fór hann avstað saman við God-
fred Hansen, Helmer Hansen og
Ristvedt.
Eftir teirra útrokningum, so lá
magnetpólurin einans 145 kilo-
metrar frá teimum, men teir
vóru farnir ov tíðliga avstað.
Næstu náttina fall hitin niður til
minus 61,7 stig. Tá tað er so kalt
er neyðugt at nýta spritttermo-
metur, tí kyksilvur strinar.
Petroleum brennir ikki og sjálvt
eskimohundurin hevur ilt við at
anda. Hundurin andar gjøgnum
munnin tá hann arbeiðir og er
luftin ov køld, so ganga lunguni
fyri. Tað ber ikki til at nýta
hundar, tá hitin fer niður um
minus 50 stig. Teir høvdu ov
fáar hundar og neyðugt var hjá
Amundsen, Godfred Hansen og
Ristvedt sjálvir at leggja seg í
selan og draga ta einu sletuna.
Tá kuldin er so nógvur, so hong-
ur kavin fastur i gangarunum á
sletunum og eisini í skíðunum
og tær glíða illa. Tað var tungt at
draga og menn og hundar høvdu
tað ringt.
Nakað sum er grundleggjandi
fyri allar ferðirnar hjá Amund-
sen var at hann ansaði væl eftir,
at menninir ikki liðu óneyðugt
undir ferðunum. Hjá Amundsen
var tað ikki mannsligt at gera
brøgd undir so nógvum pínslum
sum møguligt. Hetta var hin-
vegin hildið fyri at vera ein
dygd, eitt nú hjá einstøkum
bretskum kanningarfarum.
Triðja dagin avgjørdi Amundsen
at venda við aftur. Kuldin var ov
nógvur. Hann fór heim at bíða
eftir betri líkindum. Teir tømdu
sledurnar og vendu við. Tað tók
teimum bert fýra tímar at koma
heimaftur. Útferðin hevði tikið
tvey samdøgur.
Ferðin var miseydnað, „men
vit lærdu,“ skrivar Amundsen í
dagbókini og hann kannaði
gjølla, hvat teir kundu havt gjørt
ørvísi á hesi ferð. Honum
gjørdist greitt, at tað var alt ov
vágið at byrja ov tíðliga og
eisini at lítð kom burtur úr, tá
menn sjálvir skuldu draga slet-
urnar. Harvið var hetta eisini
býtt.
Bara hundar
Hendan ferðin lærdi Amundsen,
at hann í framtíðini bara vildi
nýta hundar til flutning. Og
hetta var góður lærdómur, tí júst
við hundunum náddi Amundsen
so langt sum pólfari. Hetta
merkti eisini, at nú mátti hann
skipa ferðirnar eftir hvussu nógv
hundarnir orkaðu og tað merkti
eisini, at tað kundu ikki koma
fleiri mans við til næstu pólferð,
enn hundarnir orkaðu at draga.
Tað vil siga, at bara tveir manns
kundu fara undri næstu ferðina
til magnetiska norðpólin.
Longu 16. mars var Amund-
sen aftur á ferð. Hesaferð var
bara Helmer Hansen við honum.
Tað var eitt sindur lýggjari og
hann hevði lært at vera varin og
ikki at seta sær ov stór mál.
Hann ætlaði at bíða við túrinum
til pólin til lýðka var komin í
luftina og várið var í nánd.
Endamálið við hesi ferðini var at
fáa útgerðina, sum teir høvdu
lagt frá sær undir seinastu ferð,
longur fram. Her er eisini nakað
sum eyðkennir Amundsen. Hann
gjørdi nógv burtur úr at leggja
sær goymslur av mati fram móti
málinum, soleiðis at tá hann
gjørdi endaligu ferðina, so lógu
hesara goymslur klárar. Tað er
altið ein spurningur um at hava
nóg mikið av mati og útgerð til
heimferðina, sum kann verða
avgerandi fyri eina ferð í ís-
oyðuni.
Teir komu fram til goymsluna.
Hendan varð løgd á sletuna,
omaná tað, teir høvdu við sær
og so hildu teir leiðina norður-
eftir. Skjótt gekk, og Amundsen
skrivar í dagbókini, at teir høvdu
ilt við at fylgja við hundunum,
sjálvt um teir stóðu á skíð. Tveir
dagar seinni hittu teir eskimoar
við Matty oynna í James Ross
sundinum. Teir vóru 34 í tali.
Amundsen var fegin og staðfesti,
at júst á hesum plássi hevði
McClintoc hitt eskimoar í 1859,
og at hesir vóru úr sama ættar-
bólki.
Amundsen hevði stóran áhuga
Nr. 70 – 8. apríl 2000
23
Smáttan í „Gjøahavn“ har teir gjørdu tær magnetisku máting-
arnar
Ein eskimokvinna
Ein troyttur Amundsen, tá hann kom umborð aftur á „Gjøu“
eftir Alaskatúrin
fyri eskimounum og serliga hvat
teir kundu læra hann, og hann
hevði nógv størri áhuga fyri
teimum enn jørðmagnetismu.
Hann fór við eskimounum har
teir búðu. Ein av monnunum
vildi vera blíður og bjóðaði
Amundsen síni nýggu undir-
klæðir. Hjá teimum var vanligt,
at tann sum gav, fór úr undir-
klæðunum og tann sum tók í
móti, lat seg í tey beinanvegin.
Amundsen vónaði so inniliga, at
hesin ikki hevði lýs. Hann tók
kjansin og lat seg í nýggju
undirklæðini. Amundsen kendi
seg væl í hesum skinnundir-
klæðum. Tað vóru bara eski-
moarnir sum dugdu kynsturin at
garva og seyma slík klæði,
soleiðis at tey vóru góð at ganga
í og kendust væl á kroppinum.
Amundsen keypti ein hóp av
undirklæðum frá eskimounum,
sum hann skuldi nýta nú og til
seinni ferðir.
Hann helt til millum netsilik-
eskimoararnar til teir byrjaðu
teirra várgongu til kópaplássini.
Hann er ivaleyst fyrsti evrop-
earin, sum hevur eygleitt eski-
moar, tá teir flyta. Og tað sum
upptók hann mest, var sjálvsagt,
hvussu teir fóru við hundunum.
Tá karavanan av hundum og
sletum var farin handan sýn
vendi Amundsen heim aftur til
skipið. 6. apríl fór hann avstað
aftur, nú galt tað magnetiska
norðpólin og várið var í nánd.
Hesaferð var Ristvedt við hon-
um. Helmer Hansen var mun-
andi dugnaligari sum hunda-
kuskur, men Ristvedt hevði skil
fyri magnetiskum kanningum og
tað hevði Hansen ikki. „Slíkar
avgerðir geva ofta mislag, men
tað gerst ikki við.“ skrivaði
Amundsen í dagbókina.
Magnetpolurin
Amundsen lærdi nógv av hesi
ferð. Teimum møtti allur
hugsandi mótgangur á hesi
stuttu ferð. Kavin var blotnaður
og kavin krapaði. Pakkísurin var
vorðin til skúvuís. Torført var at
koma fram og tolið av um at
vera uppi, bæði hjá monnum og
hundum. Tokan darvaði og sólin
sveið.
Gamli vinurin, Teraiu, hevði
fylgt teimum, men næstan dagin
fór hann frá teimum. Hann fór
at finna fólk sítt. Nústaðni legði
Amundsen merki til, hví ein
maður altíð gekk frammanfyri
hundarnar, tá teir fóru avstað
við sleuni. Soleiðis gjørdu
netsilikeskimoararnir. Teir
sendu altíð ein mann framman-
undan, soleiðis at hundarnir
høvdu ein at miðja seg eftir ella
at elta. Hundar dáma ikki at
renna í ísoyðuni uttan at hava
ein at vísa leið.
Hóast torført føri, so gekk
ferðin til magnepólin væl. Dag-
bókin hjá Amundsen frá hesi
ferð er áhugaverdur lesnaður.
Hon minnir meira um eitt ar-
beiðshefti hjá einum listamanni,
íð vil læra seg smálutirnar í
fakinum, enn journalin hjá ein-
um pólfara yvir brøgd. Amund-
sen hugsar ikki um hvør skal
lesa, tá hann skrivar. Royndirnar
vinna á trupulleikunum.
Amundsen er á hesi ferð við at
leggja grundarsteinum undir
hansara lívsverk. Tað er í Kan-
ada, at hann lærir at bera seg at
í ísoyðuni. Amundsen droymir
ikki longur um at gerast hetja,
hann er vorðin búgvin og hann
hevur lært av eskimounum ong-
antíð at skunda sær. Hann hevur
lært ein av grundsetingu-num,
tá tú ferðast í póllondunum:
„Legg ongantíð meira á menn
og hundar enn teir lættliga
klára.
Eskimoar dáma ikki at skunda
sær, og hetta taka evropearar
sum ótrúligan dovinskap. Men
Amundsen sá hetta við øðrum
eygum. Eskimoarin skunda sær
ikki av fleiri orsøkum. Ein er, at
hann vil sleppa undan at sveitta
og harvið at missa hita í kuld-
anum.
26 apríl náddu teir positión-
ina, sum James Clark Ross
hevði uppgivið sum magnetiska
norðpólin á Boothia Felilx hálv-
oynni nærhendis Kap Adelaide.
Men pólur var ongin, hann
hevði flutt seg. Amundsen var
sostatt tann fyrsti, sum kundi
prógva, at magnetiski pólurin
flutti seg vísundaliga endamálið
við ferðini var hervið nátt.
Amundsen var tó nógv meira
upptikin av, at veðrið ótlaði, og
at Ristvedt varð noyddur at
skjóta ein hund hjá netsilikk-
unum, tí hesin vildi ikki draga.
Teir skrædlaðu hundin og góvu
hinum hundunum hann til matna.
Teir ótu við góðum lysti. Sjálvir
royndu teir eisini hundakjøt, og
Amundsen noteraði berliga í
dagbókina, at hesir hundar vóru
kanibálar og at hundakjøt eisini
kundi nýtast sum mannaføði. Tað
kundi gerast hent seinni
Teir leitaðu eftir pólinum í
nakrar dagar, við hvørt vísti
nálin, at nú vóru teir heilt tætt
við, men so vísti hon knappliga
annan veg. Onkuntíð peikaði hon
til havs, aðrar tíðir inni móti
landi. Tá á døgum vistu menn
lítið um magnetismu jarðar-
innar. Amundsen kom ongantíð á
táverandi magnetiska norðpólin.
Útrokningar seinni vístu, at hann
hevði verið einar 50 kilo-metur
frá honum. Hetta harmaði hann..
Seinsta strekkið
Amundsen og hansara menn
vóru lidnir við arbeiðið í „Gjøa-
havn“. Nú var bert eftir at sigla
gjøgnum Simpson sundið, og so
høvdu teir siglt seinasta strekkið
norður um Amerika. Skip úr
Kyrrahavinum vóru nádd eystur í
móti Simpson sundinum, men
onki hevði verið inni í hesum.
13. august 1905, klokkan trý
um náttina, loysti Amundsen og
legði út í sundið. Sundið var
grunt, fult av skerum og drívísi
og lúnskum streymi.
Um summarið hevði Hansen,
løjtnantur verið eina kanning-
arferð við báti og hann hevði
funnið ein møguliga leið, har
siglandi var við „Gjøu“. Væl
dugnað av petroleumsmotorinum
,eydnaðist „Gjøu“ at snúgva sær
millum skerini og ísin uttan
óhapp. Teir loddaðu alla tíðina
og róðrið gekk úr eina borðinum
í hitt. Aftan á fýra dagar í hesum
vandamikla sundi náddu teir
fram til Kap Col-borne í
munnanum á Victoriasundinum.
Hetta var tað eystasta Collinson
var komin, tá hann royndi at
finna útnyrðingsleiðina frá
Kyrrahavinum. Tað var eydnast
„Gjøu“ at sigla seinasta teinin.
Útnyrðingsleiðin var nú bast
eftir 300 ára stríð og listin yvir
teir falnu var nú endaður.
Stjól telegrammið
Men útnyrðingsleiðin varð ikki
vunnin fyrr enn tíðindini um
hesa hending vóru komin á blað-
stovurnar. Teir royndu nú at sigla
so skjótt sum teir kundi móti
telegrafstøðunum á Kyrrahavs-
strondini. Men eini 1600 kilo-
metrar úr Beringsundinum stóðu
teir aftur fastir í ísinum og máttu
undir triðja veturin innifrystir
Her lógu hvalabátar, og her var
fólk at hitta. Amundsen kom í
samband við ein skipara, hvørs
skip var farið á land og kundi
ikki bjargast. Hann ætlaði sær
suður at fáa eitt nýtt skip, og
hann bjóðaði seg til at rinda
ferðina hjá Amundsen eisini.
Amundsen átti ikki krónuna.
Túrurin til Eagle City í Alaska
var langur heilar 925 kilometrar,
og teir hildu nú avstað við hund-
um, sletum og Amundsen sjálv-
ur á skíð. Hann kom fram í øll-
um góðum og sendi telegramm-
ið, men ólukkutíð, so seldi ein
telegrafstøð nýggjheitina til
bløðini í USA, áðrenn tele-
grammið náddi fram til Nansen,
ið skuldi bera tíðindini víðari.
Stór bløð, eitt nú The Times í
Onglandi høvdu keypt einkar-
rættin. Og tey vildu sjálvandi
ikki rinda, nú tey høvdu mist
hendan. Amundsen misti nógvan
pening, sum annars skuldi havt
fíggjað ferðina.