leygardagur 8. apríl 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 70 – 8. apríl 2000
Havnagentur funnu
kærleikan í Italia
Jeanette uttan fyri Pæturskirkjuna í Rom
Jeanette framman fyri Colleseum í Rom
Orð og myndir:
Jan Müller
(ROM, ITALIA) Báðar eru tær
uppvaksnar í Havn. Og báðar
fingur tær sær italskan mann.
Uttan at vita av hvørjari aðrari
hava tær báðar - helst sum tær
einastu, tað vit vita um - fest
røtur í Italia. Onnur í norður-
italska býnum Genova og hin í
sjálvum hjartanum á Italia, Rom.
Hóast onnur er um at røkka
teimum seksti og hin júst er
farin um tey trýati, so líkjast
lívsleiðir teirra ikki sørt.
Anna Maria Sivertsen, í dag
Pavia og Jeanette Pøhlsgaard, í
dag Turco, valdu framtíð sín í
Italia fram um heimlandið Før-
oyar. Og tær trívast væl, hvør í
sínum parti av hesum so for-
vitnisliga landi, ið andar av
mentan og søgu.
Fjølmiðlafólk
á ferð
Tá føroysk fjølmiðlafólk herfyri
vóru á rundferð í Miðalhavinum
gekk leiðin eisini til Italia. Og
har setti ferðaleiðarin, Sámal
Bláhamar frá ferðamannastovuni
Toru Tourist sær eisini fyri at
vita, um ikki onkrir fastbúgvandi
føroyingar vóru at finna har. Og
mín sann, um tað ikki eydnaðist
at hitta tvær kvinnur úr Havn,
sum hava búð í Italia í ávikavist
40 og 10 ár.
Um tær báðar er at siga, at tær
fóru heimanífrá sum blaðungar
og komu ikki aftur. Umstøð-
urnar gjørdu, at tær settu búgv í
Italia.
Til Genova at arbeiða
Anna Maria Pavia er dóttur Júst
og Helenu Sivertsen í Havn.
Sum ung fór hon til Danmarkar
at læra til barnapleyersku. Hon
átti tá eina fastur, sum búði í
Genova. Fasturin, Sigrid Sivert-
sen flutti til Italia fyri kríggið,
har hon arbeiddi sum sjúkra-
systur. Tann 19 ára gamla Anna
Maria helt tað kundi verið
spennandi at royna nakað nýtt,
og fór hon til fastrina í Genova.
Har arbeiddi hon á altjóða
sjúkrahúsinum fyrst í eitt ár. Tá
fann hon sín kærleika og giftist
seinni italiumanninum Piero
Pavia. Hon arbeiddi í enn eitt ár
og so varð avgerðin tikin: Anna
Maria fór ikki aftur til Føroya.
Hennara lívsleið koma at vera í
hesum frá Føroyum so fjarskot-
na landi. Og hevur Anna Maria
búð í Genova síðani. Hon ar-
beiddi tey fyrstu fimm árini sum
barnapleyerska. Eftir at hon
fekk børn, tey eru tvey í tali,
gavst hon heilt at arbeiða. Mað-
urin, Piero, hevur arbeitt sum
bankamaður alt sítt lív og er júst
pensioneraður.
Anna Maria heldur fyri, at
tann fyrsta tíðin í fremmandum
umhvørvi var strævin, tí hon
dugdi jú ikki málið. Men tað
gingu so bara nakrir mánaðir, til
hon kundi tosa málið. Hóast
hon í dag hugsar á italskum og
bert hevur heilt lítið samband
við Føroyar, so tosar hon gott
føroyskt mál.
- Eg tosi ongantíð føroyskt við
nakran her og eri sjáldan heima í
Føroyum. Men málið havi eg so
ikki gloymt, sigur Anna Maria,
sum seinast var í Føroyum fyri
sjey árum síðani í brúdleypi hjá
bróðursoninum. Hon plagar
annars javnan at vitja familju
sína í Danmark.
Anna Maria er væl nøgd. Hon
hevur tað gott, og henni dámar
væl fólkið, hóast tað er stórur
munur á lindinum hjá føroying-
um og italienarum. Men um
man vil tað sjálv, so venur man
seg til alt, og býr man í einum
øðrum landi, so venur man seg
eisini til tað landið. Tað er ein
spurningur um at umstilla seg.
Men hon viðgongur, at við-
hvørt, so kemur heimlongsul á
hana. Men tað heldur hon vera
Nr. 70 – 8. apríl 2000
21
Anna Maria saman við manni sínum Piero
ein heilt náttúrligan part av lívi-
num, tá man er fluttur heima-
nífrá.
- Eg haldi tað er rætt og gott
at leingjast eftir heimlandinum
av og á.
Anna Maria er púra samd við
føroysku Aimé í Athen, sum
Sosialurin eisini hitti á Meðal-
havsferðini. Hon heldur vit før-
oyingar eiga at gera meira fyri at
upplýsa um Føroyar. Um so er,
at vit vilja hava fleiri turistar og
annars gera føroyskar vørur
kendar. Og aftur her er føroyska
fótbóltslandsliðið toppskorari.
-Nógvir italienarar kenna bert
Føroyar frá føroyska fótbólts-
landsliðnum. So í tí hava Før-
oyar eitt gott umboð í útlandi-
num, leggur hon aftrat.
Hon heldur annars, at Føroyar
áttu at verið eitt upplagt land hjá
italiumonnum at ferðast til. -
Fólkið her í Italia dámar væl at
ferðast til Norðurlond, tí har er
kaldari og náttúran er so nógv
øðrvísi. Eg veit, at tað er vorðið
rættiliga populert millum
italienarar at ferðast til Íslands,
so hví ikki eisini til Føroya spyr
hon.
Og eins og Aimé í Athen
hevði Anna Maria í Genova
fegin viljað átikið sær leiklutin
sum „ambassadørur“ fyri Før-
oyar við m.a. tí fyri eygað at
fáa fleiri turistar til Føroya. -Nú
havi eg fingið nógvar brosjurur
og tilfar um Føroyar frá Sámal
Bláhamar, og tað fari eg so at
vísa øllum teimum, eg kenni, og
hvør veit: tað kundi gjørt, at
onkur teirra valdi Føroyar sum
næsta feriumálið.
Annars heldur Anna Maria, at
Italia eisini er eitt gott land at
ferðast í. Kemur nakar føroy-
ingur um Genovaleiðina, so er
hon altíð fús at hitta tey og
koma við góðum ráðum um
ferðing har um leiðir.
Anna Maria ætlar sær ein túr
til Føroya at vitja næsta summar.
Jeanette í Rom
Nógvar hundrað kilometrar
longur suðuri hitta vit enn eina
føroyska kvinnu, sum fekk
tokka til Italia so og so. Í italska
høvuðsstaðnum býr tann 31 ára
gamla Jeanette Turco (fyrr
Pøhlsgaard) úr Havn. Seinastu
10 árini hevur hesin heimskendi
býurin verið heimstaður hjá
Jeanette. Hon veit ikki, at tað í
Norðuritalia býr ein onnur før-
oysk kvinna - eins og Anna
Maria í Genova heldur einki
visti um ta føroysku Jeanette í
Rom. Og hvør veit, kanska
henda føroyska vitjanin fer at
føta tær báðar saman fyrr ella
seinni.
Eisini Jeanette veit, hvat tað
vil siga at leingjast heim. Í fyrst-
ani kendi hon seg so fremmanda
í hesum nýggja landinum. Í dag
tosar hon italskt sum brent og
kennir seg væl millum italien-
arar. Henni dámar landið og ikki
minst Rom. Maðurin, Mauritio,
sum er italienari, starvast á
einum arbeiðsloysiskontóri.
Jeanette er heimagangandi - tvs.
hon arbeiðir heima, har hon
ansar soninum.
Meðan Anna Maria møtti
italska Piero í gøtunum í Gen-
ova fyri umleið 40 árum síðani,
so møtti Jeanette sínum Mauritio
á Vaglinum í Havn fyri umleið
10 árum síðani.
Hann var við Norrønu og
skuldi til Íslands, men mátti so
steðga her í tveir dagar. Eitt
kvøldið hon var biltúr í býnum
steðgaðu nakrir ungir italiumenn
bilinum og vildu sleppa við. Og
áfast varð.
- Tað var kjerligheit við fyrsta
eygnakast, sum Jeanette eitt
sindur smæðin tekur til. Og so
heitt varð millum tey bæði, at
unga havnakvinnan tók ta stóru
avgerð at flyta heimanífrá. Hon
hevði tá arbeiði sum tekniskur
assistentur hjá Tórshavnar
Kommunu, men nú Italia kall-
aði, koyrdi hon í sekkin og fór
av landinum.
Men tað var ikki bara sum at
siga tað fyri eina 20 ára gamla
havnagentu at kvetta við Før-
oyar og leggja leiðina til eitt
heilt fremmant land at búgva.
Tað skuldi eisini vísa seg at
verða torførari, enn hon hevði
hugsað sær. Hon var jú heilt á
berum, tá hon ikki dugdi málið.
Tað gingu so hálvt annað ár, og
Jeanette gjørdi av at fara aftur til
Føroya.
- Eg kendi meg ræðuliga
einsamalla ta fyrstu tíðina og
lagið var ringt. Tað kendist eisini
so ógvusligt, tá fólk tosaðu, tí
tað ljóðaði, sum tey altíð vóru í
øðini og skeldaðust. Eg gjørdi tí
av at fara heimaftur, men tað
gingu bert fýra mánaðir til eg
aftur fór til Rom, og har havi eg
verið síðani. Jeanette og Mauri-
tio eiga ein son.
Í dag kennir Jeanette seg mest
sum ein italienara. Rom er henn-
ara heimstaður nú, og her ætlar
hon at verða verðandi. Nú fer
nógv tíð til at ansa tí tvey ára
gamla Ólavi. Maðurin hevur
fleiri arbeiði, tað er man noydd-
ur til í Italia, fyri í heila takið at
fáa endarnar at røkka saman.
Vit hitta Jeanette longu tá
skipið, sum flytur okkum runt í
Miðalhavinum, leggur at brygg-
ju í Civitavecchia, nærhendis
Rom. Hon koyrir nú saman við
føroyska ferðalagnum í bussi til
Rom og Vatikanið. Á túrinum
verður at tosað um mangt og
hvat har heima og annars, hvat
forvitnisligt er at síggja her í
Rom.
Jeanette, sum er ein sera liv-
andi, glað og prátandi ung
kvinna er fegin um at hitta so
nógvar føroyingar í ferðalagnum
eru ikki færri enn níggju. Hon
saknar sínar vinkonur í Føroy-
um, og tær og aðrir føroyingar
skulu vera so hjartaliga væl-
komin at vitja í Rom, er hon
skjót at leggja aftrat. Tað er bara
at siga frá, so finnur hon eina
song. Jeanette og maðurin eiga
eina íbúð saman í Rom.
Eins og tann javnaldrandi
Aimé av Strondum, sum hevur
fest røtur í Athen, og eins og
Anna Maria í Genova bjóða seg
fram til at kunna um Føroyar, so
roynir Jeanette eisini at gera sítt
til at fortelja vinum og øðrum
um Føroyar sum ferðamannal-
and. Jeanette heldur ikki italien-
arar kenna so nógv til Føroyar,
og teir, sum gera tað, nevna
oftani fótbóltslandsliðið.
Umframt fótbóltslandsliðið
heldur hon eisini, at Føroya
sterkasti maður, Regin Vágadal
er við til at gera Føroyar kendar,
og tað heldur hon vera gott.
Regin er nevniliga oftani at
síggja í sjónvarpi í kapping við
fleiri av heimsins sterkastu
menn.
Tá føroyska ferðalagið takkar
fyri seg og sigur Rom og
Jeanette farvæl, er føroyski
ferðaleiðarin Sámal Bláhamar
aftur á blettinum. Hann tekur
fram úr taskuni fleiri brosjurur
um Føroyar og leggur Jeanette
eina við at vísa tær fyri vinum
og kenningum. Smílandi og glað
lovar Jeanette at gera sítt til fyri
at upplýsa um Føroyar.
Anna Maria møtti italska Piero í gøtunum í Genova fyri umleið 40 árum síðani,