leygardagur 8. apríl 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 70 – 8. apríl 2000
Orð og myndir
Edvard Joensen
(ODDER, Danmark) Kenslurnar
fingu loyvi at ráða sær sjálvum,
meðan ein fullsett donsk kirkja
endurljóðaði av føroyskum
sálmasangi, tá hann er upp á tað
besta. Meðan seinasti sálmurin,
»Tú alfagra land mítt«, varð
sungin, stóðu fólk og hildu hvør
um annan, meðan tárini runnu
stríð. Og deknurin hevði ilt við
at lesa útgangsbønina beint eftir
sálmin.
Tann hugnaliga, danska kirkj-
an var fullsett av føroyingum og
dønum, sum á einhvønn hátt
hava ávíst tilknýti til Føroyar.
Har vóru makar hjá føroyingum,
danir, ið sum ungir hava búð í
Føroyum, onkur í Føroyum
kendur filmstjóri umframt onkr-
an tíðindamann frá lokalu press-
uni.
Guðstænastan í Odder Kirkju
seinasta leygardag var føroysk,
øll sum hon var. Føroyski prest-
Holmboe festival í grannabýnum
Horsens, var eisini við í mentan-
artiltakinum og setti sín dám á
guðstænastuna.
Væl komnir føroyingar
Almenna móttøkan, føroying-
arnir fingu í Odder, var hjartalig.
Borgarstjórin, formaðurin í
mentanarnevndini og formaðurin
í Norrøna Felagnum í býnum
røddu við ymsu tiltøkini, sum
hildin vórðu í sambandi við
mentanardagin. Og allir gleddust
um nýggja sambandið, býurin
nú hevði fingið norður í hav.
Føroyska mentanartiltakið í
Odder varð sett uttan fyri ráð-
húsið í Odder. Tiltakið byrjaði
við, at høvuðsfyrireikarin, Sonja
á Argjaboða, ílatin føroyskan
hátíðarbúna, vant Merkið á
stong, meðan Havnarkórið sang
»Eg oyggjar veit«.
Væl av fólki var komið saman
til hesa hátíðarløtuna. Har vóru
føroyingar úr øllum Danmark,
og sum okkurt danskt blað
skrivaði, var líkt til, at øll kendu
øll, um farast skuldi eftir háls-
fevning og glaðum smílum, tá
fólk hittust.
Ein luttakari, sum komin var
úr Føroyum dagin fyri, segði, at
hann hevði hitt gamlan floks-
felaga fyri fyrstu ferð í 38 ár. So
sjálvsagt var eitthvørt at tosa um
har, sum hjá so mongum øðrum,
sum hittust.
Eftir at Merkið var vundið á
stong, helt borgarstjórin í Odder,
Elvin Hansen, røðu. Hann fegn-
aðist um, at føroyingar høvdu
valt Odder til at halda hetta
tiltakið í.
Sjálvur segði hann seg kenna
lítið til Føroyar, annað enn tað,
hann hevði lisið sær til. Men
hann vónaði tó, at tað samband,
sum var millum føroyingar og
danir, fór at halda, hóast ríkis-
rættarligu viðurskiftini broyttust.
Somu vónir hevði Eyðun Elt-
tør, landsstýrismaður, sum
umboðaði Føroya Landsstýri.
Ætlanin var, at løgmaður skuldi
umboða almennu Føroyar, men
honum barst frá, og við stuttum
skotbrái tók Eyðun Elttør upp-
gávuna upp á seg.
Eyðun Elttør segði, at hann
væntaði ikki, at tær samráðingar
og tann politikkur, sum nú varð
førdur í Føroyum, fór at ávirka
tað persónliga vinalagið, sum
var millum nógvar føroyingar og
danir.
Mentan er so nógv
Nú varð tiltakið nevnt eitt ment-
anartiltak. Og føroysk mentan er
so nógv, hóast føroyski dansurin
ofta verður settur sum sjálv
ímyndin av okkara mentan. Men
eitt slíkt tiltak sum hetta hevði
eisini annað at bjóða, hóast
dansurin sjálvandi var við.
Eftir røður og kórsang var
almenna setanin liðug, og Merk-
ið veitraði uttan fyri ráðhúsið í
Odder og segði frá, at her vóru
føroyingar komnir til býin.
Farið varð síðan niðan í
gongugøtuna, har Havnarkórið
sang nakrar sangir, áðrenn ring-
ur varð sligin, har bæði føroy-
ingar og onnur, sum hættaðu
sær, fóru uppí.
Tíðindafólkini frá lokalu
pressuni í Odder, Horsens og
Århus vóru serliga áhugað í
dansinum.
Spurt varð um uppruna, hvør
slapp við, hvussu leingi dansað
varð, hvussu nógv ørindini vóru,
og um hvussu torført tað var at
læra stev.
Roynt varð at siga frá sum
best so spyrjarin skuldi fáa sum
greiðast fatan av tí, sum fyri-
fórst.
Í gongugøtuni varð, sum sagt,
tikið saman, og Flóvin Bæna-
diktson varð kvøðin. Greitt var
teimum forvitnu dønunum frá,
hvat alt hetta snúði seg um.
Søguna í vísuni. Um skiparan,
sum skal leiða dansin. Hvussu
umráðandi stevið er - hvussu
neyðugt tað er at fáa vísuna
undir fót - hvussu ein minnist øll
hesi ørindini, hóast hendan nú er
ein av teimum styttru.
Og spyrjarin ógvast og heldur
tað vera nógv. So ikki er frítt, at
ein hevur hug at reypa eitt sind-
ur og siga frá, at onkur er, sum
dugir meira enn 2.000 ørindi,
sum hann bara dregur soleiðis
hissini niður úr luftini, tá brúk er
fyri teimum. Tá verður danska
tíðindakvinnan heilt »benovet«,
sum sagt verður har niðri.
Ymiskt var kortini, sum tey
fingu burtur úr og endurgóvu í
egnum blað. Onkur fekk søguna
til, at talan var um tvær kvinnur,
MENTAN. Fylt av
samleikakenslu stóðu
fólk og táraðu og
hildu hvør um annan,
meðan Tjóðsangurin
varð sungin í Odder
Kirkju undir guðs-
tænastuni í sambandi
við føroyska
mentanartiltakið
seinasta leygardag
Sæl er signað løta
urin í Danmark, Bergur Jac-
obsen, prædikaði. Sonja á Argja-
boða, sum var høvuðsfyrireikari
fyri tiltakinum, var deknur, og
føroyski organisturin, Gudmund
Mortensen, leikti á urguna. Allir
sálmarnir, sum sungnir vórðu,
vóru føroyskir upprunasálmar.
Havnarkórið, sum var í Dan-
mark í sambandi við Vagn
Sonja á Argjaboða var
høvuðsfyrireikari av stevnuni
Almenna móttøkan,
føroyingarnir fingu í
Odder, var hjartalig
Nr. 70 – 8. apríl 2000
19
sum kappaðust um sama biðil.
Onnur varð sjálvandi við undir-
lutan og fór í klostur.
Hetta við klostrinum vita før-
oyingar sjálvandi alt um. Men
grundin til, at Marita fór í klost-
ur, var nú ikki, at ein onnur
kvinna fór við biðlinum.
Ein annar rættiliga týðandi
partur av føroyskari mentan er
trúarlívið. Og nevnt varð meira
enn einaferð í røðum í sambandi
við tiltakið í Odder, at guðs-
tænastan hoyrdi til eitt slíkt
tiltak.
Eftir dansin í gongugøtuni
varð beinan vegin farið at leita
sær eftir kirkjuni, har guðstæn-
asta skuldi vera. Og tað var
skjótt, at kirkjan var full. Væl
áðrenn ringt varð, var hvør stól-
ur fullur, og fólk sat í leysum
stólum inn eftir gólvinum í
sjálvum skipinum.
Høvuðsfyrireikarin, Sonja á
Argjaboða, las inngangsbønina,
Gudmund Mortensen, organist-
ur, spældi og alt kirkjuliðið sang
av fullum huga teir kendu, før-
oysku sálmarnar, sum valdir
vóru.
Bergur Jacobsen, prestur,
hevði ein góða prædiku, og tá
endað varð við Tjóðsanginum,
var løtan so rørandi, at stórur
partur av kirkjufólkinum ikki
fekk hildið kenslunum aftur.
Av sonnum var hetta at meta
sum hátíðarligasta løtan undir
øllum tiltakinum.
Einum sindri av danskari
mentan, sum enn ikki er so heilt
vanlig í Føroyum, varð kortini
pláss fyri. Eftir guðstænastuna
varð farið í Kirkecentret beint
við kirkjuna, har Handelsstands-
foreningen beyð kaffi við onkr-
um afturvið. Hugnaligt stað, har
nógv fólk var samankomið.
Stundir góvust at heilsa upp á
fólk og tosa við »bygdarfólk«,
um ein so kann siga, hóast um-
leið hálv øld var ímillum, og vit
ikki høvdu búð í somu bygd
samstundis.
Men aftur her varð sannað,
sum so mangan, at ...»dit mål
røber dig«. Hóast ein hevur búð
burtur úr bygd ein mansaldur, er
tað altíð okkurt, sum hongur við.
Og soleiðis ber ofta til at stað-
binda fólk, ein hittir.
Upp í ta »fínaru« mentanina
verður myndlist av summum
ofta roknað. Og millum bestu
myndlistafólk okkara telist av-
gjørt Tróndur Patursson.
Tróndur hevði saman við
tveimum ungum listakvinnum,
Hansinu Iversen og Vígdis
Petersen, listaframsýning í ráð-
húsinum.
seg heldur ikki undan, tá seinni
varð heitt á hann um at koma á
pallin at vera forsangari, tá
menninir í veitsluni allir samlir
reistust og sungu »Blómuna« hjá
Poul F. fyri kvinnunum.
Ikki skuldi tað tó spyrjast aftur
í lond, at kvinnurnar í dag
standa aftan fyri menninar. So
tær kvittaðu við at fara upp allar
samlar, føroyskar sum danskar,
at syngja frændasangin um
»Eros« fyri monnunum. Og tað
var ikki so heilt galið, varð hild-
ið av onkrum, sum gleddi seg til
framhaldið seinni um náttina...
Borðreitt varð við fiska- og
skeljamati, sum góðir, hálv-
føroyskir kokkar stóðu fyri.
Annar hevði danska mammu og
búði í Føroyum, meðan hin
hevði føroyska mammu og búði
í Danmark. Meira diplomatiskt
fær tað neyvan verið. Men samd
vóru fólk um, at hesin matur var
nakað av tí besta, tey yvirhøvur
høvdu borið í munn.
Føroyskt harmonikulið var
komið niður at spæla, og teir
spældu undir við borðhaldið,
eins og teir spældu til dans
aftaná.
Danirnir, sum við vóru, høvdu
meira enn eina ferð á orðið,
hvussu fantastiskt vertskapsfólk
føroyingar máttu vera, um hetta
var vanligt har heima. Og sjálv-
andi varð latið væl at, tí soleiðis
er veruliga ofta.
Tá leið nakað út á náttina, og
borgarstjórin í Odder fór heim,
beyð hann føroyingum at vera
hjartaliga væl afturkomnar til
Odder, um slíkt tiltak varð hildið
aftur.
So góðum líkt varð dansað
fram móti morgni. Síðan leitaðu
fólk sær til høldar í ávístum
støðum, sum fyrireikararnir
høvdu fingið til vega.
Sunnumorgunin klokkan
tíggju varð Merkið strikað uttan
fyri ráðhúsið í Odder. Tað varð
tó sjálvandi tikið niður leygar-
kvøld og vundið aftur á stong
sunnumorgun. So ongum nýtist
at misskilja nakað her.
Tá nøsin aftur varð vend móti
Føroyum mánadagin, var eingin
í iva um, at av sonnum kundi
sigast, at:
»Føroyum høvum vær hepni
gjørt.«
Framsýningin lat upp eftir
kirkjukaffið, og formaðurin í
mentanarnevndini í Odder
Kommunu, Bent Olsen, setti
framsýningina.
Bent Olsen segði, eins og
borgarstjórin, at hann bert kendi
Føroyar av umtalu, og nú kanska
eitt sindur av føroyskari list.
Hann segði frá, at nýggjur skúli
er í umbúna í Odder. Hesin skúl-
in skal eisini prýðast við ymsari
list, og ein teirra, sum úttøku-
nevndin hevði valt at prýða skúl-
an, æt Zacharias Heinesen, segði
Bent Olsen. Nú hevði hann
funnið út av, at hesin Heinesen
var føroyingur. Og tað metti
hann var eitt gott dømi um, at
føroysk list mundi vera nakað
góð.
Vígdis Petersen, sum sýndi
fram keramiklist, var sjálv stødd
á framsýningini.
Eitt sindur hugstoytt var kort-
ini, at hølini, listaframsýningin
stóð í, vóru heldur óegnað til
slíkar framsýningar. Har var alt
ov lítið ljós, so hesi frálíku verk-
ini komu als ikki til sín rætt.
Fólk, sum áður hava sæð verk
hjá Tróndi Patursson, vita, at her
skal ljós til. Og tað manglaði í
ólukku mát í hesum betonbygn-
inginum frá sjeytiárunum. Ein
bygningur í líknandi stíli sum
Journalistháskúlin í Århus, sum
rektarin har segði vera bygdan í
stíli, hann nevndi »Jysk Brutal-
isme«. Alt bert grátt beton.
Í vertskapi fróur og glaður
Føroyingar eru vertskapsfólk og
duga væl at skemta bæði við
egið sum annans borð.
Til eitthvørt størri tiltak hoyrir
ein rimmar veitsla, og mentanar-
tiltakið í Odder var einki undan-
tak í so máta.
Tá liðið var væl út á seinna-
partin fóru fólk at savnast í høll-
ini við ein av skúlunum í Odder,
har umleið 270 fólk høvdu sett
hvørjum øðrum stevnu til at
dansa og leika, til náttin aftur
gjørdist til dag.
Tey komu úr eystri og vestri.
Úr norði og suðri. Umframt tey
lokalu. Tí sjálvandi vóru eisini
almennir gestir bodnir við. Bæði
frá Odder býráði, skúlaleiðsluni,
Norrøna Felagnum og sjálvandi
landsstýrismaðurin við frúu.
Eyðun Elttør, landsstýris-
maður, fekk eitt serligt minni
heim aftur við sær. Tí mitt undir
borðhaldinum varð hann ringdur
upp av manni, ið segði seg vera
fulltrúa á løgmansskrivstovuni,
sum boðsendi honum til kreppu-
fund í Keypmannahavn. Lands-
stýrið var farið úr Føroyum,
varð sagt. Grundin var tann, at
grønlendingar nú eisini vóru
farnir at kvaklast í fullveldis-
málinum.
Samrøðan gjørdist drúgv og
landsstýrismaðurin var vist ikki
heilt álviligur við støðuna, sum
nú hevði tikið seg upp. Líka til
hann fann út av, hvør dagurin
var. Tað var tann 1. apríl, veitsl-
an varð hildin.
So alt endaði aftur í góðum
skemti, sum landsstýrismaðurin
dugdi væl at taka. Og hann helt
Føroyska mentanartiltakið í
Odder varð sett uttan fyri ráð-
húsið í Odder. Tiltakið byrjaði
við, at høvuðsfyrireikarin,
Sonja á Argjaboða, ílatin
føroyskan hátíðarbúna, vant
Merkið á stong
Havnarkórið sang »Eg
oyggjar veit«, tá
stevnan varð sett
Bergur Jacobsen, prestur,
hevði ein góða prædiku, og
tá endað varð við
Tjóðsanginum, var løtan so
rørandi, at stórur partur
av kirkjufólkinum ikki
fekk hildið kenslunum
aftur
Danirnir, sum við vóru, høvdu meira enn eina ferð á orðið, hvussu
fantastiskt vertskapsfólk føroyingar máttu vera, um hetta var van-
ligt har heima