leygardagur 8. apríl 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 70 – 8. apríl 2000
Tíðindablaðið Sosialurin. Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn. Telefon: 311820. Telefax: 314720.
Email til 2’aran: eydun@sosialurin.fo. Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller. Blaðstjórn: Eyðun Klakstein.
Layout og uppseting: Tíðindablaðið Sosialurin.
Óla Jákup Rólantsson,
útvarpsmaður
“Hendes Majestæt Danmarks Dronning (tey hava heilt
slept “af Guds Nåde” og “de venders og gothers”) er
Færøernes Statsoverhoved. Dronningens repræsentant
er Færøernes lagmand.....!”
Soleiðis!
Hesin barberaði cancelii-artikkul-15 í uppleggingum
frá landstýrinum til donsku stjórnina frøddi mangt
sambandshjarta. “Oyjøsus”, tók ein eldri fornem og
hástór sambandsk havnarkona til tvørturum diskin í
einum blómuhandli herfyri, -“so eru vit væl stadigvæk
i kongaríkinum. Og so er Margretha den Anden væl
stadig okkara dronning!”
Tja. Er tað nú heilt rætt, hugsaði eg uttan at blanda
meg. Forrestin eisini rættiliga líkaglaður. Men ein
gamal vinmaður, sum hevur gingið í fullveldiskoti
síðani Høgni Hoydal varð føddur, kundi ikki halda
sær. Kom sum ein annar Livingstone út úr eini stór-
fingraðari hangandi gummiplantu í útsynnings-
horninum, mutlaði okkurt um Commonwealth-skipan
og idiotiskar kransakøkufigurar, og fór á dyr við eini
mini-rhododendron fyri 40,- kr í hondini.
Eg var fangaður. Sambandskonan hevði í øllum
sínum veldi sperrað útgongdina millum tveir urtapottar
í býráðsstødd. Minti um eina gamla koloniharrafrúu.
– “Tú tín lortungi, tit skræða tykkum um alt, og eisini
hattar. Verður Margrethe Den Anden framdeilis dronn-
ing eftir leysrívilsið, ella hvat? Verður hon ikki
dronning fyri alt rigsfællesskabet????”
Sakin!
Slapp rímuliga burtur úr fyrsta parti at greiða frá
muninum millum ríkis- og ríkjafelagsskap. At ríkja-
felagsskapur var fleirtalsorð, at vit ikki fóru úr men
inn í ein ríkjafelagsskap, har Margretha framvegis var
drotning, eins og enska drottningin var drotning fyri
australar o.s.fr. Men harífrá og til at fata, at Grønland
kortini framvegis varð verandi í ríkisfelagsskapi við
Danmark, og at samráðingarnar skuldu vera millum
Føroyar øðrumegin og “Kongeriget Danmark” hinu-
megin, tað var ov langt fyri gomlu, tí nú sótu føroy-
ingar eftir hennara tykki knappliga báðumegin borðið.
Og so haðanifrá at skilja, at Margretha sjálvt eftir
allar uppfyltar fullveldisdreymar framvegis verður
“statsoverhoved”, og at umboðsmaður hennara er tann
til eina og hvørja tíð sitandi løgmaður – nei, tá bannaði
hon, tí einki skuldu hon bukka og skraba fyri nøkrum
fullveldisløgmanni ella “stedfortredara”, óansæð
hvussu nógv fjaðraprýði hann fekk. Hon fór á dýr við
havgron, sjabbandi ein posa við hvítum og reyðum
blómum, hon skuldi pynta stovuvindeyguni við til
“dronningens fødselsdag”. Altso Ingrid.
Nú var eg bara 5 minuttir ov seinur at heinta betra
partin frá arbeiði, og helt meg vera slopnan. Út millum
urtapottarnar fekk eg annan fótin út um, tá eg hoyrdi
uppgevandi røddina á henni aftur um húsarhornið,
stevnandi við fullari ferð aftur ímóti mær:
“Hvat betýðir De Høje Kontraherende Parter??????”
Ufffff! Eg fekk lirað eina orðabókaramsu av mær
um sáttmálar og semjur og kontraktir, og ikki minst
um javnbjóðis sáttmálapartar, lirkaði meg inn í bilin
og royndi at fáa hurðina aftur, meðan eg startaði og
fekk trygdarbeltið uppá.
-“Jammen, jammen.........” var tað seinasta eg hoyrdi,
meðan eg í speglinum sá hana veipa Dannebrogs-
litirnar í plastiksposanum yvir høvd. Mátti løtu seinni
geva einum ungum praktikkanti rætt, soleiðis sum
yrkadagur mín fer í smápetti av irriterandi og tíðar-
krevjandi práti. Hann helt tað skuldi itið “De Høje
Irriterende Parter”.
Forrestin gloymdi eg at keypa rósurnar.
De høje kontra-
herende parter
Fróði Løkságarð
Ommusysturin fekk hann
at spæla sjónleik.
Tað var fyri meira enn
10 árum síðani, og hann
hevur spælt sjónleik á
hvørjum ári síðani.
Jan Gardar er 28 ára
gamal og starvast dagliga
sum leiðari í Keypssam-
tøkuni í Klaksvík, har
hann byrjaði sum kramba-
kallur fyri nøkrum árum
síðani. Umframt tað rekur
hann eisini dansistaðið
Lognbrá, sum heldur til í
KÍ-høllini.
Tá Jan ikki flýggjar
húsarhaldsvørur yvir disk-
in í FK-handlinum í Nóls-
oyar Pálsgøtu ella spælir
nýggjasta tónleikin fyri
ungfólki í Lognbrá, er
hann stundum at finna á
pallinum í mentunar-
húsinum Atlantis.
Har hevur hann havt
sína gongd í nógv ár. Jan
byrjaði sína yrkisleið sum
sjónleikari í 1988, tá
Klaksvíkar Sjónleikarfel-
ag setti upp leikin Mio
mín Mio. Síðani hetta
hevur nærum á hvørjum
árið verið boð eftir Jan, tá
nýggjur leikur var á
skránni.
Familjutraditión
– Tað er ein familjusjúka
haldi eg, sigur Jan, tá
hann skal grundgeva fyri,
hví hann á fyrsta sinni fór
undir at spæla sjónleik.
– Adelborg Linklett er
ommusystur mín, og tað
var nokk hon, sum lokkaði
meg at byrja av fyrstan tíð.
– Omma plagdi eisini at
spæla sjónleik. So Jan
heldur, at tað er fyrst og
fremst av arviligum orsøk-
um at hann fór undir at
spæla sjónleik. Sjálvur
hevur Jan onga útbúgving
innan sjónleik, men við
tólv árum á baki, sum
aktivur limur í Klaksvíkar
Sjónleikarfelag, er Jan at
rokna sum ein av garvaðu
leikarunum í felagnum.
– Eg havi onkuntíð fyrr
spælt mær við tankan um
at royna at sleppa inn á
sjónleikaraskúla, men tað
bleiv ongantíð til nakað.
Sjálvur er hann ikki so
keddur av hesum.
– Tað vísir seg ofta, at
fólk, sum hava tikið út-
búgving sum sjónleikarar,
enda við bara at spæla
álvarsamar leiklutir. Sjálv-
ur dámar mær líka væl
skemtileikirnar.
Sera tíðarkrevjandi
Jan hevur fleiri ferðir spælt
sær við tankan um at
gevast við sjónleikinum og
lova øðrum leikarum fram-
at. Men tá eitt hálvt ár er
farið eftir seinastu sýning
av einum leiki, og fyri-
reikingarnar til næsta leik
so smátt eru byrjaðar, so
kemur hugurin til sjón-
leikin aftur.
– Frá tí, at farið verður
undir venjingarnar, ganga
vanliga tveir mánaðar við
harðari venjing, áðrenn alt
er fingið upp á pláss, og
leikurin kann frumsýnast.
– Ofta er buldraligt og
nógv verður rópt og skeld-
að, men tá so alt er fingið
upp á pláss, gevur tað
heila meining aftur.
Tey tólv árini, Jan hevur
fingist við at spæla sjón-
leik, er tað nærum blivið
til ein leik um árið.
Vilja hava undirhald
Klaksvíkar Sjónleikarfelag
er serliga kent fyri at
leggja seg eftir at spæla
skemtileikir, men eisini
leikir við meira álvarslig-
um innihaldi hava verið á
skránni.
– Vit hava roynt at vari-
erað tað eitt sindur, sjálvt
um tað ikki rættuliga hev-
ur verið annað hvørt ár
skemt og álvara. Tað er
soleiðis at fólk, sum koma
til sjónleik í Klaksvík,
vænta at síggja ein skemti-
leik. Hetta ger, at vit í ein
ávísan mun hava lagt okk-
um eftir teimum lættaru
leikunum.
– Velja vit at spæla onkr-
an meiri krevjandi og
álvarsaman leik, koma
nógv færri fólk til sýning-
arnar.
– Klaksvíkingar vilja
hava undirhald, sigur Jan.
Hóast hetta, so hevur
eisini verið pláss fyri
álvarsamari leikum, tann
seinasti var Salka Valka.
– Tað er ein nógv størri
avbjóðing fyri leikararnar
at skula vera við í einum
tílíkum leiki, men fyri
felagið hevur tað ofta
roynst illa.
Jan hevur sjálvur bara
havt minni leiklutir í
álvarsomu leikunum.
– Teir smáu leiklutirnir
eru fyri meg teir nógv
truplastu. Tað er ikki lætt
at skula liva seg inn í ein
slíkan persón, tí har er ofta
so lítið at halda seg til.
Ymiskt er broytt, síðani
Jan á fyrsta sinni trein á
pallin í Atlantis.
– Reint leikliga dugi eg
ikki rættuliga at meta um
tann serliga broytingin er
hend. Hinvegin eru um-
støðurnar at leika undir,
broyttar rættuliga nógv til
tað betra, sigur Jan av-
gjørdur. Atlantis var fyri
einum tveimum árum
síðani umvælt, og stórur
partar av húsinum vóru tá
gjørdir av nýggjum, eitt nú
var pallurin vaksin, og
nýggj høli vórðu gjørd í
kjallaranum til at venja í.
Familjusjúkan
SJÓNLEIKARIN. Fyri 12 árum síðani fekk ommusystur hansara hann at
spæla sjónleik, og tann royndin eydnaðist so væl, at hann hevur spælt minst
ein leik um árið síðani
– Tað vísir seg ofta at fólk sum hava tikið útbúgving sum sjónleikarar, enda við bara at spæla álvarsamar leik-
lutir. Sjálvur dámar mær líka væl skemtileikirnar. Mynd: JH
Nr. 70 – 8. apríl 2000
17
MOTORUR. Á Tvøroyri er Finn Andreasen
farin undir at gera í stand ein gamlan Alpha
bátamotor. Motorurin er frá 1904 og verður
settur í uppruna stand
Finn og fostursonurin Ian, ið er lastbilmekanikari, vísa fram nærum 100 ára gamla motorin, sum
verður settur í uppruna stand. Enn er nakað eftir á mál. Myndir: Dagfinn Olsen
Dagfinn Olsen
Finn Andreasen á Tvøroyri rekur
bensinstøð og hevur bilverkstað.
Áhugin fyri motorum er stórur
og Finn hevur sett sær fyri at
gera í stand ein gamlan motor,
sum hevur verið í familujni í 75
ár og Finn greiðir frá, at fyrr sat
motorurin í eini jollu, ið teir
plagdu at sigla við á fjørðinum.
- Hetta er ein Alpha motorur.
Hann kom til Føroya í 1904.
Hann, ið var umboðsmaður fyri
motorarnar, var gamli Niels Juel
Mortensen á Tvøroyri. Jørgin
Mortensen, róptur Jørgin Smið,
keypti motorin frá honum og
pápi mín keypti motorin frá
Jørgin Smið, so motorurin hevur
verið í okkara familju í eini 75
ár, greiðir Finn Andreasen frá.
Sally sakk
Báturin, sum motorurin var í,
var ein jolla, ið nevndist Sally.
Hon er ikki til longur. Vit brúktu
bátin til 1956. Tá sakk hann á
fjørðinum og lá eini 10 dagar,
áðrenn hann varð tikin uppaftur.
Tveir tímar seinni sigldi hann
aftur og tað høvdu motorarnir
neyvan gjørt dag, heldur Finn.
Tá báturin sakk, sigldi Finn
sum fýrbøtari við Rankanum.
Skipari á Rankanum tá var Hans
Mortensen, vanliga nevndur
Hans hjá Palla í Mýrini.
- Meistari umborð var ein
hvalbingur, ið nevndist Wilhelm
Sejer Hansen. Wilhelm kom so
út til mín. Eg haldi tað var í juni
ella juli mánað í 1956. Hann bað
meg fýra upp, tí vit skuldu til
Onglands eftir koli. Kol varð tá
goymt á Drelnesi. Vit gjørdu av
at sigla á Drelnes við jolluni,
greiðir Finn frá.
- Vit sigla so inn á Drelnes og
eg bindi jolluna aftur undir
hekkuna á trolaranum, so hon
kom afturum trolaran. Eg hevði
biðið ein leiða jolluna longur
fram á miðjuna og binda hana
har, men tað hevði hesin gloymt.
So bakkar trolarin frá og jollan
kemur undir hekkuna. Hon
drakk sjógv og sakk á miðjum
fjørði á umleið 19 metra dýpi.
Hon lá so, til vit komu aftur úr
Onglandi. Vit vóru einar 10
dagar burtur, sigur Finn og legg-
ur afturat, at tað vóru menninir á
bedingini, ið hjálptu at taka hana
upp.
- Skiparin setti boyu, har hann
metti, at jollan lá, áðrenn farið
varð til Onglands. Tað vísti seg,
at hann var á so góðari leið, at
boyan var bert einar 2 metrar frá
jolluni og tí var lætt at seta fast,
minnist Finn.
- Pápi mín arbeiddi sum
smiðumeistari á bedingini. Allir
bedingsmenninir komu til hjálp-
ar. Samanhaldið var gott tá.
Mann hjálpti hvørjum øðrum tá
og alt varð ikki gjørt upp í peng-
um. Kavari fór niður, tað var
Hemming Jespersen, og sand-
báturin hjá kommununi, Karla,
tók jolluna upp. Hon hekk so
upp at síðuni á sandbátinum, og
hekk í bumminum, meðan vit
oystu hana tóma. Tveir tímar
seinni sigldi hon, sigur Finn.
Jollan varð nýtt á fjørðinum á
Tvøroyri, men eisini varð farið
við henni í grind í Hvalba, Vági
og aðrastaðni. Eisini varð jollan
nýtt til útróður.
Bita fyri bita
Motorurin hevur staðið hjá Finni
tey seinastu mongu árini.
Samansettur vigar nærum 100 ára gamli motorurin eini
400 pund
Á vegginum á verkstaðnum hjá Finni hanga mangir
smærri og størri lutir, ið hoyra til motorin
- Fyri eini 17 árum síðani fóru
vit at tosa um, um motorurin
mundi fara í gongd. So fóru vit
at putla við hann, og tað vísti
seg, at hann fór í gongd, greiðir
Finn frá.
Síðani hevur eingin rørt mot-
orin, men nú er Finn farin eftir
honum aftur. Og tað er ikki
løtuverk, ið fer fram á verk-
staðnum hjá Finni í Øravíkarlíð.
- Vit hava tikið hann líka í
botn, bita fyri bita. Alt sundur,
hvørt petti. Síðani skal hann
savnast aftur. Versonurin, Knút
Hentze Nielsen, hevur gjørt
fundament úr eik undir motorin,
sum er sera snøgt, sigur Finn.
Petrolinum, ráolja og lýsi
Finn metir motorin at vera
millum elstu motorar í Føroyum.
Hann hevur kannað, hvussu
motorurin kom til Føroya. Hann
hevur funnið útav, at eitt skip
hjá Niels Juel Mortensen, ið
kallaðist Ingrid, fór í 1903 til
Danmarkar at fáa motor settan í.
Á heimferðini hevði hon í lastini
fleiri smáar bátamotorar, og
soleiðis er motorurin há Finni
komin til Føroya.
- Um tað mundi fóru menn,
teir hjá Johan hjá Dánjali, undir
at seta motorar í smábátar. Teir
høvdu verkstað og lítla beding,
greiðir Finn frá.
Finn sigur, at motorurin hevur
bert tveir hestar, hóast hann er
stórur á at líta. Finn minnist, at
motorurin var sera driftsikkur.
Talan er um ein gløðihøvd-
motor, ið verður hitaður upp.
Motorurin nýtir sum brennievni
petrolinum, ráolju ella lýsi.
Neyðugt hevur ikki verið at
leitað eftir eykalutum, nú mot-
orurin verður gjørdur í stand, tí
alllir lutir vóru til staðar. Men
víst er, at hetta er ikki arbeiði, ið
ein kann skunda sær við og á
vegginum á verkstaðnum hanga
mangir smærri og størri lutir, ið
hoyra til, og sum ikki eru at fáa
skil á hjá einum, ið ikki er
motorkønur. Men skilligt er, at
enn er nakað eftir á mál, hóast
bert er eftir at seta saman.
- Av tí, at motorurin er so
gamal, var vatntroyggjan í sy-
lindaranum rustað, so nýggj
mátti gerast. Hetta er ikki hvørs-
mansføri, men dugnaligi smiður-
in í Vági, Knút Nielsen, loysti
hesa uppgávuna væl og virði-
liga, sigur Finn.
Samansettur vigar nærum 100
ára gamli motorurin eini 400
pund.
Tá arbeiðið við at savna
motorin er liðugt, ætlar Finn at,
at motorurin skal vísast fram.
Tá verður óivað høvi at hitta
Finn aftur á máli. Finn er góður
frásøgumaður og hevur hug at
venda aftur til mangt seinni, ið
ikki er komið inn á í hesi sam-
røðu. M.a. er mangt at siga frá
tíðini, tá hann vaks upp í Øra-
víkarlíð og siglast mátti um
fjørðin, um ein skuldi á Tvør-
oyri, skuldi ein ikki ganga ella
súkkla, tí bilar vóru ikki nógvir
tá.
Gamli
motorurin
hjá Finni