mikudagur 4. november 1981síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
bokarummæli
Stort fram-
stig i før-
oyskari
ferðslulæru
Á Alfaravegi. Feroya
Skúlabókagrunnur, 1981
við loyvi og í samráð við
Ráðið fyri ferðslutrygd.
Lagað til feroysk viður-
skifti: Jógvan Jensen,
Bjarni
Skaalum og
Petur J. Sigvardsen.
Tekningar til næminga-
bókina: Bárður Jákups-
son. Íslendsku tekning-
arnar hevur Ingi Joen-
sen umteknað. Prentað
á Estra
Nú henda dagin hendi so
tað gleðiliga, at vit fingu
tað fyrsta veruliga
undirvísingartilfarið í
ferðslulæru á okkara
egna máli. Feroya Skúla-
bókagrunnur hevur júst
givið út »Å ALFARA-
VEGI«, sum fevnir um
eina næmingabók, trý
arbeiðshefti og eina lær-
araleiðbeining. Tað eru
teir tríggir Jógvan Jen-
sen, Bjarni Skaalum og
Petur Jacob Sigvardsen,
sum við íslendskari fyri-
mynd hava lagað bóka-
reðina til føroysk
ferðsluviðurskifti. Bárð-
ur Jákupsson hevur
gjørt tekningarnar til
næmingabókina, meðan
Ingi Joensen hevur um-
teknað tekningarnar til
arbeiðsheftini og lærara-
leiðbeiningina og givið
teimum føroyskt snið.
Kostnaðurin fyri næm-
ingabókina er 60 kr., ar-
beiðsheftini hvert 12 kr.
og læraraleiðbeiningin
32 kr. Bókin er ætlað
næmingum í 1. 2. og 3. ár
gangi, og viðger hon tær
reglur, ið galdandi eru
fyri tey, sum eru til
gongu og á súkklu.
Fyrst er at siga, at tað
er at fegnast yvir, at vit
nú endiliga hava fingið
undirvísingartilfar = til
tað, sum í lesiætlanini
undir krevdum undirvís-
ingarevnum, verður
nevnt Ferðslulæra.
Somuleiðis er tað at
vóna, at hetta bert er
fyrsta stigi, so at vit,
innan alt ov leingi,
kunnu fáa tilfar til teir
eldru næmingarnar.
Næmingabókin, sum
er 63 blaðsíður til stedd-
ar, er ein sega um tvey
bern á sjey ára aldri. Vit
lesa t.d. um bernini, tá
tey fyrstu ferð saman
við pápanum fara í
skúla, tá tey eru á spæli-
plássinum, tá tey koyra
við bussinum, og tá tey
fáa nýggjar súkklur. Men
samstundis, sum bókin
er bygd upp sum ein
sega, verða vit greið yvir
at vit alla tíðina læra
ymsar ferðslureglar, og
at teir verða endurtiknir.
Hetta meti eg sum ein
stóran fyrimun, við tað,
at tað mangan er torfert
at vekja áhugan hjá
næmingum, um bókin er
ov turr og teoretisk.
Tað er greitt, at eitt
yngri barn metir somu
viðurskiftum í ferðsluni,
sum eitt eldri barn, og at
tað tí eigur at hava somu
vitan um ferðsluviður-
skifti — men samstundis
vita vit, at tað er mark
fyri, hvussu nógva vitan
vit kunna pota í barnið
tey fyrstu skúlaárini. Tí
er tað av týdningi, at vit
velja tað fram, sum
hevur stersta týdning
fyri trygdina hjá
barninum. Hetta meti eg
eisini, at henda bókin
hevur roynt. Kanska
kundi verið nomið eitt
sindur meira við læruna
um okkum sjálvi (sans-
irnar) og onnur, og
kanska eitt sindur um
akfer (ferð, bremsins
0.a.).
Nú er tað heldur
torfert at ummæla, tá
vit ongar bekur av tílík-
um slag hava á føroysk-
um at sammeta við.
Danir hava eina reð av
ferðsluheftum frá barna-
Hesi bernini spæla sær í kavanum
Nøkur av teimum spæla. har forboð er sett at vera, av ti at tað er vandamikid
Sig læraranum. hví hesi bern eru í st
rum vanda. Set X á tey børn, sum eru í vanda
Tekning úr arbeiðshefti til I-skulaår
garðinum til 10. flokk.
Hesi hefti eru sera teore-
tisk, so her haldi eg, at
okkara sum undirvís-
ingartilfar er nógv betur.
Men her hava danir tann
fyrimun, at teir til hvert
hefti hava ein film og
eina rød av dias. Men tað
ber jú eisini til hjá
okkum at útvega slíkt
tilfar, sum er sera hent
at hava við í undirvísing-
ini.
Bókin er uttan iva
torfør at lesa í 1. fl., og
hjá teimum lesuveiku, so
her er eitt neyvt sam-
arbeiði neyðugt millum
lærara og næming. Men
vit lærarar eiga heldur
ikki at fela okkum so
nær knýttar at bókini, at
vit ikki sjálvir kunna
finna evni fram, fara út í
ferðsluna við børnunum
o.a. Eitt er neyðugt i
allari undirvísing, og tað
er endurtekan. Fyri uml.
tveimum árum síðan
hevdu vit her í Tver-
oyrar skúla eina ferðslu-
viku burturav. Síðani
hava vit í tíðarskeið
hvenn morgun mint ber-
nini á týdningarmiklar
ferðslureglur, eins og
flokslærarin hevur roynt
at fáa allar næmingarnar
at brúka endurskin. Um-
framt er so vanlig ferðs-
luundirvísing, integrera
í aðrar lærugreinir, farin
fram. Men mangan er
torfert at síggja úrslit.
Endurskinini eru burtur,
bernini súkkla og ganga,
sum best ber til. So
innan ferðslulæru er
kanska meira brúk fyri
endurteku enn í eðrum
lærugreinum. Át tað er
neyðugt, ja tað vita vit.
Ferðslan í Feroyum
kostar nógv mannalív
hvert einasta ár.
Á síðu 23 verður greitt
frá ferðsluljósum. Her
meti eg, at betri hevði
verið at greitt frá ellum
fýra ljóssamanseting-
unum. Gult ljós einsa-
malt merkir ikki: til
reiðar at fara. Tí aftaná
gult ljós kemur reytt.
Her haldi eg, at tit eisini
skuldu havt greitt frá tí
reyða/gula ljósinum.
Somuleiðis leggur ein
til merkis, hvussu tit
greiða frá, hvussu sneið-
ast skal til vinstru á
súkklu. Hetta er ikki á
sama hátt, sum danir
vanliga læra, og sum vit
eisini hava lært tey.
Hver máti er betri, ja tað
er kanska óvist.
Tekningarnar í allari
reðini eru frálíka góðar,
og eru so føroyskar, sum
tær kunnu verða. Megu-
leiki er eisini hjá bern-
unum at seta litir til
myndirnar í arbeiðsheft-
unum. Uppgávutalið er
kanska ikki av tí mesta,
men her ber væl til hjá
læraranum sjálvur at
gera fleiri.
Læraraleiðbeiningin er
sera nágreinilig, og
verður hon fylgd í odd og
egg, so kemur eitt sindur
á skafti.
Samanumtikið meti eg
hesa bókaútgávu verða
eitt stórt framstig í for-
oyskari ferðslulæru, og
ein góð hjálp í royndini
at gera ferðslu okkara
tryggari, serliga fyri ber-
nini.
Jóannes Eidesgaard
SOSIALURIN
Teir harmast
Eg eri ógvuliga keddur
sigur Olaf Olsen.
Eg harmist sigur løg-
maður Pauli Ellefsen.
Hesi úttalilsi vóru at
lesa í Oyggjatíðindi og í
Dimmalætting, nú flúg-
vingin við Tyrlu varð
steðgað.
Tað má her sigast, at
tað er altíð at harmast
yvir, at nakað, ein trýr
upp á, dettur niður fyri.
Hetta skilji eg væl, mest
harmuligt er tað fyri tær
bygdir og útoyggjar, sum
nú feldu, at tær vóru ein
partur av samfelagnum.
Men eitt stendur mær
greitt, at bæði Pauli, løg-
maður, og Olaf Olsen,
landastýrismaður, áðrenn
farið varð undir hesa
royndarflúgving, vóru
klárir yvir úrslitið.
Skútan skuldi rættast
upp, var slagorðið hjá
borgarligu samgongini.
50 millióir í eykatolli og
eðrum útreiðslum legdu
teir á vanliga húsarhaldið,
fyri sum teir segdu at
rætta skútuna upp, sam-
stundis sum samgongufel-
agar teirra, Áge Ellefsen
og Jógvan Sundstein, nok-
taðu fyri, at hetta eyka-
gjald var neyðugt.
Meðan teir siga seg vilja
rætta skútuna upp, alt
gott um tað, so seta somu
menn, borgarligir
ábyrgdafullir politikkarar
siga teir seg vera, eina
flúgving í verk, sum teir
frammanundan vita fer at
geva milliónaundirskot.
Skil tað hver, ið vil.
Legmaður sigur hvussu
glaður hann var einaferð í
summar, har hann
staddur vesturi í Vágum,
aftaná ella til eina av sín-
um uttanlandsferðum,
hinum tit vita sum sak-
tans kundu avgreiðast við
einum frímerki, men nú er
kanska talan um at
hækkað postgjaldið, so
betri er at fara sjálvur við
brævinum.
Jú, munur er á løgtings-
manninum Paula Ellefsen
og legmanni. Legmaður
freddist yvir, at ferðafólk-
ið til eina bygd, kundi vera
heima, samstundis sum
hann, undir leysum loftið,
ferðaðist upp á landsins
besta, avslappandi at
hann var farin og tey vóru
komin heim.
Framhaldandi sigur
sami maður, a* tað ongan
týdning hevur. um at
Tyrla hevur milliónaundir-
skot.
Sendið
lesarabrøv
Ju, her er vent i holini
hjå løgtingsmanninum
Paola og nú løgmanni, og
hvat sigur tann liberala
borgarliga samgongu-
stjórn hansara?
Teir báðir Olaf og Pauli
harmast.
Men teir harmaðust
ikki, tá teir kalt og
kynsikt legdu niður sig-
lingina hjá Smyrli, har
fyrst 40 til 50 feroyskar
familjur vórðu raktar av
arbeiðslosi. Teir harmað-
ust ikki, tá teir avreiddu
til borgarligar siglingar-
menn tær rutur sum tað
almenna hevði uppbygt.
Tá tað viðvíkti arbeiðs-
loysi og at seta hungurs-
band fyri nakrar føroysk-
ar familjur, tá kvettu teir
á stokkinum, og saman
við teimum var eisini
sjálvstýrisflokkurin.
Men nú segði hann,
stopp medens legen er
god.
Sannleikin við Smyrla-
siglingini er tann, at um
skipið bert hevði silgt við
tí sum tað almenna umsit-
ur og hevur tilknýti til,
hevði skipi borið seg.
Vit síggja tað í dag. Teir
kappast um t yvirtakað
tær rutur sum Smyril
hevur uppbygt.
Ja, sjálvur fyrrverandi
strandferðastjórin er nú
komin inn í varman. Hann
er við saman við Skipafel-
agnum og íslendingum.
Jú, soleiðis avreiddi tað
borgarliga liberalastýrið,
føroyskt uppbygdar rutur
til utlendingar, og nakrar
føroyingar, sum av hesum
sjålvandi sleppa væl i
skatti.
Ti tad er tad privata
fyritakssemið.
Hvussu oftani hava
suðuroyingar ikki hoyrt
fyri siglingina, hvussu
nógv hon kostar tí al-
menna.
Men sjálvandi tað eru
Suðuroyingar.
Ikki ein viðmerking fra
ókkara
legtingsmonnum hesum
viðvíkjandi.
Hann, ið tigur
samtykkir.
Teir báðir Pauli og Olaf
harmast yvir Tyrlu.
Teir kvettu á stokkinum
viðvíkjandi Smyrli.
Og hvat siga løgtings-
menninir fyri Suðuroy.
hann
Teir tiga.
Ja, soleiðis roynast
álitismenn.
»Musabr6dur«
til sosialin
fólkavaldu
——————Á££0 5 eee